Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hirðar fyri fylgi Guds fremja einleikan

Hirðar fyri fylgi Guds fremja einleikan

Hirðar fyri fylgi Guds fremja einleikan

Summi spyrja: ’Hvussu verður tað heimsumfatandi samfelagið av Jehova vitnum stýrt?’ Svarið er at tað verður stýrt á sama hátt sum tann kristna samkoman í fyrstu øld.

Í 1870unum fóru Charles T. Russell og næru arbeiðsfelagar hansara at almannakunngera úrslitini av bíbliulestri sínum í fyrilestrum og á prenti. So við og við tóku fólk undir við teimum í arbeiðinum, og tey mettu Russell og næru arbeiðsfelagar hansara sum eitt ráð av monnum ið høvdu størri royndir í Harrans gerningi, og sum kundu vegleiða tey í arbeiðinum.

Í 1884 varð Zion’s Watch Tower Tract Society skrásett sambært felagslógini í statinum Pennsylvania. Russell og næru arbeiðsfelagar hansara høvdu úr at gera við leiðsluni av virkseminum hjá Felagnum og bibliustudentunum. Í 1909 fluttu teir høvuðsskrivstovu sína til Brooklyn, New York. Síðan hava stjórnarlimirnir í Felagnum og aðrir andaliga dugandi, salvaðir kristnir sum hava arbeitt tætt saman við teimum, virkað sum eitt stýrandi ráð fyri Jehova vitni.

Tað stýrandi ráðið er ein bólkur av salvaðum kristnum monnum (13 í 1986), sjey teirra eru í stjórn Vakttornsfelagsins. Teir umsita arbeiðið hjá Jehova Vitnum í øllum heiminum. Teir hava ikki guddómligan innblástur og eru tí heldur ikki fullkomnir, men teir meta Guds óreingiliga orð sum hægsta myndugleikan á jørðini og teir hava lívslangar royndir í at gera Guds vilja. Hvør teirra hevur verið í fulltíðartænastuni sum eitt Jehova vitni í meira enn 40 ár.

Hetta stýrandi ráð hevur umsjón við útgevaravirksemi Felagsins. Tað ið verður skrivað og útgivið, byggir á tað sum er komið í ljósmála viðvíkjandi andaliga tørvinum í fylginum, og er úrslitið av bøn og nágreiniligum bíbliulestri. Tá hesir menn støðugt granska Bíbliuna og síggja hvussu Guds ætlan verður framd stig fyri stig, hvussu hendingarnar í heiminum uppfylla profetaorðini, og hvussu Guds fólk er statt í heiminum, kemur tað tíð eftir aðrari fyri, at teir vegna betri fatan halda tað vera neyðugt at endurskoða onkra trúarlæru. Á henda hátt ber tað til at skilja sannleikan betur og betur. — Sálmur 97:11; Orðtøkini 4:18; Dániel 12:4.

Á øllum teimum 94 deildarskrivstovunum hjá Felagnum kring heimin hevur tað stýrandi ráðið útnevnt eina nevnd við trimum ella fleiri andaliga dugandi monnum ið hava umsjón við arbeiðinum í einum ella fleiri av teimum 200 londunum og landaøkjunum Jehova Vitni virka í. Deildarskrivstovurnar hava støðugt samband við tær samkomurnar tær hava umsjón við. Eitt regluligt samskifti fer eisini fram millum tað stýrandi ráðið og nevndirnar á deildarskrivstovunum, og limirnir í tí stýrandi ráðnum vitja persónliga á hvørjum ári nógvar deildarskrivstovur fyri at vita hvussu til stendur.

Hesir menninir eru ikki harrar yvir trúnni hjá øðrum, men tænarar ið stríðast fyri at nógv onnur kunnu læra at kenna Guds orð. Teir tæna ikki fyri at fáa peningaligan vinning burtur úr tí, men teir fáa materiella tørvin nøktaðan á sama hátt sum allir hinir limirnir í betelfamiljunum. Prógv um at teir eru trúfastir í tænastu síni síggjast í tí íðinskapinum og einleikanum, tí reinu siðiligu fyrimyndini og í loyalitetinum í samband við Bíbliunnar læru sum eyðkennir Jehova vitni í øllum heiminum. — 1 Korintbræv 3:5-9; 4:1, 2; 2 Korintbræv 1:24; 3:1-3; 1 Pætur 5:2, 3.

Hvussu verða Jehova Vitni stýrd?

Hvør tænir í tí stýrandi ráðnum í dag, og hvørjar skyldur hava teir?

Hvussu verður arbeiðið leitt í teimum ymisku londunum?

[Kort á síðu 26]

(Tekstsuppsetingin sæst í prentaða lesnaðinum)

Øki har Jehova vitni gera Guds vilja

[Myndir á síðu 26]

Vakttornsfelagsins forsetar

C. T. Russell, 1884-1916

J. F. Rutherford, 1916-1942

N. H. Knorr, 1942-1977

F. W. Franz, 1977-

[Myndir á síðu 27]

Nakrar av teimum yvir 90 deildarskrivstovunum ið hava umsjón við tað heimsumfatandi virksemið hjá Jehova Vitnum

Kanada

Zambia

Týskland

Japan

Australia

Brasilia