Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jehova savnar fólk sítt til at gera eitt arbeiði

Jehova savnar fólk sítt til at gera eitt arbeiði

Jehova savnar fólk sítt til at gera eitt arbeiði

Øldirnar liðu og nú tók fráfallið um seg á jørðini. Teir nógvu trúarflokkarnir gingu í ein ávísan mun eftir Bíbliuni, men í høvuðsheitum fylgdu teir menniskjalærdómum og siðum sum høvdu heidnan uppruna. Vónirnar um afturkomu Krists vórðu sum heild skúgvaðar til viks. — Samanber Matteus 13:24-30, 37-43.

Kortini segði Jesus at tað galt um at vera vakin og gáa eftir hansara afturkomu! Charles Taze Russell og nakrir vinir hansara sum búðu í Pennsylvania, U.S.A., gjørdu eftir boðunum. Tíðliga í 1870unum fóru teir undir ein gjølligan, óheftan bíbliulestur fyri at fáa greiði á tí Bíblian lærdi um afturkomu Krists. Teir fóru eisini at kanna hvat hon veruliga segði um nógvar aðrar grundleggjandi trúarlærur. Hetta gjørdist byrjanin til virksemið hjá Jehova Vitnum í dag. — Matteus 24:42.

Teir skiltu skjótt at tríeindarlæran ikki fær stuðul í Bíbliuni, men at einans Jehova er hin alvaldi Gud og Skapari, at Jesus Kristus er fyrsti skapningur og einborni, ella einastiføddi, sonur hansara, og at heilagi andin ikki er ein persónur men ósjónliga, virkandi megi Guds. Bíbliulesturin avdúkaði at sálin ikki er ódeyðilig men deyðilig, at vónin fyri tey deyðu er uppreisn, og at ónd sum ikki standa til bata, ikki skulu revsast við ævigari pínu, men við ævigari týning.

Tað gjørdist greitt at ein grundlærdómur í Bíbliuni var at Kristus hevði givið lív sítt um loysigjald fyri menniskjuni. Fyrst skuldu 144.000 menn og kvinnur, sum vórðu útvald frá fyrstu øld og frameftir, keypast leys frá jørðini og gerast samarvingar Krists í tí himmalska ríkinum. Síðan skuldu milliardir av menniskjum, meginparturin fólk ið fingu uppreisn frá deyðum, vegna Jesu offur fáa menniskjuligan fullkomileika og útlit til ævigt lív á jørðini, stjórnað av hesum ríkinum.

Russell og vinir hansara skiltu eisini at afturkoma Krists ella hjávera hansara skuldi vera ósjónlig, í andanum. Heidninganna tíðir, eitt tíðarskeið har Gud ikki hevði útint sítt fullveldi gjøgnum nakra stjórn á jørðini, skuldu enda í 1914. Síðan skuldi Guds ríki setast á stovn í himlinum. Hesar trúarlærur eyðkenna Jehova Vitni.

Russell og arbeiðsfelagar hansara boðaðu hesar sannleikar víða um, bæði í fyrilestrum og á prenti. Í juli 1879 byrjaði Russell útgávuna av Zion’s Watch Tower (nú nevnt Vagttårnet á donskum). Hann avgjørdi at boðaravirksemið hjá bíbliustudentunum einans skuldi vera treytað av sjálvbodnum stuðli og at eingin pengainnsavnan skuldi verða. Hann vildi at boðskapurin skuldi koma út við sjálvbodnum, óløntum arbeiði sum tey trúgvandi útintu. Sjálvur stuðlaði Russell arbeiðinum við tí hann hagartil hevði vunnið við handilsvirksemi.

Bíbliustudentarnir savnaðust í deildum, sum samkomurnar hjá teimum tá vórðu nevndar. Teir savnaðust inntil tríggjar ferðir um vikuna til fyrilestrar, bíbliulestur og vitnisburðarmøti. Við atkvøðugreiðslu valdu teir álítandi menn til sum elstar at standa fyri tí andaliga virkseminum í deildini.

Í 1884 varð Zion’s Watch Tower Tract Society skrásett sum eitt almannagagnligt felag sambært lógini í Pennsylvania. Forsetin í felagnum skuldi veljast fyri eitt ár í senn. Á henda hátt varð eitt amboð fingið til vega ið kundi halda áfram í tí bíbilska undirvísingararbeiðinum óheft av einstaklingum. Charles T. Russell varð valdur til forseta, og skrivstovan hjá honum roknaðist sum høvuðssæti Felagsins.

Stórar royndir vórðu gjørdar fyri at fáa arbeiðið út í onnur lond. Tíðliga í 1880unum kom tað til Kanada og Onglands. Í 1891 gjørdi Russell eina ferð til Europa og Miðeysturs fyri at vita hvat gerast kundi fyri at fremja útbreiðsluna av sannleikanum har. Fyrst í 1900-talinum vórðu deildarskrivstovur settar á stovn í Onglandi, Týsklandi og Australia.

Í 1909 varð høvuðsskrivstovan hjá Vakttornsfelagnum flutt til Brooklyn, New York, fyri betur at fremja boðanina á altjóða øki. Tað gjørdist neyðugt at stovna eitt dótturfelag sambært lógunum í statinum New York; tað nevnist nú Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. Í 1914 varð International Bible Students Association stovnað í London fyri at fremja arbeiðið hjá bíbliustudentunum í tí bretska statssamfelagnum. Nú eru umleið 70 slíkir felagsskapir og feløg um allan heimin sum útinna Vakttornsfelagsins arbeiði í ymiskum londum. Øll eru almannagagnlig; tey verða stuðlað við sjálvbodnum pengagávum og sjálvbodnum arbeiðarum.

Í 1916 doyði Charles Taze Russell, og Joseph Franklin Rutherford tók við sum forseti í Vakttornsfelagnum eftir hann. Móti endanum av fyrsta heimsbardaga vóru bíbliustudentarnir fyri hørðum ágangi sum kom í hæddina, tá átta brøður við ábyrgdarmiklum arbeiði á høvuðsskrivstovu Felagsins, vórðu fongslaðir. Arbeiðið hjá bíbliustudentunum tóktist nú hótt. Men í 1919 vórðu teir átta brøðurnir latnir leysir, fríkendir fyri ákærur, og gongd kom aftur í boðanina, og tað í størri mun enn áður.

Gjøgnum høvuðsskrivstovu Felagsins hildu hesir salvaðu kristnu bíbliustudentarnir áfram at fáa til vega andaliga føði til røttu tíðina til allar einstaklingar ið vóru knýttir at felagsskapinum. Eins og samkoman av salvaðum kristnum í fyrstu øld var „hin trúgvi og skilagóði tænarin“ sum Jesus tosaði um, soleiðis er hesin salvaði skarin av vígdum bíbliustudentum ið arbeiða Ríkinum at gagni ’hin trúgvi og skilagóði tænaraskarin’ í okkara tíð. Tá Jesus kom at kanna samkomuna, fann hann henda skaran í ferð við at býta andaligan mat út til tænastufólkini í húsinum, og hann setti hann tá yvir alt ið hann átti. — Matteus 24:45-47; Lukas 12:42.

Stutt eftir fyrsta heimsbardaga varð tað greitt at Guds ríki við Jesusi Kristi varð stovnað í himli í 1914. Tí kundu orðini hjá Jesusi nú uppfyllast í fullari merking: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ Joseph F. Rutherford tók stig til at fáa henda boðskapin um Ríkið út til uppaftur fleiri menniskju. — Matteus 24:14.

Felagið gjørdi nú av at fáa sína egnu prentsmiðju við sjálvbodnum, vígdum arbeiðarum fyri at tryggja eina støðuga framleiðslu av bíbilskum lesitilfari til so lágan prís sum gjørligt. Allir bíbliustudentar vórðu eggjaðir til regluliga at boða gleðiboðskapin um Ríkið. Í nøkrum londum vórðu bíbilskir fyrilestrar sendir í útvarpinum.

Áðrenn 1918 høvdu bíbliustudentarnir skilt at endamálið við boðanini var at savna tey sum eftir vóru av teimum útvaldu ið skuldu vera við Kristi Jesusi í himlinum, og at ávara heimin um Guds komandi dóm. Einki varð gjørt fyri at savna tey sum skuldu yvirliva endan á hesi heimsskipanini og framvegis liva á jørðini. Men í 1918 og árini aftaná varð fyrilesturin „Milliónir av núlivandi menniskjum skulu aldri doyggja“ hildin víða hvar.

Í 1923 gjørdi ein gransking av Jesu líknilsi um seyðirnar og geitirnar í Matteus 25:31-46 tað greitt, at rættsint menniskju sum ikki skuldu við í tað himmalska ríkið, eisini skuldu verða góðkend av Gudi áðrenn Harmageddon og yvirliva tað kríggið. Í 1935 vísti ein framhaldandi bíbliulestur at hesi rættsintu menniskjuni, ella bílætligu seyðirnir, vóru tey sum í Opinberingini 7:9-17 eru lýst sum ein óteljandi stórur skari. Tey skuldu savnast úr øllum tjóðum fyri at verða vard ígjøgnum ta stóru trongdina og fáa ævigt lív á jørðini. Henda fatanin førdi til at boðanin fekk uppaftur størri undirtøku. — Jóhannes 10:16.

Í 1931 tóku bíbliustudentarnir við navninum Jehova Vitni. Frammanundan høvdu tey verið kend sum bíbliustudentar, altjóða bíbliustudentar, millenistar og vakttornsfólk. Tey vórðu eisini eyknevnd russellitar og rutherforditar. Tað var greitt at einki av hesum nøvnunum hóskaði rættiliga til teirra. Navnið „kristin“, sum Jesu lærusveinar fingu við guddómligari fyriskipan í fyrstu øld, hóskaði væl til teirra, men tað varð eisini nýtt av nógvum bólkum ið førdu falska læru. Fyri at skilja seg burtur frá teimum milliónatals navnkristnu, máttu tey hava eitt navn ið eyðkendi tey sum sannar lærusveinar Krists í okkara tíð.

Gjøgnum bíbliulestur gjørdist tað greitt at eins og Jehova hevði nevnt fólk sítt Ísrael „vitni míni“, somuleiðis átti vígda fólk hansara sum kunngjørdi navn og ætlan hansara tá henda heimsskipanin nærkaðist endanum, eisini at nevnast Jehova Vitni. Hetta navnið hevur gjørt tað møguligt at kenna mun á Jehova sonnu kristnu tilbiðjarum og øllum øðrum sum siga seg vera kristin í dag. — Sálmur 83:19; Esaias 43:10-12.

Í 1942, meðan seinni heimsbardagin leikaði á, doyði Joseph F. Rutherford, og Nathan H. Knorr tók við sum forseti Vakttornsfelagsins eftir hann. Av profetaorðunum í Bíbliuni sást tað nú skilliga, at eitt tíðarskeið við toluligum friði skuldi koma aftan á kríggið og geva høvi til at vaksa munandi um boðanina áðrenn endan á hesi heimsskipanini. Í februar 1943 varð Vakttornsins bíbliuskúli Gilead stovnaður fyri at læra fulltíðartænarar at útinna trúboðaraarbeiði í fremmandum londum. Seinni sama árið varð vikuskipanin fyri møtini hja Jehova Vitnum víðkað við einum serligum boðaraskeiði.

Í 1950 fór Felagið undir útgávuna av New World Translation of the Holy Scriptures, einari bíbliuumseting til nútíðarenskt úr upprunamálunum. Henda nágreiniliga og lættskiljandi bíbliuútgávan, sum er gjørd til rímiligan prís á Felagsins prentsmiðjum, hevur verið ein stór hjálp í boðaraarbeiðinum. Higartil eru meira enn 40 milliónir eintøk útkomin á 11 málum, eisini á donskum.

Síðst í 1985 boðaðu meira enn tríggjar milliónir Jehova vitni í meira enn 200 londum og landaøkjum. Til minningarhátíðina fyri deyða Krists, tað møtið sum hevði størstu undirtøkuna í teimum 49.716 samkomunum í 1985, vóru tilsamans 7.792.109 hjástødd.

At Gud veruliga brúkar Jehova Vitni í dag sæst skilliga í kraftini tey hava til íðin at halda áfram í hansara tænastu og varðveita sín heimsumfatandi einleika, tað sæst í teirra ídni fyri at hevja hansara navn og boða hansara ríki, í teirra reinu siðreglum, og í at tey eru leys av pátrúgv og spiritismu og viðurkenna alla Bíbliuna sum óreingjandi orð Guds.

Í teimum fylgjandi pørtunum fært tú at síggja hvussu tað kann fáa stóran týdning fyri teg, at tann sanna tilbiðjanin er endurreist.

Hvørjar grundleggjandi bíbilskar trúarlærur skildu bíbliustudentarnar frá teimum mongu trúarflokkunum?

Hvør felagslig menning fór fram hjá bíbliustudentunum inntil 1918?

Hví kunnu vit siga at teir salvaðu bíbliustudentarnir vóru „hin trúgvi og skilagóði tænarin“ ið er umtalaður í Matteus 24:45-47?

Hvør fatan av Guds ætlan førdi til stóran vøkstur í boðanini?

Hvørjum endamáli tænir navnið Jehova Vitni?

Hvat vísir at Gud brúkar Jehova Vitni í dag?

[Myndir á síðu 8]

C. T. Russell í 1879

Útgávan fyri juli 1879

Ein av fyrstu bíbliustudentabólkunum í Pittsburgh

[Myndir á síðu 9]

Høvuðsskrivstovan, 1889-1909, Pittsburgh

Høvuðsskrivstovan, 1909-1918, Brooklyn

Íbúðarbygningar ið hoyrdu til høvuðsskrivstovuna, 1909-1926, Brooklyn

[Myndir á síðu 10]

Høvuðssæti Jehova Vitna í Brooklyn, New York, USA

Ovast vinstrumegin: Skrivstovubygningar

Ovast høgrumegin: Íbúðarbygningar

Niðast vinstrumegin: Prentsmiðja

Niðast høgrumegin: Flutningur

[Myndir á síðu 11]

J. F. Rutherford heldur fyrilestur í útvarpinum

Fyrsta prentmaskinan hjá Vakttornsfelagnum, handfarin av sjálvbodnum arbeiðarum

Ny Verden-oversættelsen, ein bíbliuumseting sum nú er komin út á 11 málum