Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Møti ið eggja til kærleika og góðar gerningar

Møti ið eggja til kærleika og góðar gerningar

Møti ið eggja til kærleika og góðar gerningar

Tey fyrstu kristnu komu saman, vanliga í privatum heimum, fyri at verða lærd og njóta uppbyggjandi felagsskap. Nú í tíðini savnast Jehova Vitni til møti tríggjar ferðir um vikuna. Tú ert vælkomin til øll hesi møtini. Har eru eingir halgisiðir, men høvuðsdenturin verður lagdur á undirvísing í Guds orði. Møti fyri alla samkomuna byrja og enda við sangi og bøn. Har er ókeypis atgongd og eingin innsavnan. — Ápostlasøgan 4:23-31; 14:22; 15:32, 35; Rómbrævið 16:5; Kolossebrævið 4:15.

Fyrsta møtið tú kemur til, verður helst hin almenni fyrilesturin, ið kann viðgera bíbilskar trúarlærur, profetaorð ella leiðbeining fyri kristnum lívi. Aftan á henda fyrilesturin, ið varir 45 minuttir, kemur ein bíbliulestur har ein grein í Vagttårnet sum serliga er ætlað til samkomulestur verður nýtt. Lesturin gongur soleiðis fyri seg: Eitt stykki úr Vagttårnet verður lisið, lestrarleiðarin setur spurningar til tað lisna, og tey ið hava hug at svara, vísa tað við at rætta hondina upp. Vanliga verða fleiri svør givin til hvørt stykkið. Hetta møtið varir ein tíma.

Seinni í vikuni verða tvey onnur møti hildin, hvørt teirra varir 45 minuttir. Annað er teokratiski skúlin. Her lærir tú at savna tilfar um bíbilsk evni og bera tað fram so tað rínur á. Aftan á ein fyrilestur og gjøgnumgongd av bíbliulesingini, sum tilsamans varir 21 minuttir, eru stuttar munnligar framløgur sum ymiskir næmingar hava fyrireikað. Aftan á hvørja framløgu gevur lærarin leiðbeining um tað ið kanska kann gerast betur. Fleiri lærubøkur eru gjørdar til henda skúlan. Tey ið regluliga koma til møtini kunnu melda seg til skúlan, um tey liva sum tað sømir seg í samsvar við kristnar meginreglur.

Síðan kemur tænastumøtið. Tað er í trimum ella fýra pørtum ið snúgva seg um hvussu ein kann bera gleðiboðskapin fram hús úr húsi og annað ið hoyrir til ta kristnu tænastuna. Hesir partarnir verða framførdir sum fyrilestrar, samrøður ella sýningar, ofta við viðmerkingum frá salinum. Høvuðsparturin av skránni byggir á greinir og upplýsingar í Rigets Tjeneste, ein fýra-síðu faldari sum Vakttornsfelagið gevur út eina ferð um mánaðin.

Hitt triðja møtið er ein lestur sum hvørja viku verður hildin í smærri bólkum, vanliga í privatum heimum ymsastaðni í samkomuøkinum. Lesturin byggir á Bíbliuna og eina av teimum nýggjastu bókunum sum Felagið hevur givið út. Av tí at bólkurin ikki er so stórur, ber tað betur til at taka lut í lestrinum, og tað er lættari at koma at kenna hini í bólkinum væl.

Tær flestu samkomurnar halda møtini í einum ríkissali sum Jehova Vitni sjálv hava bygt. Útreiðslurnar í samband við slíka bygging verða goldnar við sjálvbodnum pengagávum frá Vitnunum sjálvum, og í flestu førum verður arbeiðið gjørt av óløntum sjálvbodnum. Á øllum møtunum eru stuðulskistlar har tey ið vilja tað, kunnu leggja sína pengagávu.

Møtini hjálpa Jehova Vitnum at gera eftir ráðunum í Hebrearabrævinum 10:24, 25: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan — soleiðis sum siður er hjá summum — men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“

Hvussu líkjast møtini hjá teimum fyrstu kristnu og møtini hjá Jehova Vitnum í dag?

Greið frá teimum fimm møtunum sum Jehova Vitni halda hvørja viku.

Hvussu hava tey fingið sínar møtisalar?

[Myndir á síðu 14]

Ein elsti leiðir ein vakttornslestur í Sameindu Statunum

Frá tí teokratiska skúlanum, Føroyar

Bólkalestur í privatum heimi, Yap

Ríkissalur í New Braunfels, Texas; Jehova vitni bygdu hann eftir tveimum døgum

[Myndir á síðu 15]

Ríkissalar í ymiskum londum

Japan

Australia

Eysturríki

Spania