Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Samkomur ið styrkja kærleikan og einleikan

Samkomur ið styrkja kærleikan og einleikan

Samkomur ið styrkja kærleikan og einleikan

Um tú hevur verið til okkurt samkomumøti hjá Jehova Vitnum, hevur tú sæð tey ið koma har. Tú hevur møtt ymiskum menniskjum — familjum og ógiftum, ungum og gomlum, fólki úr øllum samfelagsstættum. Øll vóru tey sameind í síni tilbiðjan og áhugað fyri at hjálpa øðrum.

Allastaðni har nógv menniskju fegin vilja arbeiða saman í einleika, er ein ávís umsjón neyðug. Gud er skils Gud, og tí má skil merkja samkomurnar hjá fólki hansara. Eins og í fyrstu øld, eru eisini í dag dugandi, búnir og royndir kristnir menn ið virka sum elstar ella umsjónarmenn. Teir hava umsjón og síggja til andaliga tørvin í samkomuni. Aðrir trúfastir menn ið verða nevndir samkomutænarar, hjálpa teimum. Eingin teirra fær nakra løn ella annað gjald fyri sítt arbeiði. Teir tæna sjálvbodnir, og teir forvinna sjálvir til sítt uppihald, vanliga við verðsligum arbeiði. — 1 Korintbræv 14:33, 40; Filippibrævið 1:1; 1 Timoteus 3:8, 9.

Hvussu verða hesir elstu og samkomutænarar valdir? Teir mugu vera trúfastir í tænastuni fyri Gudi og lúka ávís bíbilsk krøv. Nøkur krøv eru at teir skulu vera hóvsamir í vanum, sunnir í sinninum, hampiligir, gestablíðir, rímiligir og duga at undirvísa. Teir mugu ikki vera nýumvendir ella pengakærir, teir skulu standa væl fyri sínum egna húsi, hava góðan vitnisburð frá teimum uttanfyri og halda sær til tað trúverda orðið tá teir undirvísa. — 1 Timoteus 3:1-15; Titus 1:7-9.

Teir verða ikki valdir við atkvøðugreiðslu í samkomuni, har meirilutin ofta kunnu vera nýggj í trúnni. Harafturímóti fáa teir viðmæli frá búnum og royndum monnum ið sjálvir eru elstar og duga at meta um, hvør ið lýkur tey bíbilsku krøvini til elstar ella samkomutænarar. Síðan verða teir útnevndir av stýrandi ráðnum hjá Jehova Vitnum ella umboðum tess, samsvarandi teirri fyrimyndini sum tann kristna samkoman fylgdi í fyrstu øld.

Hesir elstar ella umsjónarmenn eru eingin prestastættur; teir eru ikki settir at vera harrar hjá øðrum. Sum Jesus segði má ein og hvør ið gongur á odda vera trælur hjá øllum. Í samkomunum hjá Jehova Vitnum eru teir elstu veruliga arbeiðsfelagar fyri Guds ríki. — Matteus 20:26, 27; 23:8-11; Rómbrævið 12:8; 1 Korintbræv 3:5; 4:1, 2; Kolossebrævið 4:11; 1 Tessalonikabræv 5:12-14.

Sum umsjónarmenn standa teir fyri undirvísingini ið verður givin á møtunum, og teir ganga á odda í boðaraarbeiðinum. At boða gleðiboðskapin um Ríkið í tí tillutaða økinum er ein høvuðsskylda hjá samkomuni. Umsjónarmenninir tæna eisini sum hirðar ið vitja limirnar í samkomuni fyri at upplíva teir, um tørvur er á tí. — Matteus 24:14; Ápostlasøgan 1:8; 1 Tessalonikabræv 2:11, 12; 5:14, 15; 2 Timoteus 2:24-26; Hebrearabrævið 13:17; Jákup 5:13-16; 1 Pætur 5:1-4.

Aftrat hesum hava teir elstu skyldu at rættleiða og tykta tey ið kanska koma skeivt fyri og kunnu verða ein hóttan móti andaliga og siðiliga reinleikanum og einleikanum í samkomuni. — 1 Korintbræv 5:4, 5, 7, 11-13; Titus 1:9; 2:15; 3:10, 11.

Kemur tú regluliga í samkomuna kanst tú fáa gott samband við onnur og nógvar andaligar fyrimunir. — Sálmur 35:18; 84:11.

Hvør ansar viðurskiftunum í teimum einstøku samkomunum?

Eftir hvørjum fyritreytum verða umsjónarmenninir valdir?

Hvat er teirra skylda?

[Myndir á síðu 13]

Umsjónarmenninir undirvísa samkomuna, ganga á odda í boðanini hús úr húsi, vitja og upplíva sum hirðar, leiðbeina og rættleiða tá tørvur er á tí