Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Samkomur skipaðar til at boða Guds ríki

Samkomur skipaðar til at boða Guds ríki

Samkomur skipaðar til at boða Guds ríki

Tá Jesus var á jørðini boðaði hann Guds ríki, hann gekk úr einum býi í annan, og bygd úr bygd. Hann upplærdi eisini lærusveinarnar og sendi teir út í somu ørindum. Áðrenn hann fór til himmals beyð hann sínum eftirfylgjarum at gera fólk úr øllum tjóðum til lærusveinar. Heilt frá byrjanini var tann kristna samkoman skipað til at boða gleiðiboðskapin. Hvar lærusveinarnir enn vóru staddir, boðaðu teir Guds ríki. — Matteus 4:17, 23; 10:1-16; 28:19, 20; Lukas 4:43, 44; 8:1; 10:1-9; Ápostlasøgan 1:8; 4:31; 5:42; 8:12; 19:8; 28:23, 30, 31; Rómbrævið 10:9, 10, 14.

Í sínum profetaorðum um endan á heimsskipanini segði Jesus: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ Henda boðanin er ein høvuðsskylda hjá tí kristnu samkomuni í dag. — Matteus 24:14; Markus 13:10.

Allar samkomur Jehova Vitna kring heimin eru skipaðar til at boða gleiðiboðskapin um Guds ríki. Fyri at hetta kann fara fram við skili og sóma, tillutar deildarskrivstovan hjá Vakttornsfelagnum í hvørjum landi sær teimum einstøku samkomunum eitt øki at boða í; og hvør samkoma býtir síðan økið hjá sær upp í smærri partar, sum síðan verða býttir út til tey ið vilja átaka sær at vitja fólkini ið búgva har. — 1 Korintbræv 14:33, 40.

Boðararnir royna vanliga at hitta fólk hús úr húsi. Á møtunum í samkomuni hava teir lært hvussu teir stutt kunnu bera Ríkisins boðskap úr Bíbliuni fram á slíkum húsvitjanum. Teir hava eisini við sær bíbilskt lesitilfar at geva teimum ið hava hug at fáa meira at vita um Guds orð.

Fyri at øll í økinum kunnu fáa høvi at hoyra tann týdningarmikla boðskapin um Ríkið, skriva boðararnir upp tá teir ganga hús úr húsi. Teir skriva upp hvar fólk ikki eru inni ella hvar tað av øðrum orsøkum ikki hevur borið til at geva ein nágreiniligan vitnisburð, so teir kunnu royna at hitta fólkini á øðrum sinni. Tá onkur vísir áhuga, verður tað eisini skrivað upp, og boðararnir koma aftur fyri at tosa víðari um bíbilsk evni. Um onkur vil, eru teir glaðir um at leiða ein regluligan bíbliulestur. Alt hetta verður gjørt ókeypis.

Boðararnir bjóða eisini teimum ið fara framvið á gøtuni bløð. Á henda hátt koma teir á tal við nógv menniskju sum tað kanska er trupult at hitta heima. Teir gera sær stóran ómak fyri at koma út til øll ið vilja hoyra. — Ápostlasøgan 17:17; Opinberingin 14:6, 7; 22:17.

Hví halda Jehova Vitni áfram at vitja fólk, tá meginparturin ikki vísir nakran áhuga? Tí tað vísir seg at umstøðurnar hjá tí einstaka ofta broytast, so viðkomandi hevur størri áhuga eina aðru ferð, ella kanska hitta tey ein annan í húsinum sum hevur áhuga.

Jesus segði við lærusveinarnar: „Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara!“ At boða Guds ríki hoyrir við til at søkja Ríkið fyrst, og Jehova vitni hava gjørt sær hetta til eitt sera týðandi mál í lívinum. — Matteus 6:33; 2 Timoteus 4:2.

Hvat arbeiði sum Jesus og tey fyrstu kristnu gjørdu, skuldi sambært profetaorðunum eisini gerast í okkara tíð?

Hvussu er boðanin hjá Jehova Vitnum skipað?

Hví halda boðararnir áfram at vitja fólk tá meginparturin ongan áhuga hevur?

[Myndir á síðu 16, 17]

Jehova Vitni sum boða Guds ríki í ymiskum londum

Thailand

Mexico

Holland

Korea

Curaçao

Ghana

Bretland

Australia