Sjálvboðin stuðul fíggjar arbeiðið
Sjálvboðin stuðul fíggjar arbeiðið
Sjálvbodnir arbeiðarar fremja alt tað virksemið ið er umrøtt í tí undanfarna, hetta heldur útreiðslunum niðri. Ólønt Jehova vitni ið sjálv rinda sínar útreiðslur, boða hús úr húsi og býta út bøkur og bløð. Teir elstu sum hava umsjón í samkomunum, hjálptir av samkomutænarunum, fáa heldur einki gjald fyri sína tænastu. Teir gjalda sjálvir sínar útreiðslur.
Ja, limirnir í tí stýrandi ráðnum og øll onnur sum arbeiða fulla tíð við at fyrireika og gera bíbilskt lesitilfar, fáa einans kost og bústað og eina lítla samsýning til neyðugar persónligar lutir. Tað sama er galdandi fyri teir ið hava fulltíðartænastu sum ferðandi umsjónarmenn.
Tann lítla upphæddin ið fæst fyri bøkurnar og bløðini er sum oftast bert nóg mikið til at gjalda tilfar, framleiðslu og sendikostnað. Allar aðrar útreiðslur verða goldnar við sjálvbodnum stuðli sum Jehova Vitni sjálv lata, í gávum ella testamentum.
Á øllum møtum hjá Jehova Vitnum, bæði í samkomunum og á stevnum, eru stuðulskistlar settir upp, har tey ið vilja tað kunnu leggja pengagávur í. Eingin innsavnan fer fram. Tíggjund verður ikki kravd og einki limagjald. Sum Bíblian sigur kann ein og hvør geva sum hann í hjartanum hevur sett sær fyri. — 2 Korintbræv 8:12; 9:7.
• Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova Vitnum fíggjað?