Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit vilja fegin hjálpa

Vit vilja fegin hjálpa

Vit vilja fegin hjálpa

Hesin bóklingurin er skrivaður fyri at geva tær innlit í felagsskapin hjá Jehova Vitnum og bíbliuupplýsingararbeiði teirra. Jehova Vitni hava helst fleiri ferðir verið á hurðini hjá tær, ella kanska hevur tú tosað við tey á gøtuni ella aðrastaðni. Kanska lesur tú í løtuni Bíbliuna við teimum.

Visti tú at boðskapurin hjá teimum um Guds ríki verður prædikaður um allan heimin? Hví? Tí Gud, Skaparin, vil at fólk úr øllum tjóðum sameind skulu tilbiðja hann. Soleiðis segði hann frá tí ið skuldi henda í okkara tíð: „Mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: ’Komið, latið okkum fara niðan á fjall [Jehova], * til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!’“ — Esaias 2:2, 3.

Tað arbeiðið Jehova Vitni gera tá tey fortelja øðrum um Guds vilja, uppfyllir hesi profetaorðini. Á teimum fylgjandi síðunum fært tú at síggja hví hetta virksemið hevur so stóran týdning nú, og hvussu tað kann koma tær til góðar.

[Undirgrein]

^ par. 3 Har umseting Victor Danielsens, endurskoðaða útgávan frá 1974, umskrivar Guds navn til „HARRIN“, vísa vit á at hetta er ein umskriving av JHVH í upprunatekstinum og skriva [Jehova].