Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Bygg upp eina familju sum ærir Gud

Bygg upp eina familju sum ærir Gud

Kapittul 15

Bygg upp eina familju sum ærir Gud

1-3. Hví megna summi ikki at loysa trupulleikar, sum eru vanligir í samband við hjúnaband og barnauppaling, men hvussu kann Bíblian hjálpa?

SET fyri, at tú ætlar tær at byggja eini hús. Tú keypir grundstykkið og sært í hugaheiminum, hvussu væl hetta nýggja húsið fer at taka seg út. Men hvat nú um tú eingi amboð og ongar royndir hevur innan húsasmíð? So fært tú óivað trupulleikar.

2 Nógv, sum giftast, síggja eina lukkuliga familju fyri sær, hóast tey hvørki hava amboðini ella førleikan, ið krevjast til at „byggja“ eina slíka familju. Stutt eftir brúdleypið kemur kanska eitt keðiligt atferðarmynstur til sjóndar. Klandur og stríð verður gerandiskostur. Og tá so børnini koma, varnast tey nýklaktu foreldrini, at tey hava líka lítið skil fyri barnauppaling sum fyri hjúnalagi.

3 Men til alla lukku veit Bíblian ráðini. Hennara meginreglur eru amboðini, sum gera okkum før fyri at byggja upp eina lukkuliga familju. (Orðtøkini 24:3) Latið okkum vita hvussu.

AMBOÐ AT „BYGGJA“ EITT LUKKULIGT HJÚNALAG VIÐ

4. Hví kunnu vit vænta, at trupulleikar stinga seg upp í hjúnalagnum, og hvørjar reglur gevur Bíblian?

4 Líkamikið hvussu væl hjúnafelagar tykjast at hóska saman, so er kenslulívið ymiskt, eins og upplivingar í barnaárunum og familjubakstøðið. Roknast kann tí við onkrum trupulleikum eftir brúdleypið. Hvussu loysa vit teir? Tá handverkarar fara undir at smíða eini hús, ráðføra teir seg við tekningarnar, tí í teimum eru leiðreglur, sum skulu fylgjast. Í Bíbliuni eru Guds reglur, sum vísa, hvussu eitt lukkuligt familjulív verður bygt upp. Latið okkum kanna nakrar av hesum reglunum.

5. Hvussu leggur Bíblian dent á týdningin av trúskapi í hjúnabandinum?

5 Trúskapur. Jesus segði: „Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ * (Matteus 19:6) Paulus ápostul skrivaði: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.“ (Hebrearabrævið 13:4) Gift fólk skuldu tí kent trúskap fyri hjúnafelaganum sum eina skyldu mótvegis Jehova. — 1 Mósebók 39:7-9.

6. Hvussu ger trúskapur í hjúnabandinum sítt til, at tað heldur?

6 Trúskapur ger hjúnabandið virðiligt og trygt. Trúfastir hjúnafelagar vita, at tey hjálpa hvør øðrum, hvussu so víkir og vendir. (Prædikarin 4:9-12) Nógv øðrvísi er hjá teimum, sum slíta hjúnabandið, so títt og knapt tey síggja tekin um trupulleikar. Tey eru skjót at draga samanum og siga, at tey ’valdu skeivt’, at tey ’ikki longur elska hvør annan’, og at einasta loysnin er ein nýggjur hjúnafelagi. Men á henda hátt búnast hvørgin teirra. Í staðin fyri taka tey, sum velja ótrúskap, ofta trupulleikarnar við sær inn í tað nýggja sambandið. Tann, sum býr í góðum húsum, men sær, at takið lekur, roynir sjálvandi at tætta lekan. Hann flytur ikki bara í onnur hús. Somuleiðis verða teir trupulleikarnir, sum elva til innanhýsis ófrið, heldur ikki loystir, bara tú skiftir hjúnafelaga. Tá trupulleikar gera vart við seg, royn so ikki at sleppa burtur úr hjúnabandinum, legg heldur doyin á at bjarga tí. Við slíkum trúskapi vísir tú, at hjúnabandið eftir tínum tykki er vert at verja og varðveita, at tú metir tað høgt.

7. Hví hava hjúnafelagar ofta ilt við at tosa saman, og hvussu hjálpir tað teimum at lata seg í „hitt nýggja menniskja“?

7 Samskifti. „Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir,“ sigur eitt orðtak í Bíbliuni. (Orðtøkini 15:22) Men summir hjúnafelagar hava ilt við at tosa saman. Hvussu ber tað til? Tað er tí vit samskifta á ymiskan hátt, og hetta elvir ofta til misfatanir og vónbrot. Uppalingin hevur sítt at siga. Til dømis kann onkur vera uppvaksin í einum húski, har foreldrini altíð smáskeldaðust. Nú tey sjálvi eru gift, vita tey ikki, hvussu tey skulu tosa vinaliga og eymliga við hjúnafelagan. Men heimið hjá tær nýtist ikki at gerast ’eitt hús fult av kjaki’. (Orðtøkini 17:1) Bíblian leggur dent á týdningin av at lata seg í „hitt nýggja menniskja“, og tað letur ikki beiskleika, gang og háðan um seg ganga. — Efesusbrævið 4:22-24, 31.

8. Hvat kann vera ein hjálp, tá tú ikki ert samdur við hjúnafelagan?

8 Hvat kanst tú gera, tá ósemjur taka seg upp? Verða tit ill, er best at fylgja ráðunum í Orðtøkunum 17:14: „Halt tí uppat . . . áðrenn nakar vísir tenn.“ Ja, steðgið orðaskiftinum, inntil tit bæði eru kólnað eitt sindur. (Prædikarin 3:1, 7) Roynið í øllum førum at vera ’skjót at hoyra, sein at tala, sein til vreiði’. (Jákup 1:19) Miðið eftir at loysa trupulleikan, heldur enn at vinna kjakið. (1 Mósebók 13:8, 9) Vanda tær um orðini og tosa soleiðis, at tú sissar bæði teg sjálvan og hjúnafelagan. (Orðtøkini 12:18; 15:1, 4; 29:11) Fram um alt, verðið ikki verandi ill, men leitið hjálp við saman at venda tykkum til Gud í eyðmjúkari bøn. — Efesusbrævið 4:26, 27; 6:18.

9. Hví siga vit, at samskifti byrjar í hjartanum?

9 Eitt orðtak í Bíbliuni sigur: „Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.“ (Orðtøkini 16:23) Eitt gott samskifti veldst altso meira um hjartað enn um munnin. Hvørja áskoðan hevur tú á hjúnafelagan hjá tær? Bíblian eggjar kristnum til at ’vera samlíðandi’. (1 Pætur 3:8) Ert tú ’samlíðandi’, tá tín hjúnafelagi ber ótta og stúrir? Um so er, veitst tú betur, hvussu tú skalt svara. — Esaias 50:4.

10, 11. Hvussu kann ein giftur maður nýta leiðbeiningina í Fyrra Pætursbrævi 3:7?

10 Heiður og virðing. Kristnir menn fáa at vita, at teir skulu liva ’vitiga saman við konum sínum sum hinum veikara ílati, og heiðra tær’. (1 Pætur 3:7) At heiðra konu sína ber í sær at virða hana høgt. Ein maður, sum livir „vitiga“ saman við konu síni, virðir hennara kenslur, hennara sterku síður, hennara vit og hennara tign. Hann ynskir eisini at læra, hvørja áskoðan Jehova hevur á kvinnur, og hvussu Hann vil, at tær skulu verða viðfarnar.

11 Latið okkum siga, at tú heima við hús hevði eitt vakurt, sera hent og heldur viðbrekið ílat. Hevði tú so ikki brúkt tað við størsta varsemi? Samsvarandi hesum nevnir Pætur konuna eitt „veikari ílat“, og tað skuldi fingið hin kristna mannin at havt eymligt fyrilit við konu síni.

12. Hvussu kann ein gift kvinna vísa, at hon hevur djúpa virðing fyri manni sínum?

12 Men hvørja leiðbeining hevur Bíblian at geva konuni? Paulus skrivaði: „Konan skal vísa manninum virðing.“ (Efesusbrævið 5:33) Eins og konuni tørvar kensluna av, at maðurin ærir og elskar hana, tørvar manninum eisini kensluna av, at kona hansara virðir hann. Ein kona, sum vísir virðing, tosar ikki hugsunarleyst um mistøk hjá manninum, antin hann er kristin ella ikki. Hon tekur ikki tignina frá honum við at finnast at honum ella lítilsvirða hann, hvørki millum manna ella tá tey eru tveyeini. — 1 Timoteus 3:11; 5:13.

13. Hvussu kunnu vit siga okkara meining á friðarligan hátt?

13 Hetta merkir kortini ikki, at hon ikki kann siga sína meining. Um okkurt órógvar hana, kann hon sjálvandi virðiliga siga frá tí. (1 Mósebók 21:9-12) Tað at koma við einum uppskoti kann samanberast við at blaka ein bólt. Hon kann blaka manninum hann so varisliga, at hann lættliga fær loftað honum, ella hon kann kasta hann so hart, at hann fær mein av tí. At tosa saman við dámligum og vinaligum tónalag er nógv betur enn at grýta hvør annan undir í skuldsetingum. — Matteus 7:12; Kolossebrævið 4:6; 1 Pætur 3:3, 4.

14. Hvat eiga vit at gera, um hjúnafelagin ikki leggur í at nýta Bíbliunnar meginreglur í hjúnalagnum?

14 Sum skilst, hjálpa tær bíbilsku meginreglurnar okkum at fáa eitt lukkuligt hjúnalag. Men hvat um hjúnafelagin ikki leggur stórt í tað, sum Bíblian hevur at siga? Tú fært kortini gjørt nógv, bara tú sjálvur brúkar kunnskapin um Gud. Pætur skrivaði: „Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína — táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!“ (1 Pætur 3:1, 2) Tað sama er sjálvandi galdandi, har konan einki leggur í Bíbliuna. Uttan mun til hvat hjúnafelagin hjá tær velur at gera, eigur tú at lata tær bíbilsku meginreglurnar gera teg til ein frægari hjúnafelaga. Kunnskapurin um Gud kann eisini hjálpa tær at uppala børnini betur.

BARNAUPPALING SAMBÆRT KUNNSKAPINUM UM GUD

15. Hvussu kann vánalig barnauppaling við hvørt arvast, og hvussu kann hetta verða broytt?

15 Tú verður ikki dugnaligur timburmaður av at eiga eina sag ella ein hamara. At eiga børn merkir heldur ikki tað sama sum at duga at venja tey. Antin tey vilja tað ella ikki, so venja foreldur ofta børnini hjá sær, soleiðis sum tey sjálvi vórðu vand. Tí arvast vánalig uppaling í summum førum úr einum ættarliði í annað. Eitt gamalt hebraiskt orðtak sigur: „Fedrarnir eta súr vínber, og børnini fáa sárar tenn.“ Bíblian vísir kortini, at vit ikki eru noydd at fylgja somu kós sum foreldrini. Vit kunnu ganga aðrar leiðir og fylgja Jehova reglum. — Ezekiel 18:2, 14, 17.

16. Hví er umráðandi at syrgja fyri familju síni, og hvat ber tað í sær?

16 Jehova væntar, at kristin foreldur geva børnum sínum góða vegleiðing og umsorgan. Paulus skrivaði: „Hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum — hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.“ (1 Timoteus 5:8) Hetta eru sterk orð! Sum gudsóttandi kristin hava tit altso framíhjárættin og ábyrgdina av at syrgja fyri familjuni, og tað merkir til dømis, at tit hava umsorgan fyri tí, sum børnum tykkara tørvar likamliga, andaliga og kensluliga. Í Bíbliuni eru leiðreglur, sum kunnu hjálpa foreldrum at skapa børnum sínum eitt lukkuligt umhvørvi. Latið okkum síggja nakrar av teimum.

17. Hvat er neyðugt, fyri at børnini skulu fáa Guds lóg í hjartað?

17 Verið góðar fyrimyndir. Foreldrum í Ísrael varð álagt: „Tú skalt prenta [Guds orð] inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp.“ Foreldrini skuldu altso læra børn síni Guds boð. Men henda áminningin kom beint eftir, at sagt varð: „Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt goyma í hjartanum.“ (5 Mósebók 6:6, 7) Ja, foreldrini kunnu ikki geva tað, sum tey ikki eiga sjálvi. Guds lóg má fyrst vera skrivað í teirra egnu hjørtu, um tey fegin vilja, at hon skal skrivast í hjartað á børnunum. — Orðtøkini 20:7; samanber Lukas 6:40.

18. Hvussu hevur Jehova givið foreldrum eina góða fyrimynd í samband við at siga frá sínum kærleika?

18 Gevið teimum vissu fyri, at tit elska tey. Tá Jesus varð doyptur, segði Jehova: „Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.“ (Lukas 3:22) Jehova góðkendi son sín, hann var fúsur at siga frá tí og geva honum vissu fyri, at hann elskaði hann. Jesus segði seinni við Faðir sín: „Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður.“ (Jóhannes 17:24) Sum gudsóttandi foreldur mugu tit endiliga, bæði í orði og gerðum, geva børnum tykkara vissu fyri, at tit elska tey — og tað ofta! Gloymið ikki, at „kærleikin byggir upp“. — 1 Korintbræv 8:1.

19, 20. Hvat ber tað í sær at tykta børn síni á rættan hátt, og hvussu kunnu foreldur taka eftir fyrimynd Jehova?

19 Tukt. Bíblian leggur dent á týdningin av tukt, sum er givin í kærleika. (Orðtøkini 1:8) Foreldur, sum sleppa sær undan ábyrgdini og ikki leiðbeina børn síni í dag, koma allarhelst at kenna tær vanlukkuligu avleiðingarnar onkuntíð í framtíðini. Hinvegin verða foreldur eisini ávarað um ikki at leypa framav. Paulus skrivaði: „Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!“ (Kolossebrævið 3:21) Foreldur mugu lata vera við at harta børn síni í hvørjum andaræli, ella í heilum draga mistøk teirra fram og finnast at øllum, tey gera.

20 Jehova Gud, Faðir okkara í himli, gav okkum sjálvur eina fyrimynd viðvíkjandi tukt. Hann fer ongantíð út um mark. „Eg skal tykta teg við máta,“ segði Gud við fólk sítt. (Jeremias 46:28) Foreldur eiga at taka eftir Jehova í hesum. Tukt, sum fer út um mark, ella sum ikki miðar eftir at rættleiða og undirvísa, eggjar avgjørt til vreiði.

21. Hvussu kunnu foreldur vita, um tuktin, tey geva, virkar eftir ætlan?

21 Hvussu kunnu foreldur vita, um teirra tukt virkar eftir ætlan? Tey kunnu seta sær sjálvum henda spurningin: ’Hvat spyrst burtur úr tuktini, eg gevi?’ Hon skuldi verið ein læra. Barnið má skilja, hví tað verður tyktað. Foreldur mugu eisini ansa eftir, hvørji eftirárin tuktin hevur. Gaman í verða næstan øll børn í fyrstuni ørg um at verða tyktað. (Hebrearabrævið 12:11) Men tuktin eigur ongantíð at ræða barnið ella geva tí kensluna av at verða slept upp á fjall, ella av at tí ikki stendur til bata. Áðrenn Jehova rættleiddi fólk sítt, segði hann: „Óttast ikki . . . tí Eg eri við tær!“ (Jeremias 46:28) Ja, rættleiðingin má gevast á ein hátt, so barnið skilur, at tit elska tað og fegin vilja hjálpa tí.

HVUSSU TÚ „LÆRIR AT LIVA RÆTT“

22, 23. Hvussu fært tú fatur á teirri leiðbeiningini, ið krevst til at skapa eitt lukkuligt familjulív?

22 Vit kunnu vera takksom fyri, at Jehova hevur givið okkum tey amboðini, ið krevjast til at „byggja upp“ eina lukkuliga familju. Men amboðini eru ikki alt. Vit mugu venja okkum at nýta tey rætt. Ein húsasmiður kann til dømis fáa sær nakrar ringar vanar í samband við nýtsluna av amboðunum. Kanska brúkar hann sumt fullkomiliga skeivt, og so verður úrslitið helst hareftir. Kanska ert tú eisini vorðin varugur við onkrar óhepnar vanar, sum hava sníkt seg inn í tína familju. Onkur vani kann vera fastgrógvin og torførur at broyta. Men fylg kortini Bíbliunnar ráðum: „Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.“ — Orðtøkini 1:5.

23 Tú kanst læra at liva rætt við áhaldandi at fáa tær kunnskap um Gud. Gev gætur eftir teimum bíbilsku grundreglunum, sum hava við familjulívið at gera, og ger tær neyðugu broytingarnar. Hygg at búnum kristnum, sum eru fyrimyndarlig foreldur og hjúnafelagar. Tosa við tey. Legg fram um alt tínar stúranir fram fyri Jehova í bøn. (Sálmur 55:23; Filippibrævið 4:6, 7) Hann kann hjálpa tær at fáa eitt lukkuligt familjulív, sum ærir hann.

[Fodnote]

^ par. 5 Einasta bíbilska orsøkin til hjúnaskilnað, sum gevur møguleika fyri at giftast uppaftur, er „hor“ — kynsligt samband uttan fyri hjúnabandið. — Matteus 19:9.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu hjálpa trúskapur, samskifti og virðing okkum at fáa eitt lukkuligt hjúnalag?

Hvussu kunnu foreldur vísa børnum sínum, at tey elska tey?

Hvat ber tað í sær at geva ta røttu tuktina?

[Lestrarspurningar]

[Heilsíðumynd á síðu 147]