Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein eydnurík framtíð stendur tær í bodi!

Ein eydnurík framtíð stendur tær í bodi!

Kapittul 1

Ein eydnurík framtíð stendur tær í bodi!

1, 2. Hvat ynskir Skaparin fyri teg?

EITT inniligt klemm frá einum tú ert góður við. Hjartaligur látur undir einum góðum døgurða við kærum vinum. Gleðin um at síggja børn tíni í kátum spæli. Upplivingar sum hesar eru ljósglæmur í tilveruni. Men hjá mongum tykist lívið bert bjóða ein álvarsaman trupulleika fyri og annan eftir. Kanska kennir tú teg aftur í hesum, men miss ikki mótið!

2 Gud vil, at tú skalt njóta æviga eydnu undir bestu korum í einum undursomum umhvørvi. Hetta er ikki bara ein dreymur, tí Gud bjóðar tær veruliga lykilin til eina slíka eydnuríka framtíð. Lykilin er kunnskapur.

3. Hvør kunnskapur er lykilin til eydnu, og hví ivast vit ikki í, at Gud kann geva okkum tann kunnskapin?

3 Talan er um eitt serligt slag av kunnskapi, sum stígur langt upp um menniskjaligt vit. Tað er ’kunnskapur um Gud’. (Orðtøkini 2:5) Fyri næstan 2000 árum síðani segði ein bíbliuhøvundur: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Hvussu stóran kunnskap man Hann ikki hava, sum skapti alt! Bíblian sigur, at Gud veit tal og navn á øllum stjørnunum. Ein nærum ófatiligur tanki, tí bara í okkara stjørnubreyt eru milliardir av stjørnum, og eftir tí, sum stjørnufrøðingar siga, eru umleið hundrað milliardir aðrar stjørnubreytir til. (Sálmur 147:4) Gud veit eisini alt um okkum, so hvør er betur førur fyri at svara lívsins stóru spurningum? — Matteus 10:30.

4. Hví er tað rímiligt, at Gud gevur okkum leiðbeining, og hvør bók nøktar tørvin?

4 Hugsa tær tveir menn, sum royna at umvæla bilarnar hjá sær. Annar missir tolið og tveitir amboðini frá sær. Hin loysir sinniliga trupulleikan, snarar lykilin og smílist, tá motorurin fer í gongd og ljóðar heilt, sum hann skal. Ikki er torført at gita, hvør av teimum báðum monnunum hevur eina handbók við leiðbeiningum. Hevði tað ikki verið rímiligt, um Gud gav okkum leiðbeiningar viðvíkjandi lívinum? Sum tú kanska veitst, sigur Bíblian seg nettupp vera eina slíka bók við leiðbeiningum frá Gudi, Skaparanum — skrivað til at geva okkum kunnskap um hann. — 2 Timoteus 3:16.

5. Hvussu virðismikil er kunnskapurin í Bíbliuni?

5 Hevur Bíblian rætt í hesum, hugsa tær so alt ríkidømið av kunnskapi, sum má vera í henni! Í Orðtøkunum 2:1-5 eggjar hon okkum til at søkja vísdóm, at grava eftir honum sum eftir einum goymdum dýrgripi — ikki við at granska mannahugsanir, men við at kanna Guds egna orð. Leita vit har, finna vit „kunnskap um Gud“. Gud skilur okkara avmarkingar og veit, hvat okkum tørvar, tí gevur hann okkum leiðbeining, sum hjálpir okkum at liva eitt friðarligt og eydnuríkt lív. (Sálmur 103:14; Esaias 48:17) Og aftrat tí fáa vit við kunnskapinum um Gud spennandi, góð tíðindi.

ÆVIGT LÍV!

6. Hvat vissaði Jesus Kristus okkum um í samband við kunnskapin um Gud?

6 Tann vælkendi søguligi persónurin, Jesus Kristus, lýsti hesa síðuna av kunnleikanum um Gud við klárum orðum. Hann segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) At hugsa sær — kunnskapur, sum førir til ævigt lív!

7. Hvat vísir, at Gud ikki vil, at vit skulu doyggja?

7 Vís nú ikki alt fyri eitt hugsanina um ævigt lív frá tær, sum var hon berur dreymur. Gev tær heldur far um, hvussu væl mannalikamið er skapt. Vit síggja, føla, smakka, hoyra og kenna lukt. Á jørðini er so nógv, sum frøir okkara sansar — vøkur landsløg, góðir vinir, leskiligur matur, yndisligt fuglalát og angandi blómur! Og okkara undranarverdi heili er nógv meira enn ein megnar telda, tí hann ger okkum før fyri at njóta og virða alt hetta. Heldur tú, Skaparin ynskir, at vit skulu doyggja og missa allar hesar gávurnar? Man hann ikki heldur vilja hava okkum at liva eydnusom og njóta lívið í allar ævir? Jú, og hetta kann kunnskapurin um Gud merkja fyri teg.

LÍVIÐ Í PARADÍSINUM

8. Hvat sigur Bíblian um menniskjans framtíð?

8 Tað, sum Bíblian sigur um jarðarinnar og menniskjans framtíð, rúmast í einum orði — Paradís! Jesus Kristus nevndi tað, tá hann við ein doyggjandi mann segði: „Tú [skalt] vera við Mær í Paradísi!“ (Luk. 23:43) At Paradísið varð nevnt, fekk ivaleyst mannin at hugsa um ta eydnuríku støðuna, okkara fyrstu foreldur, Ádam og Eva, vóru í. Tá Gud skapti tey, vóru tey fullkomin og búðu í einum vøkrum urtagarði, sum Gud hevði gjørt teimum. Hann var hóskandi nevndur urtagarðurin Eden, eitt navn, sum merkir gleði ella hugni.

9. Hvussu var lívið í tí upprunaliga paradísinum?

9 Og urtagarðurin var avbera vakur! Eitt veruligt paradís. Á summum av teimum vøkru trøunum vóru leskiligar fruktir. Ádam og Eva kundu kanna landaøkið hjá sær, drekka tað reina vatnið og henta fruktir av trøunum; tey høvdu einki at óttast ella stúra fyri. Dýrini vóru heldur eingin vandi, tí Gud hevði sett mannin og konu hansara at ráða yvir teimum øllum í kærleika. Aftrat hesum høvdu tey bæði fyrstu menniskjuni frálíka heilsu. So leingi sum tey aktaðu Gud, høvdu tey eina æviga, eydnuríka framtíð fyri sær. Tey fingu tað nøktandi starvið at røkja undursama paradísiska heimið hjá sær. Og síðani gav Gud Ádami og Evu boð um at ’fylla jørðina og gera seg til harrar hennara’. Tey og avkom teirra skuldu víðka Paradísið, inntil øll jørðin varð vøkur og dámlig. — 1 Mósebók 1:28.

10. Hvat hugsaði Jesus um, tá hann nevndi Paradísið?

10 Tá Jesus nevndi Paradísið, var tað kortini ikki fyri at fáa ein doyggjandi mann at hugsa um tað, sum langt síðani var farið. Nei, Jesus tosaði um framtíðina! Hann visti, at øll jørðin skuldi gerast eitt paradís. Á tann hátt skuldi Gud fremja upprunaligu ætlan sína við mannaættini og jørðini. (Esaias 55:10, 11) Ja, Paradísið verður endurreist! Og hvussu verður tað? Lat Guds orð, Bíbliuna, svara.

LÍVIÐ Í TÍ ENDURREISTA PARADÍSINUM

11. Hvussu verður viðvíkjandi sjúku, elli og deyða í tí endurreista paradísinum?

11 Sjúka, elli og deyði skulu ikki vera longur. „Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast.“ (Esaias 35:5, 6) „Gud sjálvur skal vera hjá [menniskjunum] og vera Gud teirra. Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4.

12. Hví kunnu vit vera vís í, at hvørki brotsverk, harðskapur ella óndskapur verða í framtíðar paradísinum?

12 Brotsverk, harðskapur og óndskapur verða burturbeind med alla. „Tí hini óndu verða týnd . . . Um lítla stund — so er hin gudleysi ikki til . . . so er hann burtur. Men hini eyðmjúku skulu arva landið.“ (Sálmur 37:9-11) „Men hini gudleysu skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí.“ — Orðtøkini 2:22.

13. Hvussu fær Gud frið í lag?

13 Friður verður um alla jørðina. „Hann [Gud] ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av.“ (Sálmur 46:10) „Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur.“ — Sálmur 72:7.

14, 15. Hvat sigur Bíblian um bústaðarviðurskifti, arbeiði og føði í tí endurreista paradísinum?

14 Øllum verður tryggjað bústað og nøktandi arbeiði. „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum . . . ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína. Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða.“ — Esaias 65:21-23.

15 Ov mikið verður av sunnari føði. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ (Sálmur 72:16) „Jørðin hevur givið grøði sína; Gud, Gud okkara, signar okkum.“ — Sálmur 67:7.

16. Hví verður lívið frálíkt í Paradísinum?

16 Ævigt lív í einum paradísi á jørðini verður frálíkt. „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ (Sálmur 37:29) „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ — Esaias 35:1.

KUNNSKAPUR — OG TÍN FRAMTÍÐ

17. (a) Hvat skalt tú gera, um tú hevur áhuga fyri lívinum í Paradísinum? (b) Hvussu vita vit, at Gud fer at fremja stórar broytingar á jørðini?

17 Hevur lívið í Paradísinum tín áhuga, lat so einki forða tær í at fáa kunnskap um Gud. Hann elskar menniskjuni og fer at fremja tær broytingarnar, sum eru neyðugar, fyri at jørðin kann gerast eitt paradís. Hevði tú ikki gjørt tað sama, um tú hevði vald at gera enda á allari neyðini og órættvísini í heiminum? Skuldi Gud so gjørt minni enn tað? Í veruleikanum talar Bíblian livandi um eina tíð, tá Gud beinir fyri hesi ófriðarmerktu heimsskipanini og setir eina fullkomna, rættvísa stjórn í staðin. (Dániel 2:44) Men tað er ikki alt, Bíblian hevur at siga okkum. Hon vísir eisini, hvussu vit koma undan við lívinum og inn í ta nýggju verðina, sum Gud hevur givið lyfti um. — 2 Pætur 3:13; 1 Jóhannes 2:17.

18. Hvat kann kunnskapurin um Gud gera fyri teg longu nú?

18 Kunnskapurin um Gud kann eisini koma tær til nyttu longu nú. Bíblian svarar lívsins torførastu og mest ørkymlandi spurningum. Tekur tú ímóti hennara leiðbeiningum, hjálpir tað tær at menna eitt vinalag við Gud. Ein stórur framíhjárættur! Og hetta ger teg føran fyri at njóta tann friðin, sum bert Gud kann geva. (Rómbrævið 15:13, 33) Tá tú fert í holt við at vinna tær henda týðandi kunnskapin, uppdagar tú, at hetta er týdningarmesta og mest lønandi strembanin í lívi tínum. Tú kemur ongantíð at angra, at tú hevur fingið tær kunnskap um Gud, kunnskap, sum førir til ævigt lív.

19. Hvønn spurning skulu vit kanna nærri í næsta kapitli?

19 Vit hava víst á, at Bíblian er bókin, sum kann geva okkum kunnskap um Gud. Hvussu vita vit, at hon ikki bara inniheldur menniskjans vísdóm, men nakað nógv størri? Tann spurningin skulu vit kanna nærri í næsta kapitli.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hví kann kunnskapurin um Gud geva tær æviga eydnu?

Hvussu verður lívið í paradísinum, sum verður á jørðini?

Hví kanst tú longu nú fáa nyttu av kunnskapinum um Gud?

[Lestrarspurningar]