Finn trygd hjá Guds fólki
Kapittul 17
Finn trygd hjá Guds fólki
1, 2. Hvussu kann støðan hjá mannaættini samanberast við støðuna hjá fólkinum í einum illveðursherjaðum øki?
HUGSA tær, at ein ódn herjar har á leiðini, sum tú býrt. Tú missir húsini og stendur eftir við ongum. Matur er lítil og eingin. Alt tykist vónleyst. Men so, heilt óvæntað, kemur neyðhjálp. Tú fært ov mikið av mati og klæðum, og nýggj hús verða bygd tær. Tú hevði sjálvsagt verið honum sera takksamur, sum hevði fingið alt hetta í lag.
2 Nakað líknandi hendir í dag. Sum eitt herjandi illveður voldi uppreisturin hjá Ádami og Evu mannaættini stóran skaða. Menniskjans paradísiska heim fór fyri skeyti. Síðan tá hava stjórnirnar á jørðini ikki kunnað vart fólk móti kríggi, brotsverkum og órættvísi. Átrúnaðurin hevur svikið og elvt til, at nógv hungra eftir sunnari andaligari føði. Men nú útvegar Jehova Gud í andaligari merking føði, klæði og lívd. Hvussu ger hann tað?
„HIN TRÚGVI OG SKILAGÓÐI TÆNARIN“
3. Hvussu syrgir Jehova fyri mannaættini, og hvørji dømi vísa tað?
3 Neyðsynjarvørur verða vanliga latnar eftir eini ávísari rás, og Jehova hevur givið fólki sínum eina líknandi skipan. Hetta galt til dømis ísraelsmenn, sum vóru „samkoma [Jehova]“ í umleið 1500 ár. Teirra millum 1 Krønikubók 28:8; 2 Krønikubók 17:7-9) Í fyrstu øld fekk Jehova ta kristnu samkomuskipanina í lag. Samkomur, sum virkaðu undir einum stýrandi ráði av ápostlum og elstum, vórðu settar á stovn. (Ápostlasøgan 15:22-31) Nú í tíðini nýtir Jehova somuleiðis, í sambandinum við fólk sítt, ein skipaðan bólk. Hvussu vita vit tað?
tæntu nakrir sum tann rásin, Gud nýtti at læra fólk sítt Lógina við. (4. Hvør hevur nú á døgum víst seg at vera „hin trúgvi og skilagóði tænarin“, og hvussu fæst fatur á tí andaligu føðini frá Gudi?
4 Jesus boðaði frammanundan frá, at um ta tíðina, tá hann var hjástaddur í veldi Ríkisins, skuldi ein ’trúgvur og skilagóður tænari’ geva lærisveinunum „at eta í rættari tíð“. (Matteus 24:45-47) Hvør vísti hesin „tænarin“ seg at vera, tá Jesus í 1914 fekk sæti sum Kongur í himli? Avgjørt ikki prestarnir í kristinheiminum. Undir Fyrra Heimsbardaga fekst meginparturin av teimum við at propagandera í fylginum fyri sínum egnu tjóðskaparligu stjórnum. Men í rættari tíð býtti bólkurin av sonnum kristnum, sum vóru salvað við Guds heilaga anda, og sum hoyrdu til tey, Jesus nevndi „lítla fylgi“, holla andaliga føði út. (Lukas 12:32) Hesi salvaðu kristnu boðaðu ikki um menniskjaskaptar stjórnir, men um Guds ríki. Við árunum hevur hetta havt við sær, at rættsintir ’aðrir seyðir’ í milliónatali hava tikið undir við tí salvaða ’tænaranum’ í fremjanini av tí sonnu tilbiðjanini. (Jóhannes 10:16) Við tí ’trúgva tænaranum’ og Stýrandi Ráðnum leiðir Gud fólk sítt, so tað kann útvega øllum teimum, sum ynskja at njóta gott av hesum fyriskipanum, andaliga føði, klæði og lívd.
’MAT Í RÆTTARI TÍÐ’
5. Hvussu er andaliga støðan í heiminum nú á døgum, og hvat ger Jehova við tað?
5 Jesus segði: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, Matteus 4:4) Sum Jehova profetur, Amos, profeteraði, er tørvurin á „at hoyra orð [Jehova]“ so stórur, at hann er at samanbera við hungursneyð. (Amos 8:11) Tíverri geva tey fæstu gætur eftir tí, Gud sigur. Sjálvt ógvuliga trúrøkin menniskju eru andaliga niðurundirkomin. Men kortini vil Jehova, „at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan“. (1 Timoteus 2:3, 4) Tí útvegar hann yvirflóð av andaligari føði. Men hvar er henda føðin at fáa?
men av hvørjum orði, ið út gongur av munni [Jehova].“ (6. Hvussu læt Jehova í forðum fólki sínum andaliga føði?
6 Alt tað menn vita um, hevur Jehova givið fólki sínum andaliga føði undir einum. (Esaias 65:13) Til dømis savnaðu prestarnir í Ísrael menn, kvinnur og børn, so tey saman kundu verða undirvíst í Guds lóg. (5 Mósebók 31:9, 12) Eftir ávísingum frá tí stýrandi ráðnum, skipaðu tey kristnu í fyrstu øld samkomur og hildu møti, har øll kundu fáa frálæru og tilstuðling. (Rómbrævið 16:5; Filemon 1, 2) Jehova vitni fylgja hesi fyrimynd. Tú ert hjartaliga vælkomin á øll møtini hjá teimum.
7. Hvat samband hevur tað at koma regluliga á tey kristnu møtini við trúgv og kunnskap?
7 Tú hevur ivaleyst longu lært nógv við tínum bíbliulestri. Kanska hevur onkur hjálpt tær. (Ápostlasøgan 8:30-35) Men trúgvin kann líknast við eina plantu, sum følnar og doyr, verður hon ikki væl røkt. Tí mást tú fáa tær góða andaliga føði. (1 Timoteus 4:6) Tey kristnu møtini ganga eftir eini framhaldandi skrá, sum hevur til endamáls at geva tær andaliga føðslu og hjálpa tær støðugt at vaksa í trúnni, meðan tú økir kunnskapin um Gud. — Kolossebrævið 1:9, 10.
8. Hví verða vit eggjað til at koma á møtini hjá Jehova Vitnum?
8 Møtini tæna eisini einum øðrum týdningarmiklum Hebrearabrævið 10:24, 25) Grikska orðið, sum er týtt „fáa at brenna“, kann eisini merkja „at brýna“. Ein orðtak í Bíbliuni sigur: „Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.“ (Orðtøkini 27:17) Okkum øllum tørvar støðugt at verða ’brýnd’. Trúgvin kann doyvast av tí dagliga trýstinum úr heiminum. Á teimum kristnu møtunum kunnu vit saman verða lívgað. (Rómbrævið 1:11, 12) Limirnir í samkomuni fylgja tilstuðlingini frá Paulusi ápostli um at halda áfram at ’ugga og uppbyggja hvør annan’, og soleiðis verður trúgvin hjá okkum brýnd. (1 Tessalonikabræv 5:11, NW) Koma vit regluliga til tey kristnu møtini, vísa vit eisini, at vit elska Gud, og vit fáa høvi at lovprísa honum. — Sálmur 35:18.
endamáli. Paulus skrivaði: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman.“ („KLÆÐIÐ TYKKUM Í KÆRLEIKAN“
9. Hvussu gekk Jehova undan í at vísa kærleika?
9 Paulus skrivaði: „Men yvir alt hetta — klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans.“ (Kolossebrævið 3:14) Jehova er tann, sum í stóru miskunn síni hevur givið okkum hetta plaggið. Hvussu tá? At kristin eru før fyri at vísa kærleika, kemst av, at hann er ein gudgivin ávøkstur av heilaga anda Jehova. (Galatiabrævið 5:22, 23) Jehova sýndi sjálvur størsta kærleikan, tá hann sendi sín einborna son, so vit kunnu fáa ævigt lív. (Jóhannes 3:16) Hetta framúrskarandi prógvið um kærleika lærdi okkum, hvussu vit kunnu vísa sama eginleikan. „Hevur Gud elskað okkum so,“ skrivaði Johannes ápostul, „tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.“ — 1 Jóhannes 4:11.
10. Hvussu kunnu vit fáa gagn av ’øllum brøðrasamfelagnum’?
1 Pætur 2:17, NW) Legg teg tí eftir at læra øll, sum koma í ríkissalin, at kenna — uttan mun til aldur, persónmensku, húðlit ella útbúgving. Tá fært tú helst at síggja, at øll hava okkurt vinnandi lyndiseyðkenni.
10 Á møtunum í ríkissalinum ber væl til at vísa kærleika. Har hittir tú nógv ymisk menniskju. Nógvum kennir tú teg ivaleyst drignan at í stundini. Men munur er sjálvandi á persónmenskum, eisini teirra millum, sum tæna Jehova. Fyrr slapst tú tær kanska bara undan teimum, sum ikki høvdu áhuga fyri tí sama sum tú, ella sum ikki vóru á somu bylgjulongd sum tú. Men kristin mugu elska „alt brøðrasamfelagið“. (11. Hví skuldi tú ikki verið órógvaður av teimum nógvu fjølbroyttu persónmenskunum í Jehova fólki?
11 Lat ikki tær fjølbroyttu persónmenskurnar í samkomuni órógva teg. Tak sum dømi: Úti í ferðsluni ert tú ímillum nógv ymisk akfør. Øll koyra ikki líka skjótt, og øll eru ikki í sama standi. Summi hava koyrt nógvar kilometrar, meðan onnur akkurát eru byrjað. Hóast hesar munir ferðast øll á vegnum. Tað sama kann sigast um tey í samkomuni. Øll eru ikki líka skjót at menna teir kristnu eginleikarnar. Vit eru heldur ikki øll í sama standi likamliga og kensluliga. Summi hava hartil tilbiðið Jehova í nógv ár; onnur eru akkurát byrjað. Men vit ferðast øll á vegnum til ævigt lív, „fult sameind í sama sinni og somu áskoðan“. (1 Korintbræv 1:10) Hav tí heldur eyguni eftir styrkini enn eftir veikleikunum, tá tú eygleiðir tey, sum eru í samkomuni. Tað vermir hjartað, tí tú skilur, at Gud veruliga er ímillum hesi fólkini. Og har ynskir tú eisini at vera. — 1 Korintbræv 14:25.
12, 13. (a) Hvat kanst tú gera, um onkur í samkomuni gongur tær ov nær? (b) Hví ræður um ikki at bera agg?
Rómbrævið 3:23) Lærisveinurin Jákup skrivaði gløggskygdur: „Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður.“ (Jákup 3:2) Hvat gert tú, um onkur gongur tær ov nær? Eitt orðtak í Bíbliuni sigur: „Skil mansins doyvir vissuliga vreiði hansara, og hann ger væl í ikki at geva sær far um misbrot hjá øðrum.“ (Orðtøkini 19:11, NW) At hava skil merkir at duga at síggja aftur um støðuna, skilja tað, sum býr undir og fær ein persón at siga ella gera okkurt ávíst. Tey flestu av okkum hava gott skil, tá tað kemur til at umbera mistøkini hjá okkum sjálvum. Hví so ikki nýta skilið til at fata og fjala ófullkomileikar hjá øðrum? — Matteus 7:1-5; Kolossebrævið 3:13.
12 Vit eru øll ófullkomin, og tí verða vit viðhvørt illa við av tí, sum onkur í samkomuni ger ella sigur. (13 Gloym ikki, at vit mugu fyrigeva øðrum, skulu vit sjálvi fáa fyrigeving frá Jehova. (Matteus 6:9, 12, 14, 15) Tá vit fylgja sannleikanum, sýna vit øðrum kærleika. (1 Jóhannes 1:6, 7; 3:14-16; 4:20, 21) Skuldi ósemja tikið seg upp ímillum teg og onkran í samkomuni, mást tú tí ikki bera agg. Hevur tú latið teg í kærleikan, roynir tú at loysa trupulleikan og ivast ikki í at biðja um umbering, tá tú hevur sært onkran. — Matteus 5:23, 24; 18:15-17.
14. Hvørjar eginleikar skulu vit lata okkum í?
14 Andaligi búni okkara eigur eisini at fevna um aðrar eginleikar, sum eru tætt knýttir at kærleikanum. Paulus skrivaði: „Latið tykkum . . . í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!“ Hesir eginleikarnir, sum allir eru í kærleikanum, hoyra til hitt ’nýggja menniskjað’ frá Gudi. (Kolossebrævið 3:10, 12) Roynir tú at lata teg í teir? Serstakliga bróðurkærleikin kann eyðkenna teg sum ein lærisveinur hjá Jesusi, tí hann segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ — Jóhannes 13:35.
EITT TRYGT PLÁSS
15. Hvussu er samkoman at meta sum eitt skýli?
15 Samkoman er eisini sum eitt skýli, eitt friðskjól, tú kennir teg tryggan í. Har hittir tú fólk, sum heilhugað royna at gera tað, sum í Guds eygum er rætt. Nógv av teimum hava vunnið á somu ringu vanum og hugburði, sum tú kanska roynir at fáa bilbugt við. (Titus 3:3) Tey kunnu hjálpa tær, tí tey hava fingið boð um støðugt at ’bera hvør annars byrðar’. (Galatiabrævið 6:2) Sjálvandi hevur tú, tá samanum kemur, sjálvur ábyrgdina av at fylgja vegnum til ævigt lív. (Galatiabrævið 6:5; Filippibrævið 2:12) Men Jehova hevur givið okkum framúrskarandi stuðul og hjálp í tí kristnu samkomuni. Hvussu stórar og torførar trupulleikar tú so hevur at dragast við, fært tú virðismikla hjálp í samkomuni, sum í kærleika styðjar teg, tá trongdir ella sorgir tyngja. — Samanber Lukas 10:29-37; Ápostlasøgan 20:35.
16. Hvørja hjálp veita teir elstu í samkomuni?
16 Nakrir teirra, sum fegin koma tær til hjálpar, eru útnevndir elstar ella umsjónarmenn í samkomuni — „gávur í menniskjum“, sum fúsir og hugagóðir tæna sum hirðar hjá fylginum. (Efesusbrævið 4:8, 11, 12, NW; Ápostlasøgan 20:28; 1 Pætur 5:2, 3) Viðvíkjandi teimum profeteraði Esaias: „Ein og hvør teirra skal vera sum læ fyri stormi og lívd fyri skúrum, sum løkir í oyðimørk, sum skuggin av stórum hamri í vatnleysum landi.“ — Esaias 32:2.
17. (a) Hvørja hjálp ynskti Jesus serstakliga at veita? (b) Á hvønn hátt hevur Gud lovað at hjálpa sínum fólki?
Matteus 9:36) Hetta er eisini ein rámandi lýsing av tí neyðarsligu støðuni, sum nógv nú á døgum mugu tola uttan nakran at leita sær andaliga hjálp og troyst hjá. Fólkið hjá Jehova, afturímóti, fær andaliga hjálp, tí Gud gav teimum lyftið: „Eg skal seta yvir [seyðin] hirðar, ið skulu røkta hann; hann skal ikki óttast longur og ikki ræðast, og eingin skal saknast av honum.“ — Jeremias 23:4.
17 Tá Jesus var á jørðini, treyt tann holla umsjónin frá trúarleiðarunum í ólukkumáta. Fólksins støða tók Jesus fyri hjartað, og hann legði seg serstakliga eftir at hjálpa teimum andaliga. Honum tykti synd í teimum, tí tey „vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur“. (18. Hví eiga vit at fara til teir elstu, um okkum tørvar andaliga hjálp?
18 Lær teir elstu í samkomuni at kenna. Teir hava drúgvar royndir, tá tað snýr seg um at liva samsvarandi kunnskapinum um Gud, tí teir lúka tey bíbilsku krøvini til umsjónarmenn. (1 Timoteus 3:1-7; Titus 1:5-9) Ivast ikki í at venda tær til ein teirra, um tú hevur tørv á andaligari hjálp til at basa einum óvana ella einum lyndiseyðkenni, sum stríðir móti Guds krøvum. Tú fært at síggja, at teir elstu fylgja áheitanini frá Paulusi: „Troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!“ — 1 Tessalonikabræv 2:7, 8; 5:14.
FINN TRYGD SAMAN VIÐ JEHOVA FÓLKI
19. Hvussu hevur Jehova signað tey, sum leita sær trygd í hansara samskipan?
19 Hóast vit nú liva undir ófullkomnum viðurskiftum, gevur Jehova okkum føði, klæði og lívd í andaligari merking. Ta gagnligu ávirkanina av tí bókstavliga paradísinum kunnu vit sjálvandi ikki uppliva fyrr Ezekiel 34:28; Sálmur 4:9.
enn í tí nýggja heiminum, sum Gud hevur givið lyfti um. Men tey, sum hoyra til Jehova samskipan, kenna longu nú trygdina í einum andaligum paradísi. Viðvíkjandi teimum profeteraði Ezekiel: „Teir skulu búgva trygt, og eingin skal ræða teir.“ —20. Hvussu lønir Jehova okkum øll offrini aftur, sum vit møguliga mugu lata fyri at tilbiðja hann?
20 Vit kunnu av sonnum vera takksom fyri ta hollu andaligu trygdina, Jehova gevur við sínum orði og síni samskipan! Halt teg tætt hjá Guds fólki. Lat ikki óttan fyri, hvat vinir ella skyldfólk munnu hugsa, tá tú fært tær kunnskap um Gud, forða tær. Onkur vendir tær kanska bakið, tí tú kemur saman við Jehova vitnum og gongur á møti í ríkissalinum. Men Gud lønir tær meir enn alt aftur, sum tú offrar fyri at tilbiðja hann. (Malakias 3:10) Jesus segði harafturat: „Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíðini hús, brøður, systrar, møður, børn og jørð, við atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.“ (Markus 10:29, 30) Ja, uttan mun til tað, tú hevur latið ella noyðist at tola, fært tú áhugaverdan felagsskap og andaliga trygd hjá Guds fólki.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hvør er „hin trúgvi og skilagóði tænarin“?
Hvat hevur Jehova gjørt fyri at geva okkum andaliga føði?
Hvussu kunnu limirnir í tí kristnu samkomuni hjálpa okkum?
[Lestrarspurningar]
[Heilsíðumynd á síðu 165]