Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds ríki valdar

Guds ríki valdar

Kapittul 10

Guds ríki valdar

1, 2. Hvussu hava menniskjans stjórnir víst seg ikki at vera nóg góðar?

KANSKA hevur tú onkuntíð keypt eitt tól, sum vísti seg at vera í ólagi. Latið okkum siga, at tú boðsendi einum umvælara, men stutt eftir at hann hevði „umvælt“ tólið, brotnaði tað. Eitt satt vónbrot!

2 Nakað soleiðis er skilið viðvíkjandi menniskjans stjórnum. Fólk hava altíð ynskt sær eina stjórn, sum kundi tryggja teimum frið og eydnu. Hóast ídnar royndir hevur samfelagið upplivað skrædl oman á skrædl, og illa hevur gingist at bøtt skaðarnar. Nógvir friðarsáttmálar eru gjørdir — og síðani slitnir. Og hvør stjórn hevur megnað at steðga armóð, fordómi, kriminaliteti, sjúku og oyðing av umhvørvinum? ’Stjórnartólið’ hjá menniskjunum bøtist ikki aftur. Hin vísi Sálomo kongur í Ísrael spurdi: „Hvussu skuldi menniskjað skilt veg sín!“ — Orðtøkini 20:24.

3. (a) Hvat var aðalevnið í Jesu boðan? (b) Hvussu hugsa summi sær Guds ríki?

3 Men fall ikki í fátt! Ein trygg stjórn er meira enn hugsjónir. Hon var aðalevnið í Jesu boðan. Hann nevndi stjórnina „Guds ríki“, og hann lærdi lærisveinar sínar at biðja fyri hesum ríkinum. (Lukas 11:2; 21:31) Sjálvandi verður Guds ríki tikið upp á mál í átrúnaligum høpi. Ja, milliónir biðja hvønn dag fyri komu tess í bønini ’Faðirvár’ (eisini nevnd mynsturbønin). Men tá fólk verða spurd: „Hvat er Guds ríki?“ siga summi: „Tað er í hjartanum á fólki.“ Onnur nevna tað himmalin. Sum vit skulu síggja, greiðir Bíblian skilliga frá Guds ríki.

EITT RÍKI VIÐ EINI ÆTLAN

4, 5. Hví valdi Jehova at vísa eina nýggja síðu av sínum fullveldi, og hvat verður úrslitið?

4 Jehova Gud hevur altíð verið Kongur ella Fullveldisharri í alheiminum. Hesa tignarligu støðu hevur hann, orsakað av at hann hevur skapt alt. (1 Krønikubók 29:11; Sálmur 103:19; Ápostlasøgan 4:24) Men ríkið, sum Jesus boðaði, er undirgivið alheims fullveldi Guds. Messiasríkið hevur eitt ávíst stevnumið, men hvat?

5 Sum greitt varð frá í kapittul 6, gjørdu tey bæði fyrstu menniskjuni uppreistur ímóti Guds myndugleika. Orsakað av teimum spurningunum, sum vórðu reistir, avgjørdi Gud at vísa eina nýggja síðu av fullveldi sínum. Gud kunngjørdi, at hann hevði í hyggju at framleiða eitt „avkom“, sum skuldi knúsa ormin, Satan, og beina fyri avleiðingunum av syndini, sum mannaættin fekk í arv. Fremstur í hesum „avkominum“ er Jesus Kristus, og „Guds ríki“ er amboðið, sum skal fella Satan fullkomiliga. Við hesum ríkinum endurreisir Jesus Kristus í Jehova navni harradømið yvir jørðina og hevdar við alla Guds løgliga fullveldi. — 1 Mósebók 3:15; Sálmur 2:2-9.

6, 7. (a) Hvar er Ríkið, og hvør er kongurin og samstjórnarar hansara? (b) Hvørji eru Ríkisins tegnar?

6 Í einari endurgeving av tí, Jesus segði við teir óndu fariseararnar, falla orðini soleiðis: „Ríki Guds er innan í tykkum.“ (Lukas 17:21) Meinti Jesus, at Ríkið var í óndu hjørtunum á hesum spiltu monnunum? Nei. Ein neyvari týðing av grikska upprunatekstinum sigur: „Guds ríki er tykkara millum.“ (Undirgreinin í Løggildu Føroysku Umsetingini; NW) Jesus, sum var teirra millum, vísti altso á seg sjálvan sum framtíðar Kongin. Í staðin fyri at vera nakað, fólk hava í hjartanum, er Guds ríki sostatt ein stjórn — ein verulig, virkisfør stjórn við ríkisstjóra og við tegnum. Stjórnin er í himli, tí hon nevnist bæði ’Himmiríkið’ og ’Guds ríki’. (Matteus 13:11; Lukas 8:10) Í eini sjón sá Dániel profetur ríkisstjóran, „sum líktist menniskjasyni“, verða leiddan fram fyri hin alvalda Gud, og „Honum varð givið vald, heiður og ríki“, og hartil skuldu „allar tjóðir og ættir og øll tungumál . . . tæna Honum“. (Dániel 7:13, 14) Hvør er hesin kongurin? Í Bíbliuni verður Jesus Kristus nevndur „Menniskjasonurin“. (Matteus 12:40; Lukas 17:26) Jehova hevur altso útnevnt son sín, Jesus Kristus, til kong.

7 Jesus stjórnar ikki einsamallur. Hann hevur 144.000 hjákongar og hjáprestar, sum eru ’keyptir frá jørðini’. (Opinberingin 5:9, 10; 14:1, 3; Lukas 22:28-30) Tegnarnir undir Guds ríki verða ein alheims familja av menniskjum, sum ganga undir leiðslu Kristusar. (Sálmur 72:7, 8) Men hvussu vita vit, at hetta ríkið fer at hevda Guds fullveldi og endurstovna Paradísið á jørðini?

GUDS RÍKI ER EIN VERULEIKI

8, 9. (a) Hvussu kunnu vit við einum dømi vísa, at lyftini um Guds ríki eru álítandi? (b) Hví skulu vit ikki ivast í, at Ríkið er ein veruleiki?

8 Hugsa tær heimið oyðilagt av eldsbruna. Ein vinur, sum hevur góð ráð, lovar at hjálpa tær at fáa húsini uppaftur og eisini syrgja fyri, at familjan fær mat í munnin. Um hesin vinurin altíð hevur verið álítandi, manst tú so ikki trúgva honum? Hvat um tú nú dagin eftir kemur heim úr arbeiði og sær, at arbeiðsmenn longu eru farnir at rudda eftir eldsbrunan, og at matur er borin familjuni hjá tær? Tú fært ivaleyst álit á, at tit ikki bara skulu fáa tað sum fyrr, men uppaftur betri.

9 Á sama hátt hevur Jehova givið okkum trygd fyri, at Ríkið er ein veruleiki. Sum víst í Hebrearabrævinum í Bíbliuni vóru nógvar síður av Lógini ein skuggi av Guds ríkisskipan. (Hebrearabrævið 10:1) Ein hóming av Guds ríki sást eisini í Ísraels ríki á jørðini. Tað var einki vanligt kongaríki, tí ríkisstjórarnir sótu í „hásæti [Jehova]“. (1 Krønikubók 29:23) Sagt varð eisini frammanundan: „Ikki skal kongastavurin víkja frá Juda, ei høvdingastavur frá fótum hansara, inntil Hann kemur, sum stavin eigur — Honum skulu fólkini vera lýðin.“ (1 Mósebók 49:10) * Ja, í Juda kongaætt skuldi Jesus, hin ævigi kongurin í Guds stjórn, verða borin í heim. — Lukas 1:32, 33.

10. (a) Nær varð grundvøllurin lagdur fyri Guds messianska ríki? (b) Í hvørjum týðandi arbeiði skuldu komandi samstjórnarar Jesusar ganga á odda her á jørðini?

10 Grundvøllurin undir messianska ríki Guds varð lagdur við valinum av Jesu ápostlum. (Efesusbrævið 2:19, 20; Opinberingin 21:14) Hesir vóru teir fyrstu av teimum 144.000, ið skulu ráða í himli saman við Jesusi Kristi. Meðan teir vóru á jørðini, skuldu hesir framtíðar samstjórnararnir ganga á odda í eini boðanarherferð, svarandi til boðini Jesus gav: „Farið . . . gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.“ — Matteus 28:19.

11. Hvussu fer boðanin av Ríkinum fram í dag, og hvat spyrst burturúr?

11 Boðini um at gera lærisveinar verða fylgd nú meir enn nakrantíð. Jehova vitni boða gleðiboðini um Ríkið í øllum heiminum, í samsvar við profetisku orð Jesusar: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Ein avleiðing av hesum boðanarverki er, at ein stórtøkin undirvísingarætlan verður framd. Tey, sum ganga undir lógirnar og meginreglurnar í Guds ríki, uppliva longu nú ein frið og einleika, sum ikki fæst undir stjórnum á jørðini. Alt hetta prógvar til fulnar, at Guds ríki er ein veruleiki!

12. (a) Hví er hóskandi at nevna tey, sum boða Ríkið, Jehova vitni? (b) Hvør munur er á Guds ríki og menniskjagjørdum stjórnum?

12 Við ísraelsmenn segði Jehova á sinni: „Tit eru vitni Míni, . . . tænari Mín, sum Eg havi útvalt.“ (Esaias 43:10-12) Jesus, ’hitt trúverda vitnið’, boðaði ágrýtin gleðiboðini um Ríkið. (Opinberingin 1:5; Matteus 4:17) Tí ganga tey, sum nú í tíðini boða Ríkið, sera hóskandi undir gudgivna heitinum Jehova vitni. Men hví brúka boðararnir so nógva tíð og so nógvar kreftir til at siga øðrum frá Guds ríki? Tað gera teir, tí Ríkið er menniskjans einasta vón. Stjórnir á jørðini fara fyrr ella seinni frá, men Guds ríki verður verandi í allar ævir. Í Esaias 9:6, 7 verður ríkisstjórin, Jesus, nevndur „Friðarhøvdingi“, og lagt verður aftrat: „Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin.“ Guds ríki er øðrvísi enn menniskjagjørdar stjórnir, sum kunnu verða kollveltar eftir einum degi. Sagt verður nevniliga í Dániel 2:44: „Gud Himmalsins [skal] grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal . . . standa fast í allar ævir.“

13. (a) Hvørjar trupulleikar fer Guds ríki til dømis at loysa? (b) Hvussu vita vit við vissu, at Guds lyfti verða hildin?

13 Hvør ríkisstjóri á jørðini kann forða fyri kríggi, brotsverkum, sjúku, hungri og heimloysi? Hvør á jørðini kann hartil geva deyðum uppreisn? Tað kann Guds ríki og Kongurin. Ríkið forferst ikki — tað er ikki at líkna við eitt vána tól, sum í heilum krevur ábøtur. Nei, Guds ríki virkar eftir ætlan, tí Jehova hevur lovað: „Orð Mítt . . . sum gongur út av munni Mínum . . . skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.“ (Esaias 55:11) Guds ætlan svitast ikki, men nær skuldi Ríkið taka við?

HARRADØMI RÍKISINS — NÆR?

14. Hvat høvdu Jesu lærisveinar misskilt viðvíkjandi Ríkinum, men hvat visti Jesus um sítt harradømi?

14 „Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“ Tá Jesu lærisveinar spurdu soleiðis, avdúkaðu teir, at teir enn ikki vistu, hvør ætlanin var við Guds ríki og heldur ikki, nær tað skuldi fáa harradømi. Jesus bað teir ikki grunda um hetta, tá hann segði: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.“ Jesus visti at harradømi hansara lá langt úti í framtíðini, drúgva tíð eftir at hann var upprisin og farin til himmals. (Ápostlasøgan 1:6-11; Lukas 19:11, 12, 15) Hetta var fráboðað í Hebraisku Skriftunum. Hvussu tá?

15. Hvussu gevur Sálmur 110:1 eina ábending um, nær harradømi Jesusar byrjaði?

15 Í einari profetiskari umrøðu av Jesusi sum „Harra“ segði Dávid kongur: „[Jehova] segði við Harra mín: ’Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!’“ (Sálmur 110:1; samanber Ápostlasøguna 2:34-36.) Henda profetiin vísir, at harradømi Jesusar ikki skuldi byrja beint eftir himmalsferðina. Hann skuldi bíða við Guds høgru hond. (Hebrearabrævið 10:12, 13) Hvussu leingi skuldi hann bíða? Nær skuldi harradømi hansara byrja? Bíblian hjálpir okkum at finna svarini.

16. Hvat hendi í 607 f.o.t., og hvat hevði tað við Guds ríki at gera?

16 Jerúsalem er einasti býurin á jørðini, sum Jehova hevur nevnt navn sítt yvir. (1 Kongabók 11:36) Hann var eisini høvuðsstaður í einum ríki á jørðini, sum Gud góðkendi, og sum var mynd av Guds ríki í himli. Tí hevur oyðingin av Jerúsalem fyri hondum bábelsmanna í 607 f.o.t. stóran týdning. Við hesi hendingini byrjaði ein langur steðgur í Guds beinleiðis stjórn yvir fólki sínum á jørðini. Umleið seks hundrað ár seinni gav Jesus eina ábending um, at hesin stjórnarsteðgurin framvegis stóð við, tá hann segði: „Jerúsalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.“ — Lukas 21:24.

17. (a) Hvat er „tíð heidninganna“, og hvussu leingi skuldu tær vara? (b) Nær byrjaði „tíð heidninganna“, og nær endaði hon?

17 „Tíð heidninganna“ er tíðin, tá tey heidnu ríkini fingu loyvi at koyra ta stjórnina, sum Gud hevði góðkent, frá. Tíðarskeiðið byrjaði við Jerúsalems oyðing í 607 f.o.t., og Dániel vísti, at tað skuldi standa við í „sjey tíðir“. (Dániel 4:23-25) Hvussu leingi er tað? Bíblian vísir, at tríggjar og ein hálv „tíð“ svara til 1260 dagar. (Opinberingin 12:6, 14) Tvær ferðir hetta tíðarskeiðið, ella sjey tíðir, svarar so til 2520 dagar. Einki merkisvert hendi kortini, tá hetta stutta tíðarskeiðið var av. Men rokna vit profetiina í Dániels bók eftir regluni „eitt ár fyri hvønn dag“, so vit telja 2520 ár fram frá 607 f.o.t., koma vit til árið 1914. — 4 Mósebók 14:34; Ezekiel 4:6.

18. Hvat gjørdi Jesus, stutt eftir at hann hevði fingið kongavald, og hvørja ávirkan hevði tað á jørðina?

18 Fekk Jesus stjórnarvald í himli tað árið? Næsta kapitlið viðger eina bíbilska grundgeving fyri at svara játtandi. Men friður á jørðini var kortini ikki fyrsta tekinið um harradømi Jesusar. Opinberingin 12:7-12 vísir, at Jesus, beint tá hann hevði fingið Ríkið, skuldi kasta Satan og hansara illu andar út úr himli. Hetta elvdi vei yvir jørðina; men vit fáa mót, tá vit so lesa, at ’tíðin Djevulin hevur, er so stutt’. Skjótt kunnu vit gleða okkum, ikki bert um at Guds ríki valdar, men eisini um tær signingarnar, tað veitir jørðini og tí lýdnu mannaættini. (Sálmur 72:7, 8) Hvussu vita vit, at hetta skjótt fer at henda?

[Fodnote]

^ par. 9 Sum fráleið fekst greiða á, at ’Hann, sum stavin eigur’, var Jesus Kristus, „Leyvan av ætt Juda“. (Opinberingin 5:5) Summar av teimum jødisku targumunum hava í staðin fyri á hesum stað bara skrivað „Messias“ ella „kongurin Messias“.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvat er Guds ríki, og hvaðani útinnir tað vald sítt?

Hvør stjórnar í Ríkinum, og hvørji eru tegnar?

Hvussu hevur Jehova givið okkum vissu fyri, at Ríkið er ein veruleiki?

Nær byrjaði „tíð heidninganna“, og nær endaði hon?

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 94]

NAKRAR TÝDNINGARMIKLAR HENDINGAR Í SAMBAND VIÐ GUDS RÍKI

Jehova kunnger ætlan sína um at framleiða eitt „avkom“, sum skal sora høvdið á orminum, Satan Djevulinum. — 1 Mósebók 3:15.

I 1943 f.o.t. sigur Jehova frá, at hetta „avkomið“ verður ein eftirkomari Ábrahams á jørðini. — 1 Mósebók 12:1-3, 7; 22:18.

Lógarsáttmálin, ið verður givin Ísrael í 1513 f.o.t., vísir „skugga hinna komandi góða“. — 2 Mósebók 24:6-8; Hebrearabrævið 10:1.

Kongaríkið Ísrael á jørðini verður stovnað í 1117 f.o.t., og heldur seinni fram í Dávids ætt. — 1 Sámuel 11:15; 2 Sámuel 7:8, 16.

Jerúsalem verður lagt í oyði í 607 f.o.t., og „tíð heidninganna“ byrjar. — 2 Kongabók 25:8-10, 25, 26; Lukas 21:24.

Í ár 29 verður Jesus salvaður sum hin útvaldi Kongurin og byrjar tænastu sína á jørðini. — Matteus 3:16, 17; 4:17; 21:9-11.

Í ár 33 fer Jesus til himmals og bíðar við høgru hond Guds, inntil hann byrjar stjórn sína. — Ápostlasøgan 5:30, 31; Hebrearabrævið 10:12, 13.

Jesus verður settur í hásætið í tí himmalska ríkinum í 1914, tá „tíð heidninganna“ endar. — Opinberingin 11:15.

Satan og hansara illu andar verða kastaðir niður í námind av jørðini, har teir elva til størri vei yvir mannaættina. — Opinberingin 12:9-12.

Jesus hevur eftirlit við, at gleðiboðini um Ríkið verða borin út í øllum heiminum. — Matteus 24:14; 28:19, 20.