Hví loyvir Gud líðing?
Kapittul 8
Hví loyvir Gud líðing?
1, 2. Hvørja ávirkan hava líðingar ofta á fólk?
TÁ vanlukkur herja, oyða ognir og týna lív, standa nógv spyrjandi og duga ikki at skilja, hví slíkt hendir. Onnur harmast um tann vaksandi, miskunnarleysa og ógrundaða harðskapin og lógloysið. Kanska hevur tú eisini spurt: ’Hví loyvir Gud líðingar?’
2 Nógv hava mist trúnna á Gud, tí tey einki nøktandi svar funnu til henda spurningin. Tey meina, at Gud einki leggur í menniskjuni. Onnur, sum halda at neyðin er ein partur av lívinum, verða beisk og geva Gudi skyldina fyri alt tað ónda í samfelagnum. Kennir tú teg aftur í hesum? So hevur tú ivaleyst hug at vita, hvat Bíblian sigur um spurningin.
LÍÐINGAR KOMA IKKI FRÁ GUDI
3, 4. Hví kunnu vit vera vís í, at óndskapur og neyð ikki koma frá Jehova?
3 Bíblian vissar okkum um, at líðingarnar, vit síggja rundan um okkum, ikki koma frá Jehova Gudi. Til dømis skrivaði hin kristni lærisveinurin, Jákup: „Eingin sigi, táið hann verður freistaður: ’Eg verði freistaður av Gudi’! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.“ (Jákup 1:13) Sostatt kann Gud ikki vera atvoldin til alla neyðina, sum plágar menniskjuni. Hann roynir ikki menniskjuni fyri at gera tey skikkað til lív í himli, og hann letur heldur ikki fólk líða orsakað av illgerðum, tey ætlandi framdu í einum undanfarnum lívi. — Rómbrævið 6:7.
4 Nógvir ræðuleikar eru framdir í Guds og Jesu navni, men eingin ábending er í Bíbliuni um, at Gud og Kristus nakrantíð hava góðkent slíkt. Teir hava einki samband við fólk, sum skulu eitast at tæna teimum, men sum svika og falsa, drepa og ræna og gera nógv annað, sum er atvoldin til, at menniskju líða. Nei, „leið hins gudleysa er [Jehova] andstygd“. Gud „er langt burtur frá hinum gudleysu“. — Orðtøkini 15:9, 29.
5. Hvørjar eginleikar hevur Jehova, og hvørjar kenslur hevur hann fyri skapningum sínum?
5 Bíblian lýsir Jehova sum ’sára náðiríkan og Jákup 5:11) Hon sigur, at „[Jehova] elskar rætt“. (Sálmur 37:28; Esaias 61:8) Hann er ikki hevnisamur. Hann hevur umsorgan fyri skapningum sínum og gevur teimum øllum tað, sum krevst, fyri at teir kunnu liva og hava tað gott. (Ápostlasøgan 14:16, 17) Hetta hevur Jehova gjørt, frá tí lívið byrjaði á jørðini.
miskunnsaman’. (EIN FULLKOMIN BYRJAN
6. Hvussu geva nakrar sagnir ábendingar um viðurskiftini í byrjanini av mannasøguni?
6 Vit eru øll von at síggja og kenna pínu og neyð. Tí duga vit kanska illa at hugsa okkum eitt lív uttan líðingar, men soleiðis var støðan, tá mannasøgan byrjaði. Summi lond hava eisini sagnir um eina slíka eydnuríka byrjan. Í griksku gudalæruni varð tann fyrsta av „Teimum fimm øldum menniskjans“ nevnd „gulløldin“. Í henni vóru menniskjuni eydnurík, einki strev, eingin pína og eingi ellisbrek. Kinesarar siga, at fólkini undir ’gula keisaranum’ (Huang-Ti) livdu í friði og frøddust um at vera í samljóð við umhvørvið og tey villu dýrini. Persar, egyptar, tibetanarar, peruanarar og meksikanarar hava allir sagnir um lukku og fullkomin viðurskifti í byrjanini av mannasøguni.
7. Hví skapti Gud jørðina og menniskjuni?
7 Sagnirnar hjá teimum ymisku fólkasløgunum eru einans afturljóð av tí elsta skjalinum, sum sigur frá menniskjans søgu, nevniliga Bíbliuni. Hon sigur, at Gud setti tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, í eitt paradís, sum varð nevnt urtagarðurin Eden, har tey fingu boðini: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara.“ (1 Mósebók 1:28) Okkara fyrstu foreldur vóru fullkomin og kundu vænta at síggja alla jørðina gerast eitt paradís við eini fullkomnari mannaætt, sum búði í varandi friði og lukku. Hetta var Guds ætlan, tá hann skapti jørðina og menniskjuni. — Esaias 45:18.
EIN MEINFÝSIN AVBJÓÐING
8. Hvat boð máttu Ádam og Eva akta, men hvat hendi?
8 Um Ádam og Eva framvegis skuldu hava Guds tokka, máttu tey lata vera við at eta av „trænum til kunnskap um gott og ilt“. (1 Mósebók 2:16, 17) Høvdu tey aktað Guds lóg, hevði eingin neyð spilt lív menniskjans. Við sínum lýdni kundu tey víst Jehova kærleika og trúskap. (1 Jóhannes 5:3) Men sum vit lærdu í 6. kapitli, var gongdin ein onnur. Eggjað av Satani, át Eva av fruktini á trænum. Seinni át eisini Ádam av tí forbodnu fruktini.
9. Hvønn stríðsspurning reisti Satan viðvíkjandi Jehova?
9 Sært tú álvaran í tí, sum hendi? Satan gjørdi seg í veruleikanum inn á støðu Jehova sum hin Hægsti. Við orðunum: „Einki skulu tit doyggja,“ talaði Djevulin ímóti Gudi, sum hevði sagt: „Tú [skalt] vissuliga doyggja.“ Undir tí, sum Satan síðan segði, lá eisini, at Jehova duldi fyri Ádami og Evu, at tey kundu verða sum Gud, so tey ikki longur noyddust at lata hann avgera, hvat ið var gott og ilt. Avbjóðingin frá Satani reisti sostatt spurningin, um Jehova hevði rætt at sita sum alheims Stjórnarharri. — 1 Mósebók 2:17; 3:1-6.
10. Hvat vildi Satan vera við í samband við menniskjuni?
10 Satan Djevulin kom eisini við illgitingum um, at menniskjuni bara vildu lýða Jehova, so leingi sum tey fingu nakað burturúr. Við øðrum orðum varð ivi reistur um menniskjans falsloysi. Satan segði, at eingin av egnum fríum vilja vildi verða loyalur móti Gudi. Henda ónda framsetingin hjá Satani verður týðiliga lýst í bíbliufrásøguni um Job, ein trúgvur tænari fyri Jehova, sum
varð hart royndur onkuntíð fyri ár 1600 f.o.t. Lesur tú tey bæði fyrstu kapitlini í Jobs bók, fært tú nakað at vita um, hví menniskju líða, og hví Gud loyvir tað.11. Hvussu var Job sum menniskja, men hvat segði Satan?
11 Job, sum var „ólastandi og rættsintur maður“, gjørdist álopsmál hjá Satani. Fyrst legði Satan hann undir at hava ringar grundhugsanir við at siga: „Eg skal ætla, at tað er fyri einki, Job óttast Gud!“ So spilti Satan snildisliga bæði Gud og Job út, tá hann legði Jehova undir at hava keypt trúskap Jobs við at verja og signa hann. Hann bjóðaði tí Jehova av við orðunum: „Rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur — vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“ — Job 1:8-11.
12. (a) Hvørjir spurningar kundu bert svarast, um Gud læt Satan royna Job? (b) Hvat spurdist burtur úr Jobs royndum?
12 Var tað bara, tí Job fekk so nógv gott frá Gudi, at hann tænti honum? Kundi falsloysi Jobs standa seg í royndum? Og hevði Jehova hin vegin so mikið álit á tænara sínum, at hann vildi lata hann standa sína roynd? Hesir spurningarnir kundu svarast, um Jehova læt Satan sleppa at trároyna Job. Trúfesti Jobs í royndini, sum Gud loyvdi, og sum Jobs bók sigur frá, vísti seg til fulnar at staðfesta Jehova rættvísi og menniskjans falsloysi. — Job 42:1, 2, 12.
13. Hvussu hava vit lut í tí, sum hendi í Eden, og tí sum hendi Job?
13 Undir tí, sum fór fram í urtagarðinum Eden, og tí, sum hendi Job, liggur kortini ein djúpari merking. Stríðsspurningarnir, sum Satan reisti, galda alla mannaættina, eisini okkum sum liva nú í tíðini. Guds navn varð spottað og mótmæli reist ímóti hansara yvirvaldi. Ivast varð eisini um rættlæti menniskjans, sum Gud skapti. Hesir stríðsspurningarnir skuldu avgerast.
HVUSSU STRÍÐSSPURNINGARNIR VERÐA AVGJØRDIR
14. Hvat kunnu vit gera, um onkur kemur við óreinum ákærum ímóti okkum?
14 Hetta kann lýsast við einum dømi. Latið okkum siga, at tú eigur fleiri børn, at tú elskar tey, og at familjan er eydnurík. Hugsa tær so, at ein granni leypir út í orð, at tú ert ein vánaligur pápi ella mamma. Hann sigur kanska, at børnini ikki eru góð við teg, og at tey bara verða verandi hjá tær, tí tey einki annað vita sær, og at tey fóru heimanífrá, um onkur bara segði teimum hvussu. ’Sovorðið tvætl!’ hevði tú kanska sagt. Ja, men hvussu kundi tú prógvað tað? Summi foreldur høvdu kanska verðið í øðini. Men umframt at gjørt støðuna uppaftur truplari, hevði eitt ógvisligt aftursvar bara
givið lygnini trúvirði. Málið kundi verið loyst nógv betur, um ákærin slapp at prógva síni orð, og børnini hjá tær góvu vitnisburð um, at tey elskaðu teg.15. Hvussu valdi Jehova at svara avbjóðingini, sum Satan kom við?
15 Jehova er sum tann góði pápin. Ádam og Eva kunnu samanberast við børnini, og Satan hóskar væl til lýsingina av tí lygisama grannanum. Í vísdómi sínum gjørdi Gud ikki alt fyri eitt enda á Satani og Ádami og Evu, men læt lógbrótararnar verða á lívi fyri fyrst. Soleiðis fingu fyrstu foreldur okkara høvi at seta børn í heimin, og Djevulin fekk tíð at prógva skuldseting sína, so stríðsspurningarnir kundu verða loystir. Men longu úr byrjanini visti Gud, at nøkur vildu verða honum trúgv og sostatt prógva, at Satan er ein lygnari. Til alla lukku hevur Jehova altíð signað og hjálpt teimum, sum elska hann! — 2 Krønikubók 16:9; Orðtøkini 15:3.
HVAT VARÐ PRÓGVAÐ?
16. Hvussu fekk Satan valdið í heiminum?
16 Satan hevur í mestsum allari mannasøguni havt fríar hendur til á ymiskan hátt at ráða yvir menniskjunum. Hann hevur eitt nú ávirkað tær politisku kreftirnar og styðjað átrúnað, sum við svikum hevur fingið fólk at tilbiðja hann, Satan, í staðin fyri Jehova. Soleiðis er Djevulin vorðin „gudurin hjá hesum heimi“ og verður tí eisini nevndur „høvdingin yvir hesum heimi“. (2 Korintbræv 4:4; Jóhannes 12:31) Ja, „allur heimurin liggur í hinum illa“. (1 Jóhannes 5:19) Vil tað siga, at Satan hevur prógvað framsetingina, hann kom við, um at hann kundi venda allari mannaættini burtur frá Jehova Gudi? Als ikki! Meðan Jehova hevur latið Satan verða á lívi, hevur hann samstundis framt sína ætlan. Hvat lærir Bíblian okkum so í samband við tað, at Gud loyvir óndskapin?
17. Hvat mugu vit ongantíð gloyma í samband við orsøkina til óndskap og neyð?
17 Jehova er ikki atvoldin til óndskap og neyð. Satan er høvdingin og gudurin í hesum heimi, tí hava hann og tey, sum taka undir við honum, ábyrgdina av støðuni í heiminum og allari neyðini, ið hevur plágað menniskjuni. Eingin kann av røttum siga, at Gud er atvoldin til slíka trongd. — Rómbrævið 9:14.
18. Hvat er prógvað, av tí at Jehova hevur loyvt óndskap og neyð, viðvíkjandi menniskjans loysing frá Gudi?
18 At Jehova hevur loyvt óndskap og neyð, hevur prógvað, at loysing frá Gudi ikki hevur bøtt um støðuna í heiminum. Eingin kann nokta, at søgan hevur verið merkt av einari vanlukku fyri og aðrari eftir. Orsøkin er, at menniskjuni hava valt sína egnu óheftu støðu og sum heild ikki givið sær far um Guds orð og vilja. Tá Jehova fólk við sínum oddamonnum í forðum lagaði seg eftir tí, sum var væl umtókt, og vrakaðu orð hansara, fekk tað syrgiligar avleiðingar. Við Jeremiasi, profeti sínum, segði Gud: „Hinir vísu verða til skammar, teir ræðast, og vanlukkan rámar teir. Teir hava jú vrakað orð [Jehova] — hvønn vísdóm skulu teir tá hava!“ (Jeremias 8:5, 6, 9) Mannaættin hevur sum heild ikki fylgt Guds lógum og er tí vorðin átøk einum róðurleysum skipi, sum blakast higar og hagar í ringum sjógvi.
19. Hvat prógvar, at Satan ikki megnar at venda øllum menniskjum burtur frá Gudi?
19 At Gud hevur loyvt óndskap og neyð, hevur eisini prógvað at Satan ikki megnaði at venda øllum menniskjum burtur frá Jehova. Sambært søguni hevur onkur altíð verið trúgvur Gudi, líkamikið hvør freisting ella mótgangur honum varð fyri. Tær farnu øldirnar hevur 2 Mósebók 9:16; 1 Sámuel 12:22) Hebrearabrævið, kapittul 11, sigur okkum frá eini langari røð av trúarhetjum, teirra millum Ábel, Enok, Nóa, Ábraham og Móses. Hebrearabrævið 12:1 nevnir tey ’eitt stórt skýggj av vitnum’. Tey vóru dømi um fasta trúgv á Jehova. Eisini nú í tíðini hava nógv offrað lívið, tí tey hildu fast við falsloysi sítt fyri Gudi. Við síni trúgv og sínum kærleika prógvaðu hesi til fulnar, at Satan ikki fær vent øllum menniskjum burtur frá Gudi.
Jehova fleiri ferðir víst sína makt til frama fyri tænarar sínar, og navn hansara er vorðið kunngjørt um alla jørðina. (20. Hvat er prógvað viðvíkjandi Gudi og menniskjunum av tí at Jehova hevur loyvt óndskap og neyð?
20 At Jehova hevur loyvt óndskap og neyð, hevur hartil prógvað, at bert Jehova, Skaparin, hevur evnini og rættin at stjórna mannaættini, so hon fær æviga signing og lukku. Í øldir hevur mannaættin roynt nógvar ymiskar stjórnarhættir. Men hvussu hevur úrslitið verið? Tey sera truplu vandamálini og kreppurnar, sum tjóðirnar eru í nú á døgum, prógva til fulnar, at Bíblian hevur rætt, tá hon sigur, at „eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku“. (Prædikarin 8:9) Bert Jehova kann bjarga okkum og fremja upprunaligu ætlan sína. Hvussu ger hann tað, og nær?
21. Hvat fer at henda Satani, og hvør tekur stig til tað?
21 Beint tá Ádam og Eva vóru fallin fyri sviki Satans, kunngjørdi Gud, hvussu hann ætlaði at frelsa menniskjuni. Viðvíkjandi Satani kunngjørdi Jehova: „Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“ (1 Mósebók 3:15) Henda yvirlýsingin tryggjaði, at Djevulin ikki fekk loyvi at fremja sínar illgerðir í allar ævir. Sum Kongurin í Messiasríkinum skuldi lovaða Avkomið, Jesus Kristus, „sora høvdið“ á Satani. Ja, „skjótt“ skal Jesus sora hin uppreistrarhugaða Satan! — Rómbrævið 16:20.
HVAT FERT TÚ AT GERA?
22. (a) Hvørjar spurningar mást tú taka støðu til? (b) Hvat kunnu tey, sum eru Gudi trúføst, vera vís í?
22 Nú tú kennir stríðsspurningarnar, sum vórðu reistir, hvørja síðu velur tú so? Vilt tú í verki vísa, at tú loyalt styðjar Jehova? Satan veit, at hann bert hevur stutta tíð eftir, og tí vendir hann av øllum alvi vreiði síni ímóti teimum, sum ynskja at halda fast við falsloysi fyri Gudi. (Opinberingin 12:12) Men hjálp er at fáa hjá Gudi, tí Jehova ’veit at ríva hini gudræddu úr freisting’. (2 Pætur 2:9) Hann letur teg ikki verða freistaðan meir, enn tú ert mentur, og hann skapar útveg, so tú kanst vinna á freistingunum. — 1 Korintbræv 10:13.
23. Hvat kunnu vit í áliti gleða okkum til?
23 Latið okkum í áliti líta fram til tíðina, tá kongurin Jesus Kristus fer til verka ímóti Satani og øllum, sum fylgja honum. (Opinberingin 20:1-3) Jesus ger enda á øllum, sum eru samsek í neyðini og ræðuleikunum, sum hava plágað mannaættina. Inntil tá mugu vit liva við pínuni, eisini henni, sum stendst av at missa okkara kæru. Í næsta kapitlinum fært tú at vita, hvat hendir teimum, sum doyggja.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hvussu vita vit, at Jehova ikki er atvoldin til menniskjans neyð?
Hvørjar stríðsspurningar reisti Satan í Eden og á døgum Jobs?
Hvat er prógvað, av tí at Gud hevur loyvt líðingar?
[Lestrarspurningar]