Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví verða vit gomul og doyggja?

Hví verða vit gomul og doyggja?

Kapittul 6

Hví verða vit gomul og doyggja?

1. Hvørja gátu hava vísindamenn ikki verið førir fyri loyst viðvíkjandi mannalívinum?

VÍSINDAMENN vita ikki, hví menniskju verða gomul og doyggja. Eftir øllum at døma skuldu okkara kyknur hildið áfram at endurnýggjast, so vit ikki doyðu. Í bókini Hyojun Soshikigaku (Grundleggjandi vevnaðarfrøði) stendur: „Sambandið ímillum at kyknurnar eldast, og at persónurin eldist og doyr, er ein stór gáta.“ Nógv vísindafólk halda, at vit hava eitt „natúrligt, viðføtt“ aldursmark. Heldur tú, tey hava rætt?

2. Hvat hava summi gjørt, av tí at lívið er so stutt?

2 Menniskju hava altíð ynskt sær eitt langt lív, og summi hava eisini roynt at fingið ódeyðiligleika. I fjórðu øld f.o.t. fóru kinesarar av aðalsstættini undir royndir við „lívsvatni“, sum skuldi gera teir ódeyðiligar. Nakrir keisarar royndu seinni í tíðini sokallað lívsvatn — við kyksilvuri í — og doyðu! Allastaðni trúgva og vóna fólk, at lívið ikki endar við deyðanum. Buddhistar, hinduar, muslimar og onnur við teimum hava ljósar vónir um eitt lív eftir deyðan, og nógv í kristinheiminum síggja fyri sær eina sæla tilveru í himli.

3. (a) Hví ynskja menniskju at liva í allar ævir? (b) Hvørjum spurningum mugu vit hava greiðu á viðvíkjandi deyðanum?

3 Hugsanin um lukku eftir deyðan avdúkar ein longsul eftir ævigum lívi. „Ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra,“ sigur Bíblian um ævinleikahugsanina, sum Gud hevur gróðursett í okkum. (Prædikarin 3:11) Tá hann skapti tey fyrstu menniskjuni, gav hann teimum útlit til at liva í allar ævir á jørðini. (1 Mósebók 2:16, 17) Hví doyggja vit so? Hvussu kom deyðin inn í heimin? Kunnskapurin frá Gudi svarar hesum spurningunum. — Sálmur 119:105.

EIN ÓHUGNALIG RÁÐAGERÐ

4. Hvussu vísti Jesus á brotsmannin, sum hevur ábyrgdina av at øll menniskju doyggja?

4 Ein brotsmaður roynir altíð at krógva sporini. Tað sama ger ein ávísur persónur, sum hevur milliardir av mannalívum á samvitskuni. Av hansara ávum hevur deyðin fingið ein gátuføran dám. Henda brotsmannin avdúkaði Jesus Kristus við orðunum til tey, sum lógu honum eftir lívinum: „Tit eru av einum faðir — Djevulinum — og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum.“ — Jóhannes 8:31, 40, 44.

5. (a) Hvør var Satan Djevulin av fyrstan tíð? (b) Hvat merkja orðini „Satan“ og „Djevulin“?

5 Ja, Djevulin er ein óreinur „manndrápari“. Bíblian vísir, at hann er ein veruligur persónur, ikki bara tað ónda í menniskjanum. (Matteus 4:1-11) Hann varð skaptur sum ein rættvísur eingil, men ’stóð ikki í sannleikanum’. Navnið Satan Djevulin hóskar væl til hansara! (Opinberingin 12:9) Hann nevnist „Satan“, sum merkir „mótstøðumaður“, tí hann hevur staðið Jehova ímóti. Brotsmaðurin eitur eisini „Djevulin“, sum merkir „útspillari“, tí hann er ein gudsspottari, ið hevur givið skeiva mynd av Gudi.

6. Hví gjørdi Satan uppreistur móti Gudi?

6 Hvat var tað, sum fekk Satan at gera uppreistur móti Gudi? Girnd. Hann var øvundsjúkur og girnaðist ta tilbiðjanina, Jehova fekk frá menniskjum. Djevulin helt ikki ynskinum um at fáa slíka tilbiðjan niðri, hóast eingin uttan Skaparin eigur at verða tilbiðin. (Samanber Ezekiel 28:12-19.) Í staðin fyri hjúklaði eingilin, sum gjørdist Satan, so mikið um girndina, at hon ’fór at ganga við fostri og føddi synd’. — Jákup 1:14, 15.

7. (a) Hví doyggja vit? (b) Hvat er synd?

7 Vit hava nú víst á brotsmannin, sum við síni illgerð var atvoldin til at menniskju doyggja. Men veruliga orsøkin til at vit doyggja, hvør er hon? Bíblian sigur: „Broddur deyðans er syndin.“ (1 Korintbræv 15:56) Og hvat er synd? Tað skilja vit betur, um vit kanna, hvat orðið merkir í tí bíbilska upprunatekstinum. Hebraisku og griksku sagnorðini, sum vanliga verða umsett „at synda“, merkja „at raka skeivt“, tað sama sum ikki at raka málið. Hvat er tað, eingin av okkum rakar? Málið at vera fullkomiliga lýðin Gudi. Men hvussu kom syndin inn í heimin?

HVUSSU DJEVULIN FRAMDI SÍNA RÁÐAGERÐ

8. Hvussu royndi Satan at fáa menniskju at tilbiðja seg?

8 Satan legði umhyggin eina ráðagerð til rættis; við henni væntaði hann at fáa vald á øllum menniskjum, so tey tilbóðu hann. Hann setti sær fyri at lokka tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, at synda móti Gudi. Jehova hevði givið okkara fyrstu foreldrum kunnskap, sum kundi ført til ævigt lív. Tey vistu av egnum royndum, at Skapari teirra var góður — hann hevði jú sett tey í tann vakra urtagarðin Eden. Ádam kendi serstakliga góðvild himmalska Faðirsins, tá Gud gav honum eina vakra konu til hjálpar. (1 Mósebók 1:26, 29; 2:7-9, 18-23) Men skuldu tey bæði fyrstu menniskjuni verða verandi á lívi, máttu tey akta Gud.

9. Hvat boð gav Gud tí fyrsta menniskjanum, og hví var tað rímiligt?

9 Gud beyð Ádami: „Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.“ (1 Mósebók 2:16, 17) Jehova Gud var Skaparin og kundi tí við fullum rætti áseta siðareglur og avgera, hvat ið var gott, og hvat ið var ilt fyri hansara skapningar. Boðið, hann gav, var rímiligt, tí Ádam og Eva kundu eta fruktina av øllum hinum trøunum í garðinum. Tey kundu vísa, at tey viðurkendu løgliga harradømi Jehova við at lýða hesa lóg, í staðin fyri stolt at áseta sínar egnu siðareglur.

10. (a) Hvussu royndi Satan at fáa Ádam og Evu í part við sær? (b) Hvørjar grundir legði Satan Jehova undir at hava? (c) Hvat heldur um álop Satans á Gud?

10 Satan Djevulin royndi við snildum at draga tey fyrstu menniskjuni burtur frá Gudi og leyg fyri at fáa tey í part við sær. Hann brúkti ein orm, á sama hátt sum ein búktalari brúkar eina dukku, og spurdi Evu: „Hevur nú Gud sagt: ’Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av’?“ Tá Eva vísti til Guds boð, segði Satan: „Einki skulu tit doyggja!“ So legði hann Gud undir at hava ilt í hyggju, tá hann segði: „Gud veit, at táið tit eta av [fruktini], so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“ (1 Mósebók 3:1-5) Djevulin gav soleiðis varhugan av, at Gud sýtti teimum nakað gott. Eitt ærumeiðandi álop á tann sannføra og góða himmalska Faðirin, Jehova!

11. Hvussu gjørdust Ádam og Eva samsek við Satani?

11 Eva hugdi aftur at trænum, og nú tókti fruktin henni sera lokkandi. So hon tók hana — og át. Seinni gjørdi maður hennara tað sama í tilætlaðum og syndigum ólýdni móti Gudi. (1 Mósebók 3:6) Hóast Eva varð lokkað, stuðlaðu bæði hon og Ádam Satans ætlan um at stjórna menniskjunum. Í royndum gjørdust tey samsek við honum. — Rómbrævið 6:16; 1 Timoteus 2:14.

12. Hvørjar vóru avleiðingarnar av, at menniskju gjørdu uppreistur ímóti Gudi?

12 Ádam og Eva noyddust at taka við avleiðingunum av gerðum sínum. Tey gjørdust ikki sum Gud og fingu ongan serligan kunnskap. Í staðin fyri skammaðust tey og krógvaðu seg. Jehova kravdi Ádam til svars og feldi henda dómin: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) „Tann dag“ okkara fyrstu foreldur ótu av trænum til kunnskap um gott og ilt, vórðu tey dømd av Gudi og doyðu í hansara eygum. Síðan vórðu tey rikin út úr Paradísinum og eldust so við og við, inntil tey at enda doyðu bókstavliga.

HVUSSU SYNDIN OG DEYÐIN TRONGDU ÍGJØGNUM

13. Hvussu trongdi deyðin ígjøgnum til øll menniskju?

13 Eftir øllum at døma eydnaðist tað Satani at vinna heiður frá menniskjum. Men hann fekk ikki hildið tilbiðjarum sínum á lívi. Tá syndin fór at virka í teimum báðum fyrstu menniskjunum, fingu tey ikki longur givið børnum sínum fullkomileika í arv. Sum innskrift høgd í stein varð syndin prentað djúpt inn í arvaeindina hjá okkara fyrstu foreldrum. Tey kundu tí bert seta ófullkomin børn í heimin. Og av tí at Ádam og Eva syndaðu, áðrenn tey fingu børn, arvaðu øll børnini synd og deyða. — Sálmur 51:7; Rómbrævið 5:12.

14. (a) Hvørjum líkjast tey, sum siga seg ikki synda? (b) Hvussu fingu ísraelsmenn at vita, at teir vóru syndarar?

14 Nú í tíðini halda nógv seg kortini ikki vera syndarar. Summastaðni í heiminum er hugtakið arvasynd mestsum ókent. Men tað prógvar ikki, at syndin ikki er til. Ein drongur, sum er skitin um andlitið, sigur seg kanska vera reinan, og hann fæst ikki at trúgva nøkrum øðrum, fyrr enn hann sær seg sjálvan í speglinum. Ísrael var í fornøldini sum ein sovorðin drongur, tá tað fekk Guds lóg við Mósesi profeti. Lógin gjørdi greitt, at syndin var til. ’Eg hevði ongantíð lært syndina at kenna uttan við lógini,’ greiðir Paulus ápostul frá. (Rómbrævið 7:7-12) Sum drongurin við speglinum skiltu ísraelsmenn, tá teir sóu seg sjálvar í Lógarinnar ljósi, at teir í Jehova eygum vóru óreinir.

15. Hvat síggja vit, tá vit spegla okkum í Guds orði?

15 Spegla vit okkum í Guds orði, so vit geva gætur eftir reglunum har, skilja vit, at vit eru ófullkomin. (Jákup 1:23-25) Legg eitt nú til merkis, tað sum Jesus í Matteus 22:37-40 segði við lærisveinar sínar um kærleika til Gud og næstan. Hvussu ofta munnu vit menniskju ikki raka skeivt á hesum økjum? Ja, hjá nógvum ger samvitskan yvirhøvur ikki vart við seg, hóast tey hvørki sýna Gudi ella næsta sínum kærleika. — Lukas 10:29-37.

ANSA EFTIR TAKTIKKI SATANS!

16. Hvussu sleppa vit undan at gerast offur í Satans lúnsku ætlanum, og hví er tað torført?

16 Satan roynir at fáa okkum at synda við vilja. (1 Jóhannes 3:8) Kunnu vit onkursvegna sleppa undan at gerast offur í hansara lúnsku ætlanum? Ja, men tað krevur, at vit stríðast móti lyndinum til at synda við vilja. Tað er ikki sum at siga tað, tí okkara viðfødda lyndi er ógvuliga sterkt. (Efesusbrævið 2:3) Paulus mátti veruliga stríðast. Hví? Tí syndin búði í honum. Vilja vit fegin verða góðkend av Gudi, mugu vit somuleiðis stríðast ímóti okkara syndiga lyndi. — Rómbrævið 7:14-24; 2 Korintbræv 5:10.

17. Hvat ger stríðið hjá okkum móti tí syndiga lyndinum uppaftur torførari?

17 Satan leitar støðugt eftir onkrum líkinda høvi at lokka okkum at bróta Guds lógir, og tí er bardagin ímóti syndini torførur. (1 Pætur 5:8) Við nøkrum kristnum brøðrum í huga skrivaði Paulus stúrin: „Eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi.“ (2 Korintbræv 11:3) Taktikkurin hjá Satani er nakað hin sami í dag. Hann roynir at fáa okkum at ivast í, um Jehova er góður, og um tað nyttar nakað at fylgja hansara boðum. Djevulin roynir at misnýta tað syndiga lyndið, vit fingu í arv, og gera okkum stolt, havisjúk, hatsk og fordómsfull.

18. Hvussu nýtir Satan heimin at fremja synd?

18 Eitt av amboðunum, Satan nýtir ímóti okkum, er heimurin, sum hann hevur valdið á. (1 Jóhannes 5:19) Ansa vit ikki eftir, kunnu spilt og óærlig menniskju í heiminum kring okkum trýsta okkum inn á eina syndiga kós, so vit bróta Guds siðareglur. (1 Pætur 4:3-5) Nógv leggja einki í Guds lógir og kveistra samvitskuna til viks, so hon at enda verður kensluleys. (Rómbrævið 2:14, 15; 1 Timoteus 4:1, 2) Summi fáa sær so við og við vanar, sum teirra egna ófullkomna samvitska ikki fyrr læt sær lynda. — Rómbrævið 1:24-32; Efesusbrævið 4:17-19.

19. Hví er tað ikki nóg mikið bara at liva eitt reint lív?

19 At liva eitt reint lív í hesum heimi er einki minni enn eitt bragd. Men at vera Skaparanum til vildar krevur meira enn tað. Vit mugu eisini trúgva á Gud og kenna ábyrgd mótvegis honum. (Hebrearabrævið 11:6) „Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd,“ skrivaði lærisveinurin Jákup. (Jákup 4:17) Ja, at skúgva Gud og hansara boð til viks við vilja er í sjálvum sær ein synd.

20. Hvussu roynir Satan kanska at fáa teg burtur frá at gera tað rætta, men hvat kann hjálpa tær at standa ímóti trýstinum?

20 Satan fer allarhelst at eggja til mótstøðu ímóti, at tú lesur Bíbliuna og fær kunnskap um Gud. Vónandi letur tú ikki slíkt trýst forða tær í at gera tað rætta. (Jóhannes 16:2) Nógvir leiðarar trúðu Jesusi, meðan hann gjørdi tænastu her á jørðini, men teir vildu ikki viðganga tað av ótta fyri at verða útihýstir úr samfelagnum. (Jóhannes 12:42, 43) Eirindaleyst roynir Satan at ræða øll, sum leita sær kunnskap um Gud. Men tú eigur altíð at minnast til og virða alt tað undurfulla, Jehova hevur gjørt. Kanska fært tú enntá hjálpt andstøðingum at fáa somu fatan.

21. Hvussu kunnu vit sigra yvir heiminum og okkara syndiga lyndi?

21 So leingi sum vit eru ófullkomin, synda vit. (1 Jóhannes 1:8) Men vit standa ikki einsamøll í stríðnum. Vit kunnu koma sigrandi úr bardaganum ímóti hinum ónda, Satan Djevulinum. (Rómbrævið 5:21) Tá tænasta Jesusar á jørðini leit móti endanum, uggaði hann lærisveinar sínar við orðunum: „Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir — Eg havi sigrað yvir heiminum!“ (Jóhannes 16:33) Ja, eisini ófullkomin menniskju kunnu við Guds hjálp vinna sigur á heiminum. Satan hevur einki tak í teimum, sum standa honum ímóti og eru „Gudi undirgivin“. (Jákup 4:7; 1 Jóhannes 5:18) Sum vit fáa at síggja, hevur Gud gjørt ein veg burtur úr trældóminum undir synd og deyða.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvør er Satan Djevulin?

Hví eldast fólk og doyggja?

Hvat er synd?

Hvussu fær Satan fólk at synda móti Gudi við vilja?

[Lestrarspurningar]

[Heilsíðumynd á síðu 54]