Hvør er hin sanni Gud?
Kapittul 3
Hvør er hin sanni Gud?
1. Hví taka nógv undir við byrjunarorðunum í Bíbliuni?
TÁ tú eina stjørnuklára nátt hyggur at luftini, undrast tú so ikki á allar tær nógvu stjørnurnar, ið eru at síggja? Hvussu vórðu tær til? Og hvør birti lívið á jørðini — litfagrar blómur, fuglar við yndisligum sangi, máttmiklar hvalir, sum bólta sær í sjónum? Vit kundu hildið áfram. Alt hetta kann ikki vera komið av tilvild. Ei undur í at nógv taka undir við fyrstu orðunum í Bíbliuni: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ — 1 Mósebók 1:1.
2. Hvat sigur Bíblian um Gud, og hvat eggjar hon okkum til at gera?
2 Fólk eru ógvuliga ymisk á máli, tá talan er um Gud. Summi meina, at Gud er ein ópersónlig kraft. Milliónir tilbiðja deyðar forfedrar, tí Gud eftir teirra tykki er so fjarur, at tey ikki kunnu nærkast honum. Men sambært Bíbliuni er hin sanni Gud ein veruligur persónur, sum hevur stóran áhuga í hvørjum einstøkum av okkum. Tí eggjar hon okkum til at „søkja Gud“ og sigur, at „Hann ikki [er] langt frá nøkrum av okkum“. — Ápostlasøgan 17:27.
3. Hví ber ikki til at gera eina mynd av Gudi?
3 Hvussu sær Gud út? Nakrir fáir av tænarum hansara hava í sjónum sæð hansara ærumiklu útsjónd. Í sjónunum sást hann sitandi á einum hásæti, og ljómin um hann var øtiligur. Men teir, sum fingu slíkar sjónir, hava kortini ongantíð sagt frá andliti hansara. (Dániel 7:9, 10; ) Tað er tí „Gud er Andi“ og ikki hevur holdligt likam. ( Opinberingin 4:2, 3Jóhannes 4:24) I veruleikanum ber ikki til at gera eina nágreiniliga, ítøkiliga mynd av Skaparanum, tí „eingin hevur nakrantíð sæð Gud“. (Jóhannes 1:18; 2 Mósebók 33:20) Men kortini lærir Bíblian okkum nógv um Gud.
HIN SANNI GUD HEVUR EITT NAVN
4. Hvørji talandi heiti nýtir Bíblian um Gud?
4 Í Bíbliuni verður hin sanni Gud nevndur „Gud hin Alvaldi“, ’hin Hægsti’, ’hin stóri Skaparin’, hin stóri Lærarin, ’hin ovasti Harrin’ og ’kongur aldanna’. (1 Mósebók 17:1; Sálmur 50:14; Prædikarin 12:1, NW; Esaias 30:20, NW; Ápostlasøgan 4:24, NW; 1 Timoteus 1:17) At grunda um hesi heiti hjálpir okkum at fáa størri kunnskap um Gud.
5. Hvat er Guds navn, og hvussu ofta stendur tað í Hebraisku Skriftunum?
5 Men Gud hevur eisini eitt navn, og tað navnið stendur nærum 7000 ferðir bara í Hebraisku Skriftunum — oftari enn nakað heiti hjá honum. Fyri umleið 1900 árum síðani hildu jødarnir vegna pátrúgv uppat at siga Guds navn. Eingi sjálvljóð vóru í hebraisku bókstavarøðini, sum Bíblian varð skrivað við, og tí fæst ikki at vita, nágreiniliga hvussu Móses, Dávid ella onnur í forðum søgdu tey fýra hjáljóðini (יהוה),sum eru Guds navn. Nakrir bíbliugranskarar halda rætta framburðin vera „Jahve“, men eingin veit tað við vissu. Framburðurin „Jehova“ hevur kortini í øldir verið alment viðurkendur víða hvar í heiminum.
HVÍ TÚ EIGUR AT NÝTA GUDS NAVN
6. Hvat stendur í Sálmi 83:19 um Jehova, og hví eiga vit at brúka hansara navn?
6 Sernavn Guds, Jehova, tænir til at skilja hann frá øllum øðrum gudum. Tí stendur tað navnið so ofta at lesa í Bíbliuni, serstakliga í hebraiska tekstinum. Nógvir týðarar Sálmur 83:19 sigur greitt: „Eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini!“ Tí eiga vit at nýta Guds persónliga navn, tá vit tosa um hann.
nýta ikki Guds navn, men7. Hvat lærir týdningurin av navninum Jehova okkum um Gud?
7 Navnið Jehova kemur av einum hebraiskum sagnorði, sum merkir „at verða“. Guds navn merkir tí „Hann letur (ella: fær at) verða“. Jehova Gud lýsir soleiðis seg sjálvan, sum „hann, ið er miðvísur“. Hann fremur altíð sínar ætlanir. Bert hin sanni Gud kann av røttum bera hetta navnið, tí menniskju vita ongantíð fyri vist, um teirra ætlanir verða framdar. (Jákup 4:13, 14) Eingin uttan Jehova kann siga: „So skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum — tað skal . . . avrika tað, ið Eg sendi tað til.“ — Esaias 55:11.
8. Hvørja ætlan kunngjørdi Jehova við Mósesi?
8 Sagt verður um hebraisku ættarfedrarnar Ábraham, Ísak og Jákup, at teir ’ákallaðu navn [Jehova]’, men teir kendu ikki til fulnar týdningin av Guds navni. (1 Mósebók 21:33; 26:25; 32:9; 2 Mósebók 6:3) Tá Jehova seinni opinberaði, at hann hevði í hyggju at fría eftirkomarar teirra, ísraelsmenn, úr trældóminum í Egyptalandi og geva teimum eitt ’land, ið fleyt í mjólk og hunangi’, ljóðaði tað kanska ómøguligt. (2 Mósebók 3:17) Men Gud legði herðslu á æviga týdningin í navni sínum, tá hann við profet sín, Móses, segði: „So skalt tú siga við Ísraelsmenn: ’[Jehova] Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara!’ — Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.“ — 2 Mósebók 3:15.
9. Hvussu metti Farao Jehova?
9 Móses bað Farao, egyptalandskong, lata ísraelsmenn sleppa út í oyðimørkina at tilbiðja Jehova. Men Farao, ið sjálvur varð roknaður sum gudur, og sum dýrkaði aðrar egyptiskar gudar, svaraði: „Hvør er [Jehova], sum eg 2 Mósebók 5:1, 2.
skuldi aktað og latið Ísraelsmenn farið! Eg veit einki um [Jehova], og eg lati heldur ikki Ísraelsmenn fara!“ —10. Hvat gjørdi Jehova fyri at fremja ætlan sína viðvíkjandi ísraelsmonnum, tá teir vóru í Egyptalandi?
10 Jehova tók nú stig til at fremja sína ætlan samsvarandi tí, sum navn hansara merkir. Hann læt tíggju plágur koma yvir egyptar, og seinasta plágan drap allar teir frumbornu í Egyptalandi, eisini son hins stolta Farao. Nú vóru egyptar meir enn hugaðir at lata ísraelsmenn fara. Ja, summir av teimum vóru so hugtiknir av mátti Jehova, at teir fóru við ísraelsmonnum út úr Egyptalandi. — 2 Mósebók 12:35-38.
11. Hvat undur gjørdi Jehova við Reyðahavið, og hvat noyddust fíggindar hansara at viðurkenna?
11 Hin treiski Farao og herur hansara við fleiri hundrað stríðsvognum settu eftir teimum at vinna trælirnar aftur. Tá egyptarnir nærkaðust, kleyv Gud á undurfullan hátt Reyðahavið sundur, so ísraelsmenn sluppu tvørturum á turrum. Eltararnir fóru út á havbotnin, og nú læt Jehova „hjólini detta av vagnum teirra, so at lítið gekk fram hjá teimum“. Egyptisku vagnhetjurnar róptu: „Latið okkum flýggja fyri Ísrael, tí [Jehova] stríðir fyri tey móti Egyptum!“ Men ov seint var. Teir veldigu múrarnir av vatni skolaðu oman yvir teir, „yvir vagnarnar og hestmenninar, allan her Faraos“. (2 Mósebók 14:22-25, 28) Jehova skapti sær soleiðis eitt stórt navn, og hendingin er fram at hesum degi ongantíð gloymd. — Josva 2:9-11.
12, 13. (a) Hvønn týdning hevur Guds navn fyri okkum nú á døgum? (b) Hvat noyðast fólk at læra, og hví?
12 Navnið, Gud gav sær sjálvum, hevur stóran týdning fyri okkum nú á døgum. Navn hansara, Jehova, stendur sum trygd fyri, at hann fremur alt, sum hann hevur sett sær fyri, eisini upprunaligu ætlan sína: At gera jørðina til eitt paradís. (1 Mósebók 1:28; 2:8) Við hesi ætlan beinir hann fyri øllum teimum, sum nú í tíðini eru ímóti fullveldi hansara, tí hann hevur sagt: „[Tjóðirnar] skulu sanna, at Eg eri [Jehova].“ (Ezekiel 38:23) Síðan heldur hann lyfti sítt um at leiða tey, sum tilbiðja hann, inn í ein nýggjan og rættvísan heim. — 2 Pætur 3:13.
13 Øll, sum fegin vilja fáa Guds tokka, mugu læra at ákalla navn hansara í trúgv, tí Bíblian lovar: „Hvør tann, ið kallar á navn [Jehova], skal verða frelstur.“ (Rómbrævið 10:13) Ja, navnið Jehova er sera týdningarmikið. Ákallar tú Jehova sum Gud tín og Frelsara, kanst tú fáa æviga eydnu.
EGINLEIKAR HINS SANNA GUDS
14. Hvørjar av teimum grundleggjandi eginleikunum hjá Gudi leggur Bíblian serligan dent á?
14 Tann, ið lesur um bjarging Ísraels úr Egyptalandi, varnast fýra grundleggjandi eginleikar hjá Gudi, sum javnviga fullkomiliga. Framferð hansara mótvegis Farao vísti hansara ómetaliga vald. (2 Mósebók 9:16) Tann meistaraliga viðgerðin av tí fløktu støðuni vísti nakað um Guds makaleysa vísdóm. (Rómbrævið 11:33) Rættvísi hansara sást í revsingini, hann læt koma yvir tey, sum treiskaðust ímóti honum og kúgaðu fólk hansara. (5 Mósebók 32:4) Ímillum Guds eginleikar hevur kærleikin serstøðu. Jehova sýndi sín stóra kærleika við at halda lyfti sítt viðvíkjandi eftirkomarum Ábrahams. (5 Mósebók 7:8) Hann vísti eisini kærleika sín, tá hann loyvdi nøkrum egyptum at rýma undan følskum gudum og fáa stórar fyrimunir av støðutakanini fyri hinum eina sanna Gudi.
15, 16. Hvussu hevur Gud víst kærleika?
15 Tá tú lesur Bíbliuna, leggur tú til merkis, at kærleiki er týdningarmesti eginleikin hjá Gudi, og at hann kemur til sjóndar á mangan hátt. Til dømis var tað av kærleika, hann gjørdist Skapari og fyrst gav andaskapningum lut í gleðini um lívið. Hesir hundraðtals milliónirnar av einglum elska Gud og prísa honum. (Job 38:4, 7; Dániel ) Gud vísti eisini kærleika, tá hann skapti jørðina og gjørdi hana til reiðar, so menniskjuni kundu liva eydnurík á henni. — 7:101 Mósebók 1:1, 26-28; Sálmur 115:16.
16 Vit hava gagn av Guds kærleika á so mangan hátt, at ikki kann sigast frá tí. Til dømis skapti Gud okkum so undurfult, at vit kunnu gleðast um lívið. (Sálmur 139:14) Kærleiki hansara sæst av, at hann ’gevur okkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettar hjørtu okkara við føði og gleði’. (Ápostlasøgan 14:17) Ja, Gud letur „sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís“. (Matteus 5:45) Av kærleika hjálpir Skaparin okkum eisini at nema kunnskap um hann og kenna gleði sum hansara tænarar. Ja, „Gud er kærleiki“. (1 Jóhannes 4:8) Men nógv annað eyðkennir hann sum persón.
„EIN MISKUNNSAMUR OG NÁÐIGUR GUD“
17. Hvat læra vit um Gud í Aðru Mósebók 34:6, 7?
17 Komnir tvørtur um Reyðahavið høvdu ísraelsmenn brúk fyri at læra Gud uppaftur betur at kenna. Tí segði Móses í eini bøn: „Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum!“ (2 Mósebók 33:13) Móses kom at kenna Gud betur, tá hann hoyrdi Gud sjálvan koma við hesi yvirlýsingini: „[Jehova]! [Jehova]! — miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan.“ (2 Mósebók 34:6, 7) Gud javnvigar kærleika sín við rættvísi og verjir ikki miðvísar syndarar ímóti at kenna avleiðingarnar av sínum skeiva atburði.
18. Hvussu hevur Gud víst, at hann er miskunnsamur?
18 Sum Móses lærdi, er Gud eisini miskunnsamur. Hinum miskunnsama tykist synd í tí neyðstadda, og hann roynir at hjálpa honum. Soleiðis hevur Gud sýnt menniskjum Opinberingin 21:3-5) Tey, sum tilbiðja Gud, kunnu verða fyri onkrari vanlukku vegna umstøðurnar í hesum ónda heimi, ella tey eru kanska óhyggin og koma av teirri grund illa fyri. Men biðja tey eyðmjúk Jehova um hjálp, uggar hann og hjálpir teimum. Hví? Tí hann er miskunnsamur og hevur eyma umsorgan fyri sínum tilbiðjarum. — Sálmur 86:15; 1 Pætur 5:6, 7.
samhuga og givið teimum møguleika fyri fullkomiliga at sleppa undan líðingum, sjúku og deyða. (19. Hví kunnu vit siga, at Gud er náðigur?
19 Nógv, sum hava vald, eru eirindaleys í síni framferð mótvegis øðrum. Men Jehova, harafturímóti, vísir eyðmjúku tænarum sínum náði. Hann er hægsti myndugleikin í alheiminum, og kortini sýnir hann yvirhøvur øllum menniskjum ómetaliga góðvild. (Sálmur 8:4, 5; Lukas 6:35) Jehova er eisini einstaklingum náðigur og svarar teirra serstøku bønum um vælvild. (2 Mósebók 22:26, 27; ) Gud hevur sjálvandi onga skyldu at sýna menniskjum tokka ella miskunn. ( Lukas 18:13, 142 Mósebók 33:19) Vit mugu tí vísa at vit virða náði og miskunn Guds høgt. — Sálmur 145:1, 8.
SEINUR TIL VREIÐI, ÓPARTÍSKUR OG RÆTTVÍSUR
20. Hvat vísir, at Jehova er seinur til vreiði og ikki ger mannamun?
20 Jehova er seinur til vreiði. Men hetta er kortini ikki tað sama sum, at hann ongantíð fer til verka, hann týndi jú hin treiska Farao og her hansara í Reyðahavinum. Jehova ger hartil ikki mannamun. Ognarfólk hansara, ísraelsmenn, mistu at enda tokka hansara orsakað av sínum áhaldandi misbrotum. Gud tekur væl ímóti tilbiðjarum úr øllum tjóðum, tó treytað av at teir fylgja hansara rættvísu leiðum. — Ápostlasøgan 10:34, 35.
21. (a) Hvat lærir Opinberingin 15:2-4 okkum um Gud? (b) Hvussu verður tað lættari hjá okkum at liva soleiðis, sum Gud vil?
21 Opinberingarbókin í Bíbliuni leggur dent á týdningin av at læra um „rættvísu dómar“ Guds. Í henni lesa vit, at himmalskir skapningar syngja: „Stór og undurfull eru verk Tíni [Jehova] Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna! Hvør skuldi ikki óttast Teg, [Jehova], og prísað navni Tínum! Eingin er heilagur uttan Tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni; tí rættvísu dómar Tínir eru opinberaðir!“ (Opinberingin 15:2-4) Vit sýna Jehova gagnligan ótta ella djúpa virðing við at gera tað, sum hann sigur er rætt. Hetta gerst lættari, tá vit minna okkum sjálvi um Guds vísdóm og kærleika. Øll hansara boð eru til okkara besta. — Esaias 48:17, 18.
’JEHOVA GUD OKKARA ER EIN’
22. Hví tilbiðja tey, sum viðurkenna Bíbliuna, ikki eina tríeind?
22 Egyptar dýrkaðu nógvar gudar, men Jehova er 2 Mósebók 20:5, NW.) Móses minti ísraelsmenn um at „[Jehova] Gud okkara, [Jehova] er ein“. (5 Mósebók 6:4) Hesi orðini vórðu endurtikin av Jesusi Kristi. (Markus 12:28, 29) Tey, ið viðurkenna Bíbliuna sum Guds orð, tilbiðja tí ikki eina tríeind av trimum persónum ella gudum í einum. Í roynd og veru stendur orðið „tríeind“ slettis ikki í Bíbliuni. Hin sanni Gud er ein persónur, og Jesus Kristus ein annar. (Jóhannes 14:28; 1 Korintbræv 15:28) Guds heilagi andi er eingin persónur. Hann er virksama megin hjá Jehova, sum hin Alvaldi nýtir at fremja sína ætlan. — 1 Mósebók 1:2; Ápostlasøgan 2:1-4, 32, 33; 2 Pætur 1:20, 21.
„Gud, sum krevur óskerdan alsk“. (23. (a) Hvussu fært tú størri kærleika til Gud? (b) Hvat segði Jesus um tað at elska Gud, og hvat mugu vit læra um Jesus?
23 Tá tú hugsar um, hvussu undurfullur Jehova er, heldur tú so ikki, hann er tilbiðjan tína verdur? Tá tú kannar orð hansara, Bíbliuna, lærir tú hann betur at kenna og skilur, hvat hann krevur av tær við tíni ævigu vælferð og lukku í huga. (Matteus 5:3, 6) Hetta økir kærleika tín til Gud, og tað hevur stóran týdning, tí Jesus segði: „Tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“ (Markus 12:30) Jesus hevði eyðsæð sjálvur slíkan kærleika til Gud. Men hvat sigur Bíblian okkum um Jesus Kristus? Hvør er støða hansara í Guds ætlan?
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hvat er Guds navn, og hvussu ofta stendur tað í Hebraisku Skriftunum?
Hví eiga vit at brúka Guds navn?
Hvørjar eginleikar hjá Gudi dámar tær serliga væl?
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 29]
Hvussu væl kennir tú Skaparan av øllum lutum?