Hvørja tilbiðjan góðkennir Gud?
Kapittul 5
Hvørja tilbiðjan góðkennir Gud?
1. Hvat vildi ein samversk kvinna fegin vita um tilbiðjan?
HEVUR tú nakrantíð spurt teg sjálvan: ’Hvørja tilbiðjan góðkennir Gud?’ Kanska var tað henda spurningin, ein ávís kvinna hevði í huga, tá hon tosaði við Jesus Kristus nærindis Garizimfjallinum í Samaria. Hon vísti á munin millum gudsdýrkanina hjá jødum og samverjum, og segði so: „Fedrar okkara hava tilbiðið á hesum fjalli, og tit siga, at í Jerúsalem er staðið, har tilbiðið eigur at verða.“ (Jóhannes 4:20) Segði Jesus tí samversku kvinnuni, at Gud góðkennir alla tilbiðjan? Ella nevndi hann okkurt ávíst, ið krevst fyri at toknast Gudi?
2. Hvussu svaraði Jesus tí samversku kvinnuni?
2 Heilt óvæntað svaraði Jesus: „Tann tími kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerúsalem, tit tilbiðja Faðirin.“ (Jóhannes 4:21) Samverjar høvdu leingi óttast Jehova og dýrkað aðrar gudar á Garizimfjalli. (2 Kongabók 17:33) Nú segði Jesus Kristus, at hvørki hevði hetta fjallið og ei heldur Jerúsalem nakran týdning fyri sanna tilbiðjan.
TILBIÐ Í ANDA OG SANNLEIKA
3. (a) Hví kendu samverjar ikki veruliga Gud? (b) Hvussu kundu trúfastir jødar og onnur læra Gud at kenna?
3 Jesus helt áfram við ta samversku kvinnuna: „Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið Jóhannes 4:22) Samverjar høvdu falskar trúarhugsanir og viðurkendu bara fimm tær fyrstu bøkurnar í Bíbliuni sum innblástar — og tá bara í sínum egna endurskoðaða teksti, kendur sum Tær Sámárisku Mósebøkurnar. So í veruleikanum kendu teir ikki Gud. Men øðrvísi var við jødunum, teimum vóru Guds heiløgu orð litin upp í hendur. (Rómbrævið 3:1, 2) Í teimum innblástu skriftunum stóð alt tað, sum trúgvandi jødum, og øðrum við, tørvaði fyri at læra Gud at kenna.
vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum.“ (4. Hvat máttu bæði jødar og samverjar gera sambært Jesusi, um Gud skuldi góðkenna teirra tilbiðjan?
4 Í grundini vísti Jesus, at bæði jødar og samverjar máttu laga tilbiðjan sína eftir Guds tykki. Hann segði: „Men tann tíð kemur — og er nú — táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava. Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“ (Jóhannes 4:23, 24) Vit mugu tilbiðja Gud „í anda“, stuðlað av hjørtum, sum eru full av trúgv og kærleika. Vit kunnu tilbiðja Gud ’í sannleika’ við at lesa hansara orð, Bíbliuna, og við at tilbiðja hann samsvarandi sannleikanum, sum hann hevur opinberað. Vilt tú tað?
5. (a) Hvat er tað at „tilbiðja“? (b) Hvat mugu vit gera, um vit fegin vilja, at Gud skal góðkenna okkara tilbiðjan?
5 Jesus legði dent á, at Gud ynskir sanna tilbiðjan. Tað vísir, at Jehova ikki góðkennir alla tilbiðjan. At tilbiðja Gud merkir at sýna honum virðingarfulla æru og at veita honum heilaga tænastu. Um tú til dømis hevði hug at heiðra ein veldigan ríkisstjóra, vildi tú so ikki tænt honum og verið honum til vildar? Hvussu mikið meira skuldu vit so ikki ynskt at verið Gudi til vildar? Í staðin fyri at siga: ’Mín trúgv hóskar til mín,’
mugu vit tí tryggja okkum, at okkara tilbiðjan lýkur Guds krøv.GER VILJA FAÐIRSINS
6, 7. Hví viðurkennir Jesus ikki summi, ið siga seg vera hansara lærisveinar?
6 Latið okkum lesa Matteus 7:21-23 og vita, um vit kunnu koma fram á okkurt, sum greitt vísir, um Gud góðkennir alla tilbiðjan. Jesus segði: „Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: ’Harri, Harri!’ skal koma inn í ríki Himmiríkis — nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli. Mong skulu siga við Meg hin dag: ’Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!’ Og tá skal Eg vitna fyri teimum: ’Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!’“
7 Ein avgjørd treyt í sannari tilbiðjan er at viðurkenna Jesus Kristus sum Harra. Men sum skilst, vantaði okkurt í hjá nógvum av teimum, sum søgdu seg vera Jesu lærisveinar. Hann segði, at nøkur skuldu gera „kraftargerðir“, eitt nú tað tey hildu vera undurfulla grøðing. Og tó gjørdu tey ikki tað, sum sambært Jesusi var alneyðugt, nevniliga ’vilja Faðirs hansara, sum er í himli’. Vilja vit fegin vera Gudi til vildar, mugu vit vita, hvat vilji Faðirsins er, og so gera hann.
NÁGREINILIGUR KUNNSKAPUR — EIN VERND
8. Hvat krevst av okkum, um vit skulu gera Guds vilja, og hvørjum skeivum uppfatanum mugu vit sleppa?
8 At gera Guds vilja krevur nágreiniligan kunnskap um bæði Jehova Gud og Jesus Kristus. Tann kunnskapurin førir til ævigt lív. Tí mugu vit av álvara leggja Efesusbrævið 4:13; Filippibrævið 1:9; Kolossebrævið 1:9.
okkum eftir at fáa kunnskap úr Guds orði, Bíbliuni. Summi halda ikki, vit hava nakað at stúra fyri, bara vit eru falsleys og íðin í okkara tilbiðjan. Onnur siga: ’Jú minni vit vita, tess minni verður kravt av okkum.’ Men Bíblian eggjar okkum til at vaksa í kunnskapi um Gud og hansara ætlanir. —9. Hvussu kann nágreiniligur kunnskapur verja okkum, og hví tørvar okkum slíka verju?
9 Tann kunnskapurin verjir okkum fyri at dálka okkara tilbiðjan. Paulus ápostul tosaði um ein ávísan andaskapning, sum lætst at vera „eingil ljóssins“. (2 Korintbræv 11:14) Í dularbúna roynir hesin andaskapningurin, Satan, at lokka okkum til ymist ímóti Guds vilja. Aðrir andaskapningar, sum eru í parti við honum, hava eisini dálkað tilbiðjanina hjá fólki, tí Paulus segði: „Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud.“ (1 Korintbræv 10:20) Mong hava ivaleyst hildið seg tilbiðja á rættan hátt, sjálvt um tey ikki gjørdu tað, Gud vildi. Tey vóru lokkað út í óreina, falska tilbiðjan. Vit skulu seinni læra meira um Satan og illu andarnar, men hesir fíggindar Guds hava avgjørt dálkað menniskjans tilbiðjan.
10. Hvat hevði tú gjørt, um onkur við vilja dálkaði vatnveitingina hjá tær, og hvat ger nágreiniligur kunnskapur teg føran fyri?
10 Um tú visti, at onkur við vilja hevði dálkað vatnveitingina heima hjá tær, hevði tú so framvegis drukkið av henni? Nei, tú hevði sjálvandi alt fyri eitt roynt at funnið tær reint og gott vatn aðrastaðni. Nágreiniligur kunnskapur um Guds orð ger teg føran fyri at síggja mun á sannari tilbiðjan og falskari víð tí óreinskuni, sum ger, at Gud ikki góðkennir hana.
EIN LÆRA GRUNDAÐ Á MENNISKJABOÐ
11. Hvat feilti tilbiðjanini hjá nógvum jødum?
11 Nógvir jødar á døgum Jesusar livdu ikki samsvarandi tí nágreiniliga kunnskapinum um Gud. Teir mistu tí høvið at standa reinir fyri Jehova. Viðvíkjandi teimum skrivaði Paulus: „Eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud — men ikki við skili.“ (Rómbrævið 10:2) Teir gjørdu sjálvir av, hvussu teir vildu tilbiðja Gud í staðin fyri at lurta eftir honum.
12. Hvat dálkaði tilbiðjanina í Ísrael, og hvussu varð úrslitið?
12 Í fyrstuni fylgdu ísraelsmenn teimum ávísingunum, teir fingu frá Gudi, og tí høvdu teir eina reina tilbiðjan; men sum fráleið, varð hon dálkað av menniskjagjørdari læru og lívsáskoðan. (Jeremias 8:8, 9; Malakias 2:8, 9; Lukas 11:52) Jødisku trúarleiðararnir, vanliga nevndir farisearar, hildu, at Gudi góðkendi teirra tilbiðjan, men Jesus segði teimum: „Beint profeteraði Esaias um tykkum, hyklarar tykkara! — sum skrivað er: ’Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum, men hjarta teirra er langt frá Mær. Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.’“ — Markus 7:6, 7.
13. Hvussu kundu vit líkst farisearunum?
13 Kundu vit verið í somu støðu sum fariseararnir? Tað kundu vit — um vit fylgdu mannafrásøgnum og átrúnaligari siðvenju í staðin fyri at kanna, hvat Gud hevur sagt um tilbiðjan. Vandin er veruligur, og tí ávaraði Paulus: „Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda.“ (1 Timoteus 4:1) Alt er sostatt ikki í lagi, bara vit halda, at Gud góðtekur okkara tilbiðjan. Sum samverska kvinnan, ið hitti Jesus, hava vit kanska arvað trúnna frá okkara forfedrum. Men vit mugu tryggja okkum, at vit gera tað, sum Gud kann góðkenna.
ANSA EFTIR, AT GUD IKKI GERST MISNØGDUR VIÐ TEG
14, 15. Hví mugu vit ansa eftir, sjálvt um vit kanska vita nakað um Guds vilja?
14 Ansa vit ikki eftir, gera vit kanska nakað, sum í Guds eygum er ósømiligt. Jóhannes ápostul fall til dømis niður fyri føturnar á einum eingli „at tilbiðja hann“. Men eingilin ávaraði: „Ger ikki tað! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, teirra, sum hava vitnisburð Jesusar. Tilbið Gud!“ (Opinberingin 19:10) Sært tú, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit tryggja okkum, at okkara tilbiðjan ikki onkursvegna er dálkað av avgudadýrkan? — 1 Korintbræv 10:14.
15 Tá nøkur kristin tóku sær fyri at fylgja trúarsiðum, sum Gudi ikki dámdi, spurdi Paulus: „Hvussu kunnu tit nú fara aftur til hin veika og fátæka barnalærdóm, sum tit aftur av nýggjum ætla at træla undir! Tit halda dagar, mánaðir, tíðir og ár — eg eri ræddur fyri, at tað skal vera til einkis, eg havi møtt meg við tykkum!“ (Galatiabrævið 4:8-11) Hesi fólkini høvdu fingið kunnskap um Gud, men gjørdu seinni tað mistakið at halda trúarsiðir og halgidagar í hevd, sum Gud ikki góðkendi. Sum Paulus segði, mugu vit áhaldandi ’rannsaka, hvat Harranum toknast’. — Efesusbrævið 5:10.
16. Hvussu hjálpa Jóhannes 17:16 og Fyrra Pætursbræv 4:3 okkum at avgera, um Gudi dámar, at vit halda halgidagar og siðir?
16 Vit mugu fáa vissu fyri, at vit ikki halda átrúnaligar halgidagar og aðrar siðir, sum eru í stríð við Guds meginreglur. (1 Tessalonikabræv 5:21) Til dømis segði Jesus viðvíkjandi lærisveinum sínum: „Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum.“ (Jóhannes 17:16) Tekur trúarsamfelagið, sum tú hoyrir til, lut í hátíðarhaldi og halgidøgum, sum eru í stríð við meginregluna um uttanveltastøðu í málum, sum hoyra hesum heimi til? Ella hava nøkur úr tínum trúarsamfelagi lut í siðum og veitslum, har atburðurin samsvarar lýsingini, sum Pætur ápostul kom við? Hann skrivaði: „Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna — livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan.“ — 1 Pætur 4:3.
17. Hví mugu vit skýggja alt, ið speglar heimsins anda?
17 Jóhannes ápostul strikaði undir týdningin av at skýggja alla atferð, sum speglar andan í tí gudleysa heiminum kring okkum. Hann skrivaði: „Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er — lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins — er ikki av Faðirinum, men av heiminum. Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:15-17) Legði tú til merkis, at „tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir“? Ja, gera vit Guds vilja og skýggja gerðir, sum spegla heimsins anda, kunnu vit hava vón um ævigt lív!
FYLG GUDS UPPHEVJAÐU REGLUM
18. Hvørja skeiva uppfatan høvdu nøkur í Korint viðvíkjandi atburði, og hvat kunnu vit læra av tí?
18 Gud ynskir tilbiðjarar, sum fylgja hansara upphevjaðu siðareglum. Í fornaldar Korint fóru nøkur skeiv og hildu, at Gud bar yvir við siðloysi. Hvussu illa tey mistóku seg, sæst av Fyrra Korintbrævi 6:9, 10. Skal Gud góðkenna okkara tilbiðjan, mugu vit í orði og verki vera honum til vildar. Er tað soleiðis, tú tilbiður Gud? — Matteus 15:8; 23:1-3.
19. Hvussu ávirkar hin sanna tilbiðjanin okkara atburð móti øðrum?
19 Í umganginum við onnur mugu vit eisini spegla Guds fyrimynd. Jesus Kristus eggjaði okkum til gera móti øðrum, sum vit vilja hava tey at gera móti okkum, tí hetta er ein partur av sannari tilbiðjan. (Matteus 7:12) Legg eisini til merkis, tað hann segði um bróðurkærleika: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan“ (Jóhannes 13:35) Jesu lærisveinar mugu elska hvør annan og gera bæði trúarfelagum og øðrum gott. — Galatiabrævið 6:10.
HEILHUGAÐ TILBIÐJAN
20, 21. (a) Hvørja tilbiðjan krevur Gud? (b) Hví vildi Jehova ikki vita av tilbiðjan ísraelsmanna á Malakiasar døgum?
20 Er títt hjartans ynski at tilbiðja Gud eftir hansara tykki? So mást tú hava somu áskoðan á tilbiðjan sum Jehova. Lærisveinurin Jákup legði dent á, at Guds meining er avgerandi, ikki okkara egna. Hann skrivaði: „Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.“ (Jákup 1:27) Við einum ynski um at toknast Gudi mugu vit hvør sær kanna okkara tilbiðjan og tryggja okkum, at hon ikki er dálkað av gudloysi, og at vit ikki leypa okkurt um, sum hann metir hava týdning. — Jákup 1:26.
21 Gudi dámar bert reina, heilhugaða tilbiðjan. (Matteus 22:37; Kolossebrævið 3:23) Tá Ísraels tjóð slakaði á hesum øki, segði Gud: „Sonur heiðrar faðir sín, og tænari harra sín. — Eri Eg nú faðir, hvar er tá heiður Mín! Og eri Eg harri, hvar er tá óttin fyri Mær!“ Tey syndaðu ímóti Gudi við at bjóða honum blind, lamin og sjúk kríatúr sum offur, og slíka tilbiðjan vísti hann frá sær. (Malakias 1:6-8) Jehova sømir ta reinastu tilbiðjanina, og hann góðkennir einki minni enn óskerdan alsk. — 2 Mósebók 20:5, NW; Orðtøkini 3:9; Opinberingin 4:11.
22. Um vit fegin vilja hava Jehova at góðkenna okkara tilbiðjan, hvat mugu vit so skýggja, og hvat mugu vit gera?
22 Samverska kvinnan, ið tosaði við Jesus, tyktist sinnað at tilbiðja Gud soleiðis, sum hann vildi verða tilbiðin. Vilja vit eisini tað, mugu vit skýggja alla læru og atferð, sum hevur dálkandi árin. (2 Korintbræv 6:14-18) Í staðin leggja vit okkum so eftir at fáa neyvan kunnskap um Gud og gera hansara vilja. Vit vilja halda treytirnar, hann leggur við eini góðkendari tilbiðjan. (1 Timoteus 2:3, 4) Hetta er júst tað, Jehova vitni stremba eftir, og tey biðja teg inniliga, saman við sær, tilbiðja Gud „í anda og sannleika“. (Jóhannes 4:24) Jesus segði: „Tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.“ (Jóhannes 4:23) Vónandi ert tú ein teirra. Sum kvinnan úr Samaria vildi tú ivaleyst fegin livað í allar ævir. (Jóhannes 4:13-15) Men fólk eldast jú og doyggja. Næsta kapitlið sigur okkum hví.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hvørja tilbiðjan góðkennir Gud sambært Jóhannes 4:23, 24?
Hvussu vita vit, um Gudi dámar ávísar siðir og høgtíðir?
Hvørji krøv má ein góðkend tilbiðjan til dømis lúka?
[Lestrarspurningar]
[Heilsíðumynd á síðu 44]