Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat hendir teimum kæru vit missa?

Hvat hendir teimum kæru vit missa?

Kapittul 9

Hvat hendir teimum kæru vit missa?

1. Hvussu kennist tað at missa ein av sínum kæru?

„TAÐ er ógvuliga ringt at missa ein av sínum kæru, tí saknurin aftaná er heilt ófatiligur.“ Soleiðis segði ein sonur, tá hann fyrst misti pápa sín, og stutt eftir eisini mammuna. Pínan og tann djúpi saknurin góvu honum varhugan av, at hann var um at „ganga burtur kensluliga“. Kanska hevur tú eisini upplivað slíka pínu. Og kanska hevur tú undrast á, hvar tíni kæru eru, og um tú kemur at síggja tey aftur.

2. Hvørjir stórir spurningar reisa seg viðvíkjandi teimum deyðu?

2 Sagt hevur verið við syrgjandi foreldur: ’Gud hentar tær vakrastu blómurnar upp til sín í himli.’ Ger hann tað? Eru tey deyðu í einum andaligan heimi? Er tað hetta, onkur nevnir nirvana, sum skal vera ein eydnusæl tilvera uttan líðing og pínu? Eru okkara kæru farin yvirum til ódeyðiligt lív í paradísi? Ella er deyðin, sum onnur vilja vera við, ævig líðing hjá teimum, sum hava syndað ímóti Gudi? Kunnu tey deyðu ávirka lívið hjá okkum? Fyri at fáa álítandi svar upp á slíkar spurningar mugu vit venda okkum til Guds orð, Bíbliuna.

HVAT ER MENNISKJANS „ANDI“?

3. Hvat søgdu Sokrates og Platon um tey deyðu, og hvussu ávirkar tað fólk nú á døgum?

3 Griksku heimspekingarnir Sokrates og Platon hugsaðu sær, at okkurt viðføtt ódeyðiligt mátti vera í monnum og kvinnum — ein sál, sum livir víðari, og sum ongantíð veruliga doyr. Tað sama trúgva milliónir í øllum heiminum í dag. Henda trúgvin elvir kortini ofta til líka so stóran ótta fyri teimum deyðu, sum hon skapar áhuga fyri, um tey hava tað gott. Bíblian lærir okkum nakað heilt annað um deyðan.

4. (a) Hvat sigur Fyrsta Mósebók okkum um sálina? (b) Hvat gav Gud Ádami fyri at gera hann livandi?

4 Í samband við støðu teirra deyðu mugu vit ikki gloyma, at fyrsti forfaðir okkara, Ádam, ikki hevði eina sál. Hann var ein sál. Í einum virðingarverdum skapanartiltaki myndaði Gud menniskjað — sálina — úr frumevnunum í jørðini, og blásti síðani „lívsanda“ í hann. Í Fyrstu Mósebók 2:7 lesa vit: „Gud [Jehova] myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.“ Andadrátturin helt Ádami á lívi. Men tá Gud gav honum lívsanda, var talan ikki bert um at blása luft inn í lunguni á honum. Bíblian nevnir tað ’lívsins andadrátt’, sum virkar í øllum livandi skapningum á jørðini. — 1 Mósebók 7:22.

5, 6. (a) Hvat er ’lívsins andadráttur’? (b) Hvat hendir, tá ’andin’, sum er nevndur í Sálmi 146:4, ikki longur gevur likaminum lív?

5 Hvat er ’lívsins andadráttur’? Tað er lívskraftin, sum Gud gav tí lívleysa kroppinum hjá Ádami. Henda kraftin varð síðani hildin uppi av andadráttinum. Hvat er so ’andin’, sum stendur nevndur í Sálmi 146:4? Hetta ørindið sigur um tann, sum doyr: „Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.“ Tá bíbliuhøvundarnir nýttu orðið „anda“ sum her, hugsaðu teir ikki um eina sál, ið loyst frá likaminum livir víðari, eftir at likamið er deytt.

6 Tann „andin“, sum fer úr menniskjanum, tá tað doyr, er lívskraftin, sum kemur frá Skaparanum. (Sálmur 36:10; Ápostlasøgan 17:28) Henda lívskraftin hevur einki av teimum lyndiseyðkennunum, sum sermerkja skapningin, ið fær lív frá henni, líka so lítið sum elektrisitet broytist alt eftir útgerðini, ið fær orku frá tí. Tá ein doyr, heldur andin (lívskraftin) uppat at geva likamskyknunum lív, eins og ljósið sløknar, tá streymurin verður avbrotin. Tá lívskraftin ikki longur heldur lív í menniskjanum, doyr menniskjað — ella sálin. — Sálmur 104:29; Prædikarin 12:1, 7.

„MOLD SKALT TÚ AFTUR VERÐA“

7. Hvat skuldi henda Ádami, um hann ikki aktaði Gud?

7 Jehova segði greitt, hvat deyðin kom at merkja fyri syndaran Ádam. Gud segði: „Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) Hvat skuldi Ádam verða aftur? Mold sum hann varð skaptur úr. Tá Ádam doyði, var hann rætt og slætt ikki til longur!

8. Á hvønn hátt hevur menniskjað, sum sál, einki fram um dýrini?

8 Í hesum sambandi er eingin munur á deyðanum hjá einum menniskja og einum dýri. Dýr eru eisini sálir, og sami andi, ella lívskraft, heldur teimum á lívi. (1 Mósebók 1:24) I Prædikaranum 3:19, 20 sigur hin vísi Sálomo kongur okkum: „Sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur [í deyðanum] einki fram um dýrini . . . øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.“ Menniskjað hevði tað fram um dýrini, at tað varð skapt í Guds mynd og tí speglaði eginleikarnar hjá Jehova. (1 Mósebók 1:26, 27) Men í deyðanum fara bæði menniskju og dýr aftur í moldina.

9. Hvør er støðan hjá teimum deyðu, og hvagar fara tey?

9 Sálomo greiðir nærri frá deyðanum, tá hann sigur: „Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.“ Nei, tey deyðu hava als einki vit. Við tí í huga gevur Sálomo hesa tilstuðling: „Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.“ (Prædikarin 9:5, 10) Hvar fara tey deyðu? Til Sheol (á hebraiskum: sje’ōlʹ), felags grøv mannaættarinnar. Okkara kæru, sum eru deyð, vita einki. Tey líða ikki, og tey kunnu ikki ávirka okkum á nakran hátt.

10. Hví siga vit, at deyðin ikki nýtist at vera endin á øllum?

10 Skulu vit og okkara kæru so bara liva nøkur fá ár og so, í allar ævir, ikki longur vera til? Ikki sambært Bíbliuni. Tá Ádam gjørdi uppreistur, legði Jehova alt fyri eitt eina skipan til rættis, sum kundi steðga teimum ræðuligu avleiðingunum av menniskjans synd. Deyðin var ikki partur av Guds ætlan við mannaættini. (Ezekiel 33:11; 2 Pætur 3:9) Deyðin nýtist altso ikki at vera endaligur fyri okkum og okkara kæru.

„SOVNAÐUR“

11. Hvussu segði Jesus frá støðuni hjá deyða vini sínum, Lazarusi?

11 Jehova hevur í hyggju at bjarga okkum og okkara kæru undan tí adamitiska deyðanum. Tí sigur Guds orð, at tey deyðu sova. Tá Jesus til dømis frætti, at vinur hansara, Lazarus, var deyður, segði hann við lærisveinar sínar: „Lazarus, vinur okkara, er sovnaður; men Eg fari at vekja hann upp úr svøvni.“ Tá lærisveinarnir ikki alt fyri eitt fataðu, hvat Jesus meinti, segði hann bart út: „Lazarus er deyður.“ (Jóhannes 11:11, 14) Jesus fór so til Betania, har systrarnar hjá Lazarusi, Marta og Maria, syrgdu deyða bróðurin. Tá Jesus segði við Martu: „Bróðir tín skal rísa upp aftur,“ segði hon, at hon trúði, at Gud fór at bøta aftur allar tær ringu avleiðingarnar av deyðanum. Hon segði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“ — Jóhannes 11:23, 24.

12. Hvørja vón hevði Marta í síni sorg viðvíkjandi teimum deyðu?

12 Marta segði einki um eina ódeyðiliga sál, sum livdi víðari onkustaðni eftir deyðan. Hon trúði ikki, at Lazarus var farin í ein andaheim at liva. Marta trúði upp á ta undursomu vónina um, at tey deyðu skulu rísa upp. Hon skilti — ikki at ein ódeyðilig sál var farin úr kroppinum á Lazarusi — men at deyði bróðir hennara var hildin uppat at liva. Loysnin var, at bróðir hennara fekk eina uppreisn.

13. Hvat gudgivið vald hevur Jesus, og hvussu vísti hann tað?

13 Jesus Kristus er tann, sum Jehova Gud hevur givið vald at keypa mannaættina leysa. (Hoseas 13:14) Tí svaraði hann Martu aftur við orðunum: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva [fáa lív aftur, NW], um hann so doyr.“ (Jóhannes 11:25) Jesus sýndi sítt gudgivna vald á hesum øki, tá hann fór út til grøvina, har Lazarus hevði ligið deyður í fýra dagar, og gav honum lívið aftur. (Jóhannes 11:38-44) Hugsa tær gleðina hjá teimum, sum sóu hesa og aðrar uppreisnir av hondum Jesu Krists! — Markus 5:35-42; Lukas 7:12-16.

14. Hví er læran um uppreisnina ósambærilig við hugsanina um eina ódeyðiliga sál?

14 Steðga nú á eina løtu og hugsa um hetta: Eingin hevði havt tørv á eini uppreisn, ella tørv á at venda aftur til lívið, um ein ódeyðilig sál livdi víðari eftir deyðan. Í veruleikanum hevði tað verið ein vánagerð, at reist ein mann sum Lazarus upp aftur til eitt ófullkomið jarðarlív, um hann longu var farin yvirum til eina undursama løn í himli. Men Bíblian nýtir ongantíð málburðin „ódeyðilig sál“. Tvørturímóti sigur hon, at tann sál, ið syndar, skal doyggja. (Ezekiel 18:4, 20) Bíblian vísir altso, at fyri deyðanum eru einastu ráðini ein uppreisn.

„ØLL TEY, SUM ERU Í GRØVUNUM“

15. (a) Hvat merkir orðið „uppreisn“? (b) Hví er tað lítið fyri hjá Jehova at uppreisa eitt menniskja?

15 Orðið, sum Jesu lærisveinar nýttu í samband við „uppreisn“, merkir bókstavliga „at rísa upp“ ella „at stíga upp“. Tað er at rísa úr deyðans lívleysu støðu — so at siga, stíga upp úr mannaættarinnar felags grøv. Tað er lítið fyri hjá Jehova Gudi at uppreisa eitt menniskja. Hví? Tí Jehova er Lívgevarin. Menniskju kunnu í dag taka ljóð og livandi myndir av monnum og kvinnum upp á band og spæla upptøkurnar, eftir at fólkini eru deyð. Sjálvandi kann hin alvaldi Skaparin eisini skráseta ella minnast allar smálutir um hvørt menniskja sær, og hann kann uppreisa tað við einum nýskaptum likami.

16. (a) Hvat lyfti gav Jesus viðvíkjandi øllum teimum, sum eru í grøvunum? (b) Hvat avger, hvørja uppreisn ein persónur fær?

16 Jesus Kristus segði: „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara [Jesusar]. Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.“ (Jóhannes 5:28, 29) Øll, sum Jehova goymir í minninum, verða uppreist og lærd um hansara vegir. Hjá teimum, ið liva samsvarandi kunnskapinum um Gud, vísir hetta seg at vera ein uppreisn til lív. Hjá teimum, sum vísa Guds læru og harradømi frá sær, vísir tað seg hin vegin at vera ein uppreisn til fordøming.

17. Hvør fær eina uppreisn?

17 Sjálvandi fáa tey, sum fylgdu eini rættvísari kós sum Jehova tænarar, eina uppreisn. Nettupp uppreisnarvónin hevur jú givið nógvum styrki at møta deyðanum andlit til andlits, eisini undir hørðum atsóknum. Tey vistu, at Gud kundi geva teimum lívið aftur. (Matteus 10:28) Men milliónir eru so eisini deyðar uttan at hava víst, um tey vildu fylgja Guds rættvísu reglum. Tey fáa eisini eina uppreisn. Í fullum áliti á tað, Jehova hevði sett sær fyri í hesum sambandi, segði Paulus: „[Eg] havi ta vón til Gud . . . at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum.“ — Ápostlasøgan 24:15.

18. (a) Hvørja sjón av uppreisnini fekk Jóhannes ápostul? (b) Hvat verður kastað í „eldsjógvin“, og hvat ímyndar hesin ’sjógvur’?

18 Jóhannes ápostul fekk eina hugtakandi sjón av upprisnum, sum stóðu fyri hásæti Guds. Og Jóhannes skrivaði: „Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum. Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin — eldsjógvurin.“ (Opinberingin 20:12-14) At hugsa sær! Øll tey deyðu, sum eru goymd í Guds minni, kunnu síggja fram til at sleppa úr aftur deyðaríkinum, Hades (á grikskum: haiʹdēs), ella Sheol, felags grøv mannaættarinnar. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 2:31) Tey fáa í verki høvi at vísa, antin tey vilja tæna Gudi. Síðan verða „deyðin og deyðaríkið“ kastað í „eldsjógvin“, sum eins og grikska navnið „Gehenna“ (umsett til „Helviti“ í øðrum bíbliutýðingum) ímyndar fullkomiliga týning. (Lukas 12:5, NW) Mannaættarinnar felags grøv verður tømd, og tá øll hava fingið uppreisn, verður hon ikki longur til. Tað kennist ikki sørt uggandi at læra úr Bíbliuni, at Gud ongan pínir! — Jeremias 7:30, 31.

EIN UPPREISN — HVAGAR?

19. Hví fáa nøkur uppreisn til himmalin, og hvat likam gevur Gud teimum?

19 Eitt avmarkað tal av monnum og kvinnum fáa uppreisn til lív í himli. Sum kongar og prestar skulu tey saman við Jesusi ógilda allar avleiðingar av tí deyðanum, sum øll menniskju fingu í arv frá fyrsta menniskjanum, Ádami. (Rómbrævið 5:12; Opinberingin 5:9, 10, NW) Hvussu nógv tekur Gud til himmals at stjórna saman við Kristusi? Sambært Bíbliuni, einans 144.000. (Opinberingin 7:4; 14:1) Jehova gevur hvørjum einstøkum av hesum upprisnu eitt andaligt likam, so tey kunnu liva í himli. — 1 Korintbræv 15:35, 38, 42-45; 1 Pætur 3:18.

20. Hvat kemur tann lýdna mannaættin, eisini hini upprisnu, at uppliva?

20 Fjøldin av teimum deyðu rísur upp til lív í einum paradísi á jørðini. (Sálmur 37:11, 29; Matteus 6:10) Tá nøkur rísa upp til himmals, er tað partvís, tí tey skulu fremja Guds ætlan í samband við jørðina. Jesus Kristus og hini 144.000 í himli skulu so líðandi fáa ta lýdnu mannaættina aftur til fullkomileikan, sum okkara fyrstu foreldur forkomu. Hetta fevnir eisini um tey upprisnu, sum Jesus gav ábending um, tá hann segði tí doyggjandi brotsmannin undir liðini á sær: „Tú skalt vera við mær í Paradísi.“ — Lukas 23:42, 43, NW.

21. Hvat siga Esaias profetur og Jóhannes ápostul um deyðan í framtíðini?

21 Á paradísisku jørðini verður deyðin fyribeindur, hann sum í dag ger, at so nógv fer fyri skeyti. (Rómbrævið 8:19-21) Esaias profetur kunngjørdi, at Jehova Gud ’við alla ger deyðan til einkis’. (Esaias 25:8) Og Jóhannes ápostul fekk eina sjón av tíðini, tá tann lýdna mannaættin er sloppin undan pínu og deyða. Ja, „Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:1-4.

22. Hvørja ávirkan hevur kunnskapurin um uppreisnina á teg?

22 Greiða læran í Bíbliuni beinir allan iva burtur um, hvat ið hendir teimum deyðu. Har stendur klárt og skilliga, at deyðin er „síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur“. (1 Korintbræv 15:26) Hvør styrki og troyst er ikki at heinta í kunnskapinum um uppreisnarvónina! Og vit kunnu gleðast um, at okkara kæru deyðu, sum Gud goymir í minninum, skulu vakna úr deyðans svøvni og njóta alt tað góða, sum Gud hevur ætlað teimum, ið elska hann. (Sálmur 145:16) Slík signing kemur við Guds ríki. Men nær skuldi tað taka við? Latið okkum kanna málið.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvat er menniskjans andi?

Hvussu vildi tú lýst støðuna hjá teimum deyðu?

Hvør fær uppreisn?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 85]

Júst sum Jesus kallaði Lazarus fram úr grøvini, skulu milliónir rísa upp

[Mynd á síðu 86]

Gleðin verður stór, tá ’Gud ger deyðan til einkis við alla’