Hvussu tú nærkast Gudi
Kapittul 16
Hvussu tú nærkast Gudi
1. Hvat hava nógvir átrúnaðir í felag?
EIN FERÐANDI á vitjan í einum asiatiskum landi gjørdist bilsin av halgisiðunum, hon sá í einum buddhistatempli. Teir vóru meinlíkir teimum, hon kendi úr kirkjuni heima, burtur sæð frá at ongar myndir av Mariu og Jesusi vóru at síggja. Til dømis sá hon tey brúka rósukransar og messa bønir. Onnur hava eisini givið sær far um henda líkskapin. Eystanfyri og vestanfyri eru merkiliga nógvir samanburðir, tá kannað verður, hvussu trúgvandi royna at nærkast Gudi, ella tí tey tilbiðja.
2. Hvussu er bønin vorðin lýst, og hvør er orsøkin ofta, tá fólk biðja?
2 Nógv royna serliga at nærkast Gudi við at biðja til hansara. Bøn er vorðin lýst sum „menniskjans áheitan á hitt heilaga — Gud, gudarnar, tað, sum er hinumegin, ella tær yvirnatúrligu kreftirnar“. (The New Encyclopædia Britannica) Men at nærkast Gudi í bøn er hjá summum bara ein spurningur um, hvat tey sjálvi kunnu fáa burturúr. Til dømis spurdi ein maður einaferð eitt Jehova vitni: „Um tú nú biður fyri mær, merkir tað so, at trupulleikarnir, eg havi í familjuni, á arbeiðsplássinum og viðvíkjandi heilsuni, verða loystir?“ Tað helt maðurin eftir øllum at døma, men nógv hava biðið, uttan at trupulleikarnir eru horvnir.
Vit kunnu tí spyrja: ’Hví skulu vit í grundini nærkast Gudi?’HVÍ VIT MUGU NÆRKAST GUDI
3. Hvønn eiga vit at biðja til, og hví?
3 Bøn er eingin tóm siðvenja, heldur ikki bara eitt amboð til at fáa nakað. Ein týðandi orsøk til at nærkast Gudi er tað tætta sambandið, vit tá fáa við hann. Tí mugu vit biðja beinleiðis til Jehova Gud. „Nær er [Jehova] øllum, ið á Hann kalla,“ segði sálmaskaldið Dávid. (Sálmur 145:18) Jehova bjóðar okkum inn í eitt friðsælt samband við hann. (Esaias 1:18) Tey, sum taka við hesi innbjóðingini, vísa, at tey taka undir við sálmaskaldinum, sum segði: „Eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi.“ Hví? Tí tey, sum koma nær til Jehova Gud, fáa sanna lukku og frið í sinnið. — Sálmur 73:28.
4, 5. (a) Hví er tað umráðandi at biðja til Gud? (b) Hvat samband við Gud kunnu vit fáa við bønini?
4 Men hví skulu vit biðja Gud um hjálp, tá hann ’veit, hvat okkum tørvar, áðrenn vit biðja hann’? (Matteus 6:8; Sálmur 139:4) Jú, tá vit biðja til Gud, vísa vit, at vit trúgva á hann og meta hann sum Kelduna, haðani „øll góð gáva og øll fullkomin gáva“ kemur. (Jákup 1:17; Hebrearabrævið 11:6) Jehova dámar, at vit biðja til hansara. (Orðtøkini 15:8) Hann gleðist, tá hann hoyrir okkum seta týdningarmikil orð á virðismeting og prís, á sama hátt sum ein pápi gleðist um at hoyra barnið hjá sær orða sína hjartans tøkk. (Sálmur 119:108) Eitt gott samband ímillum pápa og barn sæst aftur í einum góðum samskifti. Er eitt barn elskað, dámar tí væl at tosa við pápan. Tað sama ger seg galdandi í okkara sambandi við Gud. Eru vit veruliga takksom fyri tað, vit læra um Jehova, og kærleikan, hann vísti okkum? So tráa vit inniliga eftir at venda okkum til hansara í bøn. — 1 Jóhannes 4:16-18.
5 Tá vit stíga fram fyri Gud, hin Allarhægsta, má tað vera við virðing, hóast okkum ikki nýtist at hugsa alt ov nógv um málburðin. (Hebrearabrævið 4:16) Vit kunnu altíð biðja til Jehova. Og tað er ein stórfingin framíhjárættur, at vit kunnu ’hella út hjarta okkara fyri Honum’ í bøn! (Sálmur 62:9) Eru vit Jehova takksom, knýta vit tætt samband við hann, eins og hin trúfasti Ábraham, ið var Guds vinur. (Jákup 2:23) Men ávísar treytir mugu lúkast, tá vit biðja til alheimsins Stjórnarharra.
TREYTIRNAR FYRI AT NÆRKAST GUDI
6, 7. Hvat krevur Gud ikki fyri at hoyra okkara bønir, men hvat krevur hann av okkum, tá vit biðja?
6 Kostar tað nakað at nærkast Gudi í bøn? Nógv gjalda prestum fyri at biðja fyri seg. Ja, og summi halda, at tey verða bønhoyrd, alt eftir hvussu stór upphæddin er. Men Guds orð sigur ikki, at vit skulu gjalda fyri at stíga fram fyri Jehova í bøn. Hann tekur ikki samsýning fyri andaligar gávur og signingar, sum fylgja við einum bønarsambandi við hann. — Esaias 55:1, 2.
7 Íðan, hvat krevst so? Til dømis rætt hjartalag. (2 Krønikubók 6:29, 30; Orðtøkini 15:11) Vit mugu av hjartanum trúgva, at Jehova Gud „hoyrir bønir“ og „lønir teimum, ið søkja Hann“. (Sálmur 65:3; Hebrearabrævið 11:6) Vit mugu eisini hava eyðmjúkt hjarta. (2 Kongabók 22:19; Sálmur 51:19) Í einum av sínum líknilsum vísti Jesus á, at ein eyðmjúkur og lítillátin skattkrevjari royndist rættvísari enn ein hástórur fariseari, tá teir báðir bóðu til Gud. (Lukas 18:10-14) Tá vit biðja, latið okkum so minnast til, at „ein og hvør hugmóðigur er [Jehova] andstygd“. — Orðtøkini 16:5.
8. Hvat mugu vit reinsa burtur av okkum, um vit vilja verða bønhoyrd?
8 Vilja vit fegin verða bønhoyrd av Gudi, mugu vit reinsa syndigan atburð burtur av okkum. Tá lærisveinurin Jákup eggjaði lesarum sínum til at nærkast Gudi, legði hann aftrat: „Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!“ (Jákup 4:8) Ja, syndarar kunnu fáa eitt friðsælt samband við Jehova, tá teir angra og sleppa sínum skeivu gerðum. (Orðtøkini 28:13) Jehova lurtar ikki eftir okkum, um vit bara látast at hava slept tí skeiva atburðinum. „Eygu [Jehova] eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón [Jehova] er ímóti teimum, sum gera ilt,“ lesa vit í Guds orði. — 1 Pætur 3:12.
9. Við hvørjum kunnu vit nærkast Jehova, og hví?
9 Bíblian sigur eisini: „Einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri.“ (Prædikarin 7:20) Vit kundu tí hóskandi spurt, um vit eru verd at nærkast Jehova Gudi. Bíblian svarar: „Um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa.“ (1 Jóhannes 2:1) Vit eru syndarar, men kunnu kortini við Jesusi Kristi, ið doyði sum loysigjald fyri okkum, órædd stíga fram fyri Gud. (Matteus 20:28) Bert við honum kunnu vit nærkast Jehova Gudi. (Jóhannes 14:6) Vit mugu ikki halda tað, Jesus avrikaði við endurloysingaroffrinum, vera sjálvsagt, so vit vitandi og við vilja fremja synd. (Hebrearabrævið 10:26) Gera vit hin vegin okkara besta til tess at halda okkum frá illum, men synda so kortini av og á, kunnu vit angra og biðja Gud um fyrigeving. Tá vit nærkast honum við eyðmjúkum hjarta, vil hann hoyra okkum. — Lukas 11:4.
HÓSKANDI HØVI AT VENDA SÆR TIL GUD
10. Hvussu kunnu vit fylgja Jesusi eftir viðvíkjandi bøn, og nær kunnu vit biðja í einingi?
10 Jesus metti sambandið við Jehova høgt og tók sær tí stundir at venda sær til hansara í persónligari bøn. (Markus 1:35; Lukas 22:40-46) Vit eiga at fylgja Jesusi eftir og tíðum biðja til Gud. (Rómbrævið 12:12) Vit kunnu hóskandi byrja dagin við at biðja, og um songartíð liggur væl fyri at takka Jehova fyri dagin, ið fór. Set tær fyri at biðja til Gud „eina og hvørja tíð“ á degnum. (Efesusbrævið 6:18) Vit kunnu eisini biðja innantanna, í hjarta okkara, fullvís í at Jehova hoyrir okkum. At vit persónliga venda okkum til Gud, styrkir okkara samband við hann, og við dagligari bøn koma vit nærri honum.
11. (a) Hví eiga familjur at biðja saman? (b) Hvat merkir tað, tá vit síðst í bønini siga „amen“?
11 Jehova hoyrir eisini bønir, ið verða bidnar fyri øðrum. (1 Kongabók 8:22-53) Ein familja kann nærkast Gudi, tá familjunnar høvur leiðir hini í bøn. Soleiðis styrkjast familjubondini, og børnini læra at uppfata Jehova sum ein veruligan persón, tá tey hoyra foreldrini eyðmjúkt biðja til Gud. Og tá ein annar leiðir okkum í bøn, sum til dømis á einum møti hjá Jehova Vitnum, latið okkum so lurta væl eftir. Tá kunnu vit, tá bønin endar, av heilum huga siga „amen“, ið merkir „tað veri so“. — 1 Korintbræv 14:16.
BØNIR, SUM JEHOVA HOYRIR
12. (a) Hví svarar Gud ikki øllum bønum? (b) Hví eiga vit ikki bara at nevna okkara persónliga tørv, tá vit biðja?
12 Summum tykist kanska, sum Gud ikki hoyrir teirra bønir, hóast tey biðja til hansara við Jesusi. Men Jóhannes ápostul segði: „Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ (1 Jóhannes 5:14) Innihaldið í bønum okkara má tí vera í samsvar við Guds vilja. Hann hevur áhuga í andaligu vælferð okkara, og tí kann alt, sum ávirkar tað andaliga lívið, hóskandi takast við í bønum okkara. Vit mugu standa ímóti freistingini til einans at lata bønirnar snúgva seg um tann likamliga tørvin. Meðan tað til dømis er rætt at biðja um skil og styrki at tola sjúku, mugu heilsutrupulleikar ikki skúgva tey andaligu áhugamálini til viks. (Sálmur 41:2-4) Ein kristin kvinna varnaðist, at hon stúrdi alt ov nógv fyri heilsuni og bað tí Jehova hjálpa sær at fáa ta røttu áskoðanina á sjúkuna. Eftir hetta hugsaði hon nógv minni um hana og føldi, at hon fekk „ómetaliga kraft“. (2 Korintbræv 4:7) Ynski hennara um at veita øðrum andaliga hjálp vaks, og hon gjørdist fulltíðarboðari.
13. Hvat kunnu vit sambært Matteus 6:9-13 av røttum biðja um?
13 Hvat vil Jehova fegin hoyra okkum biðja um? Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja. Í bønarfyrimyndini, sum stendur at lesa í Matteus 6:9-13, nevndi hann eina røð av evnum, sum vit av røttum kunnu nevna í bønum okkara. Hvat skulu vit fyrst og fremst hugsa um? Jehova Guds navn og ríki. Vit kunnu hóskandi biðja um tað, sum okkum tørvar likamliga. Umráðandi er eisini at biðja um fyrigeving fyri syndir okkara og um at verða fríað úr freistingum og frelst frá hinum illa, Satan Djevulinum. Jesus meinti ikki, at vit skuldu messa bønina ella siga hana upp í saman uttan at hugsa um innihaldið. (Matteus 6:7) Hevði tað ikki eisini verið løgið, um eitt barn segði tað sama, hvørja ferð tað tosaði við pápa sín?
14. Hvat eigur at vera í bønum okkara umframt áheitanir?
14 Bønir okkara mugu ikki einans vera áheitanir og inniligar ákallanir, men eisini prís og tøkk til Gud. (Sálmur 34:2; 92:2; 1 Tessalonikabræv 5:18) Og vit kunnu biðja fyri øðrum. Bønir fyri neyðstøddum og atsøktum andaligum brøðrum og systrum vísa, at vit hava tey í huga, og Jehova vil fegin hoyra okkum siga frá slíkari umsorgan. (Lukas 22:32; Jóhannes 17:20; 1 Tessalonikabræv 5:25) Um bøn skrivaði Paulus ápostul: „Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.“ — Filippibrævið 4:6, 7.
VERIÐ ÁHALDANDI Í BØNINI
15. Hvat mugu vit minnast, tá vit ikki halda, at bønir okkara verða svaraðar?
15 Hóast tú so líðandi hevur fingið størri kunnskap um Gud, heldur tú kanska ikki altíð, at bønir tínar verða svaraðar. Møguliga er tað, tí Guds tíð enn ikki er komin at svara tí serstøku bønini. (Prædikarin 3:1-9) Jehova letur kanska eina støðu standa við eina tíð, men hann svarar bønum og veit, nær frægast er at leggja uppí. — 2 Korintbræv 12:7-9.
16. Hví mugu vit vera áhaldandi í bønini, og hvønn týdning kann tað hava fyri sambandið við Gud?
16 Áhaldni í bøn vísir, at vit veruliga hava áhuga fyri tí, vit siga Gudi. (Lukas 18:1-8) Til dømis biðja vit kanska Jehova hjálpa okkum at vinna á einum ávísum veikleika. Eru vit so áhaldandi í bønini og liva samsvarandi tí, vit biðja um, sæst, at vit eru reinmeint. Vit mugu vera nágreinilig og ærlig, tá vit biðja. Í freistingum ræður serstakliga um at biðja inniliga. (Matteus 6:13) Halda vit áfram at biðja, meðan vit samstundis royna at temja okkara syndiga lyndi, fáa vit at síggja, hvussu Jehova hjálpir okkum. Hetta byggir trúnna upp og styrkir samband okkara við hann. — 1 Korintbræv 10:13; Filippibrævið 4:13.
17. Hvussu gagnar tað okkum at menna ein biðjandi hugburð, tá vit tæna Gudi?
1 Korintbræv 4:7) Ein viðurkenning av hesum ger okkum eyðmjúk og ríkar sambandið við hann. (1 Pætur 5:5, 6) Ja, nógv talar fyri at vera áhaldandi í bønini. Okkara inniligu bønir og dýrabari kunnskapur um, hvussu vit kunnu nærkast góða Faðir okkara í himli, gera lívið lukkuligt.
17 Menna vit ein biðjandi hugburð, meðan vit gera Jehova Gudi heilaga tænastu, varnast vit, at vit ikki tæna honum í egnari megi. Tað er Jehova fyri at takka. (SAMSKIFTI VIÐ JEHOVA GONGUR BÁÐAR VEGIR
18. Hvussu kunnu vit lurta eftir Gudi?
18 Vilja vit fegin hava Gud at hoyra okkara bønir, mugu vit lurta eftir tí, sum hann sigur. (Zakarias 7:13) Hann sendir ikki longur boð við guddómliga innblástum profetum og nýtir avgjørt ikki spiritismu. (5 Mósebók 18:10-12) Men vit kunnu lurta eftir Gudi við at granska hansara orð, Bíbliuna. (Rómbrævið 15:4; 2 Timoteus 3:16, 17) Eins og vit so líðandi kunnu fáa ans fyri dygdargóðum mati, mugu vit fylgja áheitanini um ’at tráa — eins og nýfødd børn — eftir hini óblandaðu mjólk orðsins’. Fá størri ans fyri andaligari føði við dagliga at lesa í Guds orði. — 1 Pætur 2:2, 3; Ápostlasøgan 17:11.
19. Hvussu gagnar tað okkum at grunda á tað, vit lesa í Bíbliuni?
19 Tú mást grunda á tað, tú lesur í Bíbliuni. (Sálmur 1:1-3; 77:12, 13) Tað vil siga hugsa um tað, tú lesur, á sama hátt sum tá maturin sodnast. Tann andaliga føðin sodnast, tá tú samanbert upplýsingarnar við tað, tú longu visti frammanundan. Kanna, hvussu tann nýggja vitanin ávirkar teg og tína tilveru, og hvat hetta sigur tær um Jehova eginleikar og framferð. Við persónligum lestri ognar tú tær ta andaligu føðina, sum Jehova fær til vega. Tú nærkast Gudi og fært lættari loyst trupulleikar í gerandislívinum.
20. Hvussu hjálpa tey kristnu møtini okkum at nærkast Gudi?
20 Tú kanst eisini nærkast Gudi við at lurta, tá hansara orð verður viðgjørt á teimum kristnu møtunum, á sama hátt sum ísraelsmenn góvu gætur, tá teir komu saman at hoyra Guds lóg lisna. Lærararnir tá í tíðini greiddu frá tí, teir lósu upp úr Lógini, soleiðis at áhoyrararnir fataðu frálæruna og kendu seg eggjaðar at liva eftir henni. Stór gleði stóðst av hesum. (Nehemias 8:8, 12) Fá tær tí til vana at koma á møtini hjá Jehova Vitnum. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Hetta hjálpir tær at fáa kunnskap um Gud og brúka hann í tínum egna lívi, og so økir tað tína lukku. At vera ein partur av tí heimsumfatandi kristna brøðrasamfelagnum hjálpir tær at halda teg nær hjá Jehova. Og sum vit fáa at síggja, kanst tú finna sanna trygd hjá Guds fólki.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hví eiga vit at nærkast Jehova?
Nevn onkrar treytir fyri at nærkast Gudi.
Hvat kunnu vit taka við í bønum okkara?
Hví mugu vit vera áhaldandi í bønini?
Hvussu kunnu vit nú á døgum lurta eftir Jehova?
[Lestrarspurningar]
[Heilsíðumynd á síðu 157]