Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Jesus Kristus — lykilin til unnskap um Gud

Jesus Kristus — lykilin til unnskap um Gud

Kapittul 4

Jesus Kristus — lykilin til unnskap um Gud

1, 2. Hvussu hava heimsins átrúnaðir broytt lykilin til kunnskapin um Gud?

TÚ STENDUR við hurðina og fanglast við lyklarnar. Myrkt er og kalt. Tú vilt sleppa inn — men lykilin fæst ikki at rigga. Hetta skuldi verið tann rætti, men lásið vikast ikki. Ørkymlaður hyggur tú aftur at lyklinum. Er tað tann rætti? Hevur onkur oyðilagt hann?

2 Henda myndin lýsir heilt væl tað, sum trúaróskilið í heiminum hevur gjørt við kunnskapin um Gud. Nógv hava í veruleikanum bronglað lykilin, sum loyvir okkum at sleppa fram at kunnskapinum, nevniliga Jesus Kristus. Onkur átrúnaður hevur beint lykilin burtur, tey hava so reiðiliga skúgvað Jesus til viks. Onnur hava givið skeiva mynd av støðu Jesusar og tilbiðja hann sum hin alvalda Gud. Í øllum førum eru vit útistongd frá kunnskapinum um Gud, hava vit ikki ta røttu fatanina av høvuðspersóninum, Jesusi Kristi.

3. Hví kann Jesus sigast at vera lykilin til kunnskapin um Gud?

3 Kanska minnist tú, at Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Jesus reypaði ikki. Bíblian undirstrikar ferð eftir ferð tørvin á nágreiniligum kunnskapi um Kristus. (Efesusbrævið 4:13, NW; Kolossebrævið 2:2; 2 Pætur 1:8; 2:20) ’Honum [Jesusi Kristi] geva allir profetarnir vitnisburð,’ segði Pætur ápostul. (Ápostlasøgan 10:43) Og Paulus ápostul skrivaði: „Í Honum [Jesusi] eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna.“ (Kolossebrævið 2:3) Paulus segði enntá, at øll Jehova lyfti ganga út við Jesusi. (2 Korintbræv 1:20) Jesus Kristus er altso sjálvur lykilin til kunnskapin um Gud. Okkara kunnskapur um náttúru Jesusar og støðu hansara í Guds skipan má tí ikki vera avskeplaður á nakran hátt. Men hví halda lærisveinar Jesusar hann hava eina aðalstøðu í Guds ætlanum?

HIN LOVAÐI MESSIAS

4, 5. Hvørjar vónir vórðu knýttar at Messiasi, og hvussu varð Jesus mettur av lærisveinum sínum?

4 Frá hinum trúfasta Ábel høvdu Guds tænarar í spenningi bíðað eftir avkominum, sum Jehova sjálvur hevði profeterað um. (1 Mósebók 3:15; 4:1-8; Hebrearabrævið 11:4) Sambært tí, sum varð opinberað, skuldi hetta avkomið tæna Guds ætlan sum Messias, ið merkir „hin Salvaði“. Hann skuldi „gera av við synd“, og í Sálmunum varð boðað frá dýrdini undir hansara ríkisstjórn. (Dániel 9:24-26, NW; Sálmur 72:1-20) Hvør skuldi vísa seg at vera Messias?

5 Hugsa tær, hvussu hugtikin ungi jødin Andrias gjørdist, tá hann hoyrdi Jesus úr Nazaret tala. Hann skundaði sær til bróður sín Símun Pætur og segði: „Vit hava funnið Messias.“ (Jóhannes 1:42) Lærisveinar Jesusar ivaðust ikki í, at hann var hin lovaði Messias. (Matteus 16:16) Og sonn kristin hava verið til reiðar at seta lívið í váða fyri trúnna á, at Jesus var tann lovaði Messias, ella Kristus. Hvørji prógv høvdu tey? Latið okkum hyggja at trimum próvbólkum.

PRÓGV UM AT JESUS VAR MESSIAS

6. (a) Í hvørjari ætt skuldi hitt lovaða avkomið stíga fram, og hvussu vita vit, at Jesus varð føddur í hesi ætt? (b) Hví kundi eingin, sum livdi eftir ár 70, skjalprógva, at hann var Messias?

6 Ætt Jesusar er avgerandi, tá vit skulu kanna, um Jesus var hin lovaði Messias. Jehova segði tænara sínum Ábrahami, at lovaða avkomið skuldi koma í hansara ætt. Ábrahams sonur Ísakur, Ísaks sonur Jákup og Jákups sonur Juda fingu allir sama lyftið. (1 Mósebók 22:18; 26:2-5; 28:12-15; 49:10) Nærri varð greitt frá ættini, tá Dávid kongur nakrar øldir seinni fekk at vita, at Messias skuldi koma í hansara ætt. (Sálmur 132:11; Esaias 11:1, 10) Evangeliini hjá Matteusi og Lukasi staðfesta, at Jesus var ættaður frá honum. (Matteus 1:1-16; Lukas 3:23-38) Jesus hevði nógvar fíggindar, men eingin setti nakrantíð spurnartekin við væl lýstu slekt hansara. (Matteus 21:9, 15) Ættin er altso einki ivamál. Annars vórðu ættartalvurnar hjá jødunum eisini oyðilagdar í ár 70 e.o.t., tá rómverjar tóku Jerúsalem. Eftir ta tíð kundi eingin, sum segði seg vera hin lovaða Messias, skjalprógva tað.

7. (a) Hvat annað prógv vísir, at Jesus var Messias? (b) Hvussu gekk Mika 5:1 út í samband við Jesus?

7 Uppfyltar profetiir eru ein annar próvbólkur. Ein hópur av profetium úr Hebraisku Skriftunum lýsa ymiskar síður av lívsleið Messiasar. Í áttandu øld f.o.t. segði Mika profetur, at hesin stóri stjórnarharrin skuldi verða føddur í Betlehem býi, sum hevði lítið upp á seg. Í Ísrael vórðu tveir býir nevndir Betlehem, men profetiin var greið: hann skuldi føðast í Betlehem Efrata, har sum Dávid kongur varð føddur. (Mika 5:1) Foreldrini hjá Jesusi, Jósef og Maria, búðu í Nazaret, okkurt um 150 kilometrar norðan fyri Betlehem. Men meðan Maria gekk við Jesusi, gav Augustus keisari í Róm boð um, at øll skuldu lata seg innskriva í heimbýi sínum. * So Jósef noyddist at fara við konu síni, sum var tætt komin at eiga, til Betlehem, og har varð Jesus føddur. — Lukas 2:1-7.

8. (a) Nær og við hvørjari hending byrjaðu tær 69 „vikurnar“? (b) Hvussu langar vóru tær 69 „vikurnar“, og hvat hendi, tá tær endaðu?

8 Í sættu øld f.o.t. boðaði Dániel profetur frá, at „ein Salvaður [Messias], ein høvdingi“ skuldi koma, 69 „vikur“ eftir at boð vórðu givin um at endurreisa Jerúsalem. (Dániel 9:24, 25) Hvør av hesum ’vikunum’ vardi sjey ár. * Sambært Bíbliuni og verðsligu søguni komu boðini um at endurreisa Jerúsalem í 455 f.o.t. (Nehemias 2:1-8) Messias skuldi sostatt koma 483 (69 ferðir 7) ár eftir 455 f.o.t. Hetta førir okkum fram til ár 29 e.o.t., júst tað árið tá Jehova salvaði Jesus við heilagum anda. Tá gjørdist Jesus „Kristus“ (sum merkir „hin Salvaði“), ella Messias. — Lukas 3:15, 16, 21, 22.

9. (a) Hvussu gekk Sálmur 2:2 út? (b) Hvørjar aðrar profetiir gingu út við Jesusi? (Hygg at rammuni.)

9 Sjálvandi vildu ikki øll viðurkenna, at Jesus var hin lovaði Messias, og tað hevði Bíblian longu sagt frammanundan. Gud gav Dávidi kongi guddómligan íblástur at profetera tað, sum vit lesa í Sálmi 2:2: „Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti [Jehova] og móti salvaða Hansara.“ Henda profetiin vísir, at stjórnarharrar úr meira enn einum landi skuldu savnast til álop ímóti Jehova salvaða, ella Messiasi. Og so varð. Jødisku trúarleiðararnir, Heródes kongur og rómverski landshøvdingin Pontius Pilatus gingu allir saman um at fáa Jesus dripnan. Heródes og Pilatus, sum høvdu verið fíggindar, gjørdust frá tí degi vinmenn. (Matteus 27:1, 2; Lukas 23:10-12; Ápostlasøgan 4:25-28) Fleiri prógv um, at Jesus var Messias, standa í yvirlitinum undir heitinum „Nakrar týðandi messiasprofetiir“.

10. Hvussu váttaði Jehova, at Jesus var hin salvaði, sum hann hevði lovað?

10 Vitnisburðurin frá Jehova Gudi sjálvum er í triðja lagi prógv um, at Jesus var Messias. Jehova sendi einglar at boða fólki frá, at Jesus var hin lovaði Messias. (Lukas 2:10-14) Og meðan Jesus gjørdi tænastu á jørðini, talaði Jehova eisini sjálvur av himli og segði seg góðkenna Jesus. (Matteus 3:16, 17; 17:1-5) Jehova Gud gav Jesusi kraft at gera undur. Hvørt fyri seg vóru tey aftur eitt guddómligt prógv um, at Jesus var Messias, tí Gud hevði ikki givið einum svíkjara kraft at gera undur. Jehova nýtti eisini sín heilaga anda at geva íblástur til evangeliini, soleiðis at prógvini fyri, at Jesus var Messias, gjørdust ein partur av Bíbliuni, sum er mest umsetta og útbreidda bókin í søguni. — Jóhannes 4:25, 26.

11. Hvussu væl er tað prógvað, at Jesus var Messias?

11 Tá ið samanum kemur, eru í hesum próvbólkunum fleiri hundrað sannroyndir, sum vísa, at Jesus var hin lovaði Messias. Sonn kristin hava tí av røttum mett hann sum ’tann, allir profetarnir geva vitnisburð’, og sum lykilin til kunnskap um Gud. (Ápostlasøgan 10:43) Men meira er at læra um Jesus Kristus, enn at hann var Messias. Hvaðani kom hann, og hvussu var hann?

TILVERA JESUSAR ÁÐRENN HANN VARÐ MENNISKJA

12, 13. (a) Hvussu vita vit, at Jesus livdi í himli, áðrenn hann kom til jarðar? (b) Hvør er „Orðið“, og hvat gjørdi hann, áðrenn hann varð menniskja?

12 Lívið hjá Jesusi kann býtast í trý tíðarskeið. Fyrsta skeiðið byrjaði leingi áðrenn, hann varð føddur á jørðini. Í Mika 5:1 stendur, at uppruni Messiasar „er úr forðum, frá fortíðardøgum“. Og Jesus segði bart út, at hann var „omanfrá“, altso úr himli. (Jóhannes 8:23; 16:28) Hvussu leingi hevði hann verið til í himli, áðrenn hann kom til jarðar?

13 Jesus varð nevndur Guds ’einborni sonur’, tí Jehova sjálvur skapti hann. (Jóhannes 3:16) Sum „hin frumborni als skapnings“ varð Jesus síðani brúktur av Gudi at skapa alt annað. (Kolossebrævið 1:15; Opinberingin 3:14, NW) Í Jóhannes 1:1 (Løggilda Føroyska Umsetingin) stendur, at „Orðið“ (Jesus í tilveru síni áðrenn hann gjørdist menniskja) „í fyrstuni“ var hjá Gudi. Orðið var altso hjá Jehova, tá ’himmalin og jørðin’ vórðu skapt. Tað var Orðið, Gud talaði við, tá hann segði: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara.“ (1 Mósebók 1:1, 26, samanber við Løggildu Føroysku umsetingina og NW) Orðið má hartil hava verið elskaði ’verkstjórin’ hjá Gudi — hann, sum í Orðtøkunum 8:22-31 verður lýstur sum vísdómurin sjálvur, ið undir liðini á Jehova fæst við at framleiða alt annað. Eftir at hava fingið lívið var Orðið í ókendar øldir hjá Gudi í himli, áðrenn hann gjørdist menniskja á jørðini.

14. Hví verður Jesus nevndur „mynd Guds hins ósjónliga“?

14 Einki løgið at Jesus í Kolossebrævinum 1:15 nevnist „mynd Guds hins ósjónliga“! Av tí tætta sambandinum í óteljandi ár gjørdist tann lýdni sonurin meinlíkur Faðir sínum, Jehova. Hetta er so aftur ein orsøk til, at Jesus er lykilin til tann lívgevandi kunnskapin um Gud. Alt tað, sum Jesus gjørdi, meðan hann var á jørðini, var fullkomiliga tað sama, sum Jehova vildi gjørt. Tí fær tann, sum lærir Jesus at kenna, eisini størri kunnskap um Jehova. (Jóhannes 8:28; 14:8-10) Tað er altso lívið um at gera, at vit læra meira um Jesus Kristus.

LÍV JESUSAR Á JØRÐINI

15. Hvussu bar tað til, at Jesus varð føddur fullkomin?

15 Næsta skeiðið í lívi Jesusar var tilvera hansara her á jørðini. Hann læt sær fegin lynda, at Gud flutti lív hansara úr himli til móðurlívið hjá trúfastari jødiskari moyggj, sum æt Maria. Máttmikli heilagi andin, ella virksama megin hjá Jehova, ’skuggaði yvir’ Mariu, so hon varð við barn og seinni átti ein fullkomnan drong. (Lukas 1:34, 35) Jesus arvaði ongan ófullkomileika, tí lív hansara kom úr eini fullkomnari keldu. Hann vaks upp í smáum korum sum ættleiddur sonur hjá træsmiðinum Jósefi, og hann var tað fyrsta av fleiri børnum í familjuni. — Esaias 7:14; Matteus 1:22, 23; Markus 6:3.

16, 17. (a) Hvaðani fekk Jesus kraft at gera undur, og hvørji undur gjørdi hann til dømis? (b) Nevn nakrar eginleikar, sum Jesus sýndi.

16 Longu 12-ára gamal vísti Jesus týðiliga, at hann bar djúpan alsk til Jehova. (Lukas 2:41-49) Sum Jesus gjørdist tilkomin og um 30-ára aldur fór undir tænastu sína, sýndi hann eisini medmenniskjum sínum framúr stóran kærleika. Tá Guds heilagi andi gav honum kraft at gera undur, grøddi hann miskunnsamur tey sjúku, tey høltu, tey brekaðu, tey blindu, tey deyvu og tey spitalsku. (Matteus 8:2-4; 15:30) Jesus gav fleiri túsund svongum mat. (Matteus 15:35-38) Hann stillaði ein storm, sum gjørdist vandamikil hjá vinum hansara. (Markus 4:37-39) Ja, hann reisti eisini upp deyð. (Jóhannes 11:43, 44) Hesi undurverkini eru væl prógvað og søguliga sonn. Sjálvt fíggindarnir hjá Jesusi viðgingu, at hann ’gjørdi mong tekin’. — Jóhannes 11:47, 48.

17 Jesus ferðaðist um alt heimland sítt og lærdi fólk um Guds ríki. (Matteus 4:17) Hartil var hann ein framúrskarandi fyrimynd í toli og skynsemi. Sjálvt tá lærisveinarnir sviku hann, segði hann samkennandi: „Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“ (Markus 14:37, 38) Men Jesus var eisini djarvur og bersøgin við fólk, sum vanvirdu sannleikan og kúgaðu tey neyðstøddu. (Matteus 23:27-33) Fram um alt tók hann fullkomiliga eftir Faðir sínum í kærleika. Ja, Jesus var fúsur at doyggja og á tann hátt geva ófullkomnu mannaættini eina vón um framtíðina. So tað ber væl til at vísa á Jesus sum lykilin til kunnskapin um Gud. Ja, hann er hin livandi lykilin! Men hví siga vit ein livandi lykil? Tað hevur við triðja skeiðið í lívi hansara at gera.

JESUS Í DAG

18. Hvussu eiga vit at meta Jesus Kristus í dag?

18 Bíblian sigur okkum, at Jesus doyði, men nú er hann livandi! Ja, fleiri hundrað menniskju sóu í fyrstu øld við egnum eygum, at hann var risin upp. (1 Korintbræv 15:3-8) Sum profeterað tók hann síðan sæti við Faðirsins høgru hond og bíðaði eftir at fáa kongsvald í himli. (Sálmur 110:1; Hebrearabrævið 10:12, 13) Hvussu skulu vit so meta Jesus í dag? Skulu vit hugsa okkum hann sum eitt hjálparleyst pinkubarn í eini krubbu? Ella sum ein líðandi deyðkomnan mann? Nei, hann er ein veldigur ráðandi Kongur. Og heilt skjótt staðfestir hann harradømi sítt yvir hesi neyðars jørð.

19. Hvat fer Jesus skjótt at gera?

19 Í Opinberingini 19:11-15 verður kongurin Jesus Kristus livandi lýstur sum ein, ið við stórum valdi kemur at gera enda á óndskapinum. Og man hesin góði himmalski stjórnarharrin ikki tráa eftir at gera enda á allari neyðini, sum nívir milliónir í dag? Jú, og hann er líka tráur at hjálpa øllum, sum royna at fylgja tí fullkomna fyridøminum, hann gav, meðan hann var á jørðini. (1 Pætur 2:21) Hann ynskir at bjarga teimum undan tí hóttandi ’bardaganum hin stóra dag Guds hins Alvalda’, ella Harmageddon, so tey kunnu fáa ævigt lív sum tegnar á jørðini undir Guds himmalska ríki. — Opinberingin 7:9, 14; 16:14, 16.

20. Hvat fer Jesus at gera fyri mannaættina í túsundáraríkinum?

20 Í túsundára friðarríki sínum fremur Jesus sum fráboðað undurverk, ið gagna allari mannaættini. (Esaias 9:6, 7; 11:1-10; Opinberingin 20:6) Hann steðgar allari sjúku og ger enda á deyðanum. Jesus gevur milliardum av menniskjum uppreisn, so tey eisini kunnu fáa møguleika fyri ævigum lívi á jørðini. (Jóhannes 5:28, 29) Aðrar hugtakandi upplýsingar um hansara messianska ríki koma í einum øðrum kapitli. Minst til: Eingin dugir so mikið sum at hugsa sær, hvussu gott lívið verður, tá Ríkið valdar. Men nú ræður um at gera seg betur kunnigan við Jesus Kristus! Hann mugu vit ongantíð missa úr eygsjón, tí hann er ein livandi lykil til kunnskapin um Gud, sum førir til ævigt lív.

[Undirgreinar]

^ par. 7 Henda innskrivingin hjálpti Rómverjaríkinum at áseta skattin . Augustus gjørdi altso uttan at vita av tí sítt til at uppfylla eina profeti um, at ein stjórnarharri skuldi ’lata skattkrevjara fara gjøgnum ríkið’. Sama profetiin boðaði frá, at ’sáttmálahøvdingin’, ella Messias, skuldi verða ’oyddur’, meðan eftirmaðurin hjá hesum stjórnarharranum hevði ræðið. Jesus varð dripin, meðan eftirmaður Augustusar, Tiberius, hevði ræði. — Dániel 11:20-22.

^ par. 8 Óvanligt var ikki hjá fornaldar jødum at hugsa í árvikum. Til dømis var sjeyndi hvør dagur sabbatsdagur og sjeynda hvørt árið sabbatsár. — 2 Mósebók 20:8-11; 23:10, 11.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu prógvar ættin hjá Jesusi, at hann var Messias?

Veitst tú onkra messiasprofeti, sum gekk út við Jesusi?

Hvussu vísti Gud beinleiðis, at Jesus var hansara salvaði?

Hví er Jesus tann livandi lykilin til kunnskap um Gud?

[Lestrarspurningar]

[Yvirlit á síðu 37]

(Tekstsuppsetingin sæst í prentaða lesnaðinum)

NAKRAR TÝÐANDI MESSIASPROFETIIR

PROFETI INNIHALD FULLGERÐ

FYRSTU ÁRINI HANN LIVDI

Esaias 7:14 Føddur av eini moyggj Matteus 1:18-23

Jeremias 31:15 Smá børn dripin Matteus 2:16-18

eftir føðing hansara

TÆNASTA HANSARA

Esaias 61:1, 2 Heimild frá Gudi Lukas 4:18-21

Esaias 9:1, 2 Tænasta hansara bar við sær, Matteus 4:13-16

at fólk sóu stórt ljós

Sálmur 69:10 Eldhugaður fyri Jóhannes 2:13-17

húsi Jehova

Esaias 53:1 Fólk trúðu honum ikki Jóhannes 12:37, 38

Zakarias 9:9; Reið inn í Jerúsalem Matteus 21:1-9

Sálmur 118:26 á esilsfyli; fagnaður

sum kongur og sum tann,

ið kemur í Jehova navni

UMSTØÐURNAR VIÐ DEYÐA HANSARA

Sálmur 41:10; 109:8 Ein ápostul trúleysur; Ápostlasøgan 1:15-20

sveik Jesus, og ein annar

kom seinni í hansara stað

Zakarias 11:12 Svikin fyri Matteus 26:14, 15

30 silvurstykki

Sálmur 27:12 Følsk vitni nýtt Matteus 26:59-61

ímóti honum

Sálmur 22:19 Lutakast um klæði hansara Jóhannes 19:23, 24

Esaias 53:12 Roknaður millum syndarar Matteus 27:38

Sálmur 22:6, 7 Spottaður á trænum Markus 15:29-32

Sálmur 69:22 Fekk edik Markus 15:23, 36

Esaias 53:5; Gjøgnumstungin Jóhannes 19:34, 37

Zakarias 12:10

Esaias 53:9 Grivin hjá ríkum Matteus 27:57-60

Sálmur 16:8-11 Uppreistur, áðrenn Ápostlasøgan 2:25-32; 13:34-37

likamið rotnaði

[Mynd á síðu 35]

Gud gav Jesusi kraft at grøða sjúk