Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Statt ímóti teimum illu andunum

Statt ímóti teimum illu andunum

Kapittul 12

Statt ímóti teimum illu andunum

1. Hvussu bar Jesus seg at, tá illir andar møttu honum?

BEINT eftir dóp sín fór Jesus Kristus út í Judea oyðimørk at biðja og hugsa. Har royndi Satan Djevulin at lokka hann at bróta Guds lóg. Men Jesus vísti freistingunum frá sær og varð ikki fangaður í Djevulsins snerru. Jesus stóð eisini fyri øðrum illum andum, meðan hann gjørdi tænastu á jørðini. Men hann hevði at teimum ferð eftir ferð og stóð teimum ímóti. — Lukas 4:1-13; 8:26-34; 9:37-43.

2. Hvørjar spurningar skulu vit umhugsa?

2 Tær bíbilsku lýsingarnar av slíkum hendingum skuldu sannført okkum um, at illir andar eru til. Teir royna at villleiða okkum, men vit kunnu standa teimum ímóti. Hvaðani koma hesir illu andarnir? Hví royna teir at lumpa menniskju? Og hvussu bera teir seg at? Fært tú svarað spurningum sum hesum, verður tú betur førur fyri at standa ímóti teimum illu andunum.

ILLIR ANDAR — HVAÐANI KOMA TEIR, OG HVAT VILJA TEIR?

3. Hvussu varð Satan Djevulin til?

3 Jehova Gud skapti hópin av andaskapningum, nógv fyrr enn hann skapti menniskjað. (Job 38:4, 7) Sum kapittul 6 greiðir frá, mentist í einum av hesum einglunum ein girnd eftir at fáa menniskjuni at tilbiðja seg í staðin fyri Jehova. Tí setti tann óndi eingilin seg upp ímóti Skaparanum, spilti hann út og gav enntá tí fyrstu kvinnuni varhugan av, at Gud var ein lygnari. Hesin uppreistrarhugaði andaskapningurin gjørdist sera hóskandi kendur undir heitinum Satan (mótstøðumaður) Djevulin (útspillari). — 1 Mósebók 3:1-5; Job 1:6.

4. Hvussu syndaðu ávísir einglar á Nóa døgum?

4 Seinni tóku aðrir einglar undir við Satani Djevulinum. Tá hin rættvísi Nóa livdi, fóru nakrir av teimum úr tænastu síni í himli og lótu seg í holdlig likam, so teir kundu nøkta eina girnd eftir kynsligum sambandi við kvinnur á jørðini. Uttan iva var tað Satan, sum eggjaði teimum til at velja hesa ólýdnu kós. Soleiðis gjørdust teir fedrar at einum blendingsavkomi, harðligum yvirgangskroppum, ið nevndust nefilim. Tey óndu menniskjuni og hetta ónatúrliga avkomið hjá teimum ólýdnu einglunum vórðu týnd, tá Jehova læt Vatnflóðina koma yvir jørðina. Teir ólýdnu einglarnir sluppu sjálvir undan oyðingini við at fara úr tí holdliga likaminum og aftur í andaheimin. Men Gud setti hesum illu andunum ávísar avmarkingar við at reka teir út í andaligt myrkur. (1 Mósebók 6:1-7, 17; Judas 6) Satan, ’høvdingi hinna illu anda’ og hansara óndu einglar góvust kortini ikki við uppreistrinum. (Lukas 11:15) Hvat vilja teir?

5. Hvat hava Satan og hansara illu andar í hyggju, og hvat brúka teir til at lokka menniskju í felluna?

5 Meinska endamálið hjá Satani og illu andunum er at venda fólki burtur frá Jehova Gudi. Og tí hava hesar óndu verurnar upp gjøgnum søguna bæði villleitt, skelkað og gjørt seg inn á menniskju. (Opinberingin 12:9) Royndir í okkara tíð vísa, at álopini frá illum andum eru herviligari nú enn nakrantíð. Fyri at lumpa fólk nýta illu andarnir ofta okkurt slag av spiritismu. Hvussu brúka teir illu andarnir hetta agnið, og hvussu verja vit okkum?

HVUSSU ILLIR ANDAR ROYNA AT VILLLEIÐA OKKUM

6. Hvat er spiritisma, og hvørji ymisk sløg av spiritismu kennir tú?

6 Hvat er spiritisma? Tað er samband við illar andar, antin beinleiðis ella við einum millumgongufólki. Spiritisma virkar hjá teimum illu andunum sum agnið hjá einum veiðimanni: Tað dregur fongin. Og júst sum ein veiðimaður brúkar ymiskt agn at lokka dýr í felluna við, fremja illir andar ymiskt slag av spiritismu fyri at fáa vald á menniskjum. (Samanber Sálm 119:110.) Okkurt av hesum er til dømis spádómur, gandur, fyrivarningur, at kasta ella rista rúnir, spyrja ein andamanara ella venda sær til tey deyðu.

7. Hvussu vanlig er spiritisma, og hví blómar hon eisini í londum, sum nevna seg kristin?

7 Agnið virkar, tí spiritisma dregur fólk í øllum heiminum. Í frumskógarbygdum ganga fólk til gandalæknar, og aðrastaðni leita fólk ráð hjá stjørnuspáfólki. Ja, sjálvt í londum, sum nevna seg kristin, blómar spiritisman. Sambært kanningum finnast bara í Sameindu Statunum umleið 30 tíðarrit í einum upplagi, sum til samans telur 10.000.000, um ymisk sløg av spiritismu. Brasilianarar brúka á hvørjum ári, tað sum svarar til 3 milliardir krónur til spiritistiskar lutir. Men 80 prosent av brasilianarunum, sum møtast í spiritistiskum tilbiðjanardeplum, eru samstundis doyptir katolikkar, sum ganga til messu. Og av tí at summir prestar útinna spiritismu, hugsa nógv trúrøkin menniskju, at Gud góðkennir slíkt samband við andaheimin. Men ger hann tað?

HVÍ BÍBLIAN FORDØMIR SPIRITISTISKAR SIÐIR

8. Hvør er tann bíbilska áskoðanin á spiritismu?

8 Hevur tú lært, at vit við summum sløgum av spiritismu kunnu koma í samband við góðar andar, verður tú kanska bilsin, tá tú lærir, hvat Bíblian sigur um spiritismu. Jehova fólk varð ávarað: „Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum!“ (3 Mósebók 19:31; 20:6, 27) Opinberingarbókin í Bíbliuni ávarar um, at „gandakallar [tey sum fremja spiritismu, NW]“ enda í „sjónum, sum logar av eldi og svávuli — tað er hin annar [ævigi] deyðin.“ (Opinberingin 21:8; 22:15) Øll spiritisma býður Jehova Gudi ímóti. (5 Mósebók 18:10-12) Hví tað?

9. Hví siga vit, at boðskapir úr andaheiminum nú á døgum ikki koma frá Jehova?

9 Áðrenn Bíblian varð fullfíggjað, læt Gud av og á góðar andar, rættvísar einglar, samskifta við menniskjuni. Eftir at hon varð fullfíggjað, hevur Guds orð givið ta leiðbeiningina, menniskjum tørvar fyri at tæna Gudi á rættan hátt. (2 Timoteus 3:16, 17; Hebrearabrævið 1:1, 2) Hann fer ikki uttan um heilaga orð sítt við at geva andamanarum boðskapir. Allir slíkir nútíðar boðskapir úr andaheiminum koma frá illum andum. At fremja spiritismu kann elva til álop frá illum andum ella illandaseting. Av kærleika ávarar Gud okkum tí ímóti at fáast við nakað slag av spiritismu. (5 Mósebók 18:14; Galatiabrævið 5:19-21) Íðka vit framhaldandi spiritismu, eftir at hava fingið at vita hvørja áskoðan Jehova hevur, taka vit støðu saman við teimum uppreistrarhugaðu illu andunum og verða Guds fíggindar. — 1 Sámuel 15:23; 1 Krønikubók 10:13, 14; Sálmur 5:5.

10. Hvat er spádómur, og hví skulu vit ikki fáast við slíkt?

10 Eitt væl umtókt slag av spiritismu er spádómur, har fólk royna at fáa kunnleika um framtíðina ella hitt ókenda við andum. Spádómur kann til dømis vera stjørnuspáfrøði, at hyggja í krystallkúlu, at týða dreymar, at lesa í hondini og at brúka tarokkkort. Nógv halda spádóm vera óskaðiligt undirhald, men Bíblian vísir, at spámenn og illir andar ganga hond í hond. Til dømis nevnir Ápostlasøgan 16:16-19 ein „spádómsanda“, sum gjørdi eina gentu føra fyri at „spáa“. Men spádómsevnini hvurvu, tá tann illi andin varð rikin úr henni. Spádómur er uttan iva eitt agn, sum teir illu andarnir nýta í sínum royndum at lokka menniskju.

11. Hvussu verða vit lumpað, um vit royna at tosa við tey deyðu?

11 Syrgir tú, tí tú hevur mist eitt kært skyldfólk ella ein næran vin, kanst tú lættliga verða freistaður á annan hátt. Ein andamanari kann møguliga geva tær serligar upplýsingar ella tosa við eini rødd, ið ljóðar sum røddin á tí deyða. Men ansa tær! Roynir tú at tosa við tey deyðu, verður tú lumpaður. Hví? Tí tey deyðu tosa ikki. Sum tú ivaleyst minnist, sigur Guds orð, at tann sum doyr „verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara“. „Hini deyðu vita einki.“ (Sálmur 146:4; Prædikarin 9:5, 10) Harafturat hava illir andar í ávísum førum hermt eftir røddini á deyðum fólki og givið einum andamanara upplýsingar um viðkomandi. (1 Sámuel 28:3-19) Ein og hvør, sum „spyr deydningar“, verður altso villleiddur av teimum illu andunum og gongur ímóti Guds vilja. — 5 Mósebók 18:11, 12; Esaias 8:19.

FRÁ ATDRÁTTI TIL ATSÓKNIR

12, 13. Nevn nøkur dømi um, at illir andar framvegis freista og plága fólk.

12 Fylgir tú vegleiðingini í Guds orði viðvíkjandi spiritismu, skoytir tú als ikki um agnið, illir andar seta fram fyri teg. (Samanber Sálm 141:9, 10; Rómbrævið 12:9.) Merkir tað so, at teir illu andarnir ikki longur royna at fáa fatur á tær? Avgjørt ikki. Tá Satan hevði freistað Jesus tríggjar ferðir, „veik hann frá Honum eina tíð“. (Lukas 4:13) Stívrendir illir andar royna ikki einans við atdrátti, men eisini við atsóknum.

13 Minst til tað, vit áður hava havt frammi í samband við Satans álop á Job, Guds tænara. Djevulin syrgdi fyri, at Job misti allan fenaðin og meginpartin av tænastufólkunum. Satan drap eisini børnini hjá honum. Síðani sló hann Job sjálvan við ringari sjúku. Men Job varðveitti reinlyndi sítt fyri Gudi og varð signaður í stóran mun. (Job 1:7-19; 2:7, 8; 42:12) Síðan tá hava teir illu andarnir gjørt summi fólk stumm ella blind, og teir finna framvegis fragd í at pína menniskju. (Matteus 9:32, 33; 12:22; Markus 5:2-5) Í dag vísa fráboðanir, at illir andar fremja kynsligan ágang á summi og gera onnur sjúk í sinninum. Uppaftur onnur verða eggjað til dráp ella sjálvmorð, so tey á tann hátt synda móti Gudi. (5 Mósebók 5:17; 1 Jóhannes 3:15) Hóast alt hetta hava fleiri túsund, sum áður vóru trælabundin av illum andum, nú gjørt seg leys av teimum. Hvussu bóru tey seg at? Tey tóku neyðugu stigini.

HVUSSU VIT STANDA ILLUM ANDUM ÍMÓTI

14. Hvussu kunnu vit, eins og tey kristnu í Efesus úr fyrstu øld, standa illum andum ímóti?

14 Hvussu kunnu vit standa teimum illu andunum ímóti og forða fyri, at vit sjálvi og okkara nærmastu verða lokkað í felluna? Í fyrstu øld fingust tey kristnu í Efesus við spiritismu, áðrenn tey komu til trúgv, men tey tóku røttu stigini. Í Bíbliuni lesa vit, at „mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra“. (Ápostlasøgan 19:19) Sjálvt um tú ikki hevur fingist við spiritismu, mást tú sleppa tær av við alt, sum kann setast í samband við spiritismu, veri seg bøkur, bløð, sjónbond, plakatir, tónleik ella lutir, sum verða brúktir til spiritistisk endamál. Til hetta kunnu eisini roknast gudiligar myndir, amulettir og aðrir verndargripir eins og gávur frá onkrum, sum fæst við spiritismu. (5 Mósebók 7:25, 26; 1 Korintbræv 10:21) Til dømis vórðu eini hjún í Thailandi leingi plágað av illum andum. Tá tey sluppu sær av við lutir, sum høvdu samband við spiritismu, sluppu tey eisini undan álopum frá teimum illu andunum og kundu veruliga gera andalig framstig.

15. Hvat annað týðandi stig mugu vit taka fyri at standa illum andum ímóti?

15 Skulu vit standa teimum illu andunum ímóti, er eitt annað týðandi stig at fylgja vegleiðingini, Paulus gav, um at lata seg í øll herklæðini frá Gudi. (Efesusbrævið 6:11-17, Løggilda føroyska Umsetingin) Kristin mugu styrkja verjuna ímóti teimum illu andunum. Hvat ber tað í sær? „Havið í øllum førum,“ segði Paulus, „trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við.“ Jú sterkari trúgv tín er, tess betur fært tú staðið teimum illu andunum ímóti. — Matteus 17:14-20.

16. Hvussu kanst tú styrkja trúgv tína?

16 Hvussu kanst tú styrkja tína trúgv? Við framhaldandi at kanna Bíbliuna og fylgja leiðbeiningini, hon gevur. Hvussu sterk trúgvin hjá tær er, veldst fyri ein stóran part um styrkina í grundarlagnum — kunnskapinum um Gud. Og man tann nágreiniligi kunnskapurin, tú hevur fingið við at kanna Bíbliuna, ikki hava styrkt trúnna hjá tær? (Rómbrævið 10:10, 17) Heldur tú nú áfram at kanna Bíbliuna og venur teg við at ganga á møtini hjá Jehova Vitnum, verður trúgvin hjá tær uttan iva uppaftur sterkari. (Rómbrævið 1:11, 12; Kolossebrævið 2:6, 7) Hon verður ein sterkur verjugarður ímóti álopum frá illum andum. — 1 Jóhannes 5:5.

17. Hvørji onnur stig kunnu gerast neyðug, skulu vit standa illu andunum ímóti?

17 Hvørji onnur stig eru nú eftir hjá honum, sum hevur sett tær fyri at standa teimum illu andunum ímóti? Teimum kristnu í Efesus tørvaði verju, tí býurin var fullur av andadýrkan. Av hesi orsøk bað Paulus tey ’biðja í andanum eina og hvørja tíð’. (Efesusbrævið 6:18) Heimurin, vit liva í, er so plágaður av illum andum, at vit inniliga mugu biðja Gud um verju, so vit kunnu standa teimum illu andunum ímóti. (Matteus 6:13) Í hesum sambandi kunnu útnevndir elstar í tí kristnu samkomuni styðja við bønum og andaligari hjálp. — Jákup 5:13-15.

HALT ÁFRAM Í STRÍÐNUM MÓTI ILLUM ANDUM

18, 19. Hvat kunnu vit gera, um vit aftur fáa trupulleikar av illum andum?

18 Summi hava kortini, eisini eftir at hava tikið hesi grundleggjandi stigini, verið plágað av illum andum. Til dømis las ein maður á Fílabeinsstrondini við Jehova vitnum. Hann oyðilegði allar sínar amulettir, gjørdi góð framstig, vígdi seg til Jehova og varð doyptur. Men eina viku eftir dópin fóru teir illu andarnir aftur at gera seg inn á hann, og røddir bóðu hann avnokta ta nýfunnu trúnna. Um okkurt líknandi hendi tær, var tað so, tí Gud ikki longur vardi teg? Nei, ikki endiliga.

19 Tann fullkomni maðurin, Jesus Kristus, varð vardur av Gudi, og kortini hoyrdi hann røddina á tí ónda andaskapninginum, Satan Djevulinum. Jesus vísti, hvørji ráðini vóru í tí støðuni. Hann segði við Djevulin: „Far burt, Satan!“ (Matteus 4:3-10) Tú mást eisini nokta at lurta eftir røddum úr andaheiminum. Statt teimum illu andunum ímóti við at biðja Jehova um hjálp. Ja, bið hart og nýt Guds navn. Í Orðtøkunum 18:10 lesa vit: „Navn [Jehova] er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.“ Tað gjørdi tann kristni maðurin á Fílabeinsstrondini, og illu andarnir góvust at plága hann. — Sálmur 124:8; 145:18.

20. Nevn stutt, hvat tú kanst gera fyri at standa teimum illu andunum ímóti.

20 Jehova hevur loyvt teimum illu andunum at vera til, men hann vísir vald sítt, serstakliga í samband við fólkið hjá sær, og hansara navn verður boðað um alla jørðina. (2 Mósebók 9:16) Heldur tú teg nær til Gud, skalt tú ikki ræðast illar andar. (4 Mósebók 23:21, 23; Jákup 4:7, 8; 2 Pætur 2:9) Valdið, teir hava, er avmarkað. Teir vórðu revsaðir á Nóa døgum, kastaðir út úr himli fyri stuttum og bíða nú eftir tí endaliga dóminum. (Judas 6; Opinberingin 12:9; 20:1-3, 7-10, 14) Teir skelva í veruleikanum, tá teir hugsa um komandi týningina. (Jákup 2:19) Antin teir illu andarnir royna at lokka teg ella onkursvegna søkja at tær, kanst tú standa teimum ímóti. (2 Korintbræv 2:11) Skýggja spiritismu í einum og hvørjum líki, fylg vegleiðingini í Guds orði og søk Jehova tokka. Drála ikki, tað er lívið um at gera, at tú stendur teimum illu andunum ímóti!

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu royna illir andar at villleiða fólk?

Hví fordømir Bíblian spiritismu?

Hvussu kunnu vit gera okkum leys av illum andum?

Hví mást tú áhaldandi standa illum andum ímóti?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 110]

Hvørja áskoðan hevur tú á ymsik sløg av spiritismu?