Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina

Tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina

Kapittul 19

Tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina

1, 2. Hvussu spiltist tað, sum Jehova skapti?

SET NÚ fyri, at ein stórur listamálari akkurát er liðugur við ein framúrskarandi málning. Hann heldur sjálvur málningin vera avbera góðan — og tað av røttum — hann er eitt satt meistaraverk! Men um náttina kemur ein øvundsjúkur kappingarneyti og oyðileggur málningin. Tað harmar sjálvandi listamálaran. Hann vildi, at skemdarvargurin varð tikin og settur fastur! Og sum tú kanst ætla, er málarin altráur eftir at fáa listaverkið umvælt, so tað verður líka vakurt sum fyrr.

2 Sum listamaðurin læt Jehova eitt meistaraverk úr hondum, tá hann skapti jørðina og fólkini á henni. Eftir at hava skapt mannin og kvinnuna segði hann verk sítt á jørðini vera „sera gott“. (1 Mósebók 1:31) Adam og Eva vóru Guds børn. Hann elskaði tey og ímyndaði sær ta eydnusomu framtíðina, ið bíðaði teimum. Gaman í fekk Satan tey at gera uppreistur, men skaðin á ta undursama verkið, Gud hevði skapt, var ikki óbótaligur. — 1 Mósebók 3:23, 24; 6:11, 12.

3. Hvat er ’hitt sanna lívið’?

3 Gud setti sær fyri at bøta alt aftur. Hann ynskir inniliga, at vit skulu liva soleiðis, sum hann av fyrstan tíð hevði ætlað. Okkara stokkuta, trupla lív er ikki ’hitt sanna lívið’. Vit eru rikin langt burtur frá tí, Jehova hevði í huga. ’Hitt sanna lívið’, sum Gud unnar okkum, er ’ævigt lív’ undir fullkomnum umstøðum. — 1 Timoteus 6:12, 19.

4, 5. (a) Hvussu verður vónin um Paradísið veruleiki? (b) Hví eiga vit at hugsa um okkara framtíðarvón?

4 Kunnskapurin um Gud áleggur okkum eina ábyrgd fyri Jehova. (Jákup 4:17) Men hugsa tær signingarnar, tú fært, tá tú brúkar henda kunnskapin og toyggir teg eftir tí æviga lívinum. Í orði sínum, Bíbliuni, hevur Jehova Gud málað eina vakra mynd av lívinum í paradísinum, sum skjótt verður stovnað á jørðini. Sum Jehova fólk tæna vit sjálvandi ikki Gudi bert fyri at fáa lønina. Vit tæna Gudi, tí vit elska hann. (Markus 12:29, 30) Harafturat kunnu vit ikki vinna lívið við at tæna Jehova. Ævigt lív er ein Guds gáva. (Rómbrævið 6:23) Vit áttu av røttum at grundað um tað, sum eitt slíkt lív og vónin um Paradísið bera í sær, tí tað minnir okkum á, hvør Gud Jehova er — Hann ið „lønir teimum, ið søkja Hann“. (Hebrearabrævið 11:6) Ein vón, ið skínur bjørt og fyllir bæði hug og hjarta, ger okkum før fyri at tola mótburðin í Satans heimi. — Jeremias 23:20.

5 Latið okkum nú hyggja nærri at bíbilsku vónini um ævigt lív í framtíðar paradísinum á jørðini. Hvussu verður lívið, tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina?

EFTIR HARMAGEDDON — PARADÍS Á JØRÐINI

6. Hvat er Harmageddon, og hvønn týdning fær hesin bardagin fyri mannaættina?

6 Sum vit hava sæð, fer Jehova Gud skjótt at beina fyri hesi óndu heimsskipanini. Heimurin nærkast í skundi tí, sum Bíblian nevnir Harmageddon. Orðið fær kanska nógv at hugsa um eitt kjarnorkuragnarøk íbirt av stríðandi tjóðum, men Harmageddon er nakað heilt annað. Opinberingin 16:14-16 vísir, at Harmageddon er ’bardagin hin stóra dag Guds hins Alvalda’ — ein bardagi, har ’kongarnir á øllum jarðarríki’, tað er allar tjóðir, eru við. Jehova Guds sonur, útnevndi Kongurin, ríður skjótt út í bardaga. Úrslitið er einki at ivast í. Øll, sum eru ímóti Guds ríki, og sum eru partur av Satans óndu skipan, verða týnd. Bara tey, sum eru Jehova loyal, verða á lívi. — Opinberingin 7:9, 14; 19:11-21.

7. Hvar skulu Satan og hansara illu andar vera undir túsundáraríki Kristusar, og hvussu gagnar tað menniskjunum?

7 Hugsa tær, at ert komin burtur úr hesi heimskollveltingini á lívi. Hvussu verður lívið í tí nýggja heiminum, sum Gud hevur givið lyfti um? (2 Pætur 3:13) Okkum nýtist ikki at gita, tí Bíblian gevur eina sera hugtakandi lýsing av viðurskiftunum, sum tá verða. Hon sigur, at Satan og hansara illu andar undir túsundára stjórn Jesu Krists verða tiknir úr leikum, innistongdir í yrkisloysisins avgrund. Hesir óndu og meinfýsnu andaskapningarnir skulu ikki longur lumpa menniskju og skapa ófrið, ella eggja okkum til trúloysi móti Gudi. Ein sannur lætti! — Opinberingin 20:1-3.

8, 9. Hvussu verður við sjúkum og aldring í tí nýggja heiminum?

8 Sum frálíður, hvørvur øll sjúka. (Esaias 33:24) Hin lamni stendur, gongur, rennur og dansar á sterkum, frískum beinum. Eftir mong ár í einum ljóðleysum heimi hoyrir hin deyvi aftur glaðar røddir rundan um seg. Hin blindi gerst ovfarin, tá ein stórfingin litríkur heimur vísir seg fyri eygum hansara. (Esaias 35:5, 6) Umsíðir er hann førur fyri at síggja andlitini á sínum kæru! Kámast sjónin onkuntíð aftur, er tað bert av gleðitárum.

9 Hugsa tær! Ongar brillur, ongar høkjur ella stavir! Eingin heilivágur, ongar tannlæknastovur og einki sjúkrahús! Ongantíð skulu kensluligar sjúkur og tunglyndi aftur stjala gleðina frá okkum. Eingin barndómur spillist av sjúku. Aldringsgongdin fer øvugta vegin. (Job 33:25) Vit gerast frískari og sterkari. Hvønn morgun vakna vit við nýggjari megi eftir góða náttarhvíld, fylt við ágrýtni og fús at fara undir ein nýggjan dag við innihaldsríkum og nøktandi arbeiði.

10. Hvat arbeiði fáa tey, sum koma undan Harmageddon við lívinum?

10 Ov mikið verður av gleðiligum uppgávum at loysa hjá teimum, sum koma undan Harmageddon við lívinum. Jørðin skal broytast til eitt paradís. Øll sporini eftir tí dálkaða, gamla heiminum skulu beinast burtur. Fátækrabýlingar og oyðiløgd landaøki skulu gerast til viðarlundir og urtagarðar. Øll kunnu gleðast um góð og hugnalig bústaðarviðurskifti. (Esaias 65:21) Sum frálíður, vaksa hesi paradísøkini á jørðini og renna saman, so øll jørðin at enda eftirlíkar teimum vakurleikareglunum, Skaparin setti í urtagarðinum Eden. Tað verður frálíkt at taka lut í hesum endurreisingararbeiðinum!

11. Hvørja áskoðan fáa menniskjuni í framtíðini á umhvørvið og dýralívið?

11 Alt hetta fer fram undir Guds leiðslu, so umhvørvið fær ongan skaða. Menniskjuni liva í friði við dýrunum. Menniskjuni skulu, í staðin fyri eirindaleyst at drepa frá hond, kenna ábyrgd í fyrisitingini av jørðini og umsorganini fyri dýrunum. Hugsa tær úlvar og lomb, leyvur og kálvar, sum ganga á beiti saman — og vandi er ikki fyri húsdýrunum. Smábørnunum nýtist ikki at ræðast tey villu dýrini, ei heldur verður friðurin í tí nýggja heiminum órógvaður av miskunnarleysum og blóðtystum menniskjum. (Esaias 11:6-8) Ja, ein friðarligur nýggjur heimur!

MENNISKJUNI BROYTAST

12. Hvussu gongur Esaias 11:9 út í dag, og hvussu gongur profetiin út í Paradísinum?

12 Esaias 11:9 sigur okkum, hví eingin longur ger jørðini skaða. Har stendur: „Jørðin skal vera full av kunnskapi um [Jehova], eins og vatnið fjalir havsbotnin.“ Her er talan um menniskju, tí dýr kunnu ikki fyllast við ’kunnskapi um Jehova’ og gera broytingar. Tey eru stýrd av loynivitsku. Men kunnskapurin um Skaparan broytir menniskju. Tú hevur ivaleyst longu sjálvur gjørt onkra broyting, orsakað av at tú brúkar kunnskapin um Gud í tínum lívi. Tað hava milliónir av menniskjum gjørt. Henda profetiin gongur tí longu út teirra millum, sum tæna Jehova. Hon vísir eisini fram til tíðina, tá fólk allastaðni á jørðini sleppa sær av við øll dýrakend og harðlig lyndiseyðkenni og verða friðsom með alla.

13. Hvør undirvísingarskrá verður framd á jørðini?

13 Tað verður frálíkt, tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina! Farið verður undir eina víðfevnda undirvísingarskrá, sum kongurin Jesus Kristus og hansara 144.000 hjákongar stíla fyri. Til ta tíð verða nýggjar „bøkur“ tiknar í nýtslu. Bøkurnar tykjast vera skrivaðar leiðbeiningar frá Gudi, ið skulu vera støði undir upplæringini av teimum, sum búgva á jørðini. (Opinberingin 20:12) Menniskjuni skulu læra frið, ikki kríggj. Øll oyðandi vápn eru horvin med alla. (Sálmur 46:10) Íbúgvarnir í tí nýggja heiminum læra at sýna øðrum menniskjum kærleika, virðing og manslæti.

14. Hvussu broytist heimurin, tá mannaættin verður ein sameind familja?

14 Mannaættin verður ein sameind familja. Einki forðar einleikanum og brøðralagnum. (Sálmur 133:1-3) Ongum nýtist at stongja dyrnar fyri tjóvum. Friður ræður í hvørjum einasta hjarta, hvørjum einasta heimi og hvørjum einasta øki á jørðini. — Mika 4:4.

TANN GLEÐILIGA UPPREISNIN

15. Hvørjir tveir bólkar rísa upp til lív á jørðini?

15 Í hesum túsundáraríkinum fer uppreisnin fram. Tey, sum vitandi og við vilja syndaðu ímóti Guds heilaga anda, hansara virksomu kraft, við at forða hansara leiðslu og ávísan uttan at angra, fáa onga uppreisn. (Matteus 23:15, 33; Hebrearabrævið 6:4-6) Sjálvandi kann eingin uttan Gud avgera, hvør ið hevur syndað á henda hátt. Men tveir serskiltir bólkar fáa uppreisn — ’rættvís og órættvís’. (Ápostlasøgan 24:15) Alt verður væl skipað, so tað er væl hugsandi, at tey fyrstu, sum rísa upp til lív á jørðini, verða tey, sum trúføst tæntu Jehova. — Hebrearabrævið 11:35-39.

16. (a) Hvørji verða ímillum ’hini rættvísu’, sum rísa upp til lív á jørðini? (b) Hvørjar trúarhetjur úr forðum gleðir tú teg serliga til at møta, og hví?

16 Í staðin fyri at hoyra tíðindi um kríggj, vanlukkur og deyða, fáa Jehova tænarar stórfingin tíðindi um uppreisnina. Spennandi verður at frætta um trúfastar menn og kvinnur sum Ábel, Enok, Nóa, Ábraham, Sáru, Job, Móses, Rahab, Rutt, Dávid, Elias og Ester, ið hava fingið lívið aftur. Tey kunnu ivaleyst geva okkum nógvar spennandi søguligar upplýsingar og greiða nágreiniliga frá teimum bíbilsku frásøgunum! Tey, eins væl og rættvís, sum eru deyð tey seinnu árini, munnu eisini fegin vilja hava greiðu á, hvussu Satans skipan varð fyribeind, og hvussu Jehova halgaði sítt navn og hevdaði sítt yvirvald.

17. Hvørja hjálp veita teir trúfastu tænararnir øðrum, sum rísa upp?

17 Hesir trúføstu tænararnir vera til stóra nyttu, tá farið verður undir næsta stigið í uppreisnini, har milliónir av „órættvísum“ skulu loysast úr deyðans leinkjum. Meginparturin av mannaættini hevur ongantíð havt høvi at læra Jehova at kenna. Satan ’blindaði hugsanir’ teirra. (2 Korintbræv 4:4) Men Djevulsins verk verður gjørt til einkis. Tey órættvísu fáa lívið aftur á einari vakrari og friðarligari jørð. Tey verða boðin vælkomin av einum væl skipaðum fólki, sum skal læra tey um Jehova og sonin, sum nú valdar, Jesus Kristus. So hvørt sum milliardir av upprisnum koma at kenna og elska sín Skapara, fyllir kunnskapurin um Jehova jørðina á einastandandi hátt.

18. Hvussu heldur tú, tað verður at bjóða teimum upprisnu vælkomin aftur til lívið?

18 Gleðin um uppreisnina verður ómetalig! Hvør hevur ikki verið nervaður av deyðanum, felags fígginda okkara? Ja, hvør hevur ikki kent pínuna, tá kærleiks- ella vinabond slitnaðu, tí sjúka, elli, vanlukka ella yvirgangur tók tann, vit vóru góð við? Hugsa tær so gleðina í Paradísinum, tá fólk sameinast av nýggjum! Møður og fedrar, synir og døtur, vinir og skyldfólk hálsfevnast, tey bæði flenna og gráta av gleði.

UMSÍÐIR FULLKOMIN!

19. Hvat annað undurverk fer fram undir túsundáraríkinum?

19 Alt túsundáraríkið verður eisini eitt annað undurverk framt. Hetta er kanska tað mest spennandi í samband við túsundára stjórn Kristusar. Jehova fer at lata son sín nýta virðið á endurloysingaroffrinum til frama fyri hvønn einstakan trúfastan og lýdnan mann og kvinnu. Soleiðis verður øll synd tikin burtur, og mannaættin fær fullkomileika. — 1 Jóhannes 2:2; Opinberingin 21:1-4.

20. (a) Hvat merkir tað at verða fullkomin? (b) Nær verða tey, sum koma undan Harmageddon við lívinum, og tey, sum rísa upp, veruliga livandi?

20 Fullkomileiki! Hvat merkir tað at verða fullkomin? Tað merkir at fáa somu tilveru, sum Ádam og Eva gleddust um, áðrenn tey syndaðu móti Jehova Gudi. Likamliga, sálarliga, kensluliga, siðiliga, andaliga — ja, á ein og hvønn hátt — eftirlíka fullkomin menniskju Guds reglum. Men verða øll menniskju so eins? Minni enn so! Alt tað, Jehova skapti — trøini, blómurnar og dýrini — vísir, at hann elskar fjølbroytni. Fullkomin menniskju hava ymiska persónmensku og ymisk evni. Øll fara at gleðast um lívið, soleiðis sum Gud úr byrjanini hevði ætlað tað at vera. Í Opinberingini 20:5 lesa vit: „Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda.“ Hini upprisnu verða, eins og tann stóri skarin, ið kom undan Harmageddon við lívinum, ikki veruliga livandi, fyrr enn tey eru fullkomin og syndleys.

21. (a) Hvat hendir, tá túsundára stjórn Kristusar er av? (b) Hvat verður at enda av Satani og øllum, sum halda við honum?

21 Tey fullkomnu menniskjuni skulu standa eina endaliga roynd, tá tey túsund árini eru av. Satan og hansara illu andar verða loystir úr avgrundini eina stutta tíð og sleppa fyri seinastu ferð at royna, um teir kunnu venda fólki burtur frá Jehova. Summi vísa seg tá at taka skeiv ynski fram um kærleikan til Gud, men tann uppreisturin fær bráðan enda. Jehova týnir slík sjálvsøkin menniskju saman við Satani og hansara illu andum. Síðani eru allir syndarar horvnir med alla! — Opinberingin 20:7-10.

HVAT FERT TÚ AT GERA?

22. Hvat gleðir tú teg til at gera í Paradísinum?

22 Tey, sum elska Jehova Gud, og sum liva í Paradísinum á jørðini, hava ævinleikan fyri sær. Vit duga illa at ímynda okkum gleðina, tað ber í sær — og har kanst tú vera við! Innan tónleik, list og handverk kunnu fullkomin menniskju skapa nakað, sum ber av øllum tí besta, teir størstu meistararnir avrikaðu í tí gamla heiminum! Menniskjuni verða jú fullkomin — og tey hava alla tíðina fyri sær. Hugsa tær, hvat tú fært gjørt, tá tú verður fullkomin. Hugsa eisini um alt, sum tú og tíni medmenniskju kunnu læra um tað, Jehova hevur skapt — frá øllum milliardatals galaksunum víða um í alheiminum til teir ørsmáu lutirnar, minni enn atomið. Øll avrik menniskjans geva okkara góða himmalska Faðir, Jehova, størri gleði. — Sálmur 150:1-6.

23. Hví verður lívið í Paradísinum ongantíð keðiligt?

23 Og tá verður lívið ikki keðiligt. Tað gerst meir og meir áhugavert, sum frálíður. Tú veitst, eingin endi er á kunnskapinum um Gud. (Rómbrævið 11:33) Í allar ævir verður meir at læra og nýggir sjónarringar at granska. (Prædikarin 3:11) Og meðan vit halda áfram at læra meira um Jehova Gud, halda vit áfram at liva — ikki nøkur fá ár, men í allar ævir! — Sálmur 22:27.

24, 25. Hví eiga vit longu nú at liva samsvarandi kunnskapinum um Gud?

24 Er ein slík framtíð í einum paradísi á jørðini ikki alt strev og øll offur verd? Jú, sjálvandi! Jehova hevur rætt okkum lykilin, ið krevst til at gloppa hurðini til hesa frálíku framtíð. Lykilin er kunnskapurin um Gud. Fert tú at brúka hann?

25 Elskar tú Jehova, gleðist tú eisini um at gera hansara vilja. (1 Jóhannes 5:3) At fylgja hansara leiðum ber stórar signingar við sær. Brúkar tú kunnskapin um Gud, gevur hann tær eitt lukkuligari lív longu nú í hesum torføra heimi. Harumframt er framtíðarlønin óendaliga stór, tí talan er um ein kunnskap, sum førir til ævigt lív! Nú er tíð at handla. Set tær fyri at liva samsvarandi kunnskapinum um Gud. Vís, at tú elskar Jehova. Virð heilaga navn hansara, og vís at Satan er ein lygnari. Afturfyri gleðist Jehova Gud, Keldan við sonnum vísdómi og kunnskapi, í hjarta sínum um teg. (Jeremias 31:3; Zefanias 3:17) Og hann elskar teg í aldur og allar ævir!

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvat er ’hitt sanna lívið’?

Hvat hendir á jørðini eftir Harmageddon?

Hvør rísur upp til lív á jørðini?

Hvussu verður mannaættin fullkomin og loksins roynd?

Hvørja vón hevur tú í samband við Paradísið?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 188, 189]

Hevur tú vón um lív í Paradísinum, tá kunnskapurin um Gud fyllir jørðina?