Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tað Gud gjørdi fyri at bjarga mannaættini

Tað Gud gjørdi fyri at bjarga mannaættini

Kapittul 7

Tað Gud gjørdi fyri at bjarga mannaættini

1, 2. (a) Hvussu fekk ein rómverskur heryvirmaður at síggja, hvør Guds sonur er? (b) Hví læt Jehova Jesus doyggja?

EIN SEINNAPART á vári fyri nærum 2000 árum síðani stóð ein rómverskur heryvirmaður og hugdi at, meðan tríggir menn doyðu spakuliga og við nógvari pínu. Hann varnaðist serstakliga ein teirra — Jesus Kristus — sum varð negldur á ein træpela. Middagslýsið hvarv so líðandi, sum seinasta løta Jesusar dró nærri. Tá hann doyði, skalv jørðin, og hermaðurin rópti: „Sanniliga var hesin maður Sonur Guds!“ — Markus 15:39.

2 Sonur Guds! Hermaðurin hevði rætt. Hann hevði júst verið sjónarvátti til týdningarmestu hendingina, sum nakrantíð var farin fram á jørðini. Gud hevði fyrr nevnt Jesus elskaða son sín. (Matteus 3:17; 17:5) Hví læt hann so sonin doyggja? Tí á henda hátt vildi Gud bjarga menniskjunum undan synd og deyða.

ÚTVALDUR AT TÆNA EINUM SERLIGUM ENDAMÁLI

3. Hví hóskaði tað væl, at einborni sonur Guds varð útvaldur til eina serliga uppgávu í samband við menniskjuni?

3 Sum longu nevnt, hevði Jesus livað, áðrenn hann gjørdist menniskja. At hann ber heitið Guds ’einborni Sonur’, kemur av, at Jehova skapti hann beinleiðis. Síðani nýtti Gud Jesus at skapa alt hitt. (Jóhannes 3:18; Kolossebrævið 1:16) Jesus bar serligan tokka til menniskjuni. (Orðtøkini 8:30, 31) Ei undur í at Jehova læt einborna son sín tæna einum heilt serligum endamáli tá menniskjuni fingu deyðadómin!

4, 5. Hvat opinberaði Bíblian viðvíkjandi messianska avkominum, áðrenn Jesus kom til jarðar?

4 Tá Gud í urtagarðinum Eden feldi dóm yvir Ádam, Evu og Satan, boðaði hann frá einum komandi bjargingarmanni, einum ’avkomi’. Hetta avkomið skuldi avtaka og bøta allar vanlukkurnar, sum stóðust av Satan Djevulinum, ’hinum gamla orminum’. Ja, lovaða avkomið skuldi sora Satan og øll, sum fylgdu honum! — 1 Mósebók 3:15; 1 Jóhannes 3:8; Opinberingin 12:9.

5 Tær komandi øldirnar greiddi Gud nærri frá avkominum, sum eisini nevndist Messias. Sum skilst av yvirlitinum á síðu 37, lýstu nógvar profetiir nágreiniliga ymiskar hendingar í jarðarlívi hansara. Til dømis at hann skuldi verða píndur og líða ein ræðuligan deyða til tess at fullføra Guds vilja. — Esaias 53:3-5.

HVÍ MESSIAS MÁTTI DOYGGJA

6. Hvat skuldi Messias sambært Dániel 9:24-26 avrika, og hvussu?

6 Profetiin, sum stendur at lesa í Dániel 9:24-26, boðar frá at Messias — Guds salvaði — skuldi fremja eina stórfingna ætlan. Hann skuldi koma til jarðar at „steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi“. Messias skuldi sleppa trúgvandi menniskjum undan deyðans fordøming. Hvussu kundi hann tað? Sambært profetiini skuldi hann „verða fyribeindur“, ella dripin.

7. Hví góvu jødar dýraoffur, og hvat vóru offrini mynd av?

7 Hugtakið um bót fyri misgerðir var væl kent millum ísraelsmenn í forðum. Í gudsdýrkanini undir lógini, sum Gud gav teimum við Mósesi, vóru teir vanir at geva dýraoffur. Hetta minti Ísraels fólk á, at menniskjum tørvar okkurt, sum kann bøta, ella fjala, teirra syndir. Paulus ápostul orðaði meginregluna stutt og greitt: „Uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving.“ (Hebrearabrævið 9:22) Kristin eru ikki undir Móselógini og krøvum hennara, eitt nú boðunum um offringar. (Rómbrævið 10:4; Kolossebrævið 2:16, 17) Tey vita eisini, at varandi ella fullkomilig fyrigeving fyri syndir ikki fæst við dýraoffrum. Men dýraoffrini vóru ein mynd av einum nógv virðismiklari offri — tí, sum Messias, ella Kristus, skuldi lata. (Hebrearabrævið 10:4, 10; les eisini Galatiabrævið 3:24.) Men so spyrt tú kanska: ’Var tað veruliga neyðugt, at Messias doyði?’

8, 9. Hvørji virði mistu Ádam og Eva, og hvørja ávirkan fingu teirra gerðir á eftirkomarar teirra?

8 Ja, Messias mátti doyggja, skuldi menniskjuni verða bjargað. Fyri at skilja hví, mugu vit minnast til tað, sum hendi í Paradísinum, og royna at fata, hvussu nógv Ádam og Eva mistu, tá tey gjørdu uppreistur móti Gudi. Tey høvdu eitt ævigt lív fyri sær! Sum Guds børn høvdu tey hartil tætt og beinleiðis samband við hann. Men tá tey vrakaðu Jehova harradømi, mistu tey alt hetta og voldu allari mannaættini synd og deyða. — Rómbrævið 5:12.

9 Tað var, sum høvdu okkara fyrstu foreldur oytt eina ómetaliga ogn burtur og sett seg í botnleysa skuld. Hesa skuldina lótu Ádam og Eva eftirkomarum sínum at arva. Eingin okkara er føddur fullkomin og uttan synd, og tí eru vit øll undirløgd synd og deyða. Gerast vit sjúk, ella gera vit fortreð við orðum, sum vit fegin vildu tikið aftur — tá uppliva vit ’skuldina’, vit fingu í arv, tann menniskjaliga ófullkomileikan. (Rómbrævið 7:21-25) Fyri okkum er einasta bjargingin at vinna tað aftur, sum Ádam oyddi burtur. Men eingin av okkum er førur fyri vinna sær eitt fullkomið lív. Øll ófullkomin menniskju synda, og tí hava vit øll uppiborið at doyggja, ikki at liva. — Rómbrævið 6:23.

10. Hvat kravdist afturfyri tað, sum Ádam læt gleppa sær av hondum?

10 Men hvat nú um okkurt varð bjóðað í býti fyri tað lívið, sum Ádam læt gleppa sær av hondum? Rættvísi Guds krevur, at ’lív skal latast fyri lív’. (2 Mósebók 21:23) Eitt lív má sostatt latast afturfyri tað lívið, sum fór fyri skeyti. Men ikki eitt og hvørt mannalív. Um ófullkomin menniskju sigur Sálmur 49:8, 9: „Maður kann ikki keypa bróður sín leysan, hann kann ikki geva Gudi loysigjald fyri hann — nei, gjaldið fyri sál hansara er ov høgt, tað má hann til ævigar tíðir lata vera.“ Er støðan vónleys meðni? Nei!

11. (a) Hvat merkir hebraiska orðið fyri „loysigjald“? (b) Hvør var hin einasti, sum kundi keypa menniskjuni leys, og hví?

11 Hebraiska orðið fyri „loysigjald“ sipar til eitt gjald, sum verður latið fyri at keypa ein fanga leysan, men tað merkir eisini javnvirði. Bert ein fullkomin maður megnaði at bjóða eitt mannalív javnvert lívinum, sum Ádam misti. Eftir Ádam er einki fullkomið menniskja føtt á jørðini uttan Jesus Kristus. Tí nevnir Bíblian hann ’hin seinna Ádam’ og vissar okkum um, at Jesus „gav seg sjálvan til samsvarandi loysigjald fyri øll“. (1 Korintbræv 15:45; 1 Timoteus 2:5, 6, NW) Meðan Ádam gav børnum sínum deyðan í arv, gevur Jesus ævigt lív í arv. Fyrra Korintbræv 15:22 greiðir soleiðis frá: „Eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi.“ Tí verður Jesus sera hóskandi nevndur „Ævigur Faðir“. — Esaias 9:6, 7.

HVUSSU LOYSIGJALDIÐ VARÐ LATIÐ

12. Nær gjørdist Jesus Messias, og hvat fór hann síðani í holt við?

12 Um heystið ár 29 fór Jesus til skyldmannin Jóhannes at verða doyptur og soleiðis bjóða seg fram at gera Guds vilja. Tað var á hesum sinni, Jehova salvaði Jesus við heilagum anda. Soleiðis gjørdist Jesus Messias, ella Kristus, Guds salvaði. (Matteus 3:16, 17) Síðan fór Jesus undir tænastu sína, sum vardi hálvtfjórða ár. Hann ferðaðist í øllum heimlandi sínum, boðaði Guds ríki og savnaði trúgvandi lærisveinar. Men sum fráboðað, tók ein stór mótstøða seg skjótt upp ímóti honum. — Sálmur 118:22; Ápostlasøgan 4:8-11.

13. Hvørjar hendingar fóru fram, áðrenn Jesus doyði falsleysur?

13 Jesus avdúkaði djarvur hyklið hjá trúarleiðarunum, og teir lógu honum eftir lívinum. At enda komu teir fram við eini beistaktigari ráðagerð, sum fevndi um svik, handtøku, ólógligan rættargang og falskar ákærur um at hava eggjað til uppreistur. Jesus varð sligin, útspýttur, háðaður og bukaður við einum koyrli, sum skræddi hold hansara sundur. Síðani dømdi rómverski landshøvdingin Pontius Pilatus hann til deyðan á einum pínslutræi. Hann varð negldur á ein pela og hekk har upprættur. Pínan gjørdist ótolandi, hvørja ferð hann dró andan, og við hesum lag gingu fleiri tímar, áðrenn hann at enda doyði. Í stóru kvøl síni sveik Jesus ongantíð, men varðveitti sambandið við Gud.

14. Hví loyvdi Gud, at sonur hansara píndist og doyði?

14 Soleiðis gav Jesus hin 14. nisan ár 33 „lív Sítt sum loysigjald fyri mong“. Hetta nevnist eisini endurloysingin. (Markus 10:45; 1 Timoteus 2:5, 6) Jehova sá úr himli elskaða son sín líða og doyggja. Hví loyvdi Gud hesa ræðuligu hending? Tí hann elskaði menniskjuni. Jesus segði: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ (Jóhannes 3:16) Deyði Jesusar undirstrikar eisini fyri okkum, at Jehova er Gud við fullkomnari rættvísi. (5 Mósebók 32:4) Onkur spyr kanska, hví Gud ikki kundi víkja frá meginregluni, sum kravdi sál fyri sál, og bara gloyma, hvussu nógv syndin hjá Ádami kostaði. Men orsøkin er tann, at Jehova altíð gongur eftir lógum sínum, eisini tá hann sjálvur má bera kostnaðin.

15. Av tí at tað hevði verið órættvíst at latið Jesus doyð med alla, hvat gjørdi Jehova so?

15 Jehova rættvísi kravdi eisini, at eitt lukkuligt úrslit spurdist burtur úr deyða Jesusar. Tá samanum kemur — hevði tað so verið rættvíst at latið hin trúfasta Jesus sova deyðans svøvn í allar ævir? Sjálvandi ikki! Í Hebraisku Skriftunum varð profeterað, at Guds heilagi tænari ikki skuldi verða verandi í grøvini. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 13:35) Hann svav deyðans svøvn partar av trimum døgum, og so reisti Jehova Gud hann upp til lív sum ein veldig andavera. — 1 Pætur 3:18.

16. Hvat gjørdi Jesus, tá hann vendi aftur til himmalin?

16 Tá Jesus doyði, frásegði hann sær með alla lív sítt sum menniskja, og upprisin til lív í himli gjørdist hann ein livandigerandi andi. Tá hann steig upp til alheimsins alraheilagasta, varð hann hartil av nýggjum sameindur við elskaða Faðir sín og læt honum formliga virðið á fullkomna mannalívi sínum. (Hebrearabrævið 9:23-28) Virðið á hesum dýrabara lívinum kundi so brúkast til frama fyri ta lýdnu mannaættina. Hvønn týdning hevur hetta fyri teg?

ENDURLOYSINGIN OG TÚ

17. Hvussu kunnu vit fáa fyrigeving grundað á endurloysingaroffur Kristusar?

17 Legg her til merkis, hvussu endurloysingaroffrið, Kristus læt, longu nú gagnar tær trífalt. Fyrst gevur tað syndanna fyrigeving. Við trúgv á úthelta blóð Jesusar „hava vit endurloysingina . . . fyrigeving syndanna“. (Efesusbrævið 1:7) Sjálvt um vit hava syndað í stórum, kunnu vit altso í navni Jesusar biðja Gud um fyrigeving. Tá vit veruliga angra, nýtir Jehova okkara vegna virðið á endurloysingaroffrinum, sum sonur hansara læt. Gud fyrigevur okkum, signar okkum við góðari samvitsku, í staðin fyri at krevja deyðadómin, sum vit hava uppiborið, tá vit synda. — Ápostlasøgan 3:19; 1 Pætur 3:21.

18. Hví gevur offur Jesusar okkum vón?

18 Í øðrum lagi er offur Kristusar grundarlagið undir framtíðarvón okkara. Í eini sjón sá Jóhannes ápostul, at ein ’stórur skari, sum eingin kundi telja’, kom livandi burtur úr tí komandi heimsvanlukkuni, tá øll henda heimsskipanin fer til grundar. Hví sleppa hesi undan við lívinum, tá Gud beinir fyri so nógvum øðrum? Ein eingil segði fyri Jóhannesi, at tann stóri skarin hevði „tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins [Jesu Krists]“. (Opinberingin 7:9, 14) So leingi sum vit trúgva á úthelta blóð Jesu Krists og liva samsvarandi teimum guddómligu krøvunum, eru vit rein í Guds eygum og hava vón um ævigt lív.

19. Hvussu er offur Kristusar prógv fyri, at hann og Faðir hansara elska okkum?

19 Í triðja lagi er endurloysingaroffrið størsta prógvið um Jehova kærleika. Deyði Kristusar bar í sær tær báðar størstu kærleiksgerðirnar í alheims søguni: (1) Kærleikan, Gud sýndi við at senda son sín at doyggja okkara vegna; og (2) kærleikan, Jesus sýndi við viliga at geva lív sítt sum loysigjald. (Jóhannes 15:13; Rómbrævið 5:8) Sýna vit sanna trúgv, fevnir hesin kærleikin um hvønn einasta av okkum. Paulus ápostul segði: „[Sonur] Guds . . . elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.“ — Galatiabrævið 2:20; Hebrearabrævið 2:9; 1 Jóhannes 4:9, 10.

20. Hví eiga vit at trúgva á offur Jesusar?

20 Latið okkum tí vísa, at vit eru takksom fyri kærleika Guds og Kristusar við at trúgva á endurloysingaroffrið, Jesus læt. Hetta førir til ævigt lív. (Jóhannes 3:36) Og kortini er okkara frelsa ikki høvuðsorsøkin til, at Jesus livdi og doyði á jørðini. Nei, týdningarmesta mál hansara var uppaftur størri, eitt alheims stríðsmál. Næsta kapitlið vísir, at hetta stríðsmálið kemur okkum øllum við, tí tað snýr seg um orsøkina til, at Gud so leingi hevur loyvt óndskapin og neyðina í heiminum.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hví mátti Jesus doyggja fyri at frelsa menniskjuni?

Hvussu varð loysigjaldið latið?

Á hvønn hátt fært tú gagn av endurloysingini?

[Lestrarspurningar]

[Heilsíðumynd á síðu 67]