Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tak avgerð um at tæna Gudi í allar ævir

Tak avgerð um at tæna Gudi í allar ævir

Kapittul 18

Tak avgerð um at tæna Gudi í allar ævir

1, 2. Hvat krevst, umframt at hava kunnskap um Gud?

ÍMYNDA tær, at tú stendur framman fyri eini stongdari hurð inn til eitt rúm, sum er fylt við stórum dýrgripum. Latið okkum siga, at ein persónur við myndugleika gevur tær lykilin til hurðina og biður teg bara fáa tær av dýrgripunum. Lykilin nyttar lítið, um tú ikki brúkar hann. Somuleiðis kunnskapur — skal hann koma tær til nyttu, mást tú brúka hann.

2 Hetta er serstakliga galdandi í samband við kunnskapin um Gud. Ja, nágreiniligur kunnskapur um Jehova Gud og Jesus Kristus merkir ævigt lív. (Jóhannes 17:3) Men at hava kunnskap er í sjálvum sær eingin trygd fyri ævigum lívi. Vit mugu brúka kunnskapin um Gud í lívi okkara, sum vit vildu brúkt ein hentan lykil. Jesus segði, at tey, sum gera Guds vilja, ’skulu koma inn í ríkið’ og har fáa framíhjárættin at tæna Gudi í allar ævir. — Matteus 7:21; 1 Jóhannes 2:17.

3. Hvat ynskir Gud av okkum?

3 Tá vit hava lært Guds vilja at kenna, ræður um eisini at liva eftir honum. Hvat man Guds vilji vera í tínum føri? Tað kann sigast við fáum orðum: At tú fylgir Jesusi eftir. Í Fyrra Pætursbrævi 2:21 stendur: „Tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum hansara.“ Fyri at gera Guds vilja, mugu vit altso eftir besta førimuni fylgja Jesusi eftir. Soleiðis brúka vit kunnskapin um Gud.

HVUSSU JESUS BRÚKTI KUNNSKAPIN UM GUD

4. Hví veit Jesus so nógv um Jehova, og hvussu hevur hann brúkt tann kunnskapin?

4 Jesus Kristus hevur størri kunnskap um Gud enn nakar annar. Í øldir livdi og arbeiddi hann undir liðini á Jehova Gudi í himli, áðrenn hann kom til jarðar. (Kolossebrævið 1:15, 16) Hvat brúkti Jesus allan kunnskapin til? Tað var honum ikki nóg mikið bara at eiga hann. Jesus livdi eftir honum. Tí var hann so fyrikomandi, tolin og góður við onnur menniskju. Á henda hátt tók Jesus eftir Faðir sínum í himli og virkaði samsvarandi tí kunnskapinum, hann hevði um Jehova vegir og persónmensku. — Jóhannes 8:23, 28, 29, 38; 1 Jóhannes 4:8.

5. Hví varð Jesus doyptur, og hvussu livdi hann upp til tað, sum hansara dópur ímyndaði?

5 Kunnskapurin, Jesus hevði, fekk hann eisini at taka eitt avgerandi stig. Hann kom úr Galilea til Jordanánna at verða doyptur av Jóhannesi. (Matteus 3:13-15) Hvat ímyndaði Jesu dópur? Jesus var jødi og tí føddur inn í eina tjóð, sum var vígd Gudi. Jesus var altso vígdur Gudi frá føðing síni. (2 Mósebók 19:5, 6) Við at lata seg doypa bjóðaði hann seg fram fyri Jehova at gera tað, sum Guds vilji var við honum í teirri tíðini. (Hebrearabrævið 10:5, 7) Og Jesus livdi upp til tað, sum dópur hansara merkti. Hann gav seg sjálvan í Jehova tænastu, og gav altíð, tá høvi beyðst, øðrum lut í kunnskapinum um Gud. Jesus gleddist um at gera Guds vilja, ja, hann segði, tað var sum matur fyri hann. — Jóhannes 4:34.

6. Hvussu avnoktaði Jesus seg sjálvan?

6 Jesus visti fullvæl, at kostnaðurin í samband við at gera Guds vilja, var sera stórur, ja, at tað skuldi kosta honum lívið. Men hann avnoktaði kortini seg sjálvan og setti síni egnu áhugamál afturum. At gera Guds vilja var altíð fremst í huga hansara. Hvussu kunnu vit fylgja fullkomna fyridømi Jesusar?

NØKUR STIG FRAM ÍMÓTI ÆVIGUM LÍVI

7. Hvørji stig mugu til dømis verða tikin fyri at gerast skikkaður til dópin?

7 Vit eru ikki fullkomin sum Jesus og mugu tí taka nøkur týðandi stig, áðrenn vit lata okkum doypa. Fyrst mugu vit fylla hjartað við nágreiniligum kunnskapi um Jehova Gud og Jesus Kristus. Á tann hátt fáa vit trúgv og inniligan kærleika til Gud. (Matteus 22:37-40; Rómbrævið 10:17; Hebrearabrævið 11:6) At fylgja Guds lógum, meginreglum og fyrimyndum, skuldi fingið okkum at broytt sinnalag, so vit gudsóttandi angra syndir okkara. Hetta elvir til umvending, tað merkir, til at vit venda við og sleppa tí skeivu atferðini, vit høvdu, áðrenn vit fingu kunnskap um Gud. (Ápostlasøgan 3:19) Bera vit okkum framvegis syndiga at í loyndum, í staðin fyri at fremja rættvísi, hava vit sjálvandi ikki veruliga vent við — og vit hava heldur ikki lumpað Gud. Jehova sær alt kávalæti. — Lukas 12:2, 3.

8. Hvat skulu vit gera, tá vit fegin vilja taka lut í boðanini?

8 Nú tú hevur fingið tær kunnskap um Gud, eigur tú so ikki at kanna, hvussu tú persónliga brúkar tað, tú hevur lært? Tú hevur ivaleyst góðan hug at siga skyldfólki, vinum og øðrum frá tí, tú lærir. Ja, møguliga hevur tú longu, eins og Jesus, boðað óformliga fyri øðrum. (Lukas 10:38, 39; Jóhannes 4:6-15) Nú vilt tú kanska fegin gera meir. Kristnir elstar eru fúsir at tosa við teg og gera av, antin tú ert skikkaður at taka lut í tí skipaða boðanarvirkseminum hjá Jehova Vitnum. Um so er, skipa teir elstu fyri, at tú fært ein boðara at fylgjast við í tænastuni. Jesu lærisveinar gingu eftir hansara ávísingum, so tænastan kundi fara fram á skipaðan hátt. (Markus 6:7, 30; Lukas 10:1) Tú fært somuleiðis hjálp, tá tú boðar Ríkisins boðskap hús úr húsi og á annan hátt. — Ápostlasøgan 20:20, 21.

9. Hvussu víga vit okkum til Gud, og hvussu ávirkar vígslan lív okkara?

9 Tá vit bera øllum teimum ymisku fólkunum í samkomuøkinum gleðiboðini, finna vit tey rættsintu, og hetta er eitt av verkunum, sum vísa, at vit hava trúgv. (Ápostlasøgan 10:34, 35; Jákup 2:17, 18, 26) Reglulig luttøka á teimum kristnu møtunum og ein týdningarmikil lutur í boðanini vísa somuleiðis, at vit hava broytt sinnalag, vent við og nú miðvíst vilja liva samsvarandi kunnskapinum um Gud. Hvat kundi so næsta stigið hóskandi verið? At víga seg til Jehova Gud. Tað merkir, at tú í inniligari bøn sigur Gudi frá, at tú viliga og av fullum hjarta letur honum lív títt fyri at gera hansara vilja. Soleiðis verður tú vígdur Jehova og gongur undir gagnliga okið hjá Jesusi Kristi. — Matteus 11:29, 30.

DÓPURIN — HVAT HANN MERKIR FYRI TEG

10. Hví eiga vit at verða doypt, tá vit hava vígt okkum til Jehova?

10 Sambært Jesusi mugu øll, sum gerast hansara lærisveinar, doypast. (Matteus 28:19, 20) Hví er tað neyðugt, tá tú hevur vígt teg til Gud? Ert tú vígdur Gudi, veit hann, at tú elskar hann. Men tú ert ivaleyst eisini fúsur at gera meir enn tað fyri at vísa øðrum, at tú elskar Gud. Við dópinum fært tú alment sagt frá, at tú hevur vígt teg til Jehova Gud. — Rómbrævið 10:9, 10.

11. Hvønn týdning hevur dópurin?

11 Dópurin hevur stóran ímyndarligan týdning. Tá tú verður koyrdur undir, ella verður „grivin“ í vatninum, er tað, sum doyrt tú viðvíkjandi tínum fyrra lívshátti. At tú verður reistur upp úr vatninum, svarar til, at tú rísur til eitt nýtt lív, so tú eftir hetta letur teg leiða av Guds vilja og ikki tínum egna. Hetta merkir sjálvandi ikki, at tú nú ikki longur ger nakað skeivt, vit eru øll ófullkomin og synda tí hvønn dag. Men sum ein vígdur og doyptur Jehova tænari hevur tú nú eitt serligt samband við hann. Tú hevur broytt sinnalag og eyðmjúkt latið teg doypa, og tí er Jehova, vegna endurloysingaroffur Jesusar, fúsur at fyrigeva syndir tínar. Dópurin elvir sostatt til reina samvitsku fyri Gudi. — 1 Pætur 3:21.

12. Hvat merkir tað at verða doyptur (a) ’í navni Faðirsins’? (b) ’í navni Sonarins’? (c) ’í navni heilaga andans’?

12 Jesus beyð fylgisneytum sínum at doypa nýggjar lærisveinar ’i navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans’. (Matteus 28:19) Hvat meinti Jesus? At verða doyptur ’í navni Faðirsins’ merkir, at tann, sum verður doyptur, av fullum hjarta viðurkennir Jehova Gud sum Skaparan og rætta Stjórnarharra alheimsins. (Sálmur 36:10; 83:19; Prædikarin 12:1) At verða doyptur ’í navni Sonarins’ merkir, at viðkomandi viðurkennir Jesus Kristus — og serstakliga endurloysingaroffur hansara — sum tað einasta, Gud hevur givið okkum til frelsu. (Ápostlasøgan 4:12) At verða doyptur ’í navni Heilaga Andans’ vísir, at dópsevnið viðurkennir, at tað er við Jehova heilaga anda, ella virksomu megi, Gud fremur sínar ætlanir og ger tænarar sínar førar fyri at gera hansara rættvísa vilja saman við teirri samskipanini, hann leiðir við sínum anda. — 1 Mósebók 1:2; Sálmur 104:30; Jóhannes 14:26; 2 Pætur 1:21.

ERT TÚ TIL REIÐAR AT VERÐA DOYPTUR?

13, 14. Hví skulu vit ikki vera bangin fyri at velja at tæna Jehova Gudi?

13 Tá nú dópurin hevur so nógv at siga og er týdningarmesta stigið í lívinum yvirhøvur, skalt tú so vera bangin fyri lata teg doypa? Avgjørt ikki. Hóast avgerðin um dóp má umhugsast væl, er tað uttan iva klókasta avgerðin, tú nakrantíð kemur at taka.

14 Dópurin vísir, at tú hevur valt at tæna Jehova Gudi. Hvussu við teimum, tú kennir — tæna ikki øll onkursvegna einum harra? Summi tæna til dømis ríkidøminum. (Matteus 6:24) Onnur leggja doyin á at skapa sær eina yrkisleið, ella tey tæna sær sjálvum við fyrst og fremst at hugsa um at fáa síni egnu ynski ígjøgnum. Uppaftur onnur tæna følskum gudum. Men tú hevur valt at tæna hinum sanna Gudi, Jehova. Eingin annar er so vinaligur, samkennandi og góður við teg. Gud hevur givið menniskjum eitt heiðurligt og týdningarmikið starv, sum hjálpir teimum at fáa frelsu. Hann lønir tænarum sínum við ævigum lívi. At fylgja Jesusi eftir og víga Jehova lív títt er avgjørt einki at vera bangin fyri. Tvørturímóti, tú gert Gudi til vildar og einki er skilabetri enn tað. — 1 Kongabók 18:21.

15. Hvat forðar summum í at verða doypt?

15 Eingin eigur kortini at verða doyptur, tí hann kennir seg noyddan. Tað er eitt persónligt mál ímillum ein sjálvan og Jehova. (Galatiabrævið 6:4) So við og við sum tú hevur ment teg andaliga, hevur tú kanska hugsað: „Hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“ (Ápostlasøgan 8:35, 36) Tú kundi spurt teg sjálvan: ’Er tað mótstøða í familjuni, sum heldur mær aftur? Fáist eg framvegis við eitthvørt óbíbilskt ella syndigt? Eri eg bangin fyri at missa viðurkenning í samfelagnum?’ Hetta er vert at hugsa um. Men vit mugu vera gløggskygd í okkara metingum.

16. Hvørjar fyrimunir hevur tú, tá tú tænir Jehova?

16 At meta um kostnaðin, uttan at hugsa um fyrimunirnar við at tæna Jehova, er ikki gløggskygni. Latið okkum siga, at talan er um mótstøðu í familjuni. Minst so til, at Jesus lovaði, at hóast lærisveinar hansara mistu skyldfólk síni, tí teir valdu at fylgja honum, skuldu teir fáa eina nógv størri andaliga familju. (Markus 10:29, 30) Slíkir trúarfelagar sýna tær bróðurkærleika, hjálpa tær at halda út í atsóknum og styðja teg á vegnum til lívið. (1 Pætur 5:9) Serstakliga kunnu teir elstu í samkomuni hjálpa tær at greiða trupulleikar og møta avbjóðingum við góðum úrsliti. (Jákup 5:14-16) Viðvíkjandi tí at missa undirtøku í heiminum kunnu vit spyrja okkum sjálvi: ’Hvat kann metast javnt við at vera góðkendur av alheimsins Skapara og vita, at hann gleðist um ta lívsleiðina, eg havi valt?’ — Orðtøkini 27:11.

HVUSSU VIT LIVA UPP TIL VÍGSLU OG DÓP OKKARA

17. Hví má dópurin metast sum byrjanin, heldur enn endamálið?

17 Vit mugu minnast til, at tann andaliga menningin ikki endar við dópinum. Dópurin er byrjanin til eina lívlanga tænastu fyri Gud sum ein vígdur orðsins tænari og eitt Jehova vitni. Hóast dópurin hevur alstóran týdning, gevur hann onga trygd fyri frelsu. Jesus segði ikki: ’Tann, ið verður doyptur, skal verða frelstur.’ Nei, hann segði: „Tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.“ (Matteus 24:13) Tí ræður um, at tú søkir Guds ríki fyrst við at gera tað til høvuðsmálið í lívi tínum. — Matteus 6:25-34.

18. Hvørji mál kunnu vit seta okkum eftir dópin?

18 Fyri at halda út í tænastuni fyri Jehova mást tú seta tær nøkur persónlig mál. Eitt gott mál er at økja kunnskapin um Gud við regluligum persónligum bíbliulestri. Ger tær eina ætlan fyri dagligari bíbliulesing. (Sálmur 1:1, 2) Ver við á øllum teimum kristnu møtunum, tí samveran har styrkir teg andaliga. Set tær eisini fyri at geva viðmerkingar á møtunum í samkomuni, so tú prísar Jehova og uppbyggir onnur. (Rómbrævið 1:11, 12) Eitt annað mál, tú kundi sett tær, er at betra tínar bønir. — Lukas 11:2-4.

19. Hvørjar eginleikar kann heilagi andin hjálpa tær at menna?

19 Skalt tú liva upp til tað, sum dópurin hevur at týða, mást tú støðugt geva gætur eftir tínum atburði og lata Guds heilaga anda hjálpa tær at menna eginleikar sum kærleika, gleði, frið, langmóð, blíðskap, góðvild, trúgv, mildleika og sjálvstamarhald. (Galatiabrævið 5:22, 23, NW; 2 Pætur 3:11) Minst til, at Jehova gevur øllum teimum heilagan anda, ið biðja og lýða hann sum trúfastir tænarar. (Lukas 11:13; Ápostlasøgan 5:32) Bið tí Gud um anda hansara og bið hann hjálpa tær at sýna eginleikar, sum honum dámar. Slíkir eginleikar koma betur til sjóndar í tíni talu og atferð, tá tú letur Guds anda ávirka teg. Øll í tí kristnu samkomuni leggja seg sjálvandi eftir at líkjast Jesusi meir og meir við at menna „ta nýggju persónmenskuna“. (Kolossebrævið 3:9-14, NW) Í tí sambandinum eru avbjóðingarnar, sum møta hvørjum einstøkum av okkum ógvuliga ólíkar, tí øll eru ikki komin líka langt í tí andaligu menningini. Av tí at tú ert ófullkomin, mást tú stríðast dúgliga fyri at fáa ta kristnu persónmenskuna. Men gev ikki uppat, tað ber til við Guds hjálp.

20. Hvussu kanst tú taka eftir Jesusi í boðanini?

20 Eitt annað andaligt mál kundi verið at komið fyrimyndini hjá Jesusi nærri viðvíkjandi gleðini. (Hebrearabrævið 12:1-3) Jesus elskaði tænastuna. Hevur tú framíhjárættin at vera við í boðanini, lat tað so ikki bara vera av handahógvi. Legg teg eftir, sum Jesus, at finna gleði við at læra onnur um Guds ríki. Tak við upplæringini, sum er at fáa í samkomuni, og sum hjálpir tær at menna teg sum lærara. Og ver vísur í, at Jehova kann geva tær styrki at útinna tænastu tína. — 1 Korintbræv 9:19-23.

21. (a) Hvussu vita vit, at Jehova metir tey høgt, sum hava latið seg doypa og eru trúføst? (b) Hvat vísir, at dópurin hevur alstóran týdning fyri, um vit sleppa undan við lívinum, tá Gud fremur dómin yvir hesa óndu heimsskipanina?

21 Tey, sum víga seg til Gud, lata seg doypa og trúføst royna at fylgja Jesusi eftir, hava í Guds eygum eina serstøðu. Jehova, sum rannsakar hjørtuni á milliónatals menniskjum, veit, hvussu sjáldsom hesi menniskju eru. Hann metir tey tí sum ’dýrabarar skattir’. (Haggai 2:7) Bíbliuprofetiir vísa, at slík menniskju í Guds eygum hava eitt merki, sum vísir, at tey sleppa undan við lívinum, tá hann skjótt fremur dómin yvir hesa heimsskipanina. (Ezekiel 9:1-6; Malakias 3:16, 18) Ert tú „rætt sinnaður til ævigt lív“? (Ápostlasøgan 13:48, NW) Ynskir tú veruliga at fáa merkið, sum vísir, at tú tænir Gudi? Vígsla og dópur eru partar av hesum merkinum og avgerandi fyri um vit sleppa undan við lívinum.

22. Hvat hevur ’hin stóri skarin’ at gleða seg til?

22 Eftir ta heimsumfatandi vatnflóðina komu Nóa og húski hansara úr ørkini út á eina reinsaða jørð. Í dag hevur ein ’stórur skari’, sum nýtir kunnskapin um Gud í lívi sínum, og sum Jehova góðkennir, útlit til at koma undan endanum á hesi óndu heimsskipanini við lívinum og fáa ævigt lív á einari jørð, sum er reinsað med alla. (Opinberingin 7:9, 14) Hvussu verður lívið har?

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu vil Jehova hava teg at brúka kunnskapin um hann?

Hvørji stig leiða fram til dópin?

Hví er dópurin ikki endamálið, men byrjanin?

Hvussu kunnu vit liva upp til vígslu og dóp okkara?

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 172]

Hevur tú vígt teg til Gud í bøn?

[Myndir á síðu 174]

Hvat forðar fyri, at tú verður doyptur?