Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit liva á síðstu døgum

Vit liva á síðstu døgum

Kapittul 11

Vit liva á síðstu døgum

1. Hví vita nógv hvørki út ella inn, tá tey eygleiða støðuna í heiminum, men hvar fæst ein álítandi frágreiðing um viðurskiftini í heiminum?

HVÍ er heimurin blivin so út av lagi ófriðarligur? Hvat er í væntu? Hevur tú nakrantíð sett slíkar spurningar? Nógv vita hvørki út ella inn, tá tey eygleiða støðuna í heiminum. Kríggj, sjúkur og lógloysi fáa fólk at ivast um framtíðina. Hjá politikarum er lítil vón at fáa. Men Gud hevur í sínum orði sagt okkum, hví henda tíðin er so torfør. Bíblian hjálpir okkum eisini at síggja, hvar vit eru stødd á tíðarinnar streymi. Hon vísir, at vit nú liva „á síðstu døgum“ fyri hesa heimsskipanina. — 2 Timoteus 3:1.

2. Hvørjar spurningar settu Jesu lærisveinar honum, og hvussu svaraði hann?

2 Tríggjar dagar áðrenn Jesus doyði, spurdu lærisveinarnir hann: „Hvat verður tekinið fyri nærveru tíni og endan á galdandi skipanini?“ * (Matteus 24:3, NW) Í svari sínum boðaði Jesus frá ávísum hendingum og viðurskiftum í heiminum, sum týðiliga skuldu vísa, at henda gudleysa skipanin livdi sínar síðstu dagar.

3. Hví versnaðu viðurskiftini á jørðini, tá Jesus tók við stjórnarvaldinum?

3 Sum undanfarna kapitlið sigur frá, leiðir tíðarrokningin í Bíbliuni okkum til ta niðurstøðu, at Guds ríki longu er komið til ræðið. Men hvussu ber tað so til, at alt er versnað og ikki batnað? Júst hetta er í veruleikanum ein sterk ábending um, at Guds ríki er komið til ræðið. Hvussu tá? Jú, í Sálmi 110:2 lesa vit, at Jesus eina tíð skuldi ráða ’mitt ímillum fíggindar sínar’. Fyrsta atgerð hansara sum Kongur í himli var at kasta Satan og hansara illu andar niður í námind av jørðini. (Opinberingin 12:9) Hvat hevði tað við sær? Nettupp tað sum Opinberingin 12:12 boðaði frá: „Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“ Tann ’stutta tíðin’ er nú.

4. Hvat skuldi eyðkenna síðstu dagarnar, og hvat vísir tað? (Les rammuna.)

4 Tá Jesus tí varð spurdur um tekinið fyri nærveru síni og endan á tí galdandi skipanini, var svar hansara sera hugvekjandi. Ymiskir partar av tekninum eru lýstir í rammuni á síðu 102. Sum tú sært, geva ápostlarnir Paulus, Pætur og Jóhannes okkum fleiri nágreiniligar lýsingar av teimum síðstu døgunum. Meginparturin av tekninum snýr seg satt at siga um syndarlig viðurskifti, men fullgerðin av profetiunum skuldi sannført okkum um, at endin á hesi óndu skipanini nú stendur fyri durum. Latið okkum hyggja nærri at onkrum av tí, sum serstakliga skuldi eyðkenna teir síðstu dagarnar.

OKKURT SUM EYÐKENNIR TEIR SÍÐSTU DAGARNAR

5, 6. Hvussu eru profetiirnar um kríggj og hungursneyð gingnar út?

5 „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ (Matteus 24:7; Opinberingin 6:4) Rithøvundurin Ernest Hemingway nevndi fyrra heimsbardaga „øgiligasta, blóðtystasta og mest tilvildarliga hópdrápið, sum nakrantíð er farið fram á jørðini“. Sambært bókini The World in the Crucible — 1914-1919 (Heimurin í bráðpannuni — 1914-1919) var hetta „eitt heilt nýtt slag av kríggi, fyrsta heildarkríggið í menniskjans søgu. Tíðin, styrkin og umfangið fór út um tað, nakar visti um at siga ella yvirhøvur hevði hugsað sær.“ Men so kom seinni heimsbardagi, ið vísti seg at vera uppaftur verri enn tann fyrri. Søgumaðurin Hugh Thomas skrivaði: „Tjúgunda øldin hevur verið stýrd av uppfinningum sum maskinbyrsuni, stríðsvogninum, B-52-bumbuflogfarinum, kjarnorkubumbuni og, til seinast, rakettini. Hon hevur hartil verið merkt av kríggjum, sum vóru blóðugari og meiri oyðandi enn nakrantíð áður.“ Nógv varð tosað um avdubbing, tá tað kalda kríggið endaði, tað er vist. Men kortini verða, sambært einari frágreiðing, eisini eftir ætlaða niðurskurðin, okkurt um 10.000 til 20.000 kjarnorkuløðingar eftir — meira enn 900 ferðir eldmegina, sum varð brúkt í Seinna Heimsbardaga.

6 „Hungur . . . skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7; Opinberingin 6:5, 6, 8) Síðan 1914 hava í minsta lagi 20 størri hungursvanlukkur gjørt um seg, og tær herjaðu lond sum Bangladesh, Burundi, Kambodja, Etiopia, Grikkaland, India, Kina, Nigeria, Russland, Rwanda, Somalia og Sudan. Men hungursneyðin er ikki altíð orsakað av matvørutroti. „Matvøruframleiðslan í heiminum er tey seinastu tíggjuáraskeiðini vaksin skjótari enn fólkatalið,“ segði ein bólkur av búskapar- og búnaðarfrøðingum. „Men av tí at í minsta lagi 800 milliónir framvegis liva í djúpari armóð, . . . eru tey ikki før fyri at keypa sær so mikið av hesari yvirflóð, at tey sleppa burtur úr tí kroniska føðslutrotinum.“ Í øðrum førum stendst hungursneyðin av tí førda politikkinum. Dr. Abdelgalil Elmekki á universitetinum í Toronto nevnir tvey dømi, har fleiri túsund svøltaðu, meðan lond teirra samstundis útfluttu stórar nøgdir av matvørum. Myndugleikarnir hugsaðu eftir øllum at døma meir um at fáa hendur á útlendskum gjaldoyra til at fíggja sína krígsførslu við, enn um at breyðføða fólkið í landinum. Niðurstøðan dr. Elmekki kemur til er henda: Hungursneyð ofta er „ein spurningur um útbýting og stjórnarpolitikk“.

7. Hvussu er vorðið við pesti nú á døgum?

7 „Pestur.“ (Lukas 21:11; Opinberingin 6:8) Spanska sjúkan í 1918-19 kravdi í minsta lagi 21 milliónir mannalív. „Ongantíð áður í søguni varð heimurin herjaður av einum manndrápara, sum so skjótt fekk beint fyri so nógvum menniskjum,“ skrivar A. A. Hoehling í bókini The Great Epidemic (Stóra farsóttin). Í dag breiða nógvar sjúkur seg sum pestur. Á hvørjum ári doyggja fimm milliónir menniskju av krabbameini; diarré-sjúkur beina fyri gott og væl trimum milliónum børnum, og tuberklarnir drepa tríggjar milliónir. Smittusjúkur í andaleiðini, serstakliga lungnabruni, taka á hvørjum ári lívið av 3,5 milliónum børnum undir fimm ára aldur. Og heilar 2,5 milliardir menniskju — helvtin av teimum, sum búgva á jørðini — hava sjúkur, sum standast av ov lítlum ella dálkaðum vatni og vánaligum kloakkviðurskiftum. Og AIDS er ein álvarsom áminning um, at menniskjað, hóast týðandi læknafrøðilig framstig, ikki er ført fyri at basa pestsjúkum.

8. Hvat vísir, at fólk eru „peningakær“?

8 ’Menniskjuni skulu vera peningakær.’ (2 Timoteus 3:2) Allastaðni í heiminum tykjast fólk at hava ein ómettandi hungur eftir størri ríkidømi. Ofta verður persónlig „eydna“ mett eftir, hvussu nógv tú fært í løn, og „avrikini“ eftir hvussu nógv tú eigur. „Materialisman fer framvegis at vera ein drívmegi í tí amerikanska samfelagnum, . . . og hon fær eisini støðugt størri týdning á øðrum stórum marknaðum,“ sum varastjórin á eini lýsingarstovu málbar seg. Er støðan tann sama, har sum tú býrt?

9. Hvat er at siga um tað fráboðaða ólýdnið móti foreldrum?

9 „Foreldrum ólýðin.“ (2 Timoteus 3:2) Foreldur, lærarar og onnur vita alt ov væl, at nógv børn nú á døgum eru framfør og ólýðin. Tað kemst av, at børn og ung antin gera uppreistur móti, ella taka eftir tí vánaliga atburðinum hjá foreldrunum. Støðugt fleiri børn gera uppreistur, tí tey missa álitið á skúlanum, landsins lógum, átrúnaðinum og sínum foreldrum. Ein royndur skúlalærari sigur: „Sum heild tykjast tey at hava sera lítla virðing fyri nøkrum.“ Tíbetur skikka nógv gudsóttandi børn sær kortini fyrimyndarliga væl.

10, 11. Hvat vísir, at fólk eru vill og mangla natúrligan kærleika?

10 „Vill.“ (2 Timoteus 3:3, NW) Grikska orðið, sum her er umsett ”vill“, merkir sambært einari bíbliuviðmerking ’ótamd, vill, uttan menniskjansligan samhuga og samkenslu’. Ein frálík lýsing av nógvum, sum fremja harðskap! „Lívið er so skelkandi og so fult av ræðslu, at tú mást hava nervar úr stáli fyri at lesa dagsins tíðindi,“ stóð at lesa í eini oddagrein. Ein trygdarvørður nevndi til dømis, at nógv ung eftir øllum at døma lata eyguni aftur fyri avleiðingunum av sínum atburði. Hann sigur: „Tey tykjast hugsa, ’Líka veit eg, hvat verður í morgin. Eg fái mær tað, eg vil hava, í dag.’“

11 „Kærleiksleys.“ (2 Timoteus 3:3) Hetta orðið er týtt úr einum grikskum orði, sum merkir „hjartaleysur, ómenniskjansligur“, og merkir „trot á natúrligan familjukærleika“. (The New International Dictionary of New Testament Theology) Ja, kærleikin vantar ofta júst har, sum hann fram um alt átti at verið — í heiminum. Fráboðanir um hjúnafelagar og børn, ja, eisini gomul foreldur, sum verða illa viðfarin, eru alt ov ofta at hoyra. Ein kanningarbólkur gav hesa viðmerking: „Harðskapur, veri seg slag ella skump, knívstingur ella skotbardagi, er vanligari innanhýsis enn aðrastaðni í samfelagnum.“

12. Hví kunnu vit siga, at fólk bert hava gudsótta sum eitt eiti?

12 „Tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans.“ (2 Timoteus 3:5) Bíblian megnar at broyta lívið hjá fólki til tað betra. (Efesusbrævið 4:22-24) Men nógv brúka nú á døgum átrúnaðin sum skálkaskjól fyri øllum illum, sum býður Gudi ímóti. Trúarleiðarar lata ofta lygn, stuldur og kynsligt siðloysi fara uttan átalu. Nógv trúarsamfeløg prædika kærleika, men stuðla kríggi. Í eini oddagrein í blaðnum India Today stóð at lesa: „Í navni hins almáttuga Skapara . . . hava menniskjuni framt ringastu níðingsgerðirnar hvør móti øðrum.“ Ja, báðar tær blóðugastu ósemjurnar í okkara tíð — Fyrri og Seinni Heimsbardagi — byrjaðu mitt í kristinheiminum.

13. Hvat vísir, at jørðin verður oyðiløgd?

13 Oyðingin av jørðini. (Opinberingin 11:18) Meira enn 1600 granskarar úr øllum heiminum, teirra millum 104 sum fingu nobelvirðislønina, skrivaðu undir eina ávaring frá Union of Concerned Scientists (Felagsskapurin av Stúrnum Granskarum), sum ljóðaði: „Menniskjuni og náttúran hava beina kós hvør móti øðrum. . . . Um nøkur fá tíggjuáraskeið ber ikki longur til at skáka sær undan teimum hóttanunum, vit nú standa yvir fyri.“ Frágreiðingin segði, at lívshóttandi atburðurin hjá menniskjanum „kann broyta heimin so mikið, at hann ikki longur kann uppihalda lívi, soleiðis sum vit kenna tað“. Osonlagið, sum minkar, vatndálking, avskóging, spilt landbúnaðarjørð og oyðing av dýra- og plantusløgum vórðu nevnd sum álvarsamir trupulleikar, ið krevja eina skjóta loysn. „Tá vit pilka við sínámillum treytaðar lívsmekanismur,“ stendur víðari, „kunnu avleiðingarnar gerast umfatandi og slíta lívfrøðiligar skipanir, sum vit ikki til fulnar kenna dynamikkin í.“

14. Hvat vísir, at Matteus 24:14 gongur út í okkara tíð?

14 „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ (Matteus 24:14) Jesus boðaði frammanundan frá, at gleðiboðini um Ríkið skuldu boðast um alla jørðina, øllum tjóðum til vitnisburð. Við Guds hjálp og signing brúka milliónir Jehova vitni milliardir av tímum í hesum arbeiðinum við at boða og gera lærisveinar. (Matteus 28:19, 20) Vitnini skilja, at tey høvdu verið blóðsek, um tey ikki bóru gleðiboðini. (Ezekiel 3:18, 19) Men samstundis fagna tey fleiri túsund, sum á hvørjum ári við gleði taka ímóti Ríkisins boðskapi og verða sonn kristin, tað vil siga vitni fyri Jehova. At tæna Jehova og á henda hátt spjaða kunnskapin um Gud er ein ómetaligur framíhjárættur. Og tá gleðiboðini eru borin øllum fólkum á fold, kemur endin á hesi óndu skipanini.

TAK VIÐ VITNISBURÐINUM

15. Hvussu verður endin á hesi óndu skipanini?

15 Hvussu endar henda galdandi skipanin? Bíblian boðar frá einari stórari „trongd“, sum byrjar, tá tann politiski parturin av heiminum herjar á ’Bábylon hina stóru’, heimsveldið av følskum átrúnaði. (Matteus 24:21; Opinberingin 17:5, 16) Jesus segði, at til ta tíð „skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast“. (Matteus 24:29) Kanska merkir hetta bókstavlig himmalfyribrigdi. Í øllum førum verða tey skínandi ljósini í trúarheiminum avdúkað og fyribeind. Síðani ger Satan, ið nevnist „Gog í Magogslandi“, við óndum menniskjum eitt avgerandi álop á Jehova fólk. Men tað eydnast ikki, tí Gud leggur uppí og bjargar tí. (Ezekiel 38:1, 2, 14-23) ’Hin stóra trongdin’ kemur í hæddina í Harmageddon, ’bardaganum hin stóra dag Guds hins Alvalda’. Hann beinir fyri øllum leivdum av Satans samskipan á jørðini og skipar soleiðis fyri, at tey menniskjuni, sum sleppa undan við lívinum, fáa æviga signing. — Opinberingin 7:9, 14; 11:15; 16:14, 16; 21:3, 4.

16. Hvussu vita vit, at profetiirnar um síðstu dagarnar galda okkara tíð?

16 Tiknar hvør sær, kunnu nakrar av profetiunum, sum lýsa teir síðstu dagarnar, eisini hóska til onnur tíðarskeið í søguni. Men tilsamans peika teir profetisku vitnisburðirnir beinleiðis á okkara tíð. Hetta kann lýsast við einum dømi: Linjurnar í fingramerkinum hjá einum persóni tekna eitt mynstur, sum ikki kann hoyra nøkrum øðrum til. Somuleiðis hava teir síðstu dagarnir sítt egna mynstur av eyðkennum ella hendingum. Tær tekna eitt „fingramerki“, sum ikki kann hoyra nøkrum øðrum tíðarskeiði til. Samanbera vit hetta við bíbilskar vitnisburðir um, at Guds himmalska ríki nú hevur ræði, bendir alt á, at vit júst nú liva á síðstu døgum. Harafturat eru greiðir vitnisburðir í Bíbliuni um, at henda ónda skipanin skjótt verður burturbeind.

17. Hvat eiga vit at gera, nú vit vita, at vit liva á síðstu døgum?

17 Hvat gert tú, nú tú hevur sæð prógvini fyri, at vit liva á síðstu døgum? Ja, vistu vit at ein øgilig og oyðandi ódn nærkaðist, høvdu vit alt fyri eitt tryggjað okkum á ymiskan hátt. Tað Bíblian sigur um ta galdandi skipanina, skuldi somuleiðis fingið okkum at rakna við. (Matteus 16:1-3) Vit síggja fullvæl, at vit liva á síðstu døgunum fyri ta galdandi skipanina. Hetta skuldi fingið okkum at gjørt tær neyðugu broytingarnar, so vit kunnu toknast Gudi. (2 Pætur 3:3, 10-12) Jesus vísir á seg sjálvan sum tann, ið kann frelsa okkum, og gevur so hesa týðandi áminning: „Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart! Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva. Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“ — Lukas 21:34-36.

[Fodnote]

^ par. 2 Summar bíbliutýðingar brúka her orð sum ’verøld’ ella ’tíð’ í staðin fyri ’galdandi skipan’. W. E. Vine’s Expository Dictionary of New Testament Words sigur, at grikska orðið aiōnʹ „merkir eitt ikki nærri ásett tíðarskeið, ella tíð mett eftir tí, sum fer fram hetta tíðarskeiðið“. Parkhursts Greek and English Lexicon to the New Testament (síða 17) brúkar málburðin „tann galdandi skipanin“ í síni frágreiðing til nýtsluna av orðinum aiōʹnes (fleirtal) í Hebrearabrævinum 1:2. Tað er sostatt í samsvar við grikska upprunatekstin at umseta aiōnʹ við ’galdandi skipan’.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu sigur Bíblian, viðurskiftini skuldu vera, um ta tíðina tá Kristus tók við stjórnarvaldinum?

Nevn nøkur eyðkenni á síðstu døgum.

Hvat sannførir teg um, at vit liva á síðstu døgum?

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 102]

NØKUR EYÐKENNI Á SÍÐSTU DØGUM

Kríggj uttan fordømi. — Matteus 24:7; Opinberingin 6:4.

Hungursneyð. — Matteus 24:7; Opinberingin 6:5, 6, 8.

Pestur. — Lukas 21:11; Opinberingin 6:8.

Vaksandi lógloysi. — Matteus 24:12.

Oyðing av jørðini. — Opinberingin 11:18.

Jarðskjálvtar. — Matteus 24:7.

Hættisligar og torførar tíðir. — 2 Timoteus 3:1.

Óhóvsamur pengakærleiki. — 2 Timoteus 3:2.

Foreldrum ólýðin. — 2 Timoteus 3:2.

Kærleiksleys. — 2 Timoteus 3:3.

Elska lystir sínar meir enn Gud. — 2 Timoteus 3:4.

Einki sjálvstamarhald. — 2 Timoteus 3:3.

Uttan kærleika til hitt góða. — 2 Timoteus 3:3.

Geva sær ikki far um vandan. — Matteus 24:39.

Spottarar vilja ikki trúgva tekninum fyri síðstu dagarnar. — 2 Pætur 3:3, 4.

Guds ríki verður boðað um alla jørðina. — Matteus 24:14.

[Heilsíðumynd á síðu 101]