Far beinleiðis til innihaldið

Lív í einum friðsælum nýggjum heimi

Lív í einum friðsælum nýggjum heimi

Lív í einum friðsælum nýggjum heimi

Hvat hugsar tú tá tú sært myndina á hesum faldaranum? Hevði tú ikki viljað upplivað friðin og eydnuna har? Ivaleyst. Men er tað ikki berur heilaspuni, berur dreymur, at hugsa sær at viðurskiftini nakrantíð verða soleiðis á jørðini?

Tað munnu tey flestu meina. Veruleikin, sum vit kenna hann í dag er kríggj, brotsverk, hungur, sjúka og ellisbrek — fyri bert at nevna nakað. Og kortini kunnu vit loyva okkum at vóna. Um framtíðina sigur Bíblian at Gud hevur givið lyfti um „nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr“. — 2 Pætur 3:13; Esaias 65:17.

Sambært Bíbliuni er kortini ikki talan um bókstaviligan nýggjan himmal og bókstaviliga nýggja jørð. Tann fysiska jørðin og tann fysiski himmalin eru skapt fullkomin, og Bíblian sigur at tey verða um ævir. (Sálmur 89:37, 38; 104:5) ’Nýggja jørðin’ verður eitt rættvíst samfelag av menniskjum ið liva á jørðini, og teir ’nýggju himlarnir’ verða eitt fullkomið himmalskt ríki, ein stjórn, ið skal stýra menniskjasamfelagnum á jørðini. Men samsvarar tað við veruleikan at trúgva á eina slíka ’nýggja jørð’, ein frálíkan nýggjan heim?

Minst til at tað júst vóru slík fyrimyndarlig viðurskifti Gud av fyrstan tíð ætlaði at skapa á jørðini. Hann setti tað fyrsta menniskjaparið í eitt paradís á jørðini, í urtagarðin Eden, og gav teimum eina avbæra uppgávu: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara.“ (1 Mósebók 1:28) Ja, Gud ætlaði at tey skuldu eiga børn og so við og við fáa Paradísið at breiða seg út um alla jørðina. Hóast tey seinni valdu ikki at lýða Gudi og tí ikki kundu liva um ævir, broytti tað ikki upprunaligu ætlan Guds. Og hon má fremjast í einum nýggjum heimi! — Esaias 55:11.

Tá vit biðja bønina faðirvár og í henni biðja um at Guds ríki má koma, biðja vit í royndum um at Guds himmalska stjórn má koyra tað ónda burtur av jørðini og taka við ræðinum í hesum nýggja heiminum. (Matteus 6:9) Og vit kunnu vera vís í at Gud hoyrir hesa bøn, tí hann lovar í sínum orði: „Tey rættvísu ogna sær jørðina, og tey skulu búgva á henni um ævir.“ — Sálmur 37:29, Ny Verden-Oversættelsen.

Lívið í Guds nýggja heimi

Guds ríki fer at vælsigna jørðina, ja tað fremur alt tað góða Gud av fyrstan tíð ætlaði at fólk hansara skuldi njóta á jørðini. Hatur og fordómar skulu ikki vera longur, satt vinalag verður millum øll ið liva á jørðini. Gud lovar í Bíbliuni at hann skal gera „enda á kríggi um alla jørðina“. „Fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“ — Sálmur 46:10; Esaias 2:4.

Sum frálíður umbroytist øll jørðin til eitt blómandi paradís. Bíblian sigur: „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja. . . . Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði; hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur.“ — Esaias 35:1, 6, 7.

Í paradísinum á jørðini elvir alt gleði og eydnu. Ongantíð aftur skal nakar líða hungur. „Jørðin hevur givið grøði sína,“ sigur Bíblian. (Sálmur 67:7; 72:16) Øll skulu njóta ágóðan av sínum egna arbeiði, sum Skaparin lovar: „Tey skulu . . . planta víngarðar og eta ávøkst teirra . . . og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað.“ — Esaias 65:21, 22.

Í Guds nýggja heimi skulu fólk ikki longur trokast í stórum íbúðarlonum ella vesaligum fátækrabýlingum, tí Gud sigur: „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum . . . ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt.“ Og hann leggur aftrat: „Tey skulu ikki møða seg til einkis.“ (Esaias 65:21-23) Fólk skulu altso hava eitt skapandi og nøktandi arbeiði. Lívið verður annað enn møðsamt sjagg.

Guds ríki fer eisini aftur at skipa fyri tí friðarliga sambandinum ið var millum djórini, og millum djór og menniskju, í tí upprunaliga paradísinum. Bíblian sigur: „Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.“ — Esaias 11:6-9; Hoseas 2:18.

Allar sjúkur og øll likamlig brek verða grødd! Guds orð vissar okkum: „Og eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ (Esaias 33:24) „[Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:4.

Hvussu hetta verður møguligt hjá tær

Tað Gud hevur lovað viðvíkjandi lívinum í hansara nýggja rættferðarheimi, kann ikki annað enn tala til okkara. Og hóast onkur vil siga at tað er ov gott til at vera trúligt, er tað ikki ov gott til at koma frá okkara góða Skapara. — Sálmur 145:16; Mika 4:4.

Men sjálvandi mugu vit lúka onkrar treytir fyri at koma at liva í hesum paradísinum á jørðini. Jesus vísti á eina týdningarmikla treyt tá hann í eini bøn til Gud segði: „Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ — Jóhannes 17:3.

Um vit fegin vilja liva í Guds nýggja heimi, mugu vit sostatt fyrst læra at kenna Guds vilja, og síðan gera hann. Tí „heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir“ og kann í allar ævir gleða seg um vælsignilsini sum koma frá okkara góða Skapara. — 1 Jóhannes 2:17.

Har einki annað er viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens