Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gud kunnar okkum um sínar ætlanir

Gud kunnar okkum um sínar ætlanir

4. partur

Gud kunnar okkum um sínar ætlanir

1, 2. Hvussu vita vit at Gud fer at svara teimum sum av heilum huga spyrja?

EIN GÓÐUR Gud sigur sjálvandi teimum sum av heilum huga søkja hann, frá ætlanum sínum. Hann svarar eisini tá tey til dømis spyrja hví hann hevur loyvt líðingum.

2 Bíblian sigur: „Søkir tú [Gud], skal Hann lata teg finna Seg.“ „Gud er í Himli, sum opinberar loynidómar.“ „Harrin [Jehova] ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt!“ — 1 Krønikubók 28:9; Dániel 2:28; Amos 3:7.

Hvar eru svarini?

3. Hvar fáa vit at vita hví Gud hevur loyvt líðingum?

3 Spurningar sum hví Gud loyvir líðingum og hvat hann fer at gera við tað, verða svaraðir í skriftunum hann innblásti okkum at gagni. Skriftirnar eru hansara orð, Bíblian. „Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ — 2 Timoteus 3:16, 17.

4, 5. Hvat ger Bíbliuna til eina einastandandi bók?

4 Bíblian er sanniliga ein einastandandi bók. Hon greiðir sera gjølla frá søgu menniskjanna, ja, hon fer heilt aftur til tíðina áðrenn menniskju vórðu skapt. Hon hevur eisini áhuga í dag, tí hon profeterar um hendingar sum fara fram nú og í nærmastu framtíð.

5 Eingin onnur bók fær sagt so gjølla frá søguni. Til dømis eru bert fá handrit til frá gomlu klassisku høvundunum, meðan umleið 6000 fullfíggjað handrit ella brotpartar finnast til Hebraisku Skriftirnar (tær 39 bøkurnar í „Gamla Testamenti“) og umleið 13.000 til Kristnu Griksku Skriftirnar (tær 27 bøkurnar í „Nýggja Testamenti“).

6. Hvussu kunnu vit vera vís í at bíblian í dag hevur so at siga sama tekst sum tá Gud innblásti hana?

6 Hin alvaldi Gud, sum innblásti Bíbliuna, hevur sæð til at teksturin í hesum avskriftum er varðveittur ófalsaður. Okkara bíbliur hava tí so at siga sama tekst sum upprunaligu innblástu skriftirnar. Eitt annað sum hjálpir okkum at skilja hetta, er at nakrar avskriftir til Kristnu Griksku Skriftirnar eru gjørdar minni enn hundrað ár eftir upprunaligu skriftirnar. Tær fáu avskriftir sum finnast av verkum frá forntíðar høvundum eru oftast fleiri hundrað ár yngri enn upprunaskriftirnar.

Guds gáva

7. Hvussu stóra útbreiðslu hevur Bíblian fingið?

7 Bíblian er mest útbreidda bókin í søguni. Umleið tríggjar milliardir eintøk eru prentað. Eingin onnur bók hevur fingið eina útbreiðslu sum kemur í námind av hesum. Hartil er Bíblian, ella partar av henni, umsett til umleið 2000 mál. Tí verður hildið at 98 prosent av teimum sum búgva á jørðini hava møguleika at lesa Bíbliuna á egnum máli.

8-10. Hví hevur Bíblian uppiborið at verða kannað gjøllari?

8 Ein bók sum sigur seg stava frá Gudi og sum bæði innanífrá og uttanífrá vísir seg at vera álítandi, hevur avgjørt uppiborið okkara áhuga. * Hon greiðir frá ætlanini við lívinum, hví heimurin er sum hann er, og hvat framtíðin fer at bera. Eingin onnur bók megnar hetta.

9 Ja, Bíblian er Guds boðskapur til mannaættina. Hansara virksama kraft, heilagi andin, leiddi umleið 40 menn til at skriva hann. Gud talar tí til okkara gjøgnum sítt orð, Bíbliuna. Ápostulin Paulus skrivaði: „Táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds — sum tað sanniliga eisini er!“ — 1 Tessalonikabræv 2:13.

10 Abraham Lincoln, 16. forsetin í Sameindu Statunum, segði Bíbliuna vera „bestu gávuna Gud nakrantíð hevur givið menniskjum . . . Uttan hana høvdu vit ikki dugað at skilt millum gott og ilt“. Íðan, hvat fortelur henda framúrskarandi gávan okkum tá um hvussu tað ónda byrjaði, hví Gud hevur loyvt tí og hvat hann fer at gera við tað?

[Undirgrein]

^ par. 8 Gjøllari upplýsingar um trúvirði Bíbliunnar eru at finna í bókini Bibelen — Guds ord eller menneskers?, sum Vakttornsfelagið gav út í 1989.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 10]

Bíblian er innblást av Gudi; hon er hansara boðskapur til mannaættina