Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hin fríi viljin — ein undursom gáva

Hin fríi viljin — ein undursom gáva

5. partur

Hin fríi viljin — ein undursom gáva

1, 2. Hvør undursom gáva er ein partur av okkara lyndi?

SKULU vit skilja hví Gud hevur loyvt óndskapi og líðingum og hvat hann fer at gera við tað, mugu vit fyrst kanna hvussu hann hevur skapt okkum. Hann hevur ikki bara givið okkum eitt likam og ein heila. Hann skapti okkum eisini við serligum sálarligum og kensluligum eginleikum.

2 Ein týdningarmikil partur av okkara sálarliga og kensluliga lyndi er fríi viljin. At vit eru før fyri at velja frítt er ein undursom gáva frá Gudi.

Hvussu vit eru skapt

3-5. Hví eru vit glað um at hava ein frían vilja?

3 Latið okkum kanna hvat samband er millum fría viljan og at Gud hevur loyvt líðingum. Hugsa fyrst um hetta: Ert tú ikki fegin um at tú sjálvur kanst avgera hvat tú skalt siga og gera, hvat tú skalt eta og fara í, hvat arbeiði tú skalt hava, og hvar og hvussu tú skalt búgva? Hevði tær dámt at onkur alla tíðina gav tær boð um hvat tú skuldi siga og gera, alt lívið?

4 Vanliga dámar okkum ikki at onnur í tann mun ráða yvir okkum. Hví ikki? Tí soleiðis hevur Gud skapt okkum. Bíblian sigur at Gud skapti menniskju ’í bílæti sínum, til at vera sær lík’, og ein av teimum eginleikum Gud sjálvur hevur er, at hann er førur fyri at velja frítt. (1 Mósebók 1:26; 5 Mósebók 7:6) Tá hann skapti menniskjuni, gav hann teimum henda eginleika — ein frían vilja. Hetta er ein orsøk til at okkum ikki dámar at koma undir kúgandi harradømi.

5 Tað er ikki av tilvild at vit ynskja frælsi, tí Gud er frælsis Gud. Bíblian sigur: „Har sum andi [Jehova] er, er frælsi.“ (2 Korintbræv 3:17) Gud hevur tí givið okkum fría viljan sum ein part av okkara lyndi. Hann visti hvussu sinnið og kenslurnar hjá okkum fóru at virka, og sostatt visti hann eisini at vit fóru at verða lukkuligari um vit fingu ein frían vilja.

6. Hvussu hevur Gud skapt heilan at virka í samsvar við fría viljan?

6 Saman við fría viljanum gjørdi Gud okkum før fyri at hugsa, skyna, taka avgerðir og skilja millum gott og ilt. (Hebrearabrævið 5:14) Fríi viljin skuldi tí vera grundaður á skilagóðar avgerðir. Vit vórðu ikki gjørd sum robottar uttan heila og egnan vilja. Vit vórðu ei heldur skapt sum dýrini, stýrd av instinktum. Ístaðin varð okkara undursami heili gjørdur so hann virkaði í samsvar við okkara frælsi at velja.

Hin besta byrjanin

7, 8. Hvørja góða byrjan gav Gud okkara fyrstu foreldrum?

7 Guds umsorgan og áhugi komu til sjóndar tá hann gav okkara fyrstu foreldrum, Ádami og Evu, alt ein veruliga kundi ynskt sær, umframt hin fría viljan. Tey vórðu sett í ein stóran urtagarð, í eitt paradís. Tey høvdu ov mikið av øllum. Sinnið og likamið vóru fullkomin, so teimum nýttist ikki at gerast gomul ella sjúk ella at doyggja — tey kundu havt livað æviga. Tey høvdu fingið fullkomin børn sum eisini kundu havt livað um ævir í lukku. Og vaksandi fólkatalið hevði fingið tað nøktandi arbeiðið at broyta alla jørðina til eitt paradís. — 1 Mósebók 1:26-30; 2:15.

8 Um skaparaverkið sigur Bíblian: „Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt — og tað var sera gott.“ (1 Mósebók 1:31) Bíblian sigur eisini um Gud: „Fullkomið er verk Hansara.“ (5 Mósebók 32:4) Ja, Skaparin gav menniskjum eina fullkomna byrjan. Hon kundi ikki verið betri. Hann vísti seg at vera ein sera umhyggin Gud.

Frælsi innan ávís mark

9, 10. Hví má fríi viljin verða avmarkaður?

9 Men var tað Guds ætlan at einki mark skuldi vera fyri frælsinum hjá menniskjum? Hugsa tær ein stórbý við nógvari ferðslu og ongum ferðslulógum, har øll koyra sum tey hava hug og so skjótt teimum lystir. Hevði tú viljað koyrt undir slíkum umstøðum? Nei, ferðslan hevði verið berur ruðuleiki og haft nógv óhapp við sær.

10 Hetta kann samanberast við fría viljan Gud hevur givið okkum. Óavmarkað frælsi hevði ført til ruðuleika í samfelagnum. Lógir eru neyðugar at stýra tí menniskju gera. Guds orð sigur: „Skikkið tykkum sum fræls menniskju og nýtið aldri frælsið til umbering fyri at gera tað sum er ónt.“ (1 Pætur 2:16, The Jerusalem Bible) Gud ynskir at avmarka fría viljan øllum at gagni. Tað var hansara ætlan at vit skuldu hava, ikki fullkomiligt frælsi, men treytað frælsi, undir ávísum lógum.

Hvørs lógir?

11. Hvørs lógir eru vit skapt at akta?

11 Hvørs lógir eru vit skapt at akta? Fyrra Pætursbræv 2:16 (JB) sigur í byrjanini: „Tit eru ikki trælir hjá nøkrum uttan Gudi.“ Hetta merkir ikki kúgandi trældómur, men tað merkir at vit eru skapt soleiðis at vit eru best fyri um vit geva okkum undir lógir Guds. (Matteus 22:35-40) Í hansara lógum finst ein nógv betri leiðbeining enn í nakrari lóg menniskju hava gjørt. „Eg eri [Jehova] Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga.“ — Esaias 48:17.

12. Hvat loyva Guds lógir okkum frítt at velja?

12 Samstundis geva Guds lógir stóran møguleika at velja frítt innan markini. Hetta ber við sær frábrigdi og ger mannaættina hugtakandi. Hugsa um øll tey ymisku sløgini av mati, klæðum, tónleiki, list og íbúðum sum finnast á jørðini. Vit vilja avgjørt heldur sjálvi velja á hesum økjum enn at hava onnur at ráða yvir okkum.

13. Hvørjar alislógir er best at akta?

13 Vit eru skapt soleiðis at vit eru lukkulig um vit geva okkum undir Guds lógir um menniskjuligan atburð. Hetta kann samanberast við Guds alislógir sum vit eru undirgivin. Um vit til dømis einki leggja í tyngdarlógina og leypa út av einum bergi, fáa vit skaða ella verða dripin. Um vit leggja líka í lógirnar okkara likam virkar eftir, og gevast at eta, drekka ella anda, doyggja vit.

14. Hvussu vita vit at menniskju ikki eru skapt at vera óheft av Gudi?

14 Eins og vit eru skapt so okkum tørvar at virða Guds alislógir, eru vit skapt so okkum tørvar at virða hansara moral– og samfelagslógir. (Matteus 4:4) Menniskju eru ikki skapt at vera óheft av Skaparanum. Jeremias profetur sigur: „Ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni! Tykta meg, [Jehova].“ (Jeremias 10:23, 24) Menniskju eru sostatt í allar mátar skapt at liva undir Guds harradømi, ikki sínum egna.

15. Hevði tað verið tungt hjá Ádami og Evu at aktað Guds lógir?

15 Tað hevði ikki verið tungt hjá Ádami og Evu at aktað Guds lógir. Tað hevði tvørturímóti verið teimum og allari mannaættini at gagni. Høvdu hesi bæði fyrstu menniskjuni hildið seg innan markini Guds lóg ásetti, hevði alt verið gott. So høvdu vit nú øll livað saman í kærleika sum ein familja í einum frálíkum paradísi! Óndskapur, líðing og deyði høvdu ikki verið til.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 11]

Skaparin gav menniskjum eina fullkomna byrjan

[Mynd á síðu 12]

Hevði tú viljað koyrt bil í nógvari ferðslu har ongar ferðslulógir vóru?