Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat gjørdist úrslitið av uppreistrinum?

Hvat gjørdist úrslitið av uppreistrinum?

7. partur

Hvat gjørdist úrslitið av uppreistrinum?

1-3. Hvussu hevur tíðin prógvað at Jehova hevði rætt?

HYGGJA vit at spurninginum um rættindini hjá Gudi at ráða, hvat hava menniskju tá fingið burtur úr at ráða óheft av Gudi allar hesar øldirnar? Hevur tað víst seg at menniskju eru betri stjórnarar enn Gud? Avgjørt ikki, hugsa vit um hvussu ónd tey eru hvør móti øðrum.

2 Tá okkara fyrstu foreldur vrakaðu Guds harradømi, gjørdist úrslitið ein ræðulig vanlukka. Tey førdu líðing oman yvir seg sjálvi og alla mannaættina sum stavar frá teimum. Og tey høvdu sjálv alla skyldina. Guds orð sigur: „Man Hann hava ført oyðing yvir fólk Sítt! Nei, børn Hansara, teirra er skommin.“ — 5 Mósebók 32:5.

3 Søgan hevur prógvað at Gud segði satt tá hann ávaraði Ádam og Evu um at tey fóru at degenerera og at enda doyggja, vendu tey sær frá hansara fyriskipanum. (1 Mósebók 2:17; 3:19) Tey løgdu einki í ávaringina, og so við og við hendi tað sum Gud hevði sagt.

4. Hví eru vit øll fødd ófullkomin, so vit gerast sjúk og doyggja?

4 Síðan gekst øllum eftirkomarum teirra sum Rómbrævið 5:12 sigur: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja [Ádami, ættarfaðir menniskjanna], og deyðin við syndini, og deyðin . . . trongdi [soleiðis] ígjøgnum til øll menniskju.“ Tá okkara fyrstu foreldur settu seg ímóti Guds umsjón, gjørdust tey brekaðir, ófullkomnir syndarar. Sambært arvafrøðiligu lógini kundu tey einans lata sínum eftirkomarum henda ófullkomileikan í arv. Tí hava vit øll brek, gerast sjúk og doyggja.

5, 6. Hvat hevur søgan víst um royndirnar hjá menniskjum at skapa frið og vælferð?

5 Nógvar øldir eru farnar. Heimsríki eru komin og farin. Allar møguligar stjórnarskipanir hava verðið royndar. Kortini eru ræðuleikar farnir fram á jørðini ferð eftir ferð. Ein skuldi trúð at menniskju eftir seks túsund árum vóru komin so langt áleiðis at friður, rættvísi og eydna vóru á allari jørðini, og at øll høvdu lært blíðskap, samkenslu og samstarvsvilja.

6 Veruleikin er tó ein heilt annar. Eingin stjórnarskipan sum menniskju hava upphugsað, hevur givið veruligan frið og vælferð. Bert nú í 20. øld eru skipað dráp av milliónum farin fram í holokaust, og meiri enn 100 milliónir eru dripin í kríggjum. Óteljandi eru, vegna manglandi frælslyndi og politiskar ósemjur, vorðin fongslað, pínd og myrd í okkara tíð.

Støðan í dag

7. Hvussu kunnu vit lýsa støðuna menniskju nú eru í?

7 Hugsa eisini um heildarstøðuna hjá menniskjum í dag. Harðskapur og brotsverk fara fram víða hvar. Evnismisnýtsla er ein farsótt og sjúkur sum smitta við kynsligari samveru eru heimsfarsóttir. Ræðandi sjúkan AIDS rakar milliónir av menniskjum. Hvørt ár doyggja aðrar milliónir í hungri ella av sjúkum, meðan nøkur fá liva í ómetaligum ríkidømi. Menniskju dálka og mergsúgva jørðina. Familjulívið og moralurin liggja í sori allastaðni. Lívið í dag er týðiliga merkt av ljóta harradøminum hjá ’gudinum í hesum heimi’, Satani. Heimurin sum hann hevur ræði á er kaldur, miskunnarleysur og fullkomiliga rotin. — 2 Korintbræv 4:4.

8. Hví er tað sum menniskju hava avrikað ikki verulig framstig?

8 Gud hevur givið menniskjum tíð at fremja stór materiell og vísindalig framstig. Men er talan um framstig tá bogin og pílurin eru útskift við maskinbyrsur, stríðsvognar, bumbuflogfør og atomrakettir? Tá tað ber til at ferðast í rúmdini, men ikki at liva friðarliga saman her á jørðini? Tá tú ræðist at ganga úti um kvøldarnar, og summastaðni enntá eisini um dagin?

Hvat tíðin hevur víst

9, 10. (a) Hvat hava undanfarnu øldirnar týðiliga víst? (b) Hví fer Gud ikki at taka fría viljan frá okkum?

9 Royndartíðin hesi nógvu hundrað árini hevur víst at menniskju ikki eru ment at stýra sínum egnu fetum óheft av harradøminum hjá Gudi, eins og tey heldur ikki kunnu liva uttan at eta, drekka og anda. Vitnisburðirnir eru greiðir: Vit eru skapt so okkum tørvar Skaparans leiðbeining, eins og vit eru skapt soleiðis at okkum tørvar mat, vatn og luft.

10 Tá Gud loyvdi óndskapi og líðing vísti hann eina ferð med alla hvørjar tær syrgiligu avleiðingarnar verða um fríi viljin verður misnýttur. Fríi viljin er ein so dýrabar gáva at Gud, ístaðin fyri at taka hann frá okkum, hevur latið okkum síggja hvat tað merkir at misnýta hann. Guds orð talar satt tá tað sigur: „Ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!“ Tað er eisini rætt tá sagt verður: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ — Jeremias 10:23; Prædikarin 8:9.

11. Hevur nøkur mannastjórn gjørt enda á líðingunum?

11 Tey seks túsund árini Gud hevur loyvt menniskjum at ráða, hava skilliga víst at menniskju ikki megna at gera enda á líðingum. Ongantíð hevur tað eydnast. Heldur ikki tá Sálomo við sínum nógva vísdómi, ríkidømi og valdi var kongur í Ísrael, fekk hann forðað syrgiligu úrslitunum av at menniskju sluppu at ráða. (Prædikarin 4:1-3) Hóast heimsleiðararnir á okkara døgum hava nýggjastu tøknifrøðina til taks, kunnu teir heldur ikki basa líðingunum. Og tað sum verri er: Søgan hevur víst at menniskju sum ikki lata Gud ráða, hava økt líðingarnar heldur enn tikið tær burtur.

Gud hyggur fram í tíðina

12-14. Hvussu verður tað í framtíðini til gagn at Gud loyvir líðingum?

12 Tað hevur verið okkum pínufult at Gud hevur loyvt líðingum. Men hann hyggur fram í tíðina, og hann veit hvussu gott endaúrslitið verður. Guds loysn verður til gagn fyri hansara skapningar, ikki bara í nøkur fá ár ella í nøkur fá túsund ár, men í milliónir av árum, ja, í allar ævir.

13 Skuldi tað aftur hent seg at onkur misnýtir sín fría vilja til at reisa iva um tað Gud ger, er tað ikki neyðugt at geva honum stundir at prógva síni sjónarmið. Tá Gud nú hevur givið teimum sum gjørdu uppreistur fleiri túsund ár, hevur hann skapt eitt lógarfest fordømi sum er galdandi í øllum alheiminum um allar ævir.

14 Av tí at Jehova nú hevur loyvt óndskapi og líðingum, er óvíkiligt prógv fingið fyri at einki sum ikki er í samsvar við hann fær trivist. Haldgott prógv er fingið fyri at hvørki menniskju ella andaskapningar kunnu stovna stjórn óheft av Gudi sum verður at varandi gagni. Gud fer tí beinanvegin við fullum rætti at knúsa ein og hvønn uppreistur. „Øllum gudleysum forkemur Hann.“ — Sálmur 145:20; Rómbrævið 3:4.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 15]

Tá Ádam og Eva høvdu valt at verða óheft av Gudi, gjørdust tey so við og við gomul og doyðu

[Myndir á síðu 16]

At menniskju ráða óheft av Gudi hevur víst seg at vera ein vanlukka

[Kelduávísing]

Foto: U.S. Coast Guard