Hvussu vit vita at Gud er til
3. partur
Hvussu vit vita at Gud er til
1, 2. Hvør meginregla hjálpir okkum at avgera um ein Gud er til?
TÁ VIT skulu avgera um Gud er til, kunnu vit til dømis hugsa um ta gomlu meginregluna: Tað gjørda krevur at onkur hevur gjørt tað. Tess fløktari okkurt er gjørt, jú dugnaligari er tann sum hevur gjørt tað.
2 Hygg til dømis at heiminum hjá tær. Borð, stólar, pultar, sengur, grýtur, pannur, koppar og onnur køksamboð eru ikki komin av sær sjálvum — onkur hevur gjørt tað, somuleiðis veggirnir, gólvini og loftini. Tó er alt hetta upp á seg einfalt at gera. Men tá einfaldir lutir eru gjørdir av onkrum, er tað so ikki rímiligt at torskildir lutir mugu vera gjørdir av einum sum hevur størri vit?
Alheimurin vekur virðing
3, 4. Hvussu hjálpir alheimurin okkum at skilja at Gud er til?
3 Eitt ur krevur ein ursmið. Hvussu tá við okkara sólarskipan sum er óendaliga nógv meiri torskild, við sólini og gongustjørnunum sum mala um hana so stundisliga øld eftir øld at eingin brotpartur av einum sekundi er á muni? Hvussu við ærumiklu vetrarbreytini vit liva í, við teimum meira enn 100 milliardum stjørnunum? Hevur tú onkuntíð steðgað á um náttina og hugt at vetrarbreytini? Gjørdist tú hugtikin? Hugsa tá um tann ófatiliga stóra alheimin sum rúmar ósigandi milliardir av galaksum sum okkara vetrarbreyt! Haraftrat eru himmallikamini so álítandi í rørslunum, at tey verða samanborin við serliga stundvís ur.
4 Um eitt ur, sum er lutfalsliga einfalt, merkir at ein ursmiður er, merkir hin óendaliga nógv meiri torskildi og ærumikli alheimurin sjálvandi at ein er sum hevur myndað og gjørt hann. Tí bjóðar Bíblian okkum at ’lyfta eygum okkara móti hæddini og hyggja’, og síðan spyr hon: „Hvør hevur skapt alt hetta?“ Svarið: „Tað er Hann [Gud], ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ (Esaias 40:26) Ja, alheimurin prógvar at ein ósjónlig, stjórnandi, vitug kraft er til — Gud.
Jørðin — einastandandi myndað
5-7. Hvørji viðurskifti vísa at onkur hevur evnað jørðina?
5 Tess meiri vísindamenn kanna jørðina, jú betur skilja teir hvussu einastandandi hon er myndað til menniskju at búgva á. Hon hevur akkurát rætta fjarleikan frá sólini til at fáa hóskandi ljós og hita. Eina ferð um árið ferðast hon um sólina, meðan hon hellir júst soleiðis at árstíðirnar skifta. Jørðin melur eisini um sína egnu ás, nýtir 24 tímar til umfarið so jøvn bil verða við ljósi og myrkri. Hon hevur eitt lofthav við hóskandi blandi av gassum so vit fáa andað og vart okkum móti vandamiklum geislingum úr rúmdini. Hon hevur eisini lívsneyðugt vatn og mold so matur kann dyrkast.
6 Virkaði alt hetta og mangt annað ikki saman sum tað ger, hevði einki lív verið. Er tað av óvart? Tíðarritið Science News sigur: „Tað tykist ikki sum tílík serlig og stakgóð viðurskifti eru vorðin til av tilvild.“ Nei, tað ber ikki til. Ein stórfingin skapari sum hevði eina ætlan var uppií.
7 Um tú fórt inn í eini vøkur hús og sást at ovmikið var til av mati, at húsini høvdu eina frálíka hita– og luftingarskipan, og at vatninnleggingin var í lagi, hvørja niðurstøðu vart tú tá komin til? At alt hetta bara var komið av sær sjálvum? Nei, tú hevði heilt sikkurt sagt at ein skilagóður persónur hevði gjørt sær ómak at tekna og gera tað. Jørðin varð eisini myndað við umhugsan og gjørd so hon nøktar tørvin hjá íbúgvunum, og hon er nógv meira torskild og betri útgjørd enn nakað hús.
8. Hvørji onnur viðurskifti vísa at Gud í kærleika leggur í okkum?
8 Hugsa eisini um alt tað sum fær okkum at gleðast um lívið. Hygg at teimum mongu ymisku litføgru og angandi blómunum. Síðan eru tey nógvu sløgini av leskiligum mati sum smakka okkum so væl. Eisini eru skógirnir, fjøllini, vøtnini og annað vakurt at hyggja at. Hvussu við vøkru sólsetrunum sum økja gleðina um lívið? Og frøast vit ikki um djórini, um fjákalótirnar hjá elskuligum hundahvølpum, kettlingum og øðrum djóraungum? Jørðin gevur sostatt nógv yndislig upplivilsi sum ikki eru bráðneyðug til lívsins uppihald. Hetta vísir at jørðin varð myndað til menniskju við kærleika og umhugsni, so tey ikki einans kundu liva, men eisini gleðast um lívið.
9. Hvør hevur skapt jørðina, og hví?
9 Rímiliga niðurstøðan verður tí at viðurkenna hann sum hevur givið okkum alt hetta, sum bíbliuskrivarin ið segði um Jehova Gud: „Tú hevur gjørt himmal og jørð!“ Til hvat? Hann svarar við orðunum: „Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana — ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana.“ — Esaias 37:16; 45:18.
Hin undranarverda livandi kyknan
10, 11. Hví er livandi kyknan so undurfull?
10 Hvussu við tí sum livir? Hevur ikki onkur gjørt tað? Hugsa til dømis um okkurt av tí undranarverda sum eyðkennir livandi kyknuna. Mýllívfrøðingurin Michael Denton
sigur í bók síni Evolution: A Theory in Crisis: „Sjálvt tær einfaldastu av øllum livandi skipanum, bakteriukyknurnar, eru ómetaliga fløktar. Hóast tær minstu bakteriukyknurnar eru ótrúliga lítlar, . . . eru tær í veruleikanum sum ørsmáar verksmiðjur, har hvør hevur í túsundatali av samansettum, vælgjørdum mýliskum maskinum . . . nógv fløktari enn nøkur maskina menniskju hava bygt, og sum avgjørt ikki kunnu samanberast við nakað ólívrunnið.“11 Um arvafrøðiligu koduna í øllum kyknum sigur hann: „DNA’ið er nógv betur ført fyri at goyma upplýsingar enn nøkur onnur kend skipan; tað virkar so væl at allar tær upplýsingar sum skulu til fyri nágreiniliga at lýsa eina so fløkta veru sum menniskjað, viga minni enn fáir túsund millióntapartar av einum grammi. . . . Samanborið við snildu og fløktu lívrunnu mýlskipanina, tykist sjálvt tað mest framkomna vit hava framleitt, klombrut. Vit kenna okkum eyðmýkt.“
12. Hvat hevur ein vísindamaður sagt um uppruna kyknunnar?
12 Denton leggur aftrat: „Einfaldasta kyknan vit kenna er so fløkt, at eingin fær seg at trúgva at sovorðið er uppkomið í onkrum løgnum og sera ósannlíkum tilburði.“ Ein Skapari má hava myndað hana.
Okkara ótrúligi heili
13, 14. Hví er heilin uppaftur undurfullari enn ein kykna?
13 Sami vísindamaðurin sigur síðan: „Hóast kyknan er fløkt, er hon einki samanborin við heilan hjá súgdjórum. Mannaheilin hevur umleið tíggju túsund milliónir nervakyknur. Ein nervakykna sendir millum tíggju túsund og hundrað túsund sambindingartræðrir sum skipa fyri sambandi til aðrar nervakyknur í heilanum. Samlaða talið av sambindingum í mannaheilanum nærkast . . . túsund milliónum milliónum.“
14 Michael Denton heldur fram: „Um bert ein hundraðpartur av sambindingunum í heilanum var serstakt samskipaður, hevði hetta tó verið ein skipan við nógv fleiri serstøkum sambindingum enn í øllum samskiftisnetinum á allari jørðini.“ Síðan spyr hann: „Hevði nøkur heilt tilvildarlig tilgongd megnað at sett slíkar skipanir saman?“ Sjálvandi
er svarið nei. Ein Skapari má hava myndað og gjørt heilan.15. Hvat hava onnur sagt um heilan?
15 Sjálvt mest framkomnu teldurnar eru primitivar í mun til mannaheilan. Rithøvundurin Morton Hunt skrivar: „Okkara virksama minni rúmar ikki so fáar milliardir ferðir fleiri upplýsingar enn størstu granskingarteldurnar nú á døgum.“ Ein enskur skurðlækni í nervasjúkum dr. Robert J. White er tí komin til hesa niðurstøðu: „Ótrúliga sambandið millum heila og anda fær meg at viðurkenna at ein við hægri vitsevnum er til, sum hevur evnað og framleitt tað, tí einki menniskja er ført fyri at skilja tað. . . . Eg verði noyddur at trúgva at Onkur vitugur tók stig til alt hetta, at Onkur fekk tað at henda.“ Hesin „Onkur“ var eisini ein sum legði í okkum.
Einastandandi blóðrenslið
16-18. (a) Á hvørjum økjum er blóðrenslið einastandandi? (b) Hvørja niðurstøðu koma vit til?
16 Hugsa eisini um hitt einastandandi blóðrenslið sum flytur føðievni og súrevni og verjir móti infektiónum. Um reyðu blóðkropparnar, ein av høvuðspørtunum í blóðinum, sigur bókin ABC’s of the Human Body: „Í bara einum blóðdropa eru meira enn 250 milliónir stakir blóðkroppar . . . Kanska eru 25 billiónir í øllum kroppinum; nóg mikið til at fjala fýra tennisvøllir um teir vórðu breiddir út. . . . Teir verða umskiftir við trimum milliónum nýggjum blóðkroppum um sekundið.“
17 Um ein annan part av einastandandi blóðrenslinum, hvítu blóðkropparnar, sigur sama bókin: „Meðan bert eitt slag av reyðum blóðkroppum finnast, eru nógv ymisk sløg av hvítum blóðkroppum, og hvørt slag hevur eina serliga uppgávu í samband við at verja kroppin. Eitt slag oyðir til dømis deyðar kyknur. Onnur sløg framleiða andevni móti virus, úreitra fremmand evni ella beinleiðis eta og sodna bakteriur.“
18 Blóðrenslið er undranarvert og vælskipað! Eitt sum er so væl gjørt og sum gevur so góða verju hevur sjálvandi ein ógvuliga vitugan og umhygnan upphavsmann — Gud.
Onnur undur
19. Hvussu virkar eygað í mun til tey tól sum menniskju hava framleitt?
19 Nógv onnur undur eru í mannakroppinum. Eitt er eygað, sum er evnað so meistarliga at einki myndatól kann javnmetast við tað. Stjørnufrøðingurin Robert Jastrow segði: „Eygað tykist at vera upphugsað og konstruerað; eingin sum fæst við at konstruera teleskop fekk gjørt tað betur.“ Og blaðið Popular Photography skrivar: „Mannaeygu fata nógv fleiri smálutir enn ein filmur. Tey síggja í trimum dimensiónum, við sera breiðum sjónarhorni, uttan at reingja, og í livandi myndum . . . Tað er ikki hóskandi at samanbera eygað við eitt myndatól. Eygað er meiri líkt einari ótrúliga framkomnari superteldu við sergjørdum viti, evnu til dátuviðgerð,
skjótleika og møguleikum sum eru nógv betri enn nakað tól menniskju hava framleitt, tað veri teldur ella myndatól.“20. Hvat annað í mannakroppinum er undranarvert?
20 Hugsa eisini um hvussu øll tey fløktu gøgnini virka saman uttan at vit føla tað. Til dømis koyra vit nógv ymisk sløg av mati og drekka niður í búkin, men likamið sodnar alt og fær orku burturúr. Koyr á sama hátt alt møguligt í tangan á einum bili og vita hvussu langt hann koyrir! Barnsburðir eru eisini undur. Eitt barn — sum til fulnar líkist foreldrunum — verður borið í heim eftir einans níggju mánaðum. Og at eitt barn eftir fáum árum hevur lært eitt torført mál, er tað ikki eitt undur?
21. Hvør verður niðurstøðan tá vit hugsa um undrini í mannakroppinum?
21 Ja, teir nógvu undranarverdu og fløktu eginleikarnir menniskjað er skapt við, fylla okkum við ærufrykt. Eingin fær gjørt nakað sum kann javnmetast. Er alt hetta bara komið av tilvild? Avgjørt ikki. Hugsa vit um undranarverda mannakroppin mugu vit siga eins og sálmaskrivarin: „Eg takki Tær [Gud], at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni.“ — Sálmur 139:14.
Størsti byggimeistarin
22, 23. (a) Hví mugu vit viðurkenna at Skaparin er til? (b) Hvat sigur Bíblian av røttum um Gud?
22 Í Bíbliuni stendur: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Tá øll hús eru gjørd av onkrum, hvussu vesalig tey so eru, má onkur sjálvandi eisini hava gjørt hin torskilda alheimin og ta ómetaligu mongdina av lívi á jørðini. Vit ivast ikki í at menniskju eru til sum hava uppfunnið til dømis flogfør, sjónvørp og teldur. Eiga vit tá ikki eisini at viðurkenna at Ein er til sum hevur givið menniskjum ein heila ið kann upphugsa sovorðið?
23 Tað ger Bíblian. Í henni verður hann nevndur „Gud [Jehova], sum skapti himmalin og tandi hann út, sum breiddi út jørðina við tí, ið á henni veksur, sum gevur fólkunum á henni andadrátt“. (Esaias 42:5) Bíblian sigur sum satt er: „Verdur ert Tú, Harri [Jehova] og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“ — Opinberingin 4:11.
24. Hvussu vita vit at ein Gud er til?
24 Ja, vit vita at ein Gud er til, tí vit síggja alt tað hann hevur skapt. „Ósjónliga vera [Guds] . . . sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.“ — Rómbrævið 1:20.
25, 26. Hví merkir tað at ein lutur verður misnýttur ikki at eingin hevur framleitt hann?
25 At ein lutur verður misnýttur merkir ikki at eingin hevur framleitt hann. Flogfør verða nýtt til friðarlig endamál, at flyta ferðafólk, men tey verða eisini nýtt til oyðandi endamál, til dømis bumbuflogfør. At tey verða nýtt til drepandi endamál, merkir ikki at eingin hevur framleitt tey.
26 At so nógv menniskju gera øðrum fortreð, merkir heldur ikki at tey ikki vórðu skapt, at eingin Gud er. Tað er sum Bíblian sigur: „Sum tit eru rangvørg! Er tá leirið at meta javnt við leirsmiðin! Skal verkið siga um Hann, ið virkaði tað: „Hann hevur ikki skapt meg!“ og tað, sum smíðað er, um Hann, ið smíðaði tað: „Hann skilir einki!““ — Esaias 29:16.
27. Hví kunnu vit vænta at Gud svarar spurningum okkara um óndskapin og líðingarnar á jørðini?
27 Skaparin hevur latið vísdóm sín koma til sjóndar í øllum sínum ótrúliga torskildu verkum. Hann hevur víst at hann leggur í okkum við at gera jørðina til eitt fullkomið heim, við at gera kropp og sinn okkara so undursamt, og við at skapa so nógv sum fær okkum at gleðast um lívið. Sjálvandi letur hann eisini henda vísdóm og kærleika koma til sjóndar við at svara spurningum sum: Hví hevur Gud loyvt óndskapi og líðingum? Hvat fer hann at gera við tað?
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 5]
Jørðin við tí verjandi lofthavinum er okkum eitt einastandandi heim gjørt av einum Gudi sum leggur í okkum
[Mynd á síðu 6]
Jørðin varð skapt við eymari umsorgan so vit til fulnar kundu gleðast um lívið
[Mynd á síðu 7]
’Í einum heila eru fleiri sambindingar enn í øllum samskiftisnetinum á allari jørðini.’ — Ein mýllívfrøðingur
[Mynd á síðu 8]
„Eygað tykist at vera upphugsað og konstruerað; eingin sum fæst við at konstruera teleskop fekk gjørt tað betur.“ — Ein stjørnufrøðingur