Hvussu vit vita at vit liva „á síðstu døgum“
9. partur
Hvussu vit vita at vit liva „á síðstu døgum“
1, 2. Hvussu vita vit um vit liva á síðstu døgum?
HVUSSU kunnu vit vera vís í at vit liva í tíðini tá Guds ríki fer ímóti stjórnarskipanunum sum nú eru á jørðini? Hvussu vita vit at tíðin skjótt er komin tá Gud beinir fyri øllum óndskapi og allari líðing?
2 Tað vildu lærisveinarnir hjá Jesusi Kristi eisini fegnir vita. Teir spurdu hann um „tekinið“ fyri hansara hjáveru í valdi Ríkisins og „endanum á heimsskipanini“. (Matteus 24:3, Ny Verden-oversættelsen) Í svari sínum gav Jesus eina gjølliga lýsing av heimsumfatandi hendingum og viðurskiftum sum tilsamans skuldu siga frá at menniskju nú vóru á „tíð endans“, „á síðstu døgum“ hjá hesi heimsskipan. (Dániel 11:40; 2 Timoteusarbræv 3:1) Hava vit í okkara øld sæð hetta samansetta tekinið? Ja, tað hava vit — skilliga.
Veraldarbardagar
3, 4. Hvussu samsvara kríggini í okkara øld við tað sum Jesus profeteraði?
3 Jesus segði frammanundan at ’tjóð skuldi reisast móti tjóð, og ríki móti ríki’. (Matteus 24:7) Í 1914 byrjaði eitt kríggj har fleiri tjóðir og ríki enn nakrantíð áður gjørdu seg til reiðar at kríggjast. Søguskrivarar tá á døgum nevndu tað tí Stóra Kríggið. Tað var fyrsta kríggj av sínum slag í søguni, fyrri veraldarbardagin. Umleið 20.000.000 hermenn og vanligir borgarar lótu lív — nógv fleiri enn í nøkrum kríggi fyri ta tíð.
Matteus 24:8) Hetta kom at passa, tí seinni veraldarbardagi kravdi enn fleiri mannalív: 50.000.000 hermenn og vanligir borgarar lótu lív. Nú í 20. øld eru meira enn 100.000.000 menniskju myrd í kríggjum, meira enn fýra ferðir fleiri enn í undanfarnu 400 árunum tilsamans! Ein sonn fordøming av teimum stjórnunum menniskju hava stílað fyri!
4 Síðstu dagarnir byrjaðu við fyrra veraldarbardaga. Jesus segði at henda og aðrar hendingar fóru at vera „fyrstu verkirnir“. (Aðrir vitnisburðir
5-7. Sig frá øðrum vitnisburðum sum vísa at hetta eru síðstu dagarnir.
5 Jesus segði frá øðrum sum skuldi eyðkenna síðstu dagarnar: „Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur [umfarssjúkur].“ (Lukas 21:11) Síðan 1914 eru verkirnir harðnaðir í stórum av slíkum vanlukkum.
6 Stórir jarðskjálvtar krevja tíðum nógv mannalív. Eftir fyrra veraldarbardaga doyðu 20.000.000 av sponsku sjúkuni — summi meta at 30.000.000 ella fleiri doyðu. AIDS hevur dripið fleiri hundrað túsund og fer møguliga at drepa milliónir innan stutta tíð. Hvørt ár doyggja milliónir av hjartasjúkum, krabbameini og øðrum sjúkum. Aðrar milliónir doyggja spakuliga í hungri. Eingin ivi er um at ’apokalyptisku reiðmenninir’ síðan 1914 hava dripið hópin av menniskjum við sínum kríggjum, matvørutroti og umfarssjúkum. — Opinberingin 6:3-8.
7 Jesus segði eisini frammanundan frá vaksandi lógloysinum sum nú sæst í øllum londum. Hann segði: „Av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu.“ — Matteus 24:12.
8. Hvussu samsvarar profetiin í Seinna Timoteusarbrævi, kapittul 3, við okkara tíð?
8 Profetiirnar í Bíbliuni hava eisini frammanundan sagt frá syndraða moralinum sum í dag ger um seg í øllum heiminum: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud; tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. . . . Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra.“ (2 Timoteus 3:1-13) Alt hetta er gingið út fyri eygum okkara.
Ein onnur orsøk
9. Hvat hendi í himli tá síðstu dagarnir byrjaðu á jørðini?
9 Ein onnur orsøk er til at líðingarnar eru Opinberingin 12:7-9.
øktar so ógvisliga í hesi øldini. Tá síðstu dagarnir byrjaðu í 1914, hendi nakað sum førdi mannaættina í enn størri vanda. Um tað mundið hendi tað sum ein profeti í síðstu bókini í Bíbliuni sigur frá: „Bardagi varð í Himli: Mikael [Kristus við himmalskum valdi] og einglar hansara tóku at berjast við drekan [Satan], og drekin og einglar hansara [illu andarnir] bardust. Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli. Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.“ —10, 11. Hvussu ávirkaði tað mannaættina at Satan og hansara illu andar vórðu kastaðir niður til jørðina?
10 Hvørjar fylgjur fekk tað fyri menniskjuni? Profetiin heldur fram: „Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“ Ja, Satan veit at hansara skipan einans hevur stutta tíð eftir, so hann roynir alt tað hann er mentur fyri at fáa menniskju at venda Gudi bakið áðrenn beint verður fyri honum og hansara skipan. (Opinberingin 12:12; 20:1-3) Hesir andaskapningar eru veruliga versnaðir eftir at teir hava misnýtt fría viljan. Teir hava gjørt viðurskiftini ótolandi á jørðini, serstakliga síðan 1914!
11 Tað sum Jesus segði um okkara tíð er sostatt ikki so løgið: „Á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; . . . menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur.“ — Lukas 21:25, 26.
Skjótt endar harradømið hjá menniskjum og illum andum
12. Hvat verður sagt í einari av teimum síðstu profetiunum sum ganga út áðrenn henda skipanin endar?
12 Hvussu nógvar profetiir í Bíbliuni skulu ganga út áðrenn Gud oyðir núverandi skipanina? Heilt fáar! Ein av teimum síðstu er í Fyrra Tessalonikabrævi 5:3, sum sigur: „Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ — tá kemur bráður undirgangur á tey.“ Hetta vísir at endin á hesi skipanini byrjar tá fólk tosa um frið og tryggleika. Oyðingin rakar tá heimurin als ikki væntar tað, tá menniskju hugsa eina mest um friðin og tryggleikan tey hava álit á.
13, 14. Hvørja trupla tíð profeteraði Jesus um, og hvussu endar hon?
13 Tíðin hjá hesum heimi sum er ávirkaður av Satani er um at vera uppi. Skjótt endar hon í truplu tíðini sum Jesus umrøddi við orðunum: „Tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.“ — Matteus 24:21.
14 Henda ’trongdin’ kemur í hæddina í krígnum hjá Gudi við Harmageddon. Tað var hetta Dániel umrøddi tá hann segði at Gud skal „sora øll hini ríkini og forkoma teimum“. Allar stýrisskipanir á jørðini sum hava gjørt seg óheftar av Gudi fáa tá ein enda. Hansara ríkisstjórn í himli fer tá at yvirtaka fullu umsitingina av øllum málsøkjunum á jørðini. Og Dániel profeteraði at stjórnarvaldið „ongari aðrari tjóð“ fór at verða givið í hendur, á nøkrum sinni. — Dániel 2:44; Opinberingin 16:14-16.
15. Hvat hendir við ávirkanini frá Satani og hansara illu andum?
15 Til ta tíð fær øll ávirkan frá Satani og hansara illu andum ein enda. Beint verður eisini fyri hesum uppreistrarhugaðu andaskapningunum, so teir ikki aftur sleppa at „villleiða tjóðirnar“. (Opinberingin 12:9; 20:1-3) Teir eru dømdir til deyðis og bíða eftir oyðingini. Tað verður mannaættini ein stórur lætti at sleppa undan spillandi ávirkanini haðani!
Hvør sleppur at liva? Hvør sleppur ikki?
16-18. Hvør kemur undan við lívinum tá henda skipanin fær ein enda, og hvør sleppur ikki at liva?
16 Hvør kemur undan við lívinum tá Guds
dómur yvir henda heimin verður útintur? Hvør sleppur ikki at liva? Bíblian vísir at tey sum ynskja Guds harradømi verða vard og sleppa at liva. Tey sum ikki ynskja Guds harradømi verða ikki vard, men verða oydd saman við heiminum hjá Satani.17 Í Orðtøkunum 2:21, 22 stendur: „Tí hini sannhjartaðu [tey sum leggja seg undir Guds harradømi] skulu búgva í landinum, og hini ólastandi skulu verða eftir í tí; men hini gudleysu [tey sum ikki leggja seg undir Guds harradømi] skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí.“
18 Sálmur 37:10, 11 sigur harumframt: „Um lítla stund — so er hin gudleysi ikki til; . . . Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“ Ørindi 29 leggur aftrat: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“
19. Hvørjum ráði eiga vit at taka við?
19 Vit eiga at taka við ráðnum sum verður givið í Sálmi 37:34: „Bíða eftir [Jehova] og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verða týnd.“ Í ørindi 37 og 38 stendur: „Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð; men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.“
20. Hví kunnu vit siga at vit liva á einari spennandi tíð?
20 Sum tað uggar og lívar okkum upp at vita at Gud leggur í okkum og at hann skjótt beinir fyri øllum óndskapi og allari líðing. Og sum tað er spennandi tá vit skilja at allar hesar profetiir ganga út um heilt stutta tíð!
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 20]
Bíblian segði frammanundan frá hendingum sum tilsamans eru „tekinið“ fyri síðstu dagarnar
[Mynd á síðu 22]
Skjótt, í Harmageddon, verða tey sum ikki leggja seg undir Guds harradømi oydd. Hini sleppa undan við lívinum og koma at liva í einari rættvísari nýggjari verð