Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Nú verður grundvøllurin lagdur til ta nýggju verðina

Nú verður grundvøllurin lagdur til ta nýggju verðina

11. partur

Nú verður grundvøllurin lagdur til ta nýggju verðina

1, 2. Hvat hendir fyri eygum okkara samsvarandi tí sum er profeterað í Bíbliuni?

LONGU nú verður grundvøllurin lagdur til Guds nýggju verð, um somu tíð sum hin gamla verðin hjá Satani forferst. Beint fyri eygunum á okkum savnar Gud fólk úr øllum tjóðum og ger tey til grundvøll í einum nýggjum jørðiskum samfelag sum skjótt kemur í staðin fyri henda ófriðarheimin. Í Seinna Pætursbrævi 3:13 í Bíbliuni nevnist hetta nýggja samfelagið ein ’nýggj jørð’.

2 Bíblian profeterar eisini: „So skal verða á síðstu døgum [tíðini vit liva í nú], . . . mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: „Komið, latið okkum fara niðan á fjall [Jehova] [sonnu tilbiðjan hansara], . . . so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!““ — Esaias 2:2, 3.

3. (a) Millum hvørji ganga Esaiasar profetorð út? (b) Hvat sigur seinasta bókin í Bíbliuni um tað?

3 Hesi profetorðini ganga nú út millum teirra sum ’læra Guds leiðir og ganga á gøtum hansara’. Seinasta bókin í Bíbliuni lýsir hetta friðarelskandi altjóða samfelagið sum ein „stóran skara, . . . av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“, eitt satt alheims brøðralag sum í sátt og semju tænir Gudi. Og Bíblian sigur eisini: „Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd.“ Tað vil siga at tey koma undan við lívinum tá henda ónda heimsskipanin endar. — Opinberingin 7:9, 14; Matteus 24:3.

Eitt satt altjóða brøðralag

4, 5. Hvussu fáa Jehova vitni verið eitt alheims brøðralag?

4 Fleiri milliónir Jehova vitni royna trúliga at liva samsvarandi Guds læru og leiðum. Vón teirra er at fáa ævigt lív í Guds nýggju verð. Við dagliga at lýða Guds lógum vísa tey honum, at tey fegin vilja lata hann ráða bæði nú og í nýggju verðini. Allastaðni, uttan mun til tjóðskap ella ættarslag, ganga tey øll eftir somu reglum — Guds reglum, sum hann hevur ásett í sínum orði. Tí eru tey eitt satt, altjóða brøðralag, eitt nýtt heimssamfelag sum Gud hevur skipað. — Esaias 54:13; Matteus 22:37, 38; Jóhannes 15:9, 14.

5 Jehova vitni geva ikki sær sjálvum heiðurin av tí frálíka, alheims brøðralagnum teirra millum. Tey vita at hetta er úrslitið av at Guds máttmikli andi virkar í fólki sum lýðir hansara lógum. (Ápostlasøgan 5:29, 32; Galatiabrævið 5:22, 23) Tað er Guds verk. Sum Jesus segði: „Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt.“ (Lukas 18:27) Tann Gud ið gjørdi hin æviga alheimin møguligan, hevur eisini gjørt hitt æviga nýggja heimssamfelagið møguligt.

6. Hví kann brøðralagið hjá Jehova vitnum nevnast eitt nútíðar undur?

6 Hvussu Jehova fer at stjórna nýggju verðini sæst tí longu nú í tí hann ger við grundvøllin til ta nýggju verðina. Og tað hann hevur gjørt við síni vitni er á ein hátt eitt nútíðar undur. Hví? Tí hann hevur gjørt tey til eitt satt alheims brøðralag, eitt sum á ongum sinni syndrast av ymiskum áhugamálum innan tjóðskap, rasu ella átrúna. Hóast vitnini telja milliónir og búgva í meira enn 200 londum, eru tey knýtt saman av einum óslítandi bandi. Hetta alheims brøðralagið er einastandandi í allari søguni og eitt nútíðar undur; tað er Guds verk. — Esaias 43:10, 11, 21; Ápostlasøgan 10:34, 35; Galatiabrævið 3:28.

Tað sum eyðkennir Guds fólk

7. Hvat skuldi sambært Jesusi eyðkenna hansara sonnu lærisveinar?

7 Hvat eyðkennir annars fólkið sum Gud skal byggja nýggju verðina á? Ja, hvør uppfyllir tað Jesus sigur í Jóhannes 13:34, 35? Hann segði: „Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ Jehova vitni trúgva hesum og liva eftir tí. Sum Guds orð lærir, hava tey „brennandi kærleika hvørt til annað“. (1 Pætur 4:8) Tey ’klæða seg í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans’. (Kolossebrævið 3:14) Bróðurkærleikin er altso „límið“ sum bindur tey saman í øllum heiminum.

8. Hvat annað eyðkennir Guds fólk sambært Fyrsta Jóhannesarbrævi 3:10-12?

8 Fyrsta Jóhannesarbræv 3:10-12 sigur eisini: „Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín. Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan og ikki líkjast Káin, ið var av hinum illa og drap bróður sín.“ Guds fólk er tískil eitt alheims brøðralag sum ikki nýtir harðskap.

Eitt annað eyðkenni

9, 10. (a) Hvat arbeiði skuldi eyðkenna Guds tænarar á síðstu døgunum? (b) Hvussu hava Jehova vitni uppfylt Matteus 24:14?

9 Guds tænarar kennast eisini á annan hátt. Tá Jesus profeteraði um veraldar enda, greiddi hann frá ymiskum sum skuldi eyðkenna síðstu dagarnar. (Les 9. part.) Ein týðandi táttur av tí hann profeteraði stendur í Matteus 24:14: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“

10 Hava vit sæð hesi profetorð ganga út? Ja, tí síðan síðstu dagarnir byrjaðu í 1914, hava Jehova vitni prædikað tey góðu tíðindini um Guds ríki í øllum heiminum soleiðis sum Jesus beyð, í húsunum hjá fólki. (Matteus 10:7, 12; Ápostlasøgan 20:20) Milliónir Jehova vitni vitja fólk í øllum londum fyri at tosa við tey um ta nýggju verðina. Tað hevur havt við sær at tú hevur fingið hetta heftið, tí ein partur av arbeiðinum hjá Jehova vitnum er at prenta og lata milliardir av bløðum, heftum og bókum um Guds ríki. Veitst tú um onnur sum prædika Guds ríki hús úr húsi í øllum heiminum? Og Markus 13:10 vísir at hetta boðara– og undirvísingararbeiðið skal gerast „fyrst“, tað vil siga áðrenn endin kemur.

Næsti stóri stríðsspurningurin verður svaraður

11. Hvat annað gera Jehova vitni tá tey geva seg undir Guds stjórn?

11 Við at fylgja Guds lógum og meginreglum gera Jehova vitni eisini nakað annað: Tey prógva at Satan leyg tá hann helt uppá at menniskju ikki fingu verið Gudi trúgv í royndum og svara soleiðis næsta stóra stríðsspurninginum, sum fevnir um reinlyndi menniskjans. (Job 2:1-5) Vitnini eru eitt samfelag ið telur milliónir av menniskju úr øllum tjóðum, og kortini sýna tey, sum heild, Guds fyriskipan loyalitet. Hóast tey eru ófullkomin menniskju og undir trýsti frá Satani, verða tey standandi Guds megin í trætuni um alheimsins fullveldi.

12. Hvørjari fyrimynd fylgja Jehova vitni við síni trúgv?

12 Nú í tíðini vitna hesar milliónirnar av Jehova vitnum saman við eini mongd av øðrum vitnum úr farnari tíð sum sýndu Gudi loyalitet. Teirra millum vóru Ábel, Nóa, Job, Ábraham, Sára, Ísakur, Jákup, Debora, Rut, Dávid og Dániel, fyri bert at nevna nøkur fá. (Sí Hebrearabrævið, kapittul 11.) Tey eru, sum Bíblian sigur, eitt ’stórt skýggj av trúgvum vitnum’. (Hebrearabrævið 12:1) Hesi og onnur, teirra millum lærisveinarnir hjá Jesusi, varðveittu reinlyndi fyri Gudi. Og størsta fyrimyndin varð Jesus sjálvur sum helt fast við fullkomið reinlyndi.

13. Hvørji sonn orð segði Jesus um Satan?

13 Hetta prógvar at tað Jesus segði við trúarleiðararnar um Satan, var satt: „Men nú liggja tit Mær eftir lívinum — manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. . . . Tit eru av einum faðir — Djevulinum — og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.“ — Jóhannes 8:40, 44.

Hvat velur tú?

14. Hvat hendir nú við grundvøllinum til ta nýggju verðina?

14 Grundvøllurin til ta nýggju verðina sum Gud nú skipar við altjóða felagsskapinum hjá Jehova Vitnum gerst sterkari og sterkari. Á hvørjum ári nýta fleiri hundrað túsund sín fría vilja, sum er grundaður á nágreiniligan kunnleika, til at taka undir við Guds stjórn. Tey gerast partur av tí nýggja heimssamfelagnum, tey taka støðu Guds megin í trætuni um alheimsins fullveldi, og tey prógva at Satan er ein lygnari.

15. Hvørja sundurskiljing fremur Jesus á okkara døgum?

15 Tey velja Guds stjórn og gera seg sostatt egnað at standa við „høgru lið“ Kristusar tá hann skilir „seyðin frá bukkunum“. Um teir síðstu dagarnar profeteraði Jesus: „Øll fólkasløgini skulu savnast framman fyri Hann; og Hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðin frá bukkunum. Og Hann skal seta seyðin við høgru lið Sína, men bukkarnar við vinstru.“ Seyðurin eru eyðmjúk menniskju sum geva seg undir Guds stjórn og sostatt knýta samband við og stuðla brøðrum Kristusar. Bukkarnir eru treisk menniskju sum vísa brøðrum Kristusar frá sær og einki gera til tess at stuðla Guds stjórn. Hvat verður úrslitið? Jesus segði: „Hesi [bukkarnir] skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu [seyðurin] til ævigt lív.“ — Matteus 25:31-46.

16. Hvat skalt tú gera um tú fegin vilt liva í paradísinum sum kemur?

16 Jú, sanniliga brýggjar Gud seg um okkum! Heilt skjótt skipar hann fyri einum undursomum paradísi á jørðini. Hevði tú viljað livað í tí paradísinum? Tá mást tú vísa at tú metir tað Jehova ger høgt við at læra um hann og liva eftir tí tú lærir. „Leitið til [Jehova], meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær! Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til [Jehova], so skal Hann miskunna honum.“ — Esaias 55:6, 7.

17. Hví mugu vit velja hvørjum vit vilja tæna?

17 Nú fer tíðin at ganga undan. Endin á hesi gomlu heimsskipanini er heilt nær. Guds orð gevur hesi ráð: „Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. . . . Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:15-17.

18. Hvat skalt tú gera fyri tryggur at kunna gleða teg til at liva í undursomu nýggju verð Guds?

18 Guds fólk verður nú lært at liva æviga í nýggju verðini. Tey læra andaligan og ítøkiligan dugnaskap sum er fyri neyðini tá Paradísið skal mennast. Vit heita á teg um at velja Gud til stjórnarharra og stuðla tí lívbjargandi arbeiðinum hann nú fremur um alla jørðina. Les Bíbliuna saman við Jehova vitnum, og lær at kenna tann Gud sum leggur í teg og sum ger enda á øllum líðingum. Á tann hátt kanst tú gerast ein partur av grundvøllinum til ta nýggju verðina. So kanst tú tryggur gleða teg til at fáa vælvild Guds og ævigt lív í tí undursomu nýggju verðini.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 31]

Jehova vitni, eitt satt altjóða brøðralag

[Mynd á síðu 32]

Nú verður grundvøllurin lagdur til nýggju verð Guds