Ongar líðingar á jørðini
2. partur
Ongar líðingar á jørðini
1, 2. Hvat halda nógv um framtíðina?
MEN milliónir kring heimin hava eina heilt aðra vón. Tey vænta at menniskju fáa eina undursama framtíð. Tey siga at jørðin skjótt sleppur undan øllum óndskapi og øllum líðingum. Tey ivast ikki í at alt tað spilta skjótt verður koyrt burtur og at ein heilt nýggj verð verður grundað. Tey siga enntá at grundarlagið undir hesi nýggju verðini verður lagt júst nú!
2 Hesi menniskju trúgva at kríggj, ræðuleikar, brotsgerðir, órættvísi og fátækdømi ikki verða at finna í nýggju verðini. Hvørki sjúka, sorg ella tár verða í heiminum, heldur ikki deyði. Tá verða menniskju so við og við fullkomin og fara at liva lukkulig í einum
paradísi um ævir. Ja, tey sum eru deyð fáa enntá uppreisn og møguleika at liva æviga!3, 4. Hví eru hesi menniskju trygg í vónini?
3 Er henda framtíðarvón ein høpisleysur ynskidreymur? Nei, als ikki. Grundarlagið er ein væl undirbygd trúgv á Paradísið sum ikki svitast. (Hebrearabrævið 11:1) Hví eru tey so vís í tí? Tí alheimsins alvaldi Skapari hevur lovað tað.
4 Um lyftini Gud gevur, sigur Bíblian: „Ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið [Jehova] Gud tykkara hevur lovað viðvíkjandi tykkum; tey eru øll somul gingin út fyri tykkum, ikki so mikið sum eitt orð av teimum hevur svitast.“ „Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, . . . Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað!“ „[Jehova] Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast!“ — Josva 23:14; 4 Mósebók 23:19; Esaias 14:24.
5. Hvørjir spurningar mugu svarast?
5 Men um Guds ætlan var at jørðin skuldi vera eitt paradís við ongum líðingum, hví loyvdi hann tá óeydnu í fyrsta lagi? Hví hevur hann bíðað í seks túsund ár, fyri nú at broyta skeivleikarnar? Benda allar hesar øldirnar við líðingum ikki á at Gud ikki leggur í okkum, ella kanska at hann als ikki er til?
[Lestrarspurningar]