Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Skjótt verður Guds ætlan framd

Skjótt verður Guds ætlan framd

8. partur

Skjótt verður Guds ætlan framd

1, 2. Hvussu hevur Gud gjørt tað møguligt at vit kunnu sleppa undan líðingunum?

MANNAÆTTIN hevur í øldir verið fyri støðugari afturgongd av tí at uppreistrarhugað menniskju og illir andar hava havt ræðið. Men Gud hevur ikki líkasælur sæð okkara líðingar. Hann hevur alla tíðina havt í umbúna at fría menniskju undan óndskapi og líðing.

2 Eftir uppreisturin í Eden fór Gud at opinbera at hann ætlaði at skipa eina stjórn sum skal gera hesa jørðina til eitt paradís hjá menniskjum at búgva í. (1 Mósebók 3:15) Jesus sum er fremsti framsøgumaður Guds, gjørdi seinni hesa komandi stjórn til høvuðsevni í sínari undirvísing. Hann segði at hon fór at vera einasta vónin hjá mannaættini. — Dániel 2:44; Matteus 6:9, 10; 12:21.

3. Hvussu nevndi Jesus stjórnina sum skal ráða á jørðini, og hví?

3 Jesus nevndi stjórnina Gud skuldi skipa „ríki Himmiríkis“, av tí at hon skuldi stjórna úr himli. (Matteus 4:17) Hann nevndi hana eisini „ríki Guds“, tí Gud er hennara upphav. (Lukas 17:20) Í øldir gav Gud nøkrum av sínum tænarum íblástur, so teir kundu skriva profetiir um tey sum skulu mynda hesa stjórn, og um tað hon skuldi útinna.

Nýggi kongur jarðar

4, 5. Hvussu vísti Gud at Jesus var kongurin sum hann hevði góðkent?

4 Fyri nærum tveimum túsund árum síðani uppfylti Jesus tær nógvu profetiirnar um hann sum skuldi gerast kongur í Guds ríki. Tað sást at hann var tann Gud hevði valt at ráða yvir menniskjunum í himmalsku stjórnini. Og tá Jesus var deyður, reisti Gud hann upp til lív í himli, har hann gjørdist ein mektigur, ódeyðiligur andaskapningur. Nógv vitni sóu hann rísa upp. — Ápostlasøgan 4:10; 9:1-9; Rómbrævið 1:1-4; 1 Korintbræv 15:3-8.

5 Síðan setti Jesus seg „við høgru hond Guds“. (Hebrearabrævið 10:12) Har bíðaði hann eftir tíðini tá Gud skuldi geva honum myndugleika at virka sum kongur í Guds himmalska ríki. Hetta uppfylti tey orð Gud segði við hann í Sálmi 110:1: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“

6. Hvussu vísti Jesus at hann var egnaður at gerast kongur í Guds ríki?

6 Meðan Jesus var á jørðini vísti hann seg egnaðan til hetta embætið. Hóast forfylgdur valdi hann altíð at vera trúfastur Gudi. Soleiðis prógvaði hann at Satan leyg tá hann segði at einki menniskja sum kom undir trýst fekk verðið trúfast móti Gudi. Jesus, sum var eitt fullkomið menniskja, „hin seinni Ádam“, prógvaði at Gud ikki hevði gjørt eitt mistak tá hann skapti fullkomin menniskju. — 1 Korintbræv 15:22, 45; Matteus 4:1-11.

7, 8. Hvat gott gjørdi Jesus meðan hann var á jørðini, og hvat prógvaði hann á tann hátt?

7 Hvør stjórnari hevur nakrantíð gjørt so nógv gott sum Jesus tey fáu árini hann gjørdi tænastu? Guds heilagi andi gav Jesusi kraft at grøða sjúk, avlamin, blind, deyv og málleys. Sjálvt deyð vakti hann til lív! Á tann hátt vísti hann í minni máti hvat hann fer at gera fyri alla mannaættina tá hann verður stjórnari í Ríkinum. — Matteus 15:30, 31; Lukas 7:11-16.

8 Jesus gjørdi so nógv gott meðan hann var her á jørðini at Jóhannes, lærisveinur hansara, segði: „Eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.“ — Jóhannes 21:25. *

9. Hví leitaðu reinlynt menniskju sær til Jesus?

9 Jesus var blíður, hann hevði samkenslu og stóran kærleika til menniskju. Hann hjálpti fátøkum og kúgaðum, men tók tey tó ikki framum, so tey ríku og mætu vórðu við skerdan lut. Reinlynt menniskju tóku við eymu innbjóðingini frá Jesusi: „Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera — Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær — tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta — so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“ (Matteus 11:28-30) Menniskju sum óttaðust Gud leitaðu í stórum tali til hansara og gleddu seg til hansara harradømi. — Jóhannes 12:19.

Kongar við Kristusi

10, 11. Hvør kemur at ráða yvir jørðini saman við Jesusi?

10 Stjórnir her á jørð hava nakrar umboðsstjórar, og soleiðis er eisini í Guds himmalska ríki. Nøkur sleppa saman við Jesusi at ráða yvir jørðini, tí Jesus lovaði teimum sum hann hevði tætt samstarv við, at teir skuldu verða kongar og saman við honum ráða yvir menniskjunum. — Jóhannes 14:2, 3; Opinberingin 5:10; 20:6.

11 Tað vil siga at ein avmarkað mongd av menniskjum fær uppreisn til lív í himlinum saman við Jesusi. Hesi eru Guds ríki, sum fer at bera mannaættini ævig vælsignilsi. (2 Korintbræv 4:14; Opinberingin 14:1-3) Jehova hevur soleiðis gjøgnum øldir lagt støðið undir eitt harradømi sum skal bera menniskjum vælsignilsi í allar ævir.

Beint verður fyri óheftum stjórnarskipanum

12, 13. Hvat er Guds ríki nú til reiðar at gera?

12 Í okkara øld er Gud beinleiðis farin upp í viðurskiftini her á jørðini. Sum 9. partur í hesum hefti gjølla fer at greiða frá, vísa profetiirnar í Bíbliuni at Guds ríki við Kristusi varð stovnað í 1914, og at tað nú er til reiðar at knúsa alla skipanina hjá Satani. Hetta ríkið er til reiðar at ’ráða mitt ímillum fíggindar Krists’. — Sálmur 110:2.

13 Um hetta verður profeterað í Dániel 2:44: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru [teir sum ráða nú], skal Gud Himmalsins grunda ríki [í himli], sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur [menniskju sleppa ongantíð aftur at stjórna]; tað [Guds ríki] skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“

14. Sig frá nøkrum fyrimunum tað hevur at menniskju ikki sleppa at stjórna.

14 Tá allar stjórnarskipanir sum eru óheftar av Gudi eru burturi, fer Guds ríki at ráða á allari jørðini. Ríkið stjórnar úr himli og menniskju sleppa tí aldri at spilla tað. Stjórnarvaldið verður har sum tað var av fyrstani tíð: í himlinum hjá Gudi. Og av tí at Guds ríki ræður á allari jørðini, verður eingin aftur villleiddur av følskum átrúnum ella politiskum hugsanum og mannagjørdari heimspeki sum einki nyttar. Einki av hesum fær innivist. — Matteus 7:15-23; Opinberingin, kapittul 17 til 19.

[Undirgrein]

^ par. 8 Gjølla verður greitt frá lívinum hjá Jesusi í bókini Størsta menniskjað ið livað hevur, sum Vakttornsfelagið gav út í 1991.

[Lestrarspurningar]

[Mynd á síðu 18]

Meðan Jesus var á jørðini grøddi hann sjúk og gav deyðum lív fyri at vísa hvat hann skuldi gera í nýggju verðini

[Mynd á síðu 19]

Guds ríki í himli fer at knúsa og beina fyri øllum stjórnarskipanum sum eru óheftar av honum