Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Undursama nýggja verðin sum Gud stovnar

Undursama nýggja verðin sum Gud stovnar

10. partur

Undursama nýggja verðin sum Gud stovnar

1, 2. Hvat hendir tá Harmageddonkríggið hevur reinsað jørðina?

HVAT hendir tá Gud hevur reinsað jørðina í Harmageddonkrígnum? Eitt nýtt tíðarskeið byrjar. Tey sum eru sloppin undan Harmageddon við lívinum og longu hava víst seg trúføst móti Guds harradømi, verða førd inn í nýggju verðina. Tað verður eitt spennandi nýtt skeið í søguni har Gud í yvirflóð vælsignar mannaættina!

2 Undir Guds ríkis leiðslu fara tey undankomnu at stovna eitt paradís. Tey fara at arbeiða ósjálvsøkin av øllum alvi, so øll sum liva fáa gagn av tí. Stigvíst broytist jørðin til ein vakran, friðsælan, frálíkan bústað hjá menniskjum.

Rættvísi loysir óndskapinum av

3. Hvønn lætta koma vit at kenna beint eftir Harmageddon?

3 Alt hetta verður gjørligt tá beint er fyri Satans heimi. Falskir átrúnar, samfelagsligar skipanir og stjórnir sleppa ikki aftur at skapa skilnað. Fólk verða ikki villleidd av sataniskari lokkan, tí øll málgøgnini Satan nýtti verða oydd saman við hansara skipan. Hugsa tær: Øll hin eitrandi luftin í Satans heimi verður burturi! Tað verður ein ómetaligur lætti!

4. Sig frá broytingini sum skal henda á undirvísingarøkinum.

4 Ístaðin fyri tær niðurbrótandi hugsanirnar mannaræði er komið við, fáa vit uppbyggjandi undirvísing frá Gudi. „Øll børn tíni skulu verða lærd av [Jehova].“ (Esaias 54:13) Sunn undirvísing ár undan ári ger ’jørðina fulla av kunnskapi um Jehova, eins og vatnið fjalir havsbotnin’. (Esaias 11:9) Menniskju skulu ikki longur læra tað sum er ónt, men tá „læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva“. (Esaias 26:9) Hugsanir og gerðir teirra verða uppbyggjandi. — Ápostlasøgan 17:31; Filippibrævið 4:8.

5. Hvat verður av óndskapinum og øllum gudleysum menniskjum?

5 Harðskapur, morð, neyðtøkur, rán og allar aðrar brotsgerðir eru søga. Eingin skal líða tí onnur gera ónt. Í Orðtøkunum 10:30 verður sagt: „Hini rættvísu skulu aldri vikast, men hini gudleysu skulu ikki verða búgvandi í landinum.“

Fullkomna heilsu

6, 7. (a) Hvør beiskur veruleiki verður fyribeindur tá Guds ríki ræður? (b) Á hvønn hátt vísti Jesus hetta meðan hann var á jørðini?

6 Í nýggju verðini hvørva allar tær keðiligu fylgjurnar av upprunaliga uppreistrinum. Tá Guds ríki ræður verður til dømis beint fyri sjúku og elli. Í dag er beiski veruleikin tann at hóast tú hevur hampiliga góða heilsu, fer sjónin tá tú gerst eldri at bila, tenninar fara, hoyrnin versnar, húðin verður rukkut og gøgnini í kroppinum vikna til tú at enda doyrt.

7 Men skjótt verður hesin syrgiligi arvur frá okkara fyrstu foreldrum nakað sum er farið. Minnist tú hvat Jesus prógvaði um heilsuna hjá menniskjum meðan hann var á jørðini? Bíblian greiðir frá: „Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey — so at fólkið undraðist, táið tey sóu, at stumm talaðu, kryplar vórðu grøddir, lamin gingu, og blind sóu.“ — Matteus 15:30, 31.

8, 9. Greið frá eydnuni í nýggju verðini, tá øll fáa fullkomna heilsu.

8 Sum frøin verður stór tá allar okkara sjúkur verða grøddar í nýggju verðini! Aldri aftur verða vit plágað av ringari heilsu. „Eingin, sum býr har, skal siga: „Eg eri sjúkur.““ „Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast.“ — Esaias 33:24; 35:5, 6.

9 Verður tað ikki frálíkt at vakna hvønn morgun og kenna seg púra frískan? Fara gomul ikki at gleðast um at tey aftur hava fingið ungdóms megi og at tey gerast fullkomin sum Ádam og Eva upprunaliga vóru? Bíblian lovar: „Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.“ (Job 33:25) Sum tað verður frálíkt at tveita brillur, hoyritól, høkjur, koyristólar og heilivág burtur! Aldri aftur verður tørvur á sjúkrahúsum, læknum og tannlæknum.

10. Hvat hendir deyðanum?

10 Menniskju við so góðari heilsu ynskja ikki at doyggja. Og tað nýtist teimum heldur ikki, tí tey eru ikki bundin av arvaða ófullkomileikanum og deyðanum longur. Kristus „skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar. Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.“ „Náðigáva Guds er ævigt lív.“ — 1 Korint 15:25, 26; Rómbrævið 6:23; sí eisini Esaias 25:8.

11. Hvussu sigur Opinberingin í stuttum frá vælsignilsunum í nýggju verðini?

11 Síðsta bókin í Bíbliuni sigur stutt frá teirri yvirflóð av vælsignilsum Gud fer at bera menniskjunum í Paradísinum við orðunum: „Hann [Gud] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ — Opinberingin 21:3, 4.

Tey deyðu rísa upp

12. Hvussu vísti Jesus at Gud hevði givið honum vald at vekja deyð til lív?

12 Jesus ikki einans grøddi sjúk og avlamin. Hann reisti eisini menniskju upp úr grøvini. Á tann hátt vísti hann at Gud hevði givið honum vald at vekja deyð til lív. Minnist tú tá Jesus kom til ein mann sum hevði mist dóttrina? Jesus segði við deyðu gentuna: „Genta, Eg sigi tær: Reis teg upp!“ Við hvørjum úrsliti? „Við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring.“ Tá tey hjástøddu sóu tilburðin, gjørdist tey „heilt frá sær sjálvum, so ovfarin vóru tey“. Tey gjørdust ovurhonds lukkulig! — Markus 5:41, 42; sí eisini Lukas 7:11-16; Jóhannes 11:1-45.

13. Hvørji menniskju fáa eina uppreisn?

13 Í nýggju verðini ’verður uppreisn, bæði av rættvísum og órættvísum’. (Ápostlasøgan 24:15) Jesus skal tá brúka valdið hann fekk frá Gudi at geva deyðum lív, tí hann segði: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva [aftur], um hann so doyr.“ (Jóhannes 11:25) Hann segði eisini: „Øll tey, sum eru í grøvunum [í minninum hjá Gudi], skulu hoyra rødd Hansara [Jesusar]. Og tey skulu koma fram.“ — Jóhannes 5:28, 29.

14. Hvat hvørvur tá deyðin er burturi?

14 Gleðin verður stór um alla jørðina tá ein bólkur av deyðum fyri og annar eftir fáa lívið aftur og møta sínum kæru! Ongar kunngerðir verða longur um andlát og eingi minningarorð í bløðunum sum bera teimum ið sita eftir, sorg. Kanska verður tað øvugt: kunngerðir um hvørji eru risin upp, sum skyldfólk og vinir kunnu gleðast um. Ikki fleiri gravarferðir, líkbál, líkbrenningarhús og kirkjugarðar!

Ein friðsælur heimur

15. Hvussu gongur profetiin hjá Mika út til fulnar?

15 Sannur friður kemur at ráða á øllum lívsins økjum. Kríggj, krígshugað menniskju og vápnaframleiðsla eru burturi med alla. Hví? Tí tey syndrandi áhugamálini tjóðir, stammur og rasur hava havt, eru horvin. Tá ganga hesi orðini út til fulnar: „Tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur.“ — Mika 4:3.

16. Hvussu fer Gud at gera kríggj ógjørlig?

16 Kanska ljóðar hetta løgið tá hugsað verður um at menniskju altíð hava kríggjast. Men orsøkin er at mannaættin hevur verið undir harradøminum hjá menniskjum og illum andum. Í nýggju verðini, tá Ríkið ræður, verða viðurskiftini sum Sálmur 46:9, 10 greiðir frá: „Komið og síggið verk [Jehova] . . . Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, [krígs]vagnarnar brennir Hann upp.“

17, 18. Hvussu verða viðurskiftini millum dýr og menniskju í nýggju verðini?

17 Menniskju og dýr skulu eisini liva friðarlig saman, sum tey gjørdu í Eden. (1 Mósebók 1:28; 2:19) Gud sigur: „Tann dag skal Eg gera sáttmála fyri tey við dýrini á markini, við fuglar himmalsins og við skriðdýrini á jørðini; . . . og Eg skal lata tey búgva trygg.“ — Hoseas 2:18.

18 Hvussu umfatandi verður friðurin? „Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.“ Dýrini koma aldri aftur at hótta menniskju, heldur ikki onnur dýr. Hoyr: „Leyvan skal eta hálm sum neyt.“ — Esaias 11:6-9; 65:25.

Jørðin broytist til eitt paradís

19. Hvussu verður jørðin broytt?

19 Jørðin, bústaður menniskjanna, verður fullkomiliga broytt til eitt paradís. Tí kundi Jesus geva einum manni sum trúði á hann, hetta lyfti: „Tú [skalt] vera við Mær í Paradísi.“ Sagt verður í Bíbliuni: „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja. . . . Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði.“ — Lukas 23:43; Esaias 35:1, 6.

20. Hví fer mannaættin aldri aftur at svølta?

20 Hungursneyð verður aldri ein trupulleiki tá Guds ríki ræður. „Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum.“ „Trøini á markini skulu geva ávøkst sín, og jørðin skal geva grøði sína; teir skulu búgva trygt í landi sínum.“ — Sálmur 72:16; Ezekiel 34:27.

21. Hvussu verður við heimloysinum, rakbýlingunum og vandamiklu býarpørtunum?

21 Fátækdømi, heimleys menniskju, rakbýlingar ella býarpartar har brotsmenn húsast, vera ikki at finna. „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað.“ „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey.“ — Esaias 65:21, 22; Mika 4:4.

22. Hvat sigur Bíblian um vælsignilsini tá Gud ræður?

22 Alt hetta og meira verða menniskju vælsignað við í Paradísinum. Í Sálmi 145:16 stendur: „Tú [Gud] letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.“ Ikki so løgið at Bíblian profeterar: „Hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði. . . . Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ — Sálmur 37:11, 29.

Skaðin verður afturbøttur

23. Hvussu fer Guds ríki at javna aftur líðingarnar vit hava tolt?

23 Tá Guds ríki ræður verður skaðin mannaættin hevur verið fyri seinastu seks túsund árini, afturbøttur. Tá vera líðingarnar menniskju hava havt einki afturímóti allari gleðini. Ótespilig minni um líðingar koma ikki at spilla lívið. Dagarnir verða so fyltir við uppbyggjandi tonkum og virksemi at sváru minnini so við og við hvørva.

24, 25. (a) Hvat profeteraði Esaias at Gud fer at gera? (b) Hví kunnu vit við vissu siga at minnini um líðingar í farnum tíðum kámast?

24 Hin umhygni Gud sigur: „Eg skapi nýggjar himlar [eina nýggja himmalska stjórn at ráða mannaættini] og nýggja jørð [eitt rættvíst mannasamfelag], og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug. Men gleðið og frøið tykkum til ævigar tíðir um tað, í Eg skapi!“ „Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.“ — Esaias 14:7; 65:17, 18.

25 Við sínum ríki broytir Gud soleiðis fullkomiliga ta vónleysu støðuna sum hevur verið so leingi. Í allar ævir skal hann vísa sín stóra áhuga við at geva okkum vælsignilsi sum ríkiliga viga upp ímóti teimum líðingunum vit hava tolt. Teir trupulleikar vit fyrr hava havt, kámast í minninum, um vit yvirhøvur komast við teir.

26. Hví fer Gud at bøta líðingarnar aftur, vit hava tolt?

26 Soleiðis fer Gud at javna aftur líðingarnar vit hava tolt í hesari verðini. Hann veit at vit ikki kunnu gera við at vit eru fødd ófullkomin, tí vit hava arvað ófullkomileikan frá okkara fyrstu foreldrum. Tað er ikki okkara skyld at vit eru fødd í henda heim sum Satan stýrir, tí høvdu Ádam og Eva verið trúgv vórðu vit í staðin fødd í einum paradísi. Gud skal ríkiliga bøta aftur hesa ólukkuligu tíð sum varð smoygd niður yvir okkum, tí hann hevur stóra samkenslu við okkum.

27. Hvørjar profetiir ganga út í nýggju verðini?

27 Í nýggju verðini fáa menniskju tað frælsið sum Rómbrævið 8:21, 22 profeterar um: „Skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.“ Tá síggja vit til fulnar uppfyllingina av bønini: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Undurfullu viðurskiftini á paradísisku jørðini koma at endurspegla viðurskiftini í himli.

[Lestrarspurningar]

[Myndir á síðu 23]

Í nýggju verðini fáa gomul aftur ungdóms megi

[Mynd á síðu 24]

Allar sjúkur og brek verða fyribeind í nýggju verðini

[Mynd á síðu 25]

Í nýggju verðini fáa tey deyðu uppreisn til lív

[Mynd á síðu 26]

„Tær skulu ikki læra seg hernað longur“

[Myndir á síðu 27]

Menniskju og dýr skulu liva friðarlig saman í Paradísinum

[Mynd á síðu 27]

’Gud letur upp hond Sína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær’

[Mynd á síðu 28]

Guds ríki fer ríkiliga at javna aftur líðingarnar sum vit hava tolt