Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

5. PARTUR

Frá útlegdini í Bábylon til Jerúsalems múrar verða bygdir aftur

Frá útlegdini í Bábylon til Jerúsalems múrar verða bygdir aftur

Meðan ísraelsmenn vóru fangar í Bábylon, varð teirra trúgv ofta roynd. Sadrak, Mesak og Abed-Nego vórðu kastaðir í ein brennandi ovn, men Gud leiddi teir útaftur á lívi. Seinni, aftan á at medarar og persarar høvdu vunnið á Bábylon, varð Dániel kastaður í eitt leyvubøli, men Gud vardi hann og læt gapið á leyvunum aftur.

At enda fríaði Kýrus kongur ísraelsmenn. Teir fóru heimaftur til land sítt beint tá 70 ár vóru liðin, frá tí teir vórðu tiknir sum fangar til Bábylon. Eitt hitt fyrsta teir gjørdu tá teir komu aftur til Jerúsalem, var at fara undir endurreisingina av templinum hjá Jehova. Men fíggindar fingu skjótt steðgað arbeiðinum. Umleið 22 ár gingu eftir heimkomuna til Jerúsalem, áðrenn templið at enda var liðugt.

Síðani hoyra vit at Ezra fer til Jerúsalem fyri at fríðka um templið. Hetta hendi okkurt um 47 ár eftir at templið var liðugt. Og 13 ár eftir ferð Ezra, kom Nehemias at hjálpa við at byggja teir niðurbrotnu Jerúsalems múrar uppaftur. 5. PARTURIN sigur frá einum tíðarskeiði ið vardi 152 ár.