Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 113

Paulus í Róm

Paulus í Róm

PAULUS er í leinkjum, og ein rómverskur hermaður ansar eftir honum. Sært tú tað? Hann er fangi í Róm. Hann bíðar eftir at keisarin í Róm skal avgera hvat ið skal gerast við hann. Og meðan hann er fangi, sleppa fólk at vitja hann.

Tríggjar dagar eftir at Paulus er komin til Róm, sendir hann boð eftir teimum leiðandi jødunum. Nógvir jødar úr Róm koma tá til hansara. Paulus boðar fyri teimum um Jesus og Guds ríki. Summir trúgva og gerast kristnir, men aðrir trúgva honum ikki.

Paulus boðar eisini fyri teimum ymisku hermonnunum ið eru settir at ansa eftir honum. Hann spillir sanniliga ikki tíðina burtur meðan hann er í fongslinum. Tey bæði árini hann er fangi, boðar hann fyri øllum hann kann. Tað ger at eisini húsfólk keisarans hoyra gleðiboðskapin um Ríkið, og nøkur av teimum gerast kristin.

Men hvør er tað ið situr við borðið? Veitst tú? Ja, tað er Timoteus. Hann hevur eisini verið fongslaður tí hann boðaði um Ríkið, men nú er hann fríur aftur. Hann er komin at hjálpa Paulusi. Tú sært at hann situr við borðið og skrivar okkurt. Hvat man Timoteus skriva? Tað mugu vit kanna.

Minnist tú býirnar Filippi og Efesus úr 110. søguni? Paulus hjálpti at stovna kristnar samkomur í hesum báðum býunum. Nú meðan hann er í fongsli skrivar hann brøv til tey kristnu har. Brøvini standa í Bíbliuni, og tey eita Efesusbrævið og Filippibrævið. Paulus stendur og sigur Timoteusi hvat hann skal skriva til teirra kristnu vinir í Filippi.

Tey í Filippi hava verið góð við Paulus. Tey hava sent honum gávur í fongslið, og Paulus takkar teimum fyri tað. Maðurin ið kom við gávunum, æt Epafroditus. Hann gjørdist sjúkur og mundi doyð. Men nú er hann frískur og til reiðar at fara heim. Hann tekur brævið frá Paulusi og Timoteusi við sær aftur til Filippi.

Í fongslinum í Róm skrivar Paulus eisini tvey onnur brøv sum vit hava í Bíbliuni. Annað er til tey kristnu í Kolosse. Veitst tú hvat tað brævið eitur? Kolossebrævið. Hitt er eitt persónligt bræv til ein næran vin ið eitur Filemon sum eisini býr í Kolosse. Tað brævið snýr seg um ein tænara hjá Filemon, Onesimus.

Onesimus var rýmdur frá Filemon og komin til Róm. Har hoyrdi hann at Paulus sat fongslaður í býnum. Hann fór at vitja hann, og Paulus boðaði fyri honum. Skjótt gjørdist Onesimus kristin. Nú angrar Onesimus at hann rýmdi. Hvat heldur tú Paulus skrivar í brævinum til Filemon?

Paulus biður Filemon fyrigeva Onesimusi. ’Eg sendi tær hann aftur,’ skrivar Paulus. ’Men nú er hann ikki bert tænari tín. Hann er eisini ein góður kristin bróðir.’ Onesimus tekur tey bæði brøvini við til Kolosse, annað til tey kristnu í Kolesse og hitt til Filemon. Vit kunnu hugsa okkum hvussu glaður Filemon verður tá hann hoyrir at tænari hansara er blivin kristin.

Paulus hevur góð tíðindi til tey í Filippi og Filemon. ’Eg sendi tykkum Timoteus,’ skrivar hann til tey í Filippi. ’Men eg komi eisini skjótt sjálvur.’ Og til Filemon skrivar hann: ’Ger mær ein bústað til reiðar.’

Tá Paulus verður latin leysur, vitjar hann sínar kristnu brøður og systrar nógvastaðni. Men seinni verður hann aftur fangi í Róm. Hesa ferð veit hann at hann skal verða dripin. Hann skrivar til Timoteus og biður hann koma skjótt. ’Eg havi verið Gudi trúgvur,’ skrivar Paulus, ’og Gud vil løna mær tað aftur.’ Fá ár seinni verður Paulus dripin. Býurin Jerúsalem verður aftur lagdur í oyði, hesa ferð av teimum rómversku herliðunum.

Men í Bíbliuni stendur meir enn hetta. Jehova Gud letur ápostulin Jóhannes skriva tær seinastu bøkurnar í henni, teirra millum Opinberingina. Hon sigur frá framtíðini. Jehova letur Jóhannes síggja nakrar sjónir, ella opinberingar um framtíðina. Latið okkum vita hvat tá skal henda.