Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 112

Skipbrotin á eini oyggj

Skipbrotin á eini oyggj

HYGG! Skipið er í havsneyð! Tað brotnar! Fólkini eru lopin á sjógv. Summi eru longu komin upp á land. Er ein teirra ikki Paulus? Hoyr nú hvat hendi honum.

Minst til at Paulus var fangi í Kesarea í tvey ár. Síðan verða hann og nakrir aðrir fangar førdir um borð á eitt skip ið skal til Róm. Men tá teir sigla fram við oynni Kreta, kemur eitt ræðuligt ódnarveður á teir. Stormurin leikar í, so menninir ikki fáa stýrt skipinum. Teir síggja hvørki sólina um dagin ella stjørnurnar um náttina. Eftir fleiri slíkum døgum hava fólkini mist alla vón um bjarging.

Tá kemur Paulus fram og sigur: ’Eingin av tykkum fer at doyggja. Bert skipið skal ganga burtur. Í nátt kom ein Guds eingil til mín og segði: „Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma til keisaran í Róm. Og Gud skal eisini bjarga øllum ið eru við tær á ferðini.“’

Um midnátt 14. dagin eftir at óveðrið brast á, varnast sjómenninir at sjógvurin verður grynri. Teir nærkast landi! Teir óttast fyri at koma á sker og knúsast sundur, tí kasta teir akker. Morgunin eftir síggja teir eina vík. Teir fara nú at royna at sigla skipið heilt inn á strondina.

Tá teir nærkast landi stoytir skipið á eina sandgrynnu. Og nú bróta aldurnar móti skipinum, og tað sorast sundur. Heryvirmaðurin sigur: ’Allir ið duga at svimja mugu leypa útí og svimja í land. Hinir leypa útí aftaná, og mugu bjarga sær á tí sum er brotnað burtur av skipinum.’ Tað gera teir so. Og á henda hátt verða allir 276 sum vóru um borð, bjargaðir í land, akkurát sum eingilin lovaði Paulusi.

Oyggin eitur Malta. Fólkini har eru óvanliga blíð, og tey taka sær væl av øllum teimum skipbrotnu. Tá veðrið batnar, kemur Paulus um borð á eitt annað skip og verður førdur til Róm.