Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 107

Stefanus verður steinaður

Stefanus verður steinaður

MAÐURIN sum liggur á knæ, eitur Stefanus. Hann er ein trúfastur lærisveinur hjá Jesusi. Men hygg hvat ið nú hendir! Menninir kasta stórar steinar eftir honum. Hví hata teir Stefanus so nógv at teir gera nakað so ræðuligt? Jú, hoyr nú!

Gud hevur hjálpt Stefanusi at gera undurverk. Tað dámar ikki monnunum, og teir fara at skeldast við Stefanus tí hann sigur fólki sannleikan. Men Gud gevur Stefanusi stóran vísdóm, og hann prógvar at teirra læra ikki er sonn. Men tá verða teir uppaftur illari. Teir taka hann, og rópa fólk til sum skulu lúgva um hann.

Høvuðspresturin spyr hann: ’Er hetta satt?’ Stefanus svarar við at halda eina góða bíbilska røðu. At enda greiðir hann frá hvussu óndir menn fyrr í tíðini hataðu profetarnar hjá Jehova. So sigur hann: ’Tit eru sum teir. Tit hava dripið tænara Guds Jesus, og tit hava ikki gjørt eftir Guds lógum.’

Nú verða átrúnaleiðararnir illir av álvara! Teir grísla tenn, so illir eru teir. Men Stefanus hyggur upp og sigur: ’Hygg! Eg síggi Jesus standa við høgru lið Guds í himlinum!’ Menninir halda hendurnar fyri oyruni og leypa á Stefanus. Teir taka hann og dragsa hann út um býin.

Her lata teir seg úr kappum sínum og lata tann unga mannin Saulus ansa eftir teimum. Sært tú Saulus? Nú fara nakrir av monnunum at kasta steinar eftir Stefanusi. Hann leggur seg á knæ, og biður til Gud: ’Jehova, straffa teir ikki fyri tað ónda teir gera.’ Hann veit at summir av teimum eru lumpaðir av átrúnaleiðarunum. Síðan doyr Stefanus.

Tá onkur ger tær fortreð, roynir tú so at løna teimum tað aftur? Biður tú Gud um at straffa tey? Tað gjørdu Stefanus og Jesus ikki. Teir vóru góðir við fólk, hóast tey ikki vóru góð við teir. Vit skulu royna at líkjast teimum.