Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 110

Timoteus — nýggi hjálparmaðurin hjá Paulusi

Timoteus — nýggi hjálparmaðurin hjá Paulusi

TANN ungi maðurin ið stendur her hjá Paulusi, er Timoteus. Hann býr hjá familju síni í Lystra. Mamman eitur Eunike og omman Lois.

Hetta er nú triðja ferðin Paulus vitjar í Lystra. Fyri umleið einum ári síðan komu Paulus og Barnabas fyrstu ferð higar á eini trúboðaraferð. Og nú er Paulus komin aftur við vini sínum Silasi.

Hvat heldur tú Paulus sigur við Timoteus? Hann spyr: ’Hevði tær dámað at ferðast við Silasi og mær? Tú kundi hjálpt okkum tá vit boða í fjarløgdum londum.’

’Ja, tað hevði dámað mær væl,’ svarar Timoteus. Stutt eftir fer Timoteus frá familju síni og ferðast við Paulusi og Silasi. Men áðrenn tú hoyrir um ferðina hjá teimum, skulu vit siga frá hvussu tað hevur gingist Paulusi. Nú eru 17 ár síðan Jesus vísti seg fyri honum á vegnum til Damaskus.

Minst til at Paulus ætlaði sær til Damaskus at søkja at Jesu lærisveinum; men nú er hann sjálvur lærisveinur! Seinni royna nakrir fíggindar at drepa Paulus. Teimum dámar ikki at hann lærir um Jesus. Men lærisveinarnir hjálpa Paulusi at flýggja. Teir leggja hann í eina kurv og síga hann niður uttan fyri býarmúrin.

Síðan fer Paulus til Antiokia at boða. Her verða Jesu lærisveinar fyri fyrstu ferð nevndir kristnir. Paulus og Barnabas verða sendir úr Antiokia út á eina trúboðaraferð til fjarløgd lond. Og ein av býunum teir koma til, er Lystra, og har býr Timoteus.

Nú, eitt ár seinni, er Paulus altso aftur í Lystra á aðru ferð síni. Hvar heldur tú Paulus og Silas fara við Timoteusi? Hygg at kortinum, so skulu vit læra nøkur nøvn.

Fyrst fara teir til Ikonium tætt við, síðan til ein annan bý ið eitur Antiokia. So fara teir til Troas, og yvirum til Filippi, Tessalonika og Berøa. Dugir tú at finna Aten á kortinum? Har boðar Paulus. Síðan boða teir í hálvtannað ár í Korint. At enda gera teir ein stuttan steðg í Efesus. So fara teir aftur til Kesarea, og heim til Antiokia, har Paulus verður verandi.

Timoteus ferðast altso fleiri hundrað kilometrar við Paulusi og hjálpir honum at boða gleðiboðskapin og stovna nógvar kristnar samkomur. Tá tú verður vaksin, vilt tú tá eisini vera ein trúfastur Guds tænari, sum Timoteus?