Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 87

Drongurin Jesus í templinum

Drongurin Jesus í templinum

HER situr ein drongur og tosar við nakrar eldri menn. Menninir eru lærarar í templi Guds í Jerúsalem. Og drongurin er Jesus. Hann er nakað størri nú. Hann er 12 ára gamal.

Lærararnir eru ovfarnir av øllum tí Jesus veit um Gud og um tað ið stendur í Bíbliuni. Men hví eru Jósef og Maria ikki her? Hvar eru tey? Tað skalt tú fáa at vita.

Á hvørjum ári fer Jósef við familjuni til Jerúsalem til ta høgtíðina ið kallast páskir. Tað er langt úr Nazaret til Jerúsalem. Hvussu ferðast tey? Tá vóru hvørki bilar ella tok. Tey flestu ganga, og tað tekur teimum í minsta lagi tríggjar dagar at koma til Jerúsalem.

Men nú er familjan hjá Jósefi vorðin størri. So Jesus hevur eisini minni systkin ið skulu ansast. Í ár eru Jósef og Maria á veg heimaftur til Nazaret við børnunum hjá sær. Tey rokna við at Jesus fylgist við øðrum í ferðalagnum. Men um kvøldið tá tey steðga á fyri at hvíla seg, finna tey ikki Jesus. Tey leita eftir honum hjá skyldfólki og vinum, men eingin Jesus! So mugu tey aftur til Jerúsalem at leita eftir honum.

At enda finna tey so Jesus her saman við lærarunum. Hvat ger Jesus her hjá lærarunum í templinum? Hann lurtar eftir teimum og spyr teir um ymiskt. Og allir eru ovfarnir av vísdómi hansara. Men Maria sigur: ’Barn, hvussu kundi tú gera hetta? Pápi tín og eg hava verið so bangin um teg, tí vit funnu teg ikki.’

’Hví leitaðu tit eftir mær?’ svarar Jesus. ’Vistu tit ikki at eg eigi at vera í Faðirs míns húsi?’

Ja, Jesus elskar at vera har sum hann kann læra um Gud. Eiga vit ikki eisini tað? Heima í Nazaret var Jesus hvørja viku við til møti har Gud varð dýrkaður. Hann lærdi nógv úr Bíbliuni, tí hann lurtaði altíð væl eftir. Latið okkum gera sum hann.