Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 96

Jesus grøðir tey sjúku

Jesus grøðir tey sjúku

MEÐAN Jesus ferðast um landið, grøðir hann tey sjúku. Tíðindi um undurverkini ganga í øllum býum og bygdum víða um. Fólk koma til hansara við kryplum og blindum og deyvum, og nógvum øðrum sjúkum. Og Jesus grøðir øll.

Nú eru meir enn trý ár liðin síðan Jóhannes doypti Jesus. Og Jesus sigur við ápostlarnar at hann skjótt skal koma til Jerúsalem, har hann skal verða dripin og síðan rísa upp frá deyðum. Men fyribils heldur Jesus áfram at grøða tey sjúku.

Ein sabbatsdag stendur Jesus og lærir. Sabbaturin er hvíludagur hjá jødunum. Kvinnan tú sært, hevur verið ógvuliga sjúk. Í 18 ár hevur hon verið samankropnað og ikki fingið staðið upprætt. Jesus leggur hondina á hana, og nú fær hon rætt seg upp. Hon er frísk!

Hetta verða átrúnaleiðararnir illir um. ’Vit hava seks dagar at arbeiða í,’ rópar ein teirra til mannamúgvuna. ’Tá ber til at grøða, men ikki ein sabbat!’

Men Jesus svarar: ’Tit óndu menniskju! Tit høvdu allir viljað loyst eslið hjá tykkum og leitt tað at drekka ein sabbat. Skuldi tá henda neyðars kvinna, sum hevur verið sjúk í 18 ár, ikki verðið grødd ein sabbat?’ Svarið fær teir óndu menninar at skamma seg.

Seinni eru Jesus og ápostlarnir á veg til Jerúsalem. Beint uttan fyri býin Jeriko hoyra tveir blindir biddarar at Jesus kemur framvið. Teir rópa hart: ’Jesus, hjálp okkum!’

Jesus rópar teir blindu menninar til sín og sigur: ’Hvat skal eg gera fyri tykkum?’ Teir svara: ’Harri, lat eygu okkara upp!’ Jesus nertur við eyguni á teimum, og teir síggja alt í einum! Veitst tú hví Jesus gjørdi øll hesi stóru undurverkini? Tí hann er góður við menniskju, og hann vil at tey skulu trúgva á hann. Vit kunnu vera vís í at eingin á jørðini verður sjúkur aftur, tá hann ræður sum kongur.