Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 91

Jesus talar á fjallinum

Jesus talar á fjallinum

HER situr Jesus. Hann lærir øll hesi fólkini á einum fjalli í Galilea. Teir ið sita næstir honum eru lærisveinarnir. 12 teirra hevur hann valt til ápostlar. Teir eru hansara serligu lærisveinar. Veitst tú hvussu teir eita?

Teir eru Símun Pætur og bróðirin Andrias. Síðan hava vit Jákup og Jóhannes, ið eisini eru brøður. Ein annar eitur eisini Jákup, og uppaftur ein Símun. Tveir ápostlar eita Judas. Annar er Judas Iskariot, og hin Judas nevnist Taddeus. Síðan eru Filip og Natanael (eisini nevndur Bartolomeus), og Matteus og Tummas.

Tá Jesus kemur aftur úr Samaria, fer hann at prædika: ’Himmiríkið er komið nær.’ Veitst tú hvat tað er fyri ríki? Tað er eitt rættiligt ríki, Guds stjórn. Jesus er kongurin. Hann skal ráða úr himli og fáa frið í lag á jørðini. So fer Guds ríki at gera alla jørðina til eitt vakurt paradís.

Her lærir Jesus fólk um Ríkið. ’Soleiðis skulu tit biðja,’ sigur hann. ’Faðir okkara í himli, lat navn títt verða heilagt. Lat ríki títt koma. Lat vilja tín verða á jørðini, sum hann er í himli.’ Nógv nevna hesa bønina ’Faðirvár’. Dugir tú alla bønina?

Jesus lærir eisini fólk hvussu tey skulu bera seg at hvør móti øðrum. ’Ver móti øðrum sum tú vilt at tey skulu vera móti tær,’ sigur hann. Dámar tær ikki at onnur eru vinalig móti tær? So mugu vit eisini sjálv vera vinalig móti øðrum, sigur Jesus. Verður tað ikki deiligt í Paradísinum tá øll bera seg soleiðis at?