Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 21

Brøðurnir hjá Jósefi hata hann

Brøðurnir hjá Jósefi hata hann

HYGG hvussu keddur drongurin er. Tað er Jósef. Brøðurnir hjá honum hava akkurát selt hann til hesar menninar sum eru á ferð til Egyptalands. Har skal Jósef vera trælur. Hví hava hálvbrøðurnir hjá Jósefi verið so óndir? Tí teir eru øvundsjúkir, teir øvunda Jósefi.

Pápin var so góður við Jósef. Til hansara, og bert til hansara, læt hann gera ein fínan, síðan kyrtil. Tá teir 10 eldru brøðurnir sóu hvussu góður Jákup var við Jósef, vórðu teir øvundsjúkir, og teir fóru at hata Jósef. Men teir hataðu hann eisini av einari aðrari orsøk.

Jósef hevði havt tveir dreymar. Í báðum dreymunum hevði hann sæð brøður sínar boyggja seg fyri honum. Tá hann segði brøðrunum frá dreymunum, hataðu teir hann uppaftur meira.

Ein dagin meðan teir eldru brøðurnir røkta seyðin hjá pápanum, biður Jákup Jósef fara at vita hvussu teir hava tað. Tá brøðurnir síggja Jósef koma, siga summir: ’Latið okkum drepa hann!’ Men tann elsti, Ruben, sigur: ’Nei, tað mugu tit ikki!’ Í staðin fyri taka teir so Jósef og blaka hann niður í ein tóman vatnbrunn. Síðan seta teir seg niður at tosa um hvat teir skulu gera.

Tá koma nakrir ísmaelitiskir menn framvið. Juda sigur við hálvbrøður sínar: ’Latið okkum selja hann til ísmaelitarnar.’ Og tað gera teir. Teir selja Jósef fyri 20 silvurstykki. Heldur tú ikki tað var illa gjørt?

Hvat munnu hálvbrøðurnir nú fara at siga fyri pápanum? Teir drepa eina geit og smyrja blóðið av henni á tann fína kyrtilin hjá Jósefi. So taka teir kyrtilin við sær heim til pápan, Jákup, og siga: ’Vit funnu henda. Vita eftir um tað ikki er kyrtilin hjá Jósefi.’

Og so er. ’Eitt villdýr má hava dripið Jósef,’ rópar hann. Og tað var júst tað brøðurnir hjá Jósefi vildu hava pápan at trúgva. Jákup verður ólukkuligur og grætur í nógvar dagar. Men Jósef er jú ikki deyður. Latið okkum nú vita hvat hendir honum har sum hann kemur.