Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 20

Dina kemur illa fyri

Dina kemur illa fyri

SÆRT tú hvønn Dina er farin at vitja? Hon er farin at vitja nakrar ungar gentur sum búgva í Kána’anslandi. Man hetta dáma pápa hennara? Um tú roynir at minnast hvat Ábraham og Ísakur hildu um kvinnurnar í Kána’an, fært tú kanska lættari svarað spurninginum.

Helt Ábraham at sonur hansara Ísakur skuldi gifta seg við einari gentu úr Kána’an? Nei. Hildu Ísakur og Rebekka at Jákup skuldi gifta seg við einari gentu úr Kána’an? Nei. Og veitst tú hví?

Tað var tí fólkini í Kána’an dýrkaðu falskar gudar. Hesi fólkini vóru ikki góð at gifta seg við og tey vóru heldur ikki góð at hava sum nærar vinir. Vit kunnu vera vís í at Jákupi ikki dámdi at dóttir hansara gjørdi kána’ansgentur til vinkonur sínar.

Og hon kom eisini illa fyri. Sært tú á bílætinum at ein kána’ansmaður hyggur at Dinu? Hann eitur Sikem. Ein dagin tá Dina kom at vitja, tók hann Dinu og noyddi hana at liggja hjá sær. Tað átti hann ikki, tí einans menn og konur sum eru gift hvør við øðrum, mugu liggja hvør hjá øðrum. Tað Sikem gjørdi við Dinu var ónt, og førdi til nógvar trupulleikar.

Tá beiggjarnir hjá Dinu frættu hvat ið var hent, vórðu teir ógvuliga illir. Tveir teirra, Símeon og Levi, gjørdust so illir at teir tóku svørð síni og fóru inn í býin og komu óvart á menninar. Teir og beiggjarnir drupu Sikem og allar hinar menninar. Tað var eisini ónt, og Jákup varð illur um tað sum synir hansara høvdu gjørt.

Hvussu byrjaði alt hetta? Jú, tað byrjaði tá Dina fekk sær vinir ið ikki lýddu Guds lógir. Slíkar vinir vilja vit ikki hava, heldur tú?