Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 18

Jákup fer til Karan

Jákup fer til Karan

VEITST tú hvørjir menninir eru sum Jákup tosar við? Teir eru nakrir menn Jákup hitti við ein brunn, tá hann hevði ferðast í nógvar dagar. Teir røktaðu seyð. Jákup spurdi: ’Hvaðan eru tit?’

’Úr Karan,’ svaraðu teir.

’Kenna tit Laban?’ spurdi Jákup so.

’Ja,’ svaraðu teir. ’Hygg, har kemur dóttir hansara Rakul við seyðafylginum hjá honum.’ Á bílætinum sært tú Rakul koma gangandi.

Tá Jákup sá Rakul við fylginum hjá mammubeiggjanum Labani, fór hann og rullaði steinin burtur frá brunninum, so seyðurin kundi drekka. Jákup kysti Rakul og segði henni hvør hann var. Hon var frá sær sjálvari av gleði og skundaði sær heim at siga tað fyri pápa sínum Labani.

Laban læt glaður Jákup búgva hjá sær. Og tá Jákup bað um at fáa Rakul til konu, gjørdist Laban uppaftur glaðari. Men hann læt Jákup arbeiða sjey ár á bønum hjá sær fyri at fáa Rakul. Jákup gekk inn upp á tað, tí hann var so góður við Rakul. Men veitst tú hvat hendi tá brúdleypið stóð?

Laban gav Jákupi ta elstu dóttrina Leu í staðin fyri Rakul. Jákup játtaði at arbeiða fyri Laban í sjey ár aftrat, og so fekk hann eisini Rakul til konu. Tá í tíðini loyvdi Gud monnum at hava meira enn eina konu. Nú má ein maður bert hava eina konu, sigur Bíblian.