Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 19

Stóra familjan hjá Jákupi

Stóra familjan hjá Jákupi

HYGG at hesari stóru familjuni. Tú sært Jákup og teir 12 synirnar hjá honum. Og hann hevði eisini døtur. Veitst tú hvussu nøkur av børnunum eita? Latið okkum læra nøkur nøvn.

Lea átti Ruben, Símeon, Levi og Juda. Rakul sá at hon eingi børn fekk og varð kedd. Hon gav Jákupi tænastugentuna hjá sær Bilhu, og Bilha átti tveir synir sum itu Dan og Naftali. Lea gav so Jákupi sína tænastugentu Zilpu, og Zilpa átti Gad og Aser. Lea átti tveir synir aftrat, Issakar og Zebulon.

Endiliga fekk Rakul eisini eitt barn, dreingin Jósef. Vit skulu seinni hoyra meira um Jósef, tí hann fekk stóran týdning. Hesir vóru so teir 11 synirnir Jákup fekk meðan hann búði hjá Labani, pápa Rakul.

Jákup fekk eisini nakrar døtur, men Bíblian sigur bert navnið á einari. Hon æt Dina.

Nú gjørdi Jákup av at fara frá Labani og aftur til Kána’an. Hann savnaði alt húskið hjá sær og síni stóru seyðafylgi og neytafylgi, og fór undir ta longu ferðina.

Tá tey høvdu verið í Kána’an eina tíð, átti Rakul ein son aftrat. Tað hendi meðan tey vóru á ferð. Rakul hevði tað ringt, og hon doyði meðan hon átti barnið. Tað voldi Jákupi stóra sorg at kona hansara Rakul doyði. Men tann lítli drongurin var tíbetur frískur. Jákup nevndi hann Benjamin, og hann varð ógvuliga góður við Benjamin, sonin sum Rakul átti.

Vit skulu royna at minnast nøvnini á teimum 12 synunum hjá Jákupi, tí alt Ísraels fólk er ættað frá teimum. Ja, Ísraels 12 ættir eru uppkallaðar eftir 10 synum hjá Jákupi og báðum synunum hjá Jósefi. Ísakur livdi í nógv ár eftir at synirnir vórðu føddir, og hann má hava glett seg um at síggja tey nógvu abbabørnini. Men latið okkum nú vita hvussu tað gekst abbadóttrini Dinu.