Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 39

Blómandi stavurin hjá Áron

Blómandi stavurin hjá Áron

SÆRT tú stavin á bílætinum? Blomstur og stadnar mandlur eru á honum. Tað er stavurin hjá Áron. Blomstrini og mandlurnar eru komin á stavin hjá Áron eftir einari nátt! Nú skalt tú hoyra hví.

Ísraelsmenn hava nú gingið í oyðimørkini eina tíð. Summir halda ikki at Móses eigur at vera leiðari hjá teimum, ella at Áron skal vera høvuðsprestur. Ein ið hugsar soleiðis eitur Kora. Datan, Abiram og 250 aðrir týðandi menn hoyra eisini til teirra. Teir fara allir til Móses og siga: ’Hví hevur tú sett teg yvir okkum?’

Móses sigur við Kora og viðhaldsmenn hansara: ’Í morgin ári kunnu tit taka nakrar pannur og koyra gløður og roykilsi á tær. Stillið tykkum so við tabernaklið hjá Jehova. So fáa tit at síggja hvønn Jehova velur.’

Dagin eftir koma Kora og teir 250 viðhaldsmenn hansara til tabernaklið. Aðrir koma eisini við fyri at vísa at teir halda við teimum. Jehova er ógvuliga illur. ’Haldið tykkum frá tjøldunum hjá hesum óndu monnunum,’ sigur Móses. ’Nertið ikki nakað ið hoyrir teimum til.’ Fólkið aktar, og tekur seg burtur frá tjøldunum hjá Kora, Datan og Abiram.

Nú sigur Móses: ’Av hesum skulu tit kenna hvønn Jehova hevur útvalt. Jørðin skal opna seg og gloypa hesum óndu monnunum.’

Móses hevur nóg illa talað, so opnar jørðin seg. Tjaldið hjá Kora og alt sum hann eigur, og Datan og Abiram og teir ið eru við teimum, detta niðurí, og jørðin letur seg aftur yvir teimum. Tá ísraelsmenn hoyra rópini frá teimum sum verða gloypt av jørðini, rópa teir: ’Rennið! Hvør veit um jørðin eisini gloypir okkum!’

Kora og hansara 250 viðhaldsmenn standa enn við tabernaklið. Nú letur Jehova eld fara niður, og teir brennast upp. Jehova sigur at sonur Áron, Eleazar, skal taka koparpannurnar hjá teimum deyðu monnunum og brúka koparið til at klæða altarið við. Koparið á altarinum skal ávara ísraelsmenn um at eingin annar enn Áron og synir hansara mugu tæna sum prestar fyri Jehova.

Men Jehova vil gera tað heilt greitt at hann hevur valt Áron og synir hansara til prestar. Hann sigur við Móses: ’Lat ein høvuðsmann úr hvørjari ætt í Ísrael koma við sínum stavi. Fyri Levi ætt skal Áron koma við sínum stavi. Legg síðan stavarnar inn í tabernaklið, framman fyri sáttmálaørkina. Stavurin hjá tí manninum eg havi valt til prest, skal blóma.’

Morgunin eftir fer Móses at hyggja, og hvat sær hann? Blomstur og stadnar mandlur eru á stavinum hjá Áron! Skilur tú nú hví Jehova læt stavin hjá Áron blóma?