Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 46

Jeriko múrar

Jeriko múrar

HVAT er tað sum fær Jeriko múrar at rapla? Tað sær út sum teir eru bumbaðir. Men tá høvdu fólk jú hvørki bumbur ella kanónir. Nei, hetta er eitt undurverk frá Jehova! Nú skulu vit siga frá tí ið hendi.

Hoyr hvat Jehova sigur við Josva: ’Tú og hermenninir hjá tær skulu ganga runt um býin. Eina ferð um dagin í seks dagar skulu tit ganga runt um býin. Sáttmálaørkina skulu tit hava við tykkum. Sjey prestar skulu ganga undan henni og blása í horn síni.

Sjeynda dagin skulu tit ganga runt um býin sjey ferðir. Síðan skulu tit blása eitt langt ljóð í hornini, og øll skulu skera í eitt veldigt herróp. So skulu múrarnir rapla!’

Josva og fólkið gera sum Jehova sigur. Tigandi ganga tey runt um býin. Eingin sigur eitt kis. Bert hornini og fótatraðkið hoyrast. Guds fólks fíggindar í Jeriko eru helst bangnir nú. Sært tú tað reyða bandið ið hongur niður úr einum vindeyga? Hvørs vindeyga man tað vera? Tað er vindeygað hjá Rahab. Hon hevur gjørt sum teir báðir njósnararnir bóðu hana. Inni í húsinum situr øll familjan saman við henni og bíðar.

Endiliga kemur tann sjeyndi dagurin. Hermenninir ganga runt um býin sjey ferðir, blást verður í hornini, eitt veldigt herróp ljóðar, og allir múrarnir rapla. Josva sigur: ’Drepið alt fólkið í býnum og brennið hann. Einki má verða eftir. Alt skal brennast. Tó skal alt ið er av gulli, silvuri, kopari og jarni verða latið til Jehova skattkamar.’

Við teir báðar njósnararnar sigur Josva: ’Farið inn til Rahab og leiðið hana og tey hjá henni út.’ Rahab og familjan verða nú leidd út, og soleiðis vórðu tey bjargað, sum njósnararnir høvdu lovað henni.