Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 43

Josva verður leiðari

Josva verður leiðari

MÓSES vil fegin sleppa inn í Kána’an saman við ísraelsmonnum. Hann biður til Jehova: ’Lat meg sleppa við yvir um Jordanánna og síggja tað vakra landið.’ Men Jehova sigur: ’Lat tað nú vera nóg mikið! Tosa ikki meiri um hatta!’ Veitst tú hví Jehova segði tað?

Tað komst av tí sum hendi ta ferðina Móses sló á klettin. Minst til at hann og Áron gloymdu at geva Gudi æruna. Teir søgdu ikki fyri fólkinum at tað var Jehova ið fekk vatnið at streyma út úr klettinum, tá ísraelsmenn bóðu um vatn á sinni. Tí segði Jehova, at teir ikki skuldu sleppa við inn í Kána’an.

Nakrar fáar mánaðir eftir at Áron er deyður, sigur Jehova við Móses: ’Tak Josva og leið hann fram fyri prestin Eleazar og fólkið. Har, meðan øll síggja, skalt tú siga teimum at Josva er leiðari teirra.’ Móses ger beint sum Jehova sigur. Tað sært tú á bílætinum.

Nú sigur Jehova við Josva: ’Ver sterkur, og ver ikki bangin. Tú skalt leiða ísraelsmenn inn í Kána’ansland sum eg havi lovað teimum, og eg skal vera við tær.’

Seinni býður Jehova Mósesi at fara upp á tindin á Nebofjallinum í Móabslandi. Haðani sær Móses tvørtur um Jordanánna, og hann sær tað vakra Kána’ansland. Jehova sigur: ’Hetta er landið eg havi lovað at geva Ábrahams, Ísaks og Jákups børnum. Nú havi eg latið teg síggja tað, men tú sleppur ikki inn í tað.’

Uppi á Nebofjallinum doyði Móses. Hann gjørdist 120 ára gamal. Hann var frískur til tað síðsta, og eyguni vóru ikki viknað hjá honum. Fólkið syrgir og grætur, tí Móses ikki longur er hjá teimum. Men tey eru eisini glað um at Josva er nýggi leiðarin hjá teimum.

4 Mósebók 27:12-23; 5 Mósebók 3:23-29; 31:l-8, 14-23; 32:45-52; 34:1-12.