Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 49

Sólin stendur still

Sólin stendur still

HYGG nú at Josva. Hann sigur: ’Sól, statt still!’ Og hugsa tær, sólin stendur still. Hon verður standandi mitt á himli ein heilan dag. Tað er Jehova ið fær hana til tað! Men latið okkum nú vita hví Josva vil hava sólina at blíva við at skína.

Tá teir fimm óndu kongarnir í Kána’anslandi fara í bardaga móti Gibeon, senda gibeonitar ein mann til Josva fyri at biðja ísraelsmenn um hjálp. ’Verið skjótir, komið og bjargið okkum!’ siga teir. ’Allir kongarnir í fjallalandinum eru komnir at stríðast móti tínum tænarum.’

Josva og allir hermenn hansara fara beinanvegin avstað. Teir ganga alla náttina. Tá teir koma til Gibeon, ræðast hermenninir hjá teimum fimm kongunum, og teir taka til rýmingar. Tá letur Jehova stórar steinar detta niður frá himli sum hegling, og teir ið doyggja í grótheglinginum, eru fleiri enn teir ið verða dripnir av stríðsmonnunum hjá Josva.

Nú sær Josva at sólin fer at seta. Skjótt verður myrkt, og nógvir hermenn hjá teimum fimm óndu kongunum sleppa til rýmingar. Tí biður Josva til Jehova og sigur: ’Sól, statt still!’ Tá verður sólin standandi á himlinum. Og av tí at sólin heldur áfram at skína, kunnu ísraelsmenn fullfíggja sigurin.

Nógvir aðrir kongar eru í Kána’an sum hata Guds fólk. Tað tekur Josva og heri hansara umleið seks ár at vinna á 31 kongum í landinum. Aftaná syrgir Josva fyri at Kána’ansland verður býtt ímillum tær ættirnar ið ikki eiga nakran landslut.

Nógv ár ganga, og Josva doyr 110 ára gamal. Meðan hann og vinir hansara eru á lívi, aktar fólkið Jehova. Men tá hesir góðu menninir eru deyðir, fer fólkið at gera tað ið er ónt, og tá verður ófriður. Teimum tørvar hjálp frá Gudi.