Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 61

Dávid verður kongur

Dávid verður kongur

SAUL roynir aftur at fanga Dávid. Hann fer við 3000 av sínum bestu hermonnum at leita eftir honum. Dávid frættir tað og sendir njósnarar út fyri at fáa at vita hvar Saul heldur til um náttina. So spyr Dávid tveir menn hjá sær: ’Hvør kemur við mær inn í tilhaldið hjá Saul?’

’Eg komi við,’ svarar Abisai. Hann er sonur Zeruju, ið er systir Dávid. Meðan Saul og menn hansara sova, sníkja Dávid og Abisai seg oman í tilhaldið. Teir taka spjótið og vatnkrukkuna sum eru við høvdalagið hjá Saul, frá honum. Eingin hevur sæð ella hoyrt Dávid og Abisai, tí bæði Saul og menninir liggja í fasta svøvni.

Sært tú Dávid og Abisai? Teir hava sloppið sær burtur og standa í øllum góðum á eini høvd. Dávid rópar oman til herførara Ísraels: ’Abner, hví ansar tú ikki eftir harra tínum, konginum? Hygg nú eftir! Hvar eru spjótið og vatnkrukkan hjá honum?’

Saul vaknar og kennir málið í Dávidi. ’Er tað tú, Dávid?’ rópar hann. Sært tú Saul og Abner standa har niðri?

’Ja, harri kongur,’ svarar Dávid Saul. ’Hví jagstrar tú meg? Hvat ilt havi eg gjørt? Her havi eg spjótið hjá tær, kongur. Send ein mann higar eftir tí.’

’Eg havi syndað,’ viðgongur Saul. ’Eg havi borið meg býttisliga at.’ Dávid fer nú avstað og Saul fer heimaftur. Men Dávid sigur við seg sjálvan: ’Onkuntíð fer Saul at drepa meg kortini. Eg má heldur rýma til landið hjá filistarum.’ Dávid fær lumpað filistarar so teir halda at hann nú er í teirra parti. Síðan verða hann og menn hansara búgvandi í Filistaralandi eina tíð.

Nakað seinni fara filistarar í bardaga móti Ísrael. Í bardaganum verða bæði Saul og sonurin Jónatan dripnir. Dávid verður ógvuliga keddur um tað og skrivar ein vakran sang. Í honum syngur hann: ’Eg syrgi um teg, Jónatan, bróðir min. Tú vart mær hjartans kærur!’

Síðan fer Dávid aftur til Ísrael, til býin Hebron. Bardagi er millum nakrar menn ið hava valt son Sauls Isboset til kong, og teir ið vilja hava Dávid til kong. Men at enda vinna Dávids menn. Dávid er 30 ára gamal tá hann verður kongur. Í sjey og eitt hálvt ár stjórnar hann í Hebron. Hann fær fleiri synir, teirra millum Amnon, Absalom og Adonja.

Tíðin kemur tá Dávid og hansara menn fara at taka tann vakra býin Jerúsalem. Jóab, ið eisini er sonur Zeruju, systur Dávid, gongur á odda í bardaganum, og tað eydnast teimum at taka býin. Afturfyri ger Dávid Jóab til herførara. Nú byrjar Dávid at stjórna í Jerúsalem.